leygardagur 8. apríl 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 70 - 8. apríl 2000
Vit á Kaupthing hava tikið støðu og eru klár
at taka dystin upp. So nú kanst tú gjøgnum
okkum senda tínar pengar út at vinna fyri
teg. Og sum tú veitst, pengar sum arbeiða,
vaksa ofta skjótari enn pengar, sum liggja
stillir. Tú kanst lata pengarnar arbeiða fyri teg
upp á ymsar mátar. Tú kanst lata okkum
umsita tína ogn serstakt við okkara
ognarrøkt, ella tú kanst keypa partar í einum
av okkara íløgufeløgum.
Ognarrøkt
Við eini avtalu um ognarrøkt letur tú okkara
serfrøðingar á altjóða fíggjarmarknaðinum
arbeiða fyri at fáa so stóran vinning av tínum
ognum, sum gjørligt. Áðrenn vit byrja, avgera
vit í felag, hvussu íløgurnar skulu gerast,
soleiðis at íløgurnar hóska til tín tørv. Hevur
tú gjørt eina avtalu við okkum um ognarrøkt,
fært tú við føstum millumbili eina frágreiðing
um, hvussu gongst tínum ognum. Hevur tú
internetsamband og hevur fingið brúkara-
navn og loyniorð, kanst tú á okkara heima-
síðu dagliga fylgja við, hvussu gongst tínum
ognum.
Íløgufeløg
Eitt íløgufelag er eitt felag við limum, sum við
størri og smærri upphæddum eru gingnir
saman um at gera íløgur í partabrøv og láns-
brøv á altjóða fíggjarmarknaðinum. Hetta
merkir, at tann lítli innskjótarin í íløgufelag-
num fær somu stórrakstrarfyrimunir, sum
stórir íleggjarar. Í Kaupthing hava vit fleiri
sløg av íløgufeløgum, sum okkara fólk við
serkunnleika umsita. Sostætt ber altíð til at
finna eitt íløgufelag í Kaupthing, sum hóskar
júst til títt lindi. Vinningurin av íløgum í íløgu-
feløgunum var í 1999 millum 8% og 36%.
Um Kaupthing
Kaupthing var stovnað í 1982 og tók leiðs-
luna í globaliseringini av tí íslendska fíggjar-
heiminum við handli av útlendskum parta-
brøvum, stovnseting av útlendskum íløgu-
feløgum, og stovnseting av deild í Luksem-
burg. Nú hevur Kaupthing so latið upp deild í
Føroyum og eisini í New York. Tað arbeiða
yvir 200 fólk hjá Kaupthing, harav nú 3 í
Føroyum. Hesi vælútbúnu fólk hava tilogna
sær eina servitan innan so gott sum øll øki í
fíggjarheiminum. Kaupthing umsitur yvir 20
milliardir DKK fyri síni viðskiftafólk ígjøgnum
ognarrøkt og íløgufeløgini.
Kundi tú hugsað tær at latið okkum røkt tínar
ognir ella at gera íløgu í eitt íløgufelag, ella tú
vilt vita meira, so ert tú vælkomin at seta teg
í samband við okkum.
Kaupthing Føroyar, Box 3090, 110 Tórshavn,
Tel 351500, www.kaupthing.com
S A N S I R T E L 3 5 5 3 5 5
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Høgni Mohr
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Viðmerking:
Torførar sam-
ráðingar fyri stavn
Viðmerking til løgmann
Eg kann taka undir við løg-
manni, tá hann sigur, at
verkføll eru lemjandi fyri
landið. Har eru vit øll samd.
Tað er væl tí, at verkføll eru
lutfallsliga
sjáldsom
í
Føroyum. Men alt hevur so
eina orsøk.
Høvuðsorsøkin til lær-
araverkfallið sær út til at
vera, at løgtingið hevur
samtykt eina lóg uttan at
nøkur játtan fylgir við.
Løgtingið er suverænt, tá
umræður at lóggeva sátt-
málar (konventiónir) í gildi.
Vanliga fylgir ein kostnað-
armeting við, men hetta er
ikki altíð so og heldur ikki
altíð neyðugt, tí útreiðslur-
nar koma ikki fyrr enn lógin
verður sett í gildi, men eitt
»skot« uppá útreiðslustøðið
átti altíð at verið lagt við
frá umsitingini.
Fyri at lógir skulu fáa
gildi, skulu tær undirskriv-
ast av løgmanni ella lands-
stýrismanni og síðani lýsast
í kunngerðarblaðnum.
Tá ein lóg verður løgd
fyri ein løgmann ella lands-
stýrismann til undirskriv-
ingar, skal avvarðandi stýr-
isstjóri hava tryggjað, at
lógin kann útinnast á fult
lógligan hátt. Tað vil m.a.
siga, at peningur er tøkur.
