Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. apríl 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindablaðið sosialurin Nr. 70 - 8. apríl 2000 12 tíðindablaðið sosialurin Nr. 70 - 8. apríl 2000 Stríð hevur tikið seg upp millum teir báðar stóru pen- ingastovnarnar og lands- bankan. Talan er tó als ikki um nakað nýtt stríð. Stóru peningastovnarnir hava í mong ár verið máttmiklastu privatu aktørarnir í føroyska búskapinum. Vald teirra hevur verið ovurstórt, og hava teir ikki góðtikið, at føroyskir almennir mynd- ugleikar skulu hava ávirkan á virkisøki teirra. Teir hava tískil virkað sum „statur í statinum“. Hetta kann ikki góðtakast, og er neyðugt, at leiðslurnar í peningastovn- unum framyvir virða fólka- ræðið - virða avgerðir løg- tingsins um at lata lands- bankan taka sær av sentral- bankauppgávum, herundir eisini at virka sum banka- samband hjá almenna sekt- orinum og øðrum fíggjar- stovnum enn peningastovn- unum. Stríðið hevur tikið seg upp í samband við ætlaðar broytingar av landsbanka- lógini. Tveir høvuðstættir eru í broytingunum. Onnur snýr seg um stovnan av før- oyskum virðisbrævamarkn- að, hin um at geva lands- bankanum sterkari heimild- ir til at fremja heildarumsit- ing av almennum gjaldføri. Sum so mangan áður, tá ið talan hevur verið um lógargrundarlag landsbank- ans, er reaktiónin hjá stóru peningastovnunum ógvus- lig. Teir kenna seg hóttar, og seta í verk stórt lobby- virksemi, hvørs endamál er at fáa bæði almenningin og politikarar til at taka undir við teirra sjónarmiðum um, at landsbankin ikki eigur at fáa vald til at virka sum sentralbanki, herundir at røkja bankauppgávur fyri almenna sektorin. Tað stutta av tí langa er, at peninga- stovnarnir síðan 1978, tá løgtingið samtykti lands- bankalógina, ongantíð hava viljað viðurkent lands- bankan sum búskaparpolit- iskan myndugleika, og at teir helst sóu stovnin niður- lagdan. Hervið virða teir ikki løgtingið, og tær av- gerðir lóggávuvaldið tekur. Í flest øllum londum er van- ligt, at sentralbankin virkar sum týðandi myndugleiki, hvørs tiltøk raka vinnuligu fíggjarstovnarnar so ella so. Ynskið hjá lóggávuvaldi- num í hesum londum hevur verið - og er - at skipa ein myndugleika, sum virkar fyri javnari búskapargongd, menning av fíggjarkerv- inum og sum er banki hjá sentral-almenna sektori- num. Tað slepst ikki undan, at tiltøkini hjá sentralbanku- num ávirka kappingarstøð- una á fíggjarmarknaðunum á ein ella annan hátt. Am- boðini, sentralbankarnir hava fingið frá lóggávu- valdinum, hava verið ymisk í teimum ymsu londunum, og hava eisini verið skift- andi yvir tíð. Hetta er gongd, sum hevur staðið við, síðan fyrsti sentral- bankin, Bank of England, bleiv settur á stovn í fyrru helvt av 18. øld. Síðan fyrst í 1970-unum, tá ið fyrireikingarnar av álvara byrjaðu til tað lands- bankalóg, vit í dag kenna, hava peningastovnarnir ferð eftir ferð roynt at vart seg móti tí kappingartrýsti, sum teir mettu, at landsbankin kundi elva til. Hetta er náttúrligt. Teir vardu ta monopolstøðu, teir de fakto høvdu til at umsita gjald- førið hjá landskassanum, landskassagrunnum, lands- stovnum og kommunum. Grundgevingarnar hjá peningastovnunum móti landsbankanum hava verið skiftandi og uppfinnsamar, og er rokið, sum teir 4 stjór- arnir í teimum báðum stóru peningastovnunum nú hava elvt til, gott dømi um hetta. Meti grundgevingar teirra fyri at skerja landsbankan sum myndugleika at vera tilgjørdar, sjálvmótsigandi og á lágum fakligum støði. Tað eydnaðist peninga- stovnunum