Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-01-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. januar 1981síða 9

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Jon Hestoy: við tveimum sekundum fyri at tryggja sær EM-luttøku Jon Hestoy venur hart. Sjålvt jólaaftan og 1. jóladag var hørð venjing, men Jon, ið júst hevur verið skaddur, fekk tó tíð at halda føroysk jól saman við mammu síni. ið var á vitjan Um ein veruliga vil náa nakað innan ítrótt krevst venjing og aftur venjing. Hesi orð noyðist Jon Hestoy at ásanna, nú hann í venjingarleguni í California, roynir at betra tíðir sínar so mikið, at hann nær undir tað krav, ið er sett sum minstamark fyri lutteku í kappingini um europameistaraheitini í svimjing. Sjálvt jólaaftan Jon noyddur at venja tvær ferðir, meðan tað »bert« var neyðugt hjá honum at venja eina ferð 1. jóladag, ið jú verður varð hátíðarhildin á nakað sama hátt sum okkara jólaaftan, av ameriku- monnum. — »Ånnars havi eg havt ein skaða í rygginum, ið hevur forðað mær at venja í nærum tvær vikur«, sigur Jon. >Ég fekk eina fibur- spronging í eini minni vedd beint við hegra herðablað, og havi eg, orsakað av hesum, ikki verið í hylinum í nærum 14 dagar. Seinastu tvær vikurnar havi eg bert svomið stutt strekki , og ikki er skaðin heilt burturi enn, men fyri trimum degum síðan byrjaði eg herðu venjingina aftur Mánadag svam eg 19 km., meðan eg týsdag svam 19 1/2 km., so vituligt feli eg meg eitt sindur avhard- an nú. Frá mánamorgni til týsmorgun misti eg umleið 4 pund, og haldi eg, at hetta er „heilt hampu- ligt< uppá 24 tímar. Enn eri eg ikki byrjaður styrkivenjingina aftur. Venjari mín, Mark Schu- bert, heldur, at tað er best um eg royni eina viku við svimjing burturav og síðani byrji styrkivenjing- ina vikuna aftaná< greiðir Jon frá. Herð krev Víðari sigur Jon, at tað hevur verið ein torfør tíð fyri hann, hesar vikurnar hann hevur verið skaddur og sostatt forðaður í at venja. »Eg lá bert heima og hugdi at sjónvarpi, beit negl og kendi meg meira og meira vónsviknan, so ikki kann eg siga annað enn, at eg eru veruliga glaður fyri at venjingar mínar eru uppafturtiknar« heldur Jon fram. >Ég havi so sanniliga heldur onga tíð at geva burtur, ser- stakliga ikki nú tá eg havi fingið at vita, hverji krov eg skal lúka fyri at sleppa við til EM og til kapping- ina um amerikonsku meistaraheitini. Til EM er kravið 2,05, min. meðan kravið til USA-kappingina er 2.04.89 min. — báðar tíðir eru fyri 200 m. butter- fly 50 m. hyli. Mark Schubert roynir nú at finna okkurt svimji- stevni í Canada nú til várs, har eg so kann royna at koma undir kravdu tíð- irnar. Hesar tíðir eru sera kravmiklar, tá eg, um eg skal náa tær, skal betra donsku rekord mína, ið er 2.06.83 við umleið 2. sek., men sjálvt um venjing mín hevur ligið nærum still, nú meðan eg havi verið skaddur, kenni eg meg væl fyrireikaðan, ser- stakliga andaliga. Eg havi veruliga savnað tankar mínar um komandi upp- gjøgnum- gåvuna og svomið hana fleiri ferðir i huganum. Eg meti hetta at hava stóran týdning, at ein hevur svomið kapping- arstrekkið fleiri ferðir í huganum áðrenn veruligi kappingina, soleiðis at ein tá kann stongja alt annað úti úr huganum« sigur Jon. Til Danmarkar at kappast Jon greiðir frá, at hann er nærum vísur í at