Ger hesin ikki tað, so brýtur
hann sína tænastuskyldu.
Um ein lóg verður sett í
gildi uttan at játtan til út-
innan av henni fyriliggur, so
er hetta brot á stýrisskip-
anarlógina. Er hon haraft-
urat sett í gildi ímóti tilráð-
ing frá umsitingini orsaka
av vantandi játta, so er eisini
talan um brot á lóg um
ábyrgd landsstýrismanna.
Nú eri eg ikki lógarkønur,
men hatta var tað, ið eg fekk
at vita, tá ið vit viðgjørdu
stýrisskipanarlógina
fyri
nøkrum árum síðani.
Seinastu árini eru fleiri
lógir samtytar og settar í
gildi uttan at nøkur játtan
hevur fylgt við. Tað er hent
á samferðsluøkinum, á post-
verksøkinum og nú til sein-
ast hevur so fíggjarmálaráð-
harrin
sáttmálabundið
landskassan fyri eitt ótal av
milliónum, sum hann al-
ment hevur sagt, at hann
ikki ætlar at játta fult út. Ei
undur í, at alt er við at koyra
fast.
Tann nevndin, ið skuldi
vera samfelagsins, »etiski«
vaktarhundurin, landsstýr-
ismálanevndin, virkar yvir-
høvur ikki sum tilætlað.
Høvuðsuppgávan
hjá
nevndini skuldi vera at ansa
eftir, at etiska støðið í um-
sitingini var í lagi, og at
mannagongdir vórðu fylgd-
ar og betraðar, har tær ikki
vóru góðar nokk.
Tá ein so forsiktigur og
reiðiligur maður sum Signar
á Brúnni má fara til hús
vegna brot á stýrisskipan-
arlógina, so er ikki í lagi við
systeminum, tað dugi eg at
rokna út. Og síðan er noktað
ein kanning – tað kann bara
vera føroyskur politikkur, tá
ið hann er ljótastur. Sjálv-
sagt eigur ein kanning av
mannagongdum at verða
gjørd, soleiðis at ongin ann-
ar heiðursmaður seinni
kemur í hatta »feittifatið«.
Eitt annað dømi um ó-
ruddiligheit og tilvildarlig-
heit hjá okkara útinnandi
valdi er málið við Jákupi
Mørkøre. Har var eitt dømi
um ein leiðara, sum vildi
halda sína játtan og ikki
bróta stýrisskipanarlógina.
Tá ið løgmaður hoyrdi um
konsekvensirnar í fjølmiðl-
unum, reisti hann ugga-
fjaðrarnar og Helena slakt-
aði ein stjóra, akkurát sum
indiánararnir
í
Suður-
amerika gera, tá ið teir vilja
blíðka gudarnar. Og so var
friður í tí framkomna rættar-
samfelagnum Føroyar anno
2000. Um tað var bakari ella
smiður, ið misti høvdið hjá
okkum spurdi eingin um.
Har skuldu bara lík á borð-
ið, so var gott.
Tað skuldi verið so upp-
lagt at gjørt eina tænastu-
mannakanning av leiðsluni
í almanna- og heilsustýr-
inum, ella alternativt sent
Helenu til hús, tí hon eftir
mínari fatan hevur roynt at
trýst ein stovnsleiðara at
bróta stýrisskipanarlógina.
Samanumtikið má eg siga
við Anfinn Kallsberg, sum
eg í nógvar mátar havi stóra
virðing fyri, at tað er ófor-
svarliga óruddiligt umsit-
ingarliga rundan um hann.
Konsekvensirnir av hesum
eru m.a. læraraverkfallið og
tað at týðandi samfelags-
funktiónir brenna saman.
Vit mugu minnast til, at
endaliga ábyrgdin av útinn-
andi valdinum hevur løg-
maður einsamallur og hetta
óskilið við at landsstýris-
fólkini sleppa at slakta seg
burtur úr teimum rasshøft-
um, tey eru komin í, má
halda uppat.
Virðingarmest
Thomas Arabo
Grønlendsk vitjan
Grønlendski landsstýris-
maðurin, Simon Olsen,
verður á almennari vitjan í
Føroyum í døgunum frá 11.
til 14. apríl.
Hann skal vitja starvs-
bróður sín, Jørgin Niclasen,
og í grønlendska fylginum
eru eisini kona landsstýris-
Lærararáðið stúrir
fyri avleiðingum
Lærararáðið á Føroya Læraraskúla heitir á partarnar í
Læraraverkfallinum um at taka samráðingarnar upp-
aftur sum skjótast.
Lærararáðið sigur seg í eini yvirlýsing stúra fyri
avleiðingunum av verkfallinum.
