Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. apríl 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 70 - 8. apríl 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 70 - 8. apríl 2000 Fóru heimaftur í øllum góðum ÁKI BERTHOLDSEN Nú er verkfallið hjá lærar- unum harnað og í gjár forð- aðu teir sáttmálasettu lær- ararnir skúlagongdini í nógvum av teimum stóru skúlunum kring landið. Tíðliga í gjáramorgunin møttu teir sáttmálasettu lær- ararnir upp á teimum stóru skúlunum kring landið og blokeraðu úthurðarnar, so at ongin slapp í skúla, hvørki næmingar ella hinir lærar- arnir, sum ikki eru í verkalli. Men allastaðni var frið- arligt burtursæð frá onkrum einstøkum foreldrum, sum ikki krógvaðu sína misnøgd við at vera farin heimanífrá við smáum børnum henda illfýsuta fríggjarmorgunin og onki fáa burturúr-uttan karm. Teir skúlarnir, sum blivu blokeraðir í gjár vóru allir skúlarnir í Havn og í Klaks- vík, teir báðir skúlarnir á Tvøroyri, umframt skúlin á Strondum, Felagsskúlin á Oyrabakka og Meginskúlan Á Eysturskúlanum í Havn møttu nógv fólk, men tey máttu øll avstað aftur. Alt gekk tó friðarliga fyri seg og øll fóru heim í øllum góðum, uttan okkurt einstakt foreldur, sum ikki krógvau sína misnøgd Allastaðni var friðarligt, tá ið sáttmálasettir lærarar blok- eraðu úthurðarnar á stóru skúlunum kring landið Læraraverkfallið á Sandi. Ann Lis Sverradóttir, sum er í samskipanarbólkinum hjá sáttmálasettu lærarun- um, sigur, at tað er ikki ó- hugsandi at fleiri tiltøk verða sett í verk í næstu viku, um ikki okkurt hend- ur. – Vit eru ikki nóg nógv í tali til at vit fáa blokerað allar skúlarnar, so vit hava valt teir skúlarnar, har vit halda, at tað merkist mest, sigur hon. Hon sigur, at orsøkin til hetta stigið er sjálvsagt, at verkfallið nú hevur vart so leingi uttan at nakað hendir – Nú er tolið hjá okkum uppi og skúlagongdin er heilt óforsvarlig, tí alt liggur í sori. Og vit kunnu ikki góðtaka, at skúli verður hildin undir hesum umstøð- unum. Í einum skrivi, sum tey hava gjørt til blokaduna, siga tey, at nú er tolið uppi. — Vit hava nú verið í ar- beiðssteðgi í meiri enn fýra vikur og fólkaskúlin liggur í skeljasori. Skúlaleiðslur- nar vísa á, at skúlagongdin Í Suðuroynni vóru bara skúlarnir á Tvøroyri blokeraðir. Her er skúlastjórin, Martin Eidesgaard á veg í skúla, men hann mátti avstað aftur, sum øll onnur er púra óforsvarlig og tað kann ikki vera rætt at halda skúla undir hesum treytum og tí halda vit, at tíðin er búgvin til at blokera skúlar- nar, siga læraranir, ljóðar í almennu fráboðanini frá lærarunum, sum blokera. Vilja hava løg- tingið upp í málið Skúlanevndirnar átala nú støðuna í fólkaskúlanum, og fara partarnir ikki aftur til samráðingar, fara tær at heita á løgtingið um at leggja upp í. Hetta boða tey frá í ein- um skrivi, tey hava sent út, eftir at formansskap- urin fyri skúlanevndir fyri framhaldsdeildirnar í Før- oyum hildu fund hósdag- in. – Vit taka ikki dagar partanna ímillum, men vit krevja, at partarnir fara aftur til samráðingar- borðið beinanvegin, verður sagt í skrivinum. – Um