at forhála stovn- anina av landsbankanum við ikki minni enn 14 árum, eftir at løgtingið í 1978 hevði samtykt landsbanka- lógina. Ikki fyrr enn í 1992, eftir at peningastovnarnir høvdu kroyst lógarbroyting- ar í gjøgnum, sum nærum tóku øll stýringsamboð frá stovninum burtur, fór bank- in so smátt at virka. Tá var ov seint ... føroyski búskap- urin var farin í knús. Eri sannførdur um, at var landsbankin settur á stovn í 1978 og sloppin at virka eft- ir tí lógargrundarlagi, sum løgtingið tá viðtók, so hevði yvirupphitingin av búskapi okkara í 80-unum ikki verið so ógvuslig, sum hon bleiv. Ei heldur hevði syndarliga búskaparkreppan, sum tók seg upp fyrst í 90-unum, verið veruleiki. Stríðið um landsbankan hevur annars staðið við, síð- an Thorstein Petersen fyri Fólkaflokkin á fyrsta sinni setti fram uppskot um stovnan av landsbankanum í 1940 - eitt uppskot merkt av framskygni og stórum fakligum kunnleika. Málið hevur síðan verið viðgjørt í løgtinginum í fleiri umfør- um. Allir flokkar uttan Sam- bandsflokkurin hava undir hesum viðgerum verið fyri at stovna landsbankan, tó við ymsum grundgev- ingum. Sambandsflokkurin hevur støðugt verið ímóti, tí hann óttaðist fyri, at stovnurin kundi virka sum týðandi loysingaramboð. Eingin ivi er um, at allir flokkar, sum hava virkað fyri stovnanini av lands- bankanum, hava ynskt ein stovn, ið skuldi taka sær av vanligum sentralbankaupp- gávum, undantikið umsiting av egnum gjaldoyra. Umsit- ing av egnum gjaldoyra hevur í dag ikki serligan týdning hjá sentralbankum í flestum londum, eftir at tey hava ásannað, at upp- og niðurskriving av gjaldoyra- virðinum er sera vandamik- ið amboð at nýta í búskap- arpolitikkinum. Peningastovnarnir komu ikki rættuliga upp í tjakið um landsbankan fyrr enn í 1970-unum, tá ferð kom á politisku fyrireikingarnar. Peningastovnarnir - serliga bankarnir - fóru harðliga fram. Høvuðsgrundgeving teirra í 70- og 80-unum var tann, at neyðugt var ikki við einum landsbanka, tí pen- ingastovnarnir í virksemi sínum tóku neyðug sam- felagsbúskaparlig atlit. Teir trúttaðu niður í politikarar okkara, at teir, hóast teir innanhýsis vóru í ávísari kappingarstøðu, megnaðu at skipa fyri kredittveiting, sum var hóskandi til bú- skapin og fíggjarpolitikkin hjá landsstýrinum og løgtinginum. Vit kunnu taka eitt dømi um, hvussu væl hetta eydn- aðist. Í 1986 ásannaði landsstýrið, sum tá sat, at ferðin á før- oyska búskapinum var ov stór. Landsstýrið gjørdi stórt arbeiði hetta árið fyri at loysa hendan trupuleika við at seta upp eina fíggjarlóg fyri 1987, har útreiðslurnar so at siga ikki vuksu, sam- stundis sum nógvur pen- ingur bleiv tikin inn á inn- tøkusíðuni. Talan var um eina í politiskum høpi djarva fíggjarpolitiska tátt- ing, svarandi til einar 200 mió kr. Høvdu peningastovnarnir tá víst heildarbúskaparliga ábyrgd við hóvligum útlánspolitikki, hevði hetta inntriv havt stóra ávirkan á búskapin. Men tiltakið fekk ikki minstu ávirkan á gongdina, tí hetta árið vuksu peningastovnarnir um útlán síni við nærum 1.600 mió kr. Ikki nokk við hesum. Tað almenna hevði í 80- unum nógvar hundratals milliónir krónur standandi sum innlán í peningastovn- unum til sera lága rentu, men tá ið neyðugt var at taka nakað av hesum pen- ingi út í 1988-90, kundi hetta ikki lata seg gera. Gjaldførið hjá peninga- stovnunum, sum hevði verið gott árini framman- undan, var nú lítið og einki. Peningurin var burtur, bund- in í útlán - vánalig útlán. Læran av hesum hjá okk- um føroyingum má vera, at hetta ongantíð má henda