– Vit heita á avvarandi myndugleikar at bera so í
bandi, at ætlaninar í skúlalóg og kunngerð kunnu fremj-
ast í verki, sigur Lærararáðið á Læraraskúlanum.
ek
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá okkara
kæra mamma, vermamma, omma, langomma og
olduromma
Ella Rasmussen
doyði og varð jarðað. Takk til øll tykkum mongu,
sum fylgdu henni til gravar, takk fyri blómur og
kransar, og takk til tykkum øll, sum hjálptu til á
ymiskan hátt.
Eisini takka vit fyri peningagávur til Elim.
Familjunnar vegna
Inga, Ragnhild, Sámal og Óluva
mannin og tvey embætis-
fólk.
Simon Olsen skal hava
politiskar samrøður við
landsstýrið, hann skal vitja
virki og stovar, og onkur
útferð verður eisini gjørd.
ek
Duetoft formaður í
Føroyanevndini
JOHN JOHANNESSEN
Peter Duetoft, úr Centrums-
demokratunum skal eftir
øllum at døma verða for-
maður í serligu fólkatings-
nevndini, sum skal fylgja
samráðingunum
millum
stjórnina og landsstýrið.
Hetta visti danska TV2 at
siga fyrrakvøldið.
Fólkatingið samtykti eftir
aðalorðaskiftið hósdagim,
at ein 21 manna nevnd skal
setast at fylgja samráðing-
unum.
Velja nýggjan formann
JOHN JOHANNESSEN
Seinnapartin í dag hevur
Tjóðveldisflokkurin eyka-
floksting á Hotel Hafnia í
Havn.
Á skránni er umskipan av
leiðslubygnaði floksins, og
veljast skal ein politiskur og
umsitingarleiðari.
Sum er, hevur flokkurin
eina tvístreingjaða leiðslu,
men nú skal talan verða um
eina leiðslu.
Roknað verður við, at
nýggi formaðurin verður
Høgni Hoydal
Føroyar hava álvara verið í brennidepli-
num í danska høvuðsstaðnum seinastu
dagarnar. Mikudagin helt landsstýrið
kunnandi fund fyri fólkatingslimum og
danskari og útlendskari pressu um full-
veldisætlanina hjá landsstýrinum. Og
hósdagin var spurnarorðaskifti um sam-
ráðingarnar millum stjórnina og lands-
stýrið um framtíðarstøðu Føroya.
Tað er synd at siga, at landsstýrið kom
væl frá tí kunningarátakinum. Bara nakrir
fáir - undir 10 - fólkatingslimir møttu upp,
og hvørki stjórnin ella andstøðan hava
broytt hugsan um framtíðarstøðu Føroya.
Hetta fingu vit prógv um hósdagin, tá 93
fólkatingslimir tóku undir við samráðing-
arkósini hjá stjórnini.
Við øðrum orðum miseydnaðist lobby-
átakið. Neyvan nakar broytti áskoðan, og
tað er ivingarsamt, um landsstýrið fekk
greitt donsku fjølmiðlunum frá, at lands-
stýrið og samráðingarútkastið vórðu mis-
skild á samráðingarfundinum tann 17.
desember.
Kunningarátakið skuldi ongantíð verið
hildið. Og skuldu vit kunna fólkating og
fjølmiðlar, so skuldi føroyska andstøðan
sjálvandi verið við. Víst hevur landsstýrið
ábyrgdina í Føroyum, og landsstýrið hev-
ur stungið fullveldiskósina út í kortið, men
vit eiga eisini hava í huga, at helmingurin
av føroyingunum siga nei til fullveldi!
Tað komiska í øllum er kortini, at sam-
stund-is sum stjórnin boðar frá, at hon
kann ganga við til víttgangandi sjálvstýri,
og sostatt tekur við føroysku andstøðuni
meira ella minni, so sigur landsstýrið seg
vera samt við donsku stjórnini.
Hetta verður gjørt í viðmerkingum á full-
veldis-heimasíðuni á internetinum til røð-
una hjá Poul Nyrup Rasmussen, for-
sætismálaráðharra. Hon er pettað upp í
9 brot, og eftir hvørt brot, hevur lands-
stýrið sínar viðmerkingar til røðuna. Í flest
øllum førum er landsstýrið samt við
stjórnini. Einasta veruliga undantak er 3
til 4 ára-skiftistíðin.
Ein niðurstøðan hjá fullveldisredaktiónini
er, at nú fáa vit „virðiligari samráðingar“.
Hetta er beint øvugt av tí, sum bæði eyg-
leiðarar og vanlig fólk halda. Tí eftir spurn-
arorðaskifti kann niðurstøðan ikki vera
annað enn, at samráðingarnar verða tor-
førar, ella harðar.