samráðingarnar ikki verða tiknar uppaftur leygardagin (í dag, blðm.), fara skúlanevnd- irnar at heita á løgtingið um at taka neyðugu stig- ini, so skúlagongdin kann takast uppaftur. ek Í Klaksvík høvdu lærara sett stillað seg sjálvar og bilar í vegin við innkoyr- ingina til skúlarnar Gift teg á Velbastað JOHN JOHANNESSEN Næstan fimti ár eru liðin síðani sjónleikur seinast varð spældur á Velbastað. Men nú eru eru ungmanna- felagið Sólarmagn á Velba- stað og í Kirkjubø farið at venja skemtileikin, Gift teg, eftir norðmannin, Torvald Tu. Hesin leikurin er júst tann sami, sum varð leiktur í bygdini fyri um fimti árum síðani. Um ta tíðina vórðu tveir leikir leiktir í bygdini, og vóru teir Magnus hjá Dalabóndum og Gift teg. Sjey leikarar eru við í venjingunum. Tey eru ung- fólk av Velbastað, úr Havn úr Nólsoy. Hesi hava øll royndir innan sjónleika- heimin, men kortini hevur eingin teirra áður roynt seg sum sjónleikara á Velbastað. Tað vóru Eva Brekkstein og Amalia Danielsen, ið tóku stig til at fara undir at venja sónleik í vetur. Hetta gjørdu tær fyrst og fremst tí, at tær hava ógvuliga stór- an áhuga fyri sjónleiki, men eisini fyri at fáa lív í aftur virksemið í ungmannafel- agnum. Gift teg verður frumfram- førdur í Sólarmagn á Vel- bastað annan páskadag klokkan 16. Leikurin snýr seg um fólk, sum skulu giftast. Summi tí tey eru góð við hvørt annað, onnur tí tey hugsa bert um pengar. Per- sónarnir eru millum annað ein pengargrísk bóndakona, ein forelskaður bóndasonur, ein gamal ríkmaður, sum øll ynskja at arva umframt onn- ur. JOHN JOHANNESSEN Væl umtókta Eystankórið fer sunnudagin undir leiðslu av Símuni Nónklett at halda sína árligu várkonsert. Konsertin verður í Glyv- ra kikrju sunnudagin klokk- an 17, og verður skráin sera fjløbroytt. Framførdir verða føroyskir, danskir, svenskir og amerkanskir sangir. Afturat hesum verða eis- ini vekini The Lost Cord ac Arthur Sullivan og Ave Verum av Franz List fram- Várkonsert á Glyvrum førd. Við orglið í Glyvra kirkju sunnudagin situr Jensina Simonsen og afturat henni hava Bodil Simonsen og Fríðhild Hansen floytu- fylgispæl. Eingin sleptur upp á fjall ÁKI BERTHOLDSEN Í gjáramorgunin bar útvarp- ið tey tíðindi frá óðum for- eldrum, at lærararnir, sum blokeraðu skúlarnar í Havn, høvdu gingið inni í skúlun- um, hóast teir ikki høvdu rætt til at vera á skúlunum, so leingi teir eru í verkfalli. Men børnini, tey máttu ganga uttanfyri í øllum regninum. Hesum afturvísa lærarar- nir. Umboð fyri lærararnar, sum blokeraðu sigur, at lær- arnir gingu uttanfyri. Teir siga, at lærararnir blokeraðu ikki skúlarnar, sum teir arbeiddu í, so teir høvdu heilt einfalt ikki lykl- arnar til skúlarnar. – Har foreldur koyrdu børnini í skúla, fóru vit yvir til bilarnar, áðrenn nakar kom úr og boðaðu frá støð- uni, so at tað ikki var til óneyðugan ampa. – Og har børnini komu einsamøll í skúla, fingu tey høvi at ringja eftir foreldr- unum. – So tað vórðu ongi børn slept upp á fjall, siga lær- ararnir. Fingu eitt prei Tað skiltist eisini aðra- staðni, at fleiri høvdu fingið eitt prei um