aft- ur. Í peningastovnunum ar- beiddu og arbeiða enn dugnalig fólk; men tað er ógjørligt hjá teimum bæði at skula hava ábyrgd fyri at klára seg í kappingini innan hesa vinnu og samstundis hava ábyrgd fyri búskap- inum sum heild. Hetta er ein uppgáva, sum eigur at liggja hjá myndugleikunum - hjá landsbankanum. Búskaparstøðan í dag minnir á nøkrum økjum um búskaparstøðuna mitt í 80- unum. Búskapurin er við at gerast yvirupphitaður, sam- stundis sum peningastovn- arnir eru sera likvidir, og tekin eru um, at teir eru við at vaksa um kredittveiting sína meira enn gott er. Landsstýrið og løgtingið standa tí í eini ógvuliga tor- førari støðu, hvat fíggjar- politikkinum viðvíkur. Fara peningastovnarnir undir enn størri útlánsvøkstur gerast krøvini til landsstýrið um at tátta í á fíggjarlógini tilsvar- andi størri. Løgtingið, landsstýrið og landsbankin mugu stuðla hvørjum øðrum í búskapar- politikkinum. Landsbankin kann tó ikki stuðla fíggjar- politikkinum hjá landsstýri- num og løgtinginum við traditionellum pengapoli- tikki við at avmarka kreditt- midlingina hjá peninga- stovnunum. Men lands- bankin kann tó, sum er - og enn betur við nýggju lógini - tryggja, at størri partur av gjaldførinum hjá tí almenna ikki stendur sum permanent innlán hjá peningastovn- unum, tøkt til útlán. Al- menni peningurin eigur at vera beindur úr bú- skaparmeldrinum og nýtast til at byggja upp mótstøðu- føri, sum skal vera tøkt, tá - og um - føroyski búskapurin aftur kemur í kreppu. Hinvegin merkir ein betri atgongd hjá landsbankanum til alment gjaldføri, sum lógarbroytingin leggur upp til, ikki neyturviliga, at tær 900-1.000 mió kr, sum al- mennir stovnar í dag hava í peningastovnunum, verða tiknar úr peningastovnu- num. Peningurin kann framvegis setast í føroysku peningastovnarnar. Men binding av peningi í pen- ingastovnunum skal gerast við atliti til heildarbúskap- arligu gongdina, og skal al- menni peningurin undir øllum umstøðum ikki setast í umfar í føroyska búskap- inum fyrr enn konjunktur- viðurskiftini og gjaldføris- støðan hjá tí almenna talar Viðmerking: Peningastovnarnir mugu viðurkenna Landsbankan sum myndugleika Mini Load 600 HK 16. Diesel. Ein sera vælegnað maskina til smærri uppgávur Sosialurin - 311820 Maskinur -aftur ein nýggj røð Dumpy 800 HK 9 Lastar 800 kg. Sera handigur á byggi- plássum Sosialurin - 311820 fyri tí. Afturat hesum eigur størri kapping at vera um rættin hjá privatum fíggjar- stovnum til at umsita al- mennan pening, og hevur landsbankin ført fram, at hetta kann gerast við, at landsbankin bjóðar blokkar av almennum peningi út til umsiting til marknaðar- treytir. Skilji ikki, at stjórarnir í teimum báðum stóru pen- ingastovnunum skulu vera so framligir við áhugamál- um sínum, sum vit hava ver- ið vitni til seinastu dagarnar. At teir beinleiðis leggja seg út í áhugamálini hjá mynd- ugleikunum um skynsama umsiting av gjaldførinum hjá tí almenna. At teir skulu hótta almennu myndugleik- arnar til ikki at nýta lands- bankan sum bankasamband hjá tí almenna. Hetta er í míni verð frekleika út um alt mark. Havi ilt við at hugsa mær, at nevnd og stjórn landsbankans nakr- antíð fer at gera nakað líkn- andi móvegis peningastovn- unum, t.d. við at mæla løg- tinginum til, at peninga- stovnarnir ikki skulu hava loyvi til at taka í móti inn- lánum frá kommununum og kommunalum stovnum. Teir politikarar og embætis- menn, ið hava evnað til ymsu uppskotini til lands- bankalóg, sum verið hava frammi síðan 1940, hava sett seg væl inn í líknandi