Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-01-21, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. januar 1981síða 3

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Síða 3 Skulu byggja sjomansheim inni å Fitjum i Vestmanna Møguliga á stødd við tað i Rúnavík Tað hevur nú í skjótt fimm ár verið arbeitt við eini ætlan at byggja eitt sjómansheim í Vest- manna. Nú er hetta arbeiðið komið so mikið væl áleiðis, at farast kann undir bygging um eitt ella tvey ár. Í letuni verður eitt eki inni á Fitjum beint við brúnna við Fossá fylt út við gróti og gjørt byggi- búgvið. Her er ætlanin, at nýggja sjómansheimið skal liggja. Sjómanskvinnu- ringurin Tað var Sjómanskvinnu- ringurin í Vestmanna, sum tók stig til at savna pening til bygging av einum sjómansheimi í Vestmanna. Hetta var á vestanstevnu í 1976. Á basarinum tá komu inn umleið 70.000 kr. Síðani hevur Sjómanskvinnu- ringurin á hverjum ári við undantaki av í fjer skipað fyri basarum og selu av lutaseðlum. Higar- til hevur hetta givið 745.000 kr. til nýggja sjó- mansheimið. Hvat viðvík- ur fígging annars hevur legtingið játtað 500.000 kr. yvir fímm ár. Haraftrat hevur Tips- fonden latið 50.000 kr. Bygginevnd Í oktober mánaði 1975 varð ein bygginevnd sett at taka sær av spurning- inum. Formaðurin í hesi nevnd er Johannes Mor- tensen, trúboðari í Vest- manna. Fyri umleið einum ári síðani keypti byggi- nevndin fyri sjómansheim í Vestmanna so eitt grund- stykki úti á Merkini, sum tey kalla tað. Hetta er nakað miðskeiðis í bygd- ini. Ætlanin var so at byggja sjómansheimið á hesum økinum — men tað vísti seg tó skjótt, at m.a. vegagerð framvið stykkin- um gjerdi, at tað fór helst at vera ov trongligt at byggja sjómansheim har. Lítið pláss fór at verða til parkeringspláss. Tí kom táverandi bygdaráð við uppskoti um, at eitt eki inni á Fitjum skuldi gerast byggibúgvið til sjómansheim og komm- unan skuldi gera gerðabýti. Hetta uppskot varð síðani samtykt, og Vestmanna kommuna hevur nú bundið seg til at gera nevnda ekið byggi- búgvið til í 1982. Avtalan sigur so, at bygging skal byrja í seinasta lagi í 1982. Tervur á gistingar- húsi Vit hava tosað við for- mannin í bygginevndini, Johs. Mortensen og for- mannin í Sjómanskvinnu- ringinum í Vestmanna, Irenu Christophersen um ætlaðu byggingina av sjó- mansheimi har í bygdini. Johs. Mortensen sigur, at tað er tervur á einum gistingarhúsi í Vest- manna. Hann heldur sjálv- ur, at eitt sjómansheim hevði hóskað væl. Júst sjómansheim er eitt slag av gistingarhúsi, sum er væl kent og væl dámt í Feroyum. Tekning — At eitt gistingarhús eis- ini verður bygt á einum kristiligum grundarlagi er gott, og tað verður tá eis- ini meguleiki at gera eitt kristiligt arbeiði higani, sigur Johs-Mortensen. Uppá fyrispurning hvussu stórt sjómans- heimið verður, sigur hann, at tað fer helst ikki at nytta nakað at byggja tað minni enn tað í Rúnavík. — Tað sjómansheimið haldi eg hevur eina rímu- liga stedd — eisini til Vestmanna. Johs. Morten- sen upplýsir annars, at teir nú fara at gera tekning til eitt heim og gera tær neyðugu fyrireik- ingarnar. Kristiligt grundar- lag Irena Christophersen, for- maður