Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-01-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. januar 1981síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 Amerikansku javnaðarmenninir: Peningastýrda pressan ger okk- um ikki stríðið lættari Er sosialdemokrat- iska rerslan í Ame- rika nóg sterk til at standa móti trýst- inum frá kapitalin- um spyr svensk blaðkvinna, sum var á fundi saman við amerikanskum javnaðarmonnum herfyri Tað er ógjerligt at byggja upp eina arbeiðararerslu uttan stuðul frá fakfel- øgunum. Hesi orð eru kjarnan i teirri nidurstødu, sum sosialdemokratiska rørslan i Amerika kom til å fundi herfyri. Å hesum fundi var ma.a. svenska bladkvinnan, sum skrivar fyri »ARBETET«, Barbo Blomberg. Hon sigur, at hon framman- undan var vitandi um, at tað veruliga vóru nógv javnaðarfólk í Amerika, og at ikki tervaði teimum ídni ella árræði. Men hvussu langt tey kunnu koma við hugsjónum sínum, var hon ivasom í. Á hesum fundi vóru mett 1500 javnaðarfólk úr Amerika og harafturat gestir úr eðrum londum. Millum aðrar Olof Palme INSTITUTE FÅ úr Sveríki og Willi Brandt úr Vesturtýsklandi. Hýr- urin var góður og hug- skotini mong, men hvussu lætt tað verður at fremja hesi í gerandisdegnum, tá vit hugsa um tað vald, sum peningaliga stýrda amerikanska pressan hevur, ivast Barbo Blom- berg í. Er sosialdemo- kratiska rerslan í Amerika nóg sterk at standa ímóti hesum trýsti, spyr hon. Fakfelagsfólk spjødd At tað koma at standast trupulleikar av einum tilikum fundi sást skjótt. Enntá áðrenn fundurin var byrjaður. Leiðarin í meginfelagn- um av amerikanskum fak- felogum, Lane Kirkland, royndi av ellum alvi at forða fakfelagsumboð- unum at koma á fundin. Bæði fakfelagsfólkunum úr sínum egna landi, og somuleiðis úr eðrum heimspertum. Orsekin var at Lane Kirkland var bangin fyri, at tað fór at føra til trýst mótvegis fak- feløgunum. Hetta eydnað- ist henni so mikið væl, at bert umboð frá einstøkum fakfeløgum komu til fundar, hóast umboð fyri 'EUROSOCIALISM ond AMERICA øll fakfeløgini vóru boðin. Men hóast hetta vóru tað mong áhugað úr øllum USA, sum mettu til fundar fyri at lýða á Olof Palme, Francois Mitte- rand, Joop van Uyl, Tony Benn, Willi Brandt o.a. Ongin skjótur sigur Hetta er tað mest áhuga- verda tiltakið innan sosia- listisku rersluna, segði fakfelagsveteranurin Vicy- or Reuther, sum hevur nógv ár á baki sum fak- fe'agsleiðari. Hann var m.a. við til at skipa fyri tí stóra »bilverkfallinum« í Detroit í 1934. »Men vit vænta okkum ongan skjótan sigur innan sosialdemokratisku rers- luna í Amerika. Tvertur- ímóti. Vit royna at leggja eitt felagsarbeiði til rættis, og miðja ímóti einum miðvísum upplýs- ingararbeiði. Ikki minst úti á teim ymisku arbeiðs- plåssunum«, sigur Victor Reuther. — Tad sum ger okkara arbeidi tvørligt er, at arbeiðarar ikki arbeiða saman til felags gagn. Harafturímóti eru sjálvt fakfelagsleiðarar limir í ymiskum politiskum felagsskapum. Nogvir av hesum felagsskapum eru avgjert ikki arbeiðara- vinarliga sinnaðir. Enntá eru sokallaðir arbeiðara- leiðarar, sum stuðla felagsskapir, sum beinleiðis eru arbeiðara- rersluni fíggindaliga sinn- aðir, sigur Bill Holayter, sum er ein av nevndar- limunum hjá maskin- arbeiðsmonnunum. — Tað eru eisini fá innan arbeiðararersluna, sum tora at siga alment, at tey eru sosialdemokratar, sigur hann. Tað var onkur sum spurdi, hví hesin fundur ikki hevði verið áðrenn forsetavalið, og hví teir ikki høvdu sítt egna forsetavalevni. Til hetta var m.a. svara: — Vit vildu ikki, sum John Andersen, medvirka til, at vit nú fingu ein ógvuliga reaktioneran forseta sum Ronald Rea- gan. Um vit hildu fundin undan valinum, eri eg bangin fyri at stórsti spurningurin kom at snúgva seg um ávísar persónar, heldur enn um hvat málið verunliga snýr seg um, helt onkur fyri. Og onkur vildi vera við, at best var fyrstu árini at royna at gera seg galdandi hn innan demokratiska flokk- m. Spurdir, um teir hava slept hugsanini um at stovna egnan flokk, varð sagt, at tað hava teir fyri- bils. Seinastu årini hava sosialdemokratisku hugs- aninar verið best fyri innan demokratiska flokk- in, og hava ongantíð verið umboðaðar í nekrum sjålvstødugum flokki. — Eg vil halda, at sosial- demokratiski bólkurin er væl sæddur í demokra- tiska flokkinum, sjálvt um demokratiski flokkurin ikki roknar seg sum ein part av arbeiðararersluni. Men nøkur — politisk áhugamál eru felags. Báðir partar stríðast fyri sterri fíggjarligum rættvísi og betri sosialari trygd, segði .Michael Harrington, sum var ein av fundarluttakarunum. Peningastýrda ame- rikanska pressan Sosialdemokratiski fund- urin hevur verið fyrireik- aður leingi, og eru fyrireik- ararnir væl negdir við úr- slitið. M.a. siga teir seg vera ógvuliga fegnar um, at so nógvir av teimum europeisku sosialdemo- kratisku leiðarunum kundu vera við. Ein av teim europeisku luttakarunum var Tony Benn úr bretska arbeiðar- aflokkinum. Hann fegnað- ist um, at arbeiðararerslan í Amerika nerdist, og segði, at tað hevur nógv at siga fyri europearar, hver er forseti í USA. Pressan í USA var nógv SOSIALURIN umtalað á fundinum. Hóast so nógv fólk vóru komin saman í Washing- ton hesar dagarnar í no- vember var so at siga iki eitt orð sagt um hending- ina í amerikansku press- uni, — hvørki í blødum ella sjónvarpi. At øll ameri- kanska pressan er keypt av kapitalinum, ger okkara stríð ikki lættari. So leingi vit ikki sjálvir hava okkara egnu pressu, verður torfert at arbeiða, varð sagt. Tað týdningar- mesta Týdningarmesta málið, sum arbeiðararerslan í Amerika eigur at taka upp, er tann alt álvarsliga fíggjarkreppan í heimin- um í dag. Somuleiðis tann hóttan, sum arbeiðsloysi er í dag, og sum kapitalur- in væntar sær stóran ágóða av. Tess sterri arbeiðsloysi tess bíligari Blaðút- gevari: Um tað eru dagblød ella WC-pappir eg framleiði er mær líka- mikið. Bara eg fái figgjarligan vinning burturúr ti. arbeiðsmegi — ein megin- regla hjá kapitalismuni. — Hetta má forðast fyri, siga amerikansku sosial- demokratarnir, sum vóna, at teir fáa góða hjálp frá europeiskum sosial- demokratum. — eg havi lisið tað í sostalinum