mikudagur 21. januar 1981síða 4
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Fiskifør, atløguplåss og fiskahús á Sandi í dag. Hetta gevur kortini lítið arbeiði til
bygdina sum er. Ødrvisi verður nú eitt flakavirki verður bygt. Um somu tíð verður
havnin útbygd og fleiri bátar fara at koma til bygdina. Hesa metingina hava
sandingar í dag
Eyðun Viderø, stjóri á Borgini á Sandi svarar skopuningi:
Milliónir í nýggja
havn mugu geva
arbeiði á landi
Sandingar ætla sjálvir at skaffa
råvøru til eitt flakavirki á Sandi
Í dag er so gott sum einki
sterri arbeiðspláss á Sandi
og í bygdunum nærhend-
is. Nekur av konufólkun-
um í eðrum bygdum
arbeiða á flakavirkinum í
Skopun ein part av
árinum.
Hesa steðuna eru sand-
ingar og bygdafólkið nær-
hendis alt annað enn negd
við. Tað verður tí av ellum
alvi arbeitt fram ímóti at
skapa arbeiðspláss á
Sandi. Her verður serliga
hugsað um eitt fiskavirki
Ikki »hol i høvdid«
Stjórin á P/f Borgini á
Sandi, Eyðun Videre,
sigur í eini viðmerking til
grein í Sosialinum herfyri,
har Harry Hentze úr
Skopun segði, at tað varð
»hol í hevdið< at byggja
flakavirki á Sandi, at hesa
áskoðan hava sandingar
og aðrir bygdamenn í
oynni ikki.
— Hverja orsek hava
vit til at byggja havnina
út á Sandi, fyrst í 1975
fyri 12. mill. kr. og nú fyri
14. mill. kr. um ikki okk-
urt arbeiðsskapandi skal
spyrjast burtur úr á landi
spyr Eyðun Viderø. Hann
vísir á, at sandingar
ynskja sjálvandi at fáa
nakað burtur úr hesum
stóru ílegunum
Nærum einki arbeiði
á Sandi
— Tað er arbeiðspláss her
er talan um. Tað er einki
arbeidsplåss í bygdini fyri
uttan nakað av vegarbeiði
og so okkurt handverkara-
arbeiði. Harafturat
arbeiða nekur konufólk av
og á á flakavirkinum í
Skopun. Men tað er alt ov
óstabilt arbeiði.
Eyðun Videre sigur víð-
ari, at nógv fólk fer av
oynni aðrarstaðir at
arbeiða. Haraftrat kemur,
at stórur partur av
teimum kvinnum, sum eru
heimagangandi, høvdu
vilja og kundu arbeitt, um
arbeiði var i bygdini.
Hvat viðvíkur landbún-
aðinum so gevur hann
bert arbeiði til nakrar fáar
familjur. So her eru ikki
nógv fleiri arbeiðspláss at
fáa aftrat.
Nóg mikið av fólki
til tvey virki
Við hesum orðum vil
Eyðun Videre vísa aftur
úttalilsi frá Harry Hentze,
virkisleiðara í Skopun, um
at tað er ikki nóg mikið av
fólki til tvey flakavirki í
Sandoynni. Hann heldur
tverturímóti, at tað ikki
skuldi verið nakað til
hindurs fyri at fingið tey
umleið 100 fólkini, ið
skulu manna tvey
flakavirki.
Stjórin á Borgini sigur
víðari, at tað í dag er
stórur áhugi millum fólk
at fáa arbeiðspláss á
Sandi. Eisini eru menn
hugaðir at keypa fleiri
bátar til bygdina.
Hvat viðvíkur ráveru til
eitt virki aftrat heldur
Eyðun Viderø, at tað
verður eingin trupulleiki.
Tá virkið er útbygt skal
tað kunna taka ímóti
millum 2000 og 3000 tons-
um. Í dag eiga sandingar
einar seks deksbátar um-
framt opnar bátar, sum í
stóran mun avreiða til
flakavirkið í Skopun.
Ikki stertur av
Sandi
Eyðun Viderø vísir annars
á, at tá skopuningar
bygdu sær flakavirki
fingu teir ikki ein stert av
Sandi, tí tá vóru so fáir
bátar. Tvs. at
skopuningar fingu eitt
flakavirki uppá beinini,
sum teir sjálvir skuldu
skaffa ráveru til. Tað
gjørdu teir so eisini i
byrjanini.
— Sandur ætlar sær
eisini at skaffa virkinum
ráveru frá egnum bátum,
eins og Skopun gjørdi tað
í byrjanini. Um so skopu-
ningar ikki sjálvir royna
at skaffa sær ta neyðugu
ráveruna, og ikki kunnu
vera fiskin frá sands-
bátum fyriuttan, ja, so
koma teir í trupulleikar.
