Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-08, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. apríl 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Rætting: Undirvísingarstað Samlaður prísur Umroynd Skeiðtímar Prísur pr. íroknað roynd tilsamans tíma Farodane (Kvasir) 13.450,00 150,00 92 146,20 Formula.fo 13.450,00 150,00 92 146,20 Handilsskúlin 12.450,00 150,00 92 135,33 Tekniski Skúli, Klaksvík 11.300,00 92 122,83 VIT Sp/F 11.900,00 325,00 88 135,23 Soleiðis eigur talvan at síggja út: Prísir á teldukoyrikorti. Allar upplýsingar eru heintaðir á Internetinum. Við í prísinum allastaðni er umframt sjálva undirvísingina, frálærutilfar, ábit og kaffi. Formula.fo ikki nógv dýrast kortini SVEINUR TRÓNDARSON OG STEINBJØRN Í DALI Í grein í K@T@-hornin- um hósdagin, stóð at lesa ein prískanning av teldu- koyrikortum. Her var niðurstøðan, at tað var nógv dýrast pr. tíma, at taka koyrikortið hjá Formula.fo. Hetta er ikki rætt, og tí biðja vit Formula.fo um eina treytaleysa umbering. Kostnaðurin fyri eitt teld- ukoyrikort frá Formula.fo er júst tann sami, sum hann er hjá Farodane (Kvasir), nevniliga 146,20 fyri hvønn tíma. Orsøkin til mistakið er, at vit í útrokning okkara hava brúkt ov fáar tímar. Í út- rokningini av tímakostnaði- num hjá Formula.fo brúktu vit 76 tímar, men rætta talið er 92. Tá samlaði prísurin í báð- um støðum er tann sami og tímatalið tað sama, so sigur tað seg sjálvt, at eindar- prísurin fyri hvønn tíma eisini má vera tann sami. Tí biðja vit Fromula.fo enn einaferð um eina treytaleysa umbering og vit kunnu við tí staðfesta, at Formula.fo tí kortini ikki hevur nógv dýrastu teldukoyrikortini. Tiltak á Vaglinum sunnudagin Undir heitinum »Vit vilja aftur í skúla« verður skipað fyri tiltaki á Vaglinum í Havn í morgin. Byrjað verður klokkan 16.00, og skráin er hendan: Vælkomin. Tónleikur. Nevndarumboð frá Lær- arafelagnum heldur røðu. Felagssangur. Næmingaumboð heldur røðu. Tónleikur. Umboð fyri skúlaleiðsl- urnar heldur røðu. Tónleikur. Felagssangur Tað er samskipanarbólk- urin hjá Føroya Lærarafel- ag, sum skipar fyri tiltaki- num. Norðoya Sparikassi nýggjan stjóra 33 ára gamli Eyðfinn Reyð- berg skal nú í heita stólin í Norðoya Sparikassa. 1. mai tekur hann við sum stjóri eftir Jóannes Poulsen, sum ynskti at fara frá. Eyðfinn Reyðberg hevur starvast í Norðoya Spari- kassa í 12 ár, og seinastu trý árini hevur hann verið í Danmark tikið HD í grein- unum fígging, fyrisiting og leiðslu. Nýggi og fráfarandi stjór- in fara at arbeiða saman næstu vikurnar. ek Landsstýrið samt við Nyrup Landsstýrið heldur røðuna hjá danska forsætisráðharranum á fólkatingi hósdagin benda á virðiligari samráðingar enn seinast. Eisini er landsstýrið samt í nógvum av innihaldinum JOHN JOHANNESSEN Føroya Landsstýri tekur undir við sjey av nýggju brotum í røðuni, danski for- sætisráðharrin helt undir orðaskiftinum á fólkatingi hósdagin um ríkisrættarligu støðu Føroya. Hetta sæst í skrivligum viðmerkingum, landsstýrið hevur sent fjølmiðlunum eftir orðaskiftið. Landsstýrið heldur frá- greiðingina og orðaskiftið sum heild vera tekin um, at teir komandi fundirnir mill- um landsstýrið og stjórnina fara at verða virðiligari, enn fundurin tann 17. mars. Fyrsta brotið í røðuni, landsstýrið tekur undir við, er at Nyrup vísir á, at Før- oya fólk skal taka eina av- gerð, eitt val, sum í veru- leikanum bert kann og skal takast í Føroyum. Landsstýrið heldur, at for- sætisráðharrin við hesum virðir tey fólkarættarliga tryggjaðu rættindini hjá før- oysku tjóðini at taka avgerð um egna lagnu. Tí sigur landsstýrið seg fegnast um hesi orð. Samstarva í veruligum felagsskapi Danskir forsætisráðharrin segði seinni í røðuni, at tað, ið bindur danir og føroying- ar saman, eru tey sterku mentanarligu bondini, som- uleiðis sum felags søguligu bondini. Hesum tekur landsstýrið fult undir við og vísir á, at at tað ikki eru pengar og politiskt vald, ið knýta før- oyingar og danir saman. Harafturímóti vísir lands- stýrið á, at bondini, ið knýta, eru tey mentanarligu, søguligu bondini, eins og tey familjubondini. Landsstýrið vísir á, at hetta júst er orsøkin