leygardagur 8. apríl 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 70 - 8. apríl 2000
8
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 70 - 8. apríl 2000
Til høvuðsdeild okkara í Tórshavn skal setast ein fyrisitingarstjóri, ið skal virka í
einari trýdeildari leiðslueind, sum er samansett av:
Uppgáva fyrisitingarstjórans er fyrst og fremst:
- At byggja upp og menna allar fyrisitingarligar partar av Vision Software.
- At hava ábyrgd av, og skipa fyri, allari fíggjar- og tilfeingisstýring felagsins.
- Saman við leiðslueindini at skapa karmar um eitt sunt handilsligt felag í stórum
vøkstri.
- At skapa karmar um ein mennandi starvsfólka- og leiðslupolitikk.
Vit seta sum krav, at rætti viðkomandi hevur holla handilsliga útbúgving og/ ella
drúgvar royndir innan sama starvsøki.
Góð løn verður latin eftir góðum avriki.
Til høvuðsdeild okkara í Tórshavn verður søkt eftir bókhaldara/skrivara at byrja
skjótast gjørligt. Arbeiðið er skipað við ábyrgd fyri fyrisitingarstjóranum og eru
høvuðsuppgávurnar hesar:
- At røkja alt dagligt bókingararbeiði
- At skipa fyri debitor- & kreditorrøkt felagsins
- At gera ætlanir saman við leiðslueindini og skipa fyri allari uppfylging av hesi,
undir hesum rapportering yvir fyri stjórn og nevnd felagsins. Harafturat skal við-
komandi virka sum skrivari hjá leiðslueindini og hava ábyrgd av øllum skrivligum
samskifti við viðskiftafólk felagsins. Vit seta sum krav, at viðkomandi hevur holla
handilsliga útbúgving og/ella hollar royndir innan bókhalds- og roknskapararbeiði.
Góð løn verður latin.
Til deild okkara í Tórshavn skal setast eitt sølu- og samskipingarfólk, við ábyrgd
yvir fyri sølustjóranum, at taka sær av sølu, menning og levering av Wise-forrits-
úrdráttum til fiskivinnuna. Wise er felagsheitið á eini røð av skipanum, mentar í
Navision Financials umhvørvi, til fiskivinnuna. Talan er um framleiðslustýrings-
skipanir, søluskipanir, góðskustýringsskipanir v.m., mentar av TM-Software í
Íslandi, ið eigur 50% av Vision Software. Starvið er sera spennandi og hevur við
sær møguleikar fyri hollari persónligari menning og starvsmøguleikar í útlandi-
num, herundir Norðanlondum, Stóra Bretlandi og Norður Ameriku.
Vision Software er eitt forritsfelag í menning. Felagið umboðar, selir og mennir
Navision og Navision Financials úrdráttir, og er fyrsta Navision Solution Center
í Føroyum. Í løtuni eru 10 starvsfólk knýtt at Vision Software, ið hevur deildir
í Tórshavn og Klaksvík. Eigarar av Vison Software P/f eru persónligir stigtakarar,
Farodane P/f í Tórshavn og TM-Software í Íslandi. Felagið fæst eisini við frálæru
innan Navison og Navision Financials í samvinnu við skeiðdepilin KVASIR í
Tórshavn.
Skrivligar umsóknir við møguligum viðmælum verða at senda til okkara innan 1/5 2000.
Stengavegur 3
FO-700 Klaksvík
Ynskja tygum at frætta meiri um størvini, eru tygum vælkomin
at ringja til omanfyristandandi.
Vision Software P/f
Fyrisitingarstjóra
Sølustjóra
Tekniskum stjóra
Att.: Jógvan Eliasen, stjóri
Vision Software spennir seg út
Bókhaldari/skrivari
Fyrisitingarstjóri
Vit sóknast eftir trimum nýggjum starvsfólkum í
Tórshavn at byrja skjótast til ber
Sølu- og samskipingarfólk til Wise-Fish deild okkara
Um VisionSoftware P/f
FD-04-000-5
SOLARIUM
til leigu
ymsar støddir.
JC. Solarium
Tel. 315017 - 215017
Roynið tað nú!
Klænkið
Kennið vælveru.