— Jú vist fær Sandur ov
lítið burtur úr eini havna-
bygging uppá 26 mill. kr.,
um bátarnir skulu leggja
veiðuna upp í Skopun
ístaðin fyri hjá sær sjálv-
um leggur Eyðun Videre
aftrat.
Bygdu saltfiskahús
Tað var havnaútbygging-
in í 1975 sum gjerdi, at
sandingar fóru at keypa
bátar og bygdu eitt salt-
fiskahús. Bygningurin var
ein lutvís bílig ílega uppá
umleið 2 mill. kr. Ætlanin
var at arbeiða saltfisk og
ikki flak. Men saltfiska-
prísurin fall, so ov lítið
kom burtur úr hesi fram-
leiðsluni.
Í dag verður saltfiska-
húsið, ið rúmar frystaríi,
stampagoymslu til út-
róðrarbátar og arbeiðs-
rúm, bert brúkt av
teimum opnu bátunum, ið
rógva út av og á.
Stjærin á Borgini sigur,
at ein treyt fyri at bátarnir
kunnu brúka verandi
bygningin, er, at tað
koyrir økonomiskt. Tí
varð so avgjert at byggja
út til at fevna til flaka-
framleiðslu eisini.
Projektið liggur klárt.
Egnsútviklingsgrunnurin
hevur givið virkinum
gjent
fígging.
ljós og
Flakavirki 8 mill. kr.
Samlaði kostnaðurin verð-
ur um 8 mill. kr. Verandi
saltfiskahús skal innrætt-
ast av nýggjum og víðk-
ast umframt at ein nýggj-
ur bygningur eisini verður
gjørdur.
Her verða so arbeiðsheli
til saltfisk og flak, frysti-
rúm, maskinhøll og annað.
Í løtuni verður ekið við
fiskavirkið sprongt út í
samband við havnagerð-
ina. Tá hetta er komið
nakað væl áleiðis — megu-
liga í apríl — verður farið
undir bygging av flaka-
virkinum. Gongur alt eftir
ætlan verður flakavirkið á
Sandi klárt at taka í
nýtslu um gott og væl eitt
ár, upplýsir stjórin á
Borgini, Eyðun Viderø.
Fiskavirkið í Vestmanna, størsta arbeiðsplássið í bygdini. Tosað verður um åbøtur og
víðkan, men enn er ov tíðliga at siga nakað verður sagt
Fiskavirkið í Vestmanna:
Eingin fiskur
komin uppá land
Fekk 1000 tons fleiri í 1980
Higartil í ár hevur lítið og
einki arbeiði verið á fiska-
virkinum í Vestmanna —
enn er ikki ein stertur
komin upp á land. Tað
hevur ikki viðrað og har-
afturat kemur, at teir
sterru bátarnir hava ikki
verið úti. Teir hava ligið
inni og reinsað motor og
gjert ymsar ábetur.
Nógvan fisk í 1980
Árið í fjor eydnaðist tó so
hampuliga hjá virkinum.
Meðan fleiri onnur virki í
landinum kundu skriva
sær eina minking í ráveru-
negd, so kundu teir á
fiskavirkinum í Vest-
manna harafturímóti vísa
á eina råvøruøking uppá
góð 1000 tons ella umleið
25%. Orsøkin til økingina
er serliga tann, at fleiri
bátar avreiddu til virkið tá
enn í 1979. Rættuliga
nógvur upsi kom uppá
land í 1980.
Tað hevur annars
ljóðað, at ymsar ábetur og
megulig víðkan av virkin-
um fór at verða framd í
næstu framtíð.
Sosialurin hevur roynt
at fregnast um nakað er í
hesum, men hava vit bert
fingið at vita, at ymsar
ætlanir eru, men tað eru
ov lítið á leið komnar til at
siga nakað. Virkið rindaði
annars knappar 6 mill. kr.
í arbeidslønum i 1980.
Sostatt er virkið stersti
arbeiðsgevari í bygdini
Tey 12 bestu
Tann báturin, sum av-
reiddi mest til virkið í
1980, var Vesturbúgvin.
Hann landaði 960 tons.
Síðani koma: Fram 800
tons, Columbus 655, Gull-
berg 594, Atlantis 415,
Vestfinnur 321, Norð-
búgvin 295, Norðfinnur
281, Heygadrangur 273,
Sóley 187, Tjaldhamar
127 og Leithamar 89 tons.
Restin av bátunum høvdu
nakað væl minni.
Eitt av skipunum, sum
avreiddi til virkið, Atlan-
tis, fer ikki at avreiða har í
1981. Skipið er selt til
Víkar, har tað skal leggja
veiðuna upp.
játtað
grut
sø RENA
|
Á
Få