viðurskifti í øðrum londum. Endamálsorðingar og upp- skot til lógartekst annars hava altíð havt støði í sentralbankalóggávu í øðr- um londum, ikki minst lóg- gávuni í Íslandi og Dan- mark. Hevði áhaldandi trýstið frá stóru føroysku peningastovnunum ikki ver- ið so harðligt, hevði lands- bankalógin verið enn meiri lík lóggávuni í hesum lond- um, enn hon er í dag. Taka vit donsku sentral- bankalóggávuna til dømis, so standa ongar avmarking- ar fyri, hvørji kundaviður- skifti nationalbankin kann hava. Ja, sjálvt innlán frá privatum kann danski sen- tralbankin sambært lógini standa fyri. Nationalbankin hevur tó ikki tørv á slíkari atgongd til gjaldføri fyri at røkka samfelagsbúskapar- ligu áhugamálum sínum, og hevur leiðslan sjálv fyri mongum árum síðani boðað frá, at bankin ikki vil taka upp innlánskundaviðurskifti við privat, sum ikki eru at rokna sum fíggjarfyritøkur, ið virka undir bankalógini, lóg um fondsmeklarar, lóg um virðibrævahandil v.m. Leggjast skal til merkis, at nationalbankin tekur sær rætt til at hava kundaviður- skifti við onnur enn pen- ingastovnarnar í Danmark, t.d. tryggingarfeløg, fonds- meklarar og realkreditfeløg. Ætlanin hjá landsstýrinum um broytingar av lands- bankalógini - verða tær framdar í verki - fara at geva landsbankanum amboð, sum kunnu skunda undir eina nýtímansgerð av føroy- ska fíggjarkervinum. Hetta er harðliga tiltrongt, tí fíggj- arkervið okkara er ógvuliga undirment í mun til onnur lond. Ein grundin til hetta er júst tann, at stóru pen- ingastovnarnir í alt ov langa tíð hava havt umstøður til at verja monopollíknandi støðu sína. Neyðugt er, at teir venja seg til nýggjar tíð- ir, har tey, ið hava uppspar- ing, fáa meiri fjøltáttaði plaseringstilboð, og har húsarhald og vinnulív fáa nýggjar fíggingarmøguleik- ar. Vónandi kann lands- bankin við nýggju lands- bankalógini fáa betri um- støður til at virka fyri, at neyðugar tillagingar verða framdar. Best var um hetta bleiv gjørt í góðum sam- starvi við peningastovnar- nar. Hinvegin má ásannast, at ein nýtímansgerð av fíggjarkervi okkara kemur at hava við sær størri kapp- ingartrýst á etableraðu pen- ingastovnarnar. Tað er náttúrligt, at teir í hesum sambandi verja monopol- støðu sína, og ger hetta, at teir seta seg í móti broyt- ingum. Tað hevur tí sera stóran týdning, at politik- arar okkara hava greiða mynd av teimum áhugamál- um, sum nú gera seg gald- andi, og at teir seta ser- áhugamálini hjá peninga- stovnunum upp móti áhuga- málunum hjá samfelagnum sum heild, herundir vinnu- lívinum, húsarhaldum og tí almenna. Jonhard Eliasen Búskaparfrøðingur Hava funnið vinningar til Prix-finalistar 2001 Tað er longu greitt, at finalistar við Prix Føroyar í 2001 sleppa at leika á nøkrum donskum festivalum. Hetta er ikki minst Jens Ove Friis fyri at takka. Eisini er greitt, at tað ikki longur bert eru vinnararnir, ið fáa nakað burturúr prix luttøkunu DAGFINN OLSEN Fróði Vestergaard, samskip- ari í Norðurlandahúsinum og Prix Føroyar fyrireikari, dugir longu at siga, hvat komandi Prix-finalistar kunnu vænta sær. Tað er longu greitt at før- yskir bólkar koma at luttaka á donskum festivalum. Tal- an er um Nibefestivalin og Jellingfestivalin. Ikki bert vinnararnir Tíðindini eru áhugaverd í sær sjálvum, men gerast ikki minni áhugaverd av tí, at tað ikki longur bert eru Prix vinnararnir, ið fáa nakað í sín lut. Dómararnir úr útlondum, ið umboða festivalar, fara við komandi finalu at lurta eftir bólkunum og vita, hvørjar teirra teir kundu hugsað sær at havt á sínum