Fáið meira orku og
sleppið undan dagligu
strongdini. Við einum
100% náttúruevni.
Heilt ótrúlig úrslit, tí tað
riggar altíð.
Hoyrið meira.
HL. MARKETING
Tlf. 314484
E-mail:innor@post.olivant.fo
Sandvíkarhjalli
Tel. 315600 - Fax 318008
Galvaniseraðir
viðfestisvognar
Sosialurin - 311820
Tosið við okkum!
BILLUTIR
ÚTVEGAST
TIL FLEST
ALLAR BILAR
F.A. BILLUTIR
tlf. 421605 fax 421666
JAN MÜLLER
Tingið fer týsdagin undir 1.
viðgerð av landskassarokn-
skapunum og harvið mál-
inum, ið var orsøkin til, at
Signar á Brúnni, landsstýr-
ismaður herfyri bað um at
verða loystur úr starvi.
Samtíðis heitti hann á
løgmann um at fáa eina
kanning av øllum málinum,
soleiðis at hann kundi verið
reinsaður fyri ákærunum.
Hann metti seg ósekan.
Vit hava spurt løgmann,
hvat hann fer at fyritaka sær.
Anfinn Kallsberg sigur, at
tá Signar á Brúnni biður seg
um at taka stig til slíka
kanning, so skal hann brúka
tey amboð, ið eru í stýr-
isskipanini við eftirliti og
kanning av einum lands-
stýrismanni sum so.
Her er so antin talan um
politiska ella eina juridiska
handfaring. Er tað illgruni
um, at ein landsstýrismaður
ikki hevur hildið seg til tað,
sum er ásett í lóg o.ø. so
skal Landsstýrismálanevnd-
in taka málið upp. Tað
hevur hon gjørt í hesum før-
inum, og so skal hon syrgja
fyri, at málið fær eina ó-
vilduga viðgerð sigur løg-
maður sum samtíðis vísir á,
at í hesum førinum skuldu
teir so heitt á løgtingsfor-
mannin um at sett eina
kanningarnevnd. Tað er tí
ikki landsstýrið, sum skal
kanna ein landsstýrismann,
men harafturímóti løgtingið
við teimum organum, sum
liggja í stýrisskipanini.
-Merkir tað, at tú fer
einki at fyritaka tær, nú tú
hevur móttikið eina áheit-
an frá Signar á Brúnni um
eina kanning?
-Tað veit eg ikki - um eg
ikki taki okkurt stig. Men
eg skal ansa eftir ikki at taka
nøkur stig, sum uppá nakran
hátt kunnu undirkenna tað
eftirlitsapparatið, sum er
ásett í stýrisskipanini.
-Hevur tú nakrantíð
givið Signar á Brúnni ta
fatan, at ein kanning fór
at verða gjørd?
-Tað vil eg ikki beinleiðis
siga. Vit hava ikki tosað um
júst, hvussu vit skuldu gera
hetta. Vil Landsstýrismála-
nevndin ikki gera eina slíka
kanning, so er møguligt , at
løgtingið biður um eina
kanning.
Løgmaður vísir í hesum
sambandi á, at møguleiki er
hjá sær at heita á løgtingið
um at fáa gjørt ta kanning-
ina. Men hann sigur seg ikki
í dag kunna siga, um hann
fer at gera tað.
Hinvegin kann man eisini
fara víðari við málinum
vísir hann á. Tað er rættiliga
stórur munur á, um málið
er politiskt ella juridiskt.
Har hevur løgmaður so eis-
ini ein annan møguleika í
sambandi við ábyrgd lands-
stýrismanna, men tá er tað
ein rein juridisk kanning,
sum skal gerast gjøgnum
politiið. Tá skal man hava
grundaðan illgruna um, at
nakað beinleiðis ólógligt er
farið fram. -Her er tað so
ikki spurningurin, um nak-
að ólógligt við persónligum
motivum ella onkrum øðr-
um, liggur aftanfyri. Tað er
meira ein spurningur um
skipanir.
