Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. apríl 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindablaðið sosialurin Nr. 70 - 8. apríl 2000 11 tíðindablaðið sosialurin Nr. 70 - 8. apríl 2000 T R Y G D A R S K E I Ð Trygd í einum heimi við gassi T R Y G D A R S K E I Ð -ið snýr seg um tína trygd á arbeiðsplássinum • Hvørjir vandar eru við nýtslu av gassum? • Hvørji trygdar- og arbeiðsumhvørvistiltøk eiga at verða framd? Føroya Gassøla heldur í viku 19 eina røð av trygdarskeiðum í sambandi við nýtslu av gassi. Hesi skeið verða skipaði av trygdar- ábyrgdarum frá AGA, ið hava nógvar royndir innan hald av trygdarskeiðum í Danmark, t.d. fyri sløkkilið og Falck, tekniskar skúlar og ídnaðin á øllum stigum. Skeiðini venda sær til øll, ið hava áhuga fyri trygdini hjá virkinum og sær sjálvum. Umframt hetta snýr skeiðið seg eisini um eginleikarnar við gassi og hevur í sær nógvar praktiskar royndir. Tú hevur møguleika at verða við í fylgjandi skeiðum, sum hvør sær varar 3-4 tímar: Sosialurin - 311820 Mánadagin 8. mai Sørvágur Týsdagin 9. mai Klaksvík Mikudagin 10. mai Tórshavn Hósdagin 11. mai Øravík Ynskjast fleiri upplýsingar set teg í sambandi við: Føroya Gassøla Akranesgøta 2 FO-100 Tórshavn Tel. 31 55 44 Fax 31 17 06 "Ein sera stuttligur háttur at gerast gløggari" Ring og tekna teg ella starvsfólk tíni á tel. 31 55 44 ella 21 25 44. Kostnaðurin er kr. 195,- fyri fólkið íroknað breyð og kaffi. A G A S E T U R T R Y G D I N A Í H Á S Æ T I Virkisráðgevi Starvið: Tú skalt, eggjaður av virkjum eins væl og sjálvboðin: • eggja virkisleiðslunum til og saman við teimum viðgera ítøkiligar menn- ingarmøguleikar á økjum sum t.d. marknaðarviðurskifti, framleiðslu, vørumenning, tøkni, búskapi og leiðslu. • kunna um vinnuframaskipanir og eftir tørvi útvega virkjum vitan av so at siga øllum slagi. • midla uppgávur/verkætlanir til uttanhýsis serfrøðingar. • skipa fyri og leiða kunningarfundir um evni av týdningi fyri føroyskt vinnulív. Vit vænta av tær: • at tú hevur nakað av kunnleika um føroyska vinnu og at tú hevur arbeiðsroyndir. • at tú ert opin/fryntlig(ur) og dugir at fáa í lag samband við fólk. At tú kannst skera ígjøgnum, samstundis sum tú dugir at lurta eftir øðrum. • at tú hevur tøkniligan og/ella handilsligan ástøðiligan førleika. Umsøkj- arar við tøkniligum royndum hava fyrimun. • at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og klára at arbeiða við fleiri ymiskum málum samstundis. • at tú talar og skrivar føroyskt og danskt flótandi. • telduførleiki á høgum brúkarastøði. Vit kunna bjóða tær nógvar áhugaverdar avbjóðingar og í einum sjálv- støðugum starvi við møguleika at gera júst tína ávirkan galdandi. Sam- stundis verður tú við í menningini av føroyska vinnulívinum. Løn sambært avtalu. Nærri upplýsingar: Vilt tú vita meira áðrenn tú søkir, ert tú vælkomin at tosa við Ólav Gregersen, stjóri, tlf. 317366. Skrivlig umsókn, merkt »Virkisráðgevi« við próvtøkuskjølum/viðmælum skulu sendast til TK-Stovan, Niels Finsensgøta 37, 100 Tórshavn í seinasta lagi 26. apríl 2000. Vit hava úr at gera – og søkja ágrýtnan virkisráðgeva m/k: Endamál TK-Stovunnar er