festivalum Mett verður, at ymsu festivalarnir leggja dent á so ymiskt innan tónleikin, at tað eigur at standa frítt, hvørjar av finalistunum teir ymsu festivalarnir hava á- huga í at fáa á vitjan. Eisini verður føroyskt til- tak í Grønlandi, har onkur av Prix-finalistunum 2001 fáa møguleika at luttaka. Lagt gott orð inn At tað ber til hjá fyrireik- arunum av Prix Føroyar til- takinum at vera í so góðari tíð við stóru tíðindunum um møguleikarnar hjá luttak- andi Prix bólkum kemur av, at samstarvað hevur verið við danan Jens Ove Friis, ið var dómari í fjør. Hann starvast fyri CMC Records og hevur m.a. á- byrgdina av Creamy. Hann er sera áhugaður í føroysk- um tónleiki og var fyri stutt- um í Føroyum á vitjan. Hann er eisini giftur før- oyskari konu. Jens Ove Friis er ikki ein og hvør í donsku tónleika- verðini, og við hansara hjálp hevur eydnast at fáa danir at taka føroysku fyrispurn- ingarnar í álvara. Hann hev- ur lagt eitt gott orð inn og harvið spart føroysku fyri- reikararnar fyri nógv ar- beiði. Á Jellingfestivalinum í ár leika m.a. Bill Wymann (fyrrv. bassleikarin í Rolling Stones), Run Rig, Blues Brothers, Big Fat Snake, Kashmir og øll tey góðu og stóru nøvnini innan alskins danskan tónleik, m.a. Creamy. Jellingfestivalurin er frá 26. til 27 maj. Á Nibefestivalinum lut- taka mong av stóru donsku nøvnunum og vit kunnu eis- ini nevna Manfred Mann og Til Prix Føroyar 2001 nýtist tað ikki bert at vera vinnararnir, ið sleppa at ferðast í útlond at leika. Í fjør vunnu Kim Hansen og Taxi kappingina Eric Gadd. Nibefestivalurin er frá 21. til 24. juni. Til ber at hyggja inn á síðurnar www. jelling- musikfestival.dk ella www. nibefestival.dk Prix Føroyar finalan 2001 verður 21. apríl. -Góðir brúktir frá REYNI SERVICE REYNI SERVICE OpiÝ: M‡n.-fr’. 8.00-17.00 TOYOTA COROLLA 1,6 GSI SEDAN Skrás.: 22-10-91 Km.: 171.000 Prísur: 65.600,- TOYOTA COROLLA 1,3 H/B Skrás.: 22-07-92 Km.: 155.000 Prísur: 54.600,- FIAT PUNTO 60 S Skrás.: 30-01-97 Km.: 42.000 Prísur: 79.600,- Garanti* VOLVO 460 SEDAN Skrás.: 25-05-90 Km.: 88.000 Prísur: 65.600,- FORD FIESTA 1,3 Skrás.: 29-04-96 Km.: 104.000 Prísur: 66.600,- TOYOTA CAMRY 2,2 GL Skrás.: 02-04-98 Km.: 24.000 Prísur: 218.600,- Garanti** TOYOTA CARINA 1,8 GLI Skrás.: 05-09-96 Km.: 32.000 Prísur: 132.600,- Garanti* TOYOTA CARINA 2,0 GLI Skrás.: 05-02-98 Km.: 19.000 Prísur: 154.600,- Garanti** TOYOTA CARINA 1,8 GLI Skrás.: 10-11-95 Km.: 90.000 Prísur: 120.600,- TOYOTA CARINA 1,6 Skrás.: 10-05-95 Km.: 89.000 Prísur: 108.600,- Garanti* Vegurin Langi -188 Hoyvík - Tel. 313040 VØRUVOGNAR AVHEINTINGARTILBOÐ * Brúktir bilar yvir 75.000 kr. verða seldir við BRÚKTBILAVÁTTAN ** TOYOTA bilar hava 3 ára garanti frá fyrstu skrás. dato Sosialurin - 311820 Sýnaður 04-98 Sýnaður 01-97 Sýnaður 02-00 Sýnaður 06-99 Sýnaður 04-96 MAZDA 626 SEDAN Skrás.: 21-09-88 Km.: 161.000 Prísur: 42.600,- TOYOTA HIACE 4x4 Skrás.: 19-10-97 Km.: 165.000 Prísur: 49.600,- TOYOTA PREVIA 2400 GLI Skrás.: 27-12-94 Km.: 58.000 Prísur: 114.600,- Garanti* HONDA ACCORD Skrás.: 15-08-86 • Km.: 214.000 Prísur: 12.000,- TOYOTA COROLLA 1,3 LUNA H/B Skrás.: 14-12-98 Km.: 21.000 Prísur: 124.600,- Garanti** FORD KA Skrás.: 23-05-97 Km.: 33.000 Prísur: 78.600,- Sýnaður 02-98 Sýnaður 10-97 Sýnaður 01-99 Sýnaður 03-99 NISSAN MAXIMA 3,0 AUT. GEAR Skrás.: 15-12-87 Km.: 135.000 Prísur: 69.600,- MITSUBISHI GALANT Skrás.: 12-06-91 Km.: 205.000 Prísur: 68.600,- Sýnaður 03-00 Sýnaður 06-99 Sýnaður 03-98 Sýnaður 07-98 Støkkið inn á gólvið! Støkkið inn á gólvið!