Kanning av skipanini
Løgmaður heldur, at tað
kundi verið sera áhugavert
at fingið gjørt eina kanning
av skipanini, bæði stýris-
skipanini sjálvari og øðrum
skipanum, sum eru gjørdar
við útgangsstøði í stýris-
skipanini, eitt nú roknskap-
arlóg,
grannskoðaralóg,
játtanarskipan í sambandi
við fíggjarlóg osfr. - og tá
fingið greiðu á, um alt tað
hongur saman, um nakar
kinkur er í tí! Tað er so eitt
mál fyri seg sjálvan og ikki
eitt mál um at kanna av-
gerðina hjá Signar á Brúnni
ella ikki leggur hann aftrat.
-Tað er í hvussu er nakað,
sum eg haldi man so avgjørt
eigur at taka upp. Hvussu
man ger tað havi eg ikki
nakra patentloysn uppá enn.
Aðrir
landsstýrismenn
kunnu jú koma út í júst
somu trupulleikar sum teir,
ið nú hava verið frammi.
Hvat viðvíkur málinum
hjá Signar á Brúnni so
heldur løgmaður, at har eru
mong viðurskifti, sum ikki
sampakka og ikki ganga
upp í eina størri eind. -Tá
er tað systemið, sum galið
er við. Og tað eiga vit so
avgjørt at hyggja uppá og
rætta, tí tað er eingin orsøk
til at hava eina skipan, sum
ikki hongur saman.
Skipanin ikki nóg góð
-Meinar tú harvið, at
Signar á Brúnni hevur
verið offur fyri einum
systemi, sum ikki er nóg
gott?
-Tað er eingin ivi um, at
systemið hevur ikki verið
nóg gott, tí tað eru ongar
greiðar reglur um, hvussu
hann skuldi havt borið seg
at fyri at umgingist tann iva,
sum er íkomin. Og tað er
ein trupulleiki í sær sjálv-
um. Men um so alt er rætt
farið fram alla vegin ígjøgn-
um, alla tíðina og av øllum
instansum, tað er so nakað
heilt annað.
-Er tað náttúrligt, at tað
er Tjóðveldisflokkurin,
sum tekur upp spurningin
um kanningina í løgting-
inum, ella kennir tú hetta
eisini at vera tína mor-
alsku ábyrgd mótvegis
einum av tínum egnu
landsstýrismonnum?
-Nú er tað soleiðis, at
hevði málið verið komið til
viðgerð í tinginum fyrst, so
hevði ein løgtingsviðgerð
sjálvandi havt kunnað fing-
ið svar uppá nakrar av hes-
um spurningum. Hyggja vit
isolerað eftir stýrisskipanini
og hennara áseting, so kann
man nokk siga, at her er ikki
handlað í tráð við stýris-
skipanina. Men hinvegin
kanst tú so spyrja: hvussu
skuldi tað so verið handlað,
so tað hevði verið í tráð við
stýrisskipanina? Tað er í tí
løtu, at Sjónvarp Føroya
hevur nakrar útgjaldingar í
1998, at tað ikki er í tráð
við stýrisskipanina, og tað
er ikki ein handling, sum
Signar á Brúnni er uppií.
Men tað, sum útloysir hetta,
er, at likviditeturin hjá
Sjónvarpinum í 99 verður so
vánaligur, at Sjónvarpið nú
bráddliga ikki megnar at
halda tær skyldur, sum tað
hevur átikið sær. Og tað er
har trupulleikin kemur inn.
Løgmaður sigur víðari, at
verður hugt eftir játtanar-
skipanini, sigur hon, at ein
landsstýrismaður
hevur
skyldu til at útgjalda, um so
er, at tað kann ávísast, at
nakrar
bindingar,
sum
landskassin hevur tvs. løn-
arútreiðslur ella annað,
skulu verða goldnar, um so
er, at útlitið fyri, at man ikki
ger tað, gevur landskassa-
num uppaftur størri út-
reiðslur. Tvs. at tað man
sigur í játtanarskipanini er
eitt, og tað, sum man sigur
í stýriskipanini er nakað
heilt annað. Og tí fær tú ta
konfrontatiónin við, at
landsstýrismaðurin - um
hann handlar ella letur vera
við at handla - antin brýtur
eina stýrisskipan ella eina
játtanarskipan.
-Landsstýrismaðurin
hevur verið ein av tínum
samstarvsfeløgum, og er
tað so, at tú vil ganga so
langt sum til ber fyri at
stuðla einum starvsfelaga
í Tinganesi, um tú ikki
heldur, at hann hevur gjørt
nakað skeivt?