í Sjómanskvinnu- ringinum heldur fyri, at tað var við tí í huga, at tað er tervur á einum gisting- arhúsi í Vestmanna at farið varð undir at savna pening til eitt sjómans- heim. Hon sigur, at tey sóu tað sum ein fyrimun, at hetta gistingarhús varð bygt á einum kristiligum grundarlag. Ein grund- geving fyri at fara undir bygging av heimi var eis- ini tann, at skipasmiðjan umvældi rættiliga nógv skip, og har hevdu mann- ingarnar so onga staðni at gista uttan privat. Har- aftrat koma nógv skip til Vestmanna. Tekk Irena sigur víðari, at tað hevur gingið ógvuliga væl við at fáa hjálp og stuðul frá fólki at lata lutir til basararnar. Eisini hava kvinnuringar aðrastaðni stuðlað, og hetta eru tey í Vestmanna ógvuliga tekk- som fyri. Í fjør varð einki tiltak fyriskipað. Hetta komst av at alt var so óvist við byggiláninum, og tí helt nevndin, at betur var at bíða til tað varð greitt. Nú er so gongd komin á. Ætlanin er at skipa fyri nýggjum basari í mai mánaða. Longu nú eru nógvir lutir innkomnir til henda basarin. — Eg meti tað so avgjert fara at vera eitt gott tiltak til frama fyri Vestmanna, at vit fáa eitt sjómansheim í bygd- ini, sigur Irena Christop- hersen at enda í samreð- uni við Sosialin. Javnaðarfelag stovnað í Gøtu Mánakveldið varð kallað saman til fundar í Getu. har javnaðarfelag varð stovnað. Til fundin vóru mett útvið 30 fólk, sum øll teknaðu seg sum limir i nýggja felagnum. Í letuni er javnaðarfelag í Eysturoynni, sum um- boðar alla Eysturoynna í flokkinum. Somuleiðis tekur felagið sær av upp- stilling til ell val o.s,fr. Av tí at hetta felag er saman- sett av ellum bygdum í oynni, er torfert hjá hesum felag at taka sær av teimum serligu áhugamálum í hverji eins- takari bygd, kommunal- vidurskiftunum 0.ø. Fyri betur at kunna taka sær av teim lokalu vidurskiftunum i Gøtu er hetta nyggja felag stovn- ad og vid fundum og eðrum tiltøkum er ætlanin at viðgera lokal áhugamál. Vald er ein nevnd sum skal fyrireika aðalfundin, gera lógir, reglugerðir o.a. Takk Hjartaliga takka vit ollum tykkum, sum sýndu okkum samkenslu, tá kæri maður mín og pápi okkara, Palli Henriksen, lá sjúkur, doyði og varð jarðaður. Fyri tey avvarðandi. Elisabeth og børnini Ikki plåss Vegna plåsstrot kom ikki allur ítrótturin vid í hetta úulaðið. Restin kemur við leygardagin. Ítróttarskrivararnir SJÓNLEIKAR HÚSIÐ Skemtileikurin Barnalótir verður spældur í kveld kl. 20 og hóskveldið kl. 20. Atgongumerki í Leikhuskioskini frá kl. 17 (telefon 14504) annars við dyrnar 1 tíma undan sýning (telefon 11131). Havnar Sjónleikarfelag Hevur tú hug at vinna tær nakað av lummapengum so hevur tú møguleikan nú. Vit sóknast eftir seljarum í hesum bygdum: Skúvoy, Húsavík, Velbastaður, Tjernuvík, Haldórsvík, Saksun, Kollafjerdur, Stykkið, Kvivik, Vestmanna, Norða- getu, Lamba, Nes, Toftir, Saltnes, Rúnavík, Glyvrar, Skálabotnur, Skála, Strendur, Morkta nes, Oyri, Eiði, Svínoy, Vidareidi, Hvannasund, Kunoy, Haraldsund, Mikladalur, Húsar. Tó tært | krónu fyri hvert blað, tú selur. Um onkur hevur hug at royna, so ring til okkara beinanvegin — áðrenn onkur annar ger tað. Tele- fonirnar eru 11820 ella 14720. sr