støðuna, ikki minst tey, sum høvdu langt í skúla, tí við nógvar skúlar var tómligt klokkan átta í gjáramorgunin. Føroya Arbeiðarafelag leggur nú alt landið lamið: Ongin kavarudding næstu fer tað kavar Ósemja ímillum Landsverkfrøð- ingin og Føroya Arbeiðarafelag hevur nú ført til, at næstu ferð tað fer at kava, verða vegirnir ikki ruddaðir, Tað verður heldur ikki hvørki salt ella sandur koyrt á vegirnar um tað verður hált ÁKI BERTHOLDSEN Nú kann tað væl henda, at alt landið verður mestsum lagt lamið næstu ferð, tað verður kalt og kavi. Føroya Arbeiðarafelag hevur nevniliga gjørt av nokta limum sínum at rudda kava fyri landsverkfrøðing- in, næstu ferð, tað fer at kava. Arbeiðsfólkið sleppur heldur ikki at koyra salt, ella sand á vegirnar, um tað verður hált. Tað er ein ósemja ímillum Landsverkfrøðingin og Før- oya Arbeiðarafelag, sum nú hevur ført til, at alt arbeiðið hjá Landsverkfrøðinginum, ið hevur samband við kava og kulda, verður lagt lamið. Og tað kann vísa seg, at tað verður rættiliga skjótt brúk fyri teimum monnun- um hjá Landsverkfrøðing- inum, sum fáast við hetta arbeiðið. Tí eftir veðurforsøgini verður hann norðan í ættini týsdagin og mikudagin í næstu viku við avfalli, fyrst ikki verða boðsendir, sigur Ingeborg Vinther – Hetta merkir, at í veru- leikanum skulu teir standa tøkir hvønn einasta dag til út ímóti midnátt, har teir so sum regni og síðani kanska sum kava. Hitin fer at liggja um frostmarkið. Heldur forsøgnin, og tað fer at kava, fer tað at leggja alla ferðslu á landi lamna, tí so verður ongin at rudda kavan av vegunum. Og hetta fer at uttan iva at fáa álvarsligar avleiðing- ar fyri nógv arbeiðspláss, skúlar og stovnar, tí nógv fólk ferðast ímillum bygdir hvønn einasta dag. 14 krónur um tíman Ósemjan snýr seg um til- kallivaktirnar hjá teimum, sum skulu rudda kava. Føroya Arbeiðarafelag sigur, at tað stendur í sátt- málanum, at menninir eiga 14 krónur um tíman fyri at vera tøkir á tilkallivakt mitt í viku og 28 krónur um vikuskiftini – Men Landsverkfrøðing- urin hevur gjørt sína egnu lýsing av hugtakinum „Til- kallivakt“, sum vit undir ongum umstøðum kunnu taka undir við, sigur Inge- borg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag. Hon sigur, at Landsverk- frøðingurin hevur ásannað, at frá 1. oktober til 1 mai kann roknast við, at tað verður neyðugt at fara út hvønn morgun, um líkindi eru so, at ferðslan kann verða tarnað av hálku, kava, áarlopi, omanlopi ella øðr- um. Somuleiðis verður sagt, at meginreglan er, at er iva- veður, eiga menninir at fara út. – Men kortini er Lands- verkfrøðingurin ikki sinn- aður at gjalda monnunum tilkallivakt, uttan at teir dag- in fyri hava fingið greið boð um, at teir kunnu rokna við at verða boðsendir morg- unin eftir, men at teir kortini Eftir veðurforsøgnini verður kalt í næstu viku og vandi er fyri, at tað fer at kava. Men tá verður ongin kavarudding og tað verður heldur ikki slat ella sandur stroyddur á vegirnar brádliga kunnu fáa boð um, antin teir skulu møta, ella ikki, uttan at fáa samsýning fyri tað, og tað góðtaka vit ikki, sigur hon.