-Púra givið. Tað vil eg
altíð gera, og eg meini eis-
ini, at tað er bæði rætt og
rímuligt, at man syrgir fyri,
at hevur ein persónur verið
fyri órætti ella bara tann
allar minsti ivi er um hann
hevur verið fyri órætti, so
hevur man skyldu til at gera
alt, sum stendst fyri at fáa
avklárað slík viðurskifti.
Spurningurin er so bara,
hvussu eg fái gjørt tað ella
um eg fái gjørt tað. Og tað
er hetta, sum eg ikki eri
liðugur at kanna.
Løgmaður sigur víðari, at
hetta sjálvandi eisini er ein
spurningur, sum hann má
tosa við løgtingið um og
leggur aftrat, at tað kann
væl vera, at hann ikki tekur
nakra støðu fyrr enn hann
hevur hoyrt orðaskiftið í
tinginum.
Til botns við máli
-Verður tað nakar trup-
ulleiki at fáa 13 tingmenn
at biðja um eina kanning?
-Tað havi eg ikki kannað,
men tá hevur tú so møgu-
leika at fáa sett ein kann-
ingarstjóra, sum kann fara
til botns við málinum, og
eg haldi tað hevur stóran
týdning, og eg haldi veru-
liga eisini, at Landsstýris-
málanevndina átti at verið
hugað fyri tí, eisini fyri
framtíðina. Men avgerðin er
sjálvandi teirra.
-Tá Edmund Joensen
ikki vil hava eina kanning
metir tú tað so at vera ein
politisk avgerð?
-Nei. Teir hava eina
starvsreglugerð at ganga
eftir, og har stendur púra
greitt, at hetta er eitt mál,
sum skal sendast til løg-
tingsgrannskoðararnar. Tað
er gjørt, og teir eru komnir
við sínum niðurstøðum.
Men hetta vísir bara, hvussu
avmarkaðir møguleikarnir
eru.
Løgmaður viðgongur, at
tað eisini á øðrum økjum í
frágreiðingini frá lands-
grannskoðaranum eru at-
finningar, men hyggur man
at tí í mun til, hvat er gingið
fyri seg fyrr tíðini, so má
man siga, at tað batnar í
hvørjum.
-Tá vit nú hava fimm ár,
so er greitt, at kritikkur er
meira ella minni fyri øll
árini, men eg trúgvi vit sum
frálíður fara at fáa skil á
viðurskiftunum.
-Um tú sjálvur sat í
stólinum hjá Signari á
Brúnni, hevði tú borið teg
øðrvísi at, enn hann gjørdi
í aktuella málinum?
-Eg veit ikki. Tað er altíð
so lætt at vera bakklókur.
-Hondina á hjartað?
-Eg tori ikki at siga, hvat
eg hevði gjørt. Men eg
trúgvi, at Signar á Brúnni
hevur sitið í tí støðu, at hann
skuldi velja millum ein
svartan skerm - og vita, at
tað hevði ført til meirút-
reiðslur hjá landskassanum
- ella tað at handla, soleiðis
sum hann hevur gjørt og
sum hann eisini hevur
fingið ráðgeving um er rætt,
men sum hann nokk serliga
aftaná, at fíggjarnevndin
segði nei, hevur havt nakrar
trupulleikar av. Tað ivist eg
ikki í.
-Metir tú ráðgevararnir
hava gjørt eitt nóg gott
arbeiði?
-Tað veldst sjálvandi um
út frá hvørjum sjónarmiði
tú sær hetta, og hvar í
gongdini tú er. Tað er sjálv-
andi ongantíð rætt at koma
í eina støðu, har ein stovnur
hevur eitt stórt yvirtrekk, og
so kann man kanska seta
spurning við tíðsfaktorin -
frá tí, at man fær tað at vita,
til tað verður gjørt nakað
munagott við málið.
Men eg trúgvi, at tá man
er komin til støðuna, tá hetta
hendir, tá hevur man næstan
valið millum at vera skotin
ella hongdur - ella valið
millum pest og kolera.
Signar hevði valið
millum at verða
skotin ella hongdur