til, at Landsstýrið vil koma burtur úr tí búskaparliga og polit- iska bundinskapinum, sum í so nógv ár hevur elvt til klandur og stríð millum tjóðirnar. Hinvegin heldur lands- stýrið, at tá bundinskapurin er burtur, kunnu tjóðirnar í einum veruligum felags- skapi samstarva um tað, sum knýtir tær saman, uttan at togast um valds- og pen- ingaspurningar. Danski forsætisráðharrin kom eisini inn á alheims- gerð í røðu síni, og vísti hann á, at heimurin er nógv broyttur seinastu tíggju ár- ini. Alheimsgerðin er vorðin ein veruleiki, kappingin er vorðin harðari og altjóða búskapur hevur ræðið. Eisini hesum orðum tók landsstýrið fult undir við. Landsstýrið vísir í tíðinda- skrivinum á, at tað í øllum sínum fyrireikinum til full- veldisætlanina hevur tikið støði í, at altjóðagerðin er ein veruleiki. Hetta sigur landsstýrið vera eina av fremstu orsøkunum til, at Føroyar skulu hava full- veldi. – Fullveldi er atgongu- merkið, sum gevur atgongd til luttøku í altjóða sam- starvi og altjóa felagsskap- um. Tað er bert um Føroyar ikki fáa fullveldi, at altjóða- gerðin verður ein trupul- leiki, sigur landsstýrið í tíð- indaskrivinum Grundgevingar landsstýr- isins fyri hesum eru, at Før- oyar ikki kunnu luttaka í al- tjóða samstarvi á stjórnar- stigi so leingi Føroyar eru undir donskum valdi. Av- leiðingin av hesum, heldur landsstýrið kann vera, at Føroyar verða avbyrgdar, og verður hetta til stóran bága fyri føroyskan búskap í framtíðini. Blokkstuðulin skal burtur Seinni í røðu síni vísti Poul Nyrup Rasmussen á, at fáa Føroyar fullveldi, merkir hetta fulla politiska ábyrgd - eisini á fíggjarliga økinum. Hesa útsøgn fegnast landsstýrið um. Tó fegnast landsstýrið ikki so nógv um, at Poul Nyrup Rasmussen stendur fast við eina skiftistíð á trý til fýra ár. Men landsstýrið er kortini samt við forsæt- isráðharranum í, at blokk- stuðulin skal burtur. Lands- stýrið metir útsøgnina hjá forsætisráðharranum sum eitt samráðingarútspæl. Nyrup vísti á, at heldur ríkisveitingin til Føroya fram, eftir at føroyingar hava fingið fullveldi, fer hatta at gera, at vit reka ein ábyrgdarleysan búskapar- politikk. Eisini hesum tekur lands- stýrið fult undir við. Næst seinasta brotið í røðu forsætisráðharrans, ið landsstýrið fegnast um, var tá hann segði, at eingin ivi skal vera um, at luttøka før- oyinga í danska samfelagn- um er virðismikil. Hetta metti landsstýrið sum eina umbering fyri roknistykkið, stjórnin legði fram á fund- inum 17. mars. Poul Nyrup Rasmussen segði eisini, at stjórnin kon- struktivt fer at arbeiða fyri at finna samráðingarloysnir í fullveldismálinum. Hetta metir landsstýrið sum eitt tekin um, at tað, sum hendi á fundinum 17. mars ikki fer at endurtaka seg. Landsstýrið tekur ikki undir við Nyrup, tá hann sigur, at ríkisfelagsskapurin skal metast sum ein felags- skapur millum tveir javn- bjóðis partar. Hetta heldur landsstýrið bert ber til uttan fyri ríkisfelagsskapin. 5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 70 - 8. apríl 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 70 - 8. apríl 2000 3 ferðir um vikuna til Íslands: S A N S I R T E L 3 5 5 3 5 5 Tel 333 900 · www.atlanticairways.fo Vit hava nógv góð tilboð til Íslands í ferðafaldara okkara "Út í heim" Ofta er ein noyddur at skræða eina heila viku úr kalendaranum fyri at fara til Íslands. Tað nýtist tær ikki longur. Tí nú verður flogið 3 ferðir um vikuna til Íslands, og so er gamaní at seta ferðina saman soleiðis, at sleppast kann aftur og fram tá tað hóskar tær best. Til Íslands í handilsørindum: Flúgv til Íslands mánadag kl. 17.30 og kom aftur mikudag kl. 11.30, ella fríggjadag kl. 18.30 Vikuskiftistúr í Reykjavík: Flúgv til Íslands fríggjadag kl. 17.30 og kom aftur mánadag kl. 18.30 Til Matna ❉ Fesk súpan ❉ Lambasteik ❉ Kaffi/te og íslagkøka Eisini fæst bílig gisting Altíð vælkomin á HUGNAKVØLD -serliga ætlað eldri fólki Hóskvøldið 13/4 Eivør Pálsdóttir Kostnaður fyri tiltakið kr. 150,- sigur frá, syngur og eisini verður felags- sangur og klavertónleikur HUGNAKVØLD Tel. 317500 Øll eru vælkomin, bæði bólkar og einstaklingar Tilmelding á tel. 31 75 00 Janus Petersen