mikudagur 21. januar 1981síða 10
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Parkeringstíðir
í miðbýnum
Tá ið býráðið tíðliga á sumri í 1979 gjørdi av at avmarka fríu
parkeringina í Tórshavn, varð miðbýurin lagdur sum eitt øki fyri
seg, sum ein sonevnd parkeringssona.
Hetta skuldi tryggja, at bilar ikki vórðu settir fyri dagin á bestu
bilplássini í býnum, og tað varð avmarkað soleiðis, at í arbeiðs-
tíðini kundi bara parkerast har sum skeltir ella uppmerkingar
vístu á og bara eitt ávíst tíðarskeið, 30 min., 1 tíma ella 2 tímar.
Samstundis varð so tað stóra bilplássið á Skålatrød gjørt liðugt,
og har kundu tær parkeringarnar vera, sum kravdu longri tíð.
Býráðið hevur síðani gjørt kanningar hvussu henda skipanin
hevur roynst, og tað hevur víst seg, at t.d. tann ásetta arbeiðs-
tíðin ella sonu-tíðin er óneyðuga long. Hon er í dag gerandis-
dagur frá kl. 7 á morgni til kl. 18, leygardag tó frá kl. 7 til kl. 14.
Kanningarnar siga, at í tíðini frá kl. 7 til kl. 9 á morgni standa
bilar íminni enn helvtini av bilplássunum í sonuni. Og ta ér eingin
rímulig grund fyri at hava avmarkingar, sum gera tað, at fólk, ið
búgva í økinum, skulu skulda sær upp um morgnarnar og fyri kl.
7 hava bilar sínar fluttar á Skålatrød ella á annað pláss, id ikki
hevur avmarkingar.
Býráðið hevur tí í samráð við ferðslunevndina og politiið
avgjørt at broyta tíðirnar, soleiðis at avmarkingarnar koma ikki í
gildi fyrr enn kl. 9 á morgni og verða skeltini tí nú broytt sam-
svarandi.
Aðrar broytingar í parkerings viðurskiftunum verða fyrireið-
aðar í løtuni og vil býráðið greiða nærri frá hesum seinni.
Tórshavnar býráð tann 14. januar 1981
Fleiri og fleiri keypa
P/f Vilhelm Nielsen & Søn
TH. 11140 -Tórshavn
Alt fleiri
og fleiri
síggjast við
2
— tekin um
ans fyri
ferðslu-
trygd og
tannatrygd
Opel.
EEE
SOSIALURIN
BYARBOKASAVNID
Filmur å Byar-
bókasavninum
Mikukvøldid t. 21.1. kl. 20,10 verður
vistur filmurin »Hester Street«. Hesin
filmurin er um russiskar og pólskar
jødar, sum i 1890'unum komu til New
York fyri at finna eydnuna har.
Bert fyri vaksin.
Okeypis atgongd.
Býarbókasavnið
Niels Finsensgøta 7
Gongugøtu-
åhugadi
Øll, sum vilja vera við at mótmæla, at gongugøtan
verður latin upp fyri ferðslu, verða biðin um at meta í
Kommunuskúlahellini í kveld kl. 20.
Fyrireikararnir
Skrivstovu-
avloysari
Sekt verður eftir skrivstovuavloysara til
gjaldstovudeildina í Klaksvík frá 1. mars
1981 til uml. árið út.
Tey, sum starvast hava í skrivstovu-
yrkinum frammanundan, hava fyrimun.
Umsóknir við møguligum prógvi og
viðmæli verða at senda gjaldstovudeild-
ini í Klaksvík sum skjótast og í seinasta
lagi 1. februar 1981.
FØROYA GJALDSTOVA
Uttøkan
er nu kr. 6.300,00 um
mánaðin.
Lønjavningargrunnur
Skipsfiskimanna
Heldur
Så SOSÍalin