at menna og styrkja føroyskt vinnulív. TK-Stovan skal ráðgeva fyritøkum, midla nýggja vitan, sum er viðkomandi í vinnulívinum, og kunna um og ráðgeva føroyskum fyritøkum um galdandi vinnuframaskipanir. Arbeiði TK-Stovunnar tekur støði í tørvi vinnunar og fer fram í samstarvi við aðrar føroyskar vinnuframastovnar. TK-Stovan heldur til í Tórshavn. Á stovuni arbeiða 4 fólk. TK-Stovan er partur av neti við 17 landspartastovum í Danmark og so samskipannarstovuni í Århus, TIC Danmark. Tilsamans arbeiða 115 fólk í TK-netinum. Endamálið hjá TK-netinum er at styrkja menningina í vinnulívinum. Hetta gerst við at arbeiða málrættað og samskipað. Hetta fyri at menningar- møguleikarnir í smærri og meðalstórum virkjum verða viðurkendir og troyttir. TK-Stovan er fíggjað av Føroya Landsstýri og donsku stjørnini. Sosialurin - 311820 Verkfallið í fólkaskúlanum eigur at kennast sum skot fyri bógvin hjá politisku flokkunum og føroyskari lóggávu. Hetta eigur tingið at taka til sín. Javnaðarflokkurin harm- ast um, at skotini ístaðin raka óseku skúlanæmingar- nar og foreldur teirra. Og tey eru mein. Vandi er fyri, at teir næmingar, sum standa á gáttini til hægri skúla, fara at hava tað trup- Yvirlýsing um verkfallið í fólkaskúlanum ult við at sleppa inn í hesar skúlar. Javnaðarflokkurin ber eisini ótta fyri teimum mongu børnunum, sum eingin er um, og at skaði kann standast av hesum. Tí er avgjørt neyðugt, at semja fæst í málinum sum skjótast. Við nýggju fólkaskúla- lógini hava vit latið dyrnar upp til vitanarsamfelagið. Hugburðurin er at geva okkara børnum og ungu ein førning, sum lærir tey at læra. Tað, tú dugir í dag er umráðandi. Men uppaftur meira umráðandi er, hvat tú fert ella kanst læra í morgin. Á henda hátt at seta næm- ingin í miðdepilin, gevur nógv.......og krevur nógv!! Hesum borgar nýggja fólkaskúlalógin fyri, tá um- støður verða givnar at fremja hana í verki. Eisini eiga vit at minnast til, at fólkaskúlin er veitari Høgni er óseriøsur JOHN JOHANNESSEN Tingkvinnan, Katrin Dahl Jakobsen, setti 22. mars landsstýrismanninum í und- irvísingar- og mentamálum nakrar fyrispurningar í sam- bandi við læraraverkfallið. Hesir fyrispurningar skuldu svarast í tinginum í gjár. Men fyrrpartin í gjár fekk tingkvinnan bræv frá løg- tinginum, har boðað varð frá, at landsstýrismaðurin hevur fingið freistina at svara spurningunum útsetta. Grundgevingin fyri hes- um var, nýggi landsstýris- maðurin, Høgni Hoydal, hevur verið so nógv burtur- staddur, at hann ikki havt stundir at seta seg inn í mál- ið. Røkir ikki embætið Katrin Dahl Jakobsen held- ur hesa grundgeving vera ógvuliga vánaliga. Hon vís- ir á, at hetta bert sýnir okk- um, at Høgni Hoydal ikki røkir tað embætið, hann tók á seg, tá Signar á Brúnni fór frá sum landsstýrismaður í undirvísingar- og menta- málum og Høgni Hoydal kom í staðin. – Eg haldi tað vera heilt burturvið, at Høgni Hoydal sum landsstýrismaður í undirvísingar- og menta- málum ikki skal hava stund- ir at seta seg inn í ein fyri- spurning, ið snýr seg um eitt álvarsmál innan skúlaverkið í dag, sigur Katrin Dahl Jak- obsen. Tingkvinnan heldur, at støðan innan skúlaverkið beint nú er so mikið álvars- lig, at bæði landsstýrismað- urin í undirvísingarmálum og øll embøtisfólkini í stýri hansara áttu at nýtt alla orku í at fingið loyst trupulleikan. Hon sigur seg skilja, at Høgni Hoydal var í Dan- mark, tá orðaskifti var á fólkatingi um fullveldismál- ið. Men hon vísir samstund- is á, at løgmaður hevði Katrin Dahl Jakobsen heldur Høgna Hoydal misrøkja starv sítt sum landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum, tá hann ikki hevur stundir at svara fyrispurningi innan hetta málsøki stundir at koma heim aftur til Føroya og møta í tingi- num fríggjamorgunin, með- an Høgni Hoydal varð verð- andi í Danmark í sambandi við, at ein nýggj bók kom ut um fullveldisætlanina. – Hetta er heilt burturvið. Sjálvsagt skuldi Høgni Hoydal komið aftur og loyst trupulleikan á skúlaøkinum, sigur Kartin Dahl Jakobsen avgjørd. Landsstýrismaðurin skiftur Høgni Hoydal heldur tað ikki vera rætt av Katrini Dahl Jakobsen at seta málið so stórt upp. Hann vísir á, at fyrispurningurin kom áðrenn landsstýrismaðurin varð skiftur, og tí kann hann ikki hava havt stundir at fyr- ireika seg til fyrispurningin. – Eg vil beinan vegin leggja dent á, at eg bert fyri- bils eri landsstýrismaður í undirvísingar- og menta- málum. Men eg vil fegin vera heilur har eg eri. Tí ætli eg mær at seta meg væl inn í málið áðrenn eg svari fyri- spurninginum, so Katrin Dahl Jakobsen fær eitt nøkt- andi svar, og tað átti hon at fegnast um, sigur Høgni Hoydal. Landsstýrismaðurin við tveimum stýrum ásannar, at tað ikki í longdini fer at bera til at hava tvey stýri undir til allar aðrar útbúgvingar umframt arbeiðsmarknaðin. Hann hevur ábyrgdina av teimum ungu í teirra mest móttøkuføra aldri, tá støðið undir allari samfelagsligari menning verður lagt. Javnaðarflokkurin virðir verkfalsrættin hjá sáttmála- settu lærarunum. Somuleiðis at sáttmála- settu lærararnir brúka hesi rættindi at stuðla fakfelag og starvsfeløgum sínum at fremja lógarásettu uppgáv- urnar í fólkaskúlanum til frama fyri næmingin og skúlaverkið. Flokkurin tekur ikki undir við teimum, sum mæla til at steðga á og enntá ganga afturá. Heldur vil flokkurin heita á Fíggjarmálastýrið, Undirvísingar og Menta- málastýrið og Lærarafelag- ið at finna rætta stevið og koma til semju um kostn- aðin av nýggju lógini. Javnaðarflokkurin vónar, at tað fer at bera pørtunum til at samráða seg fram til eina semju um ikki bara lønina, men eisini um menningina av fólkaskúla- num. Nú er í tøkum tíma. Føroya Javnaðarflokkur Eg haldi tað vera heilt burturvið, at Høgni Hoydal sum landsstýrismaður í und- irvísingar- og mentamálum ikki skal hava stundir at seta seg inn í ein fyrispurning, ið snýr seg um eitt álvarsmál innan skúlaverkið í dag, sigur Katrin Dahl Jakobsen. sær, men hann staðfestir samstundis, at hann enn ikki hevur forsømt nakað av sín- um málsøkjum. Høgni Hoydal leggur afturat, at hann heldur tað vera ivasamt, um tað í heila tiki er rætt av Katrini Dahl Jakobsen, sum er limur í Lærarafelagnum at seta fram fyrispurningar, ið beinleiðis hava við sátt- málatrætuna at gera. Katrin Dahl Jakobsen hel- dur kortini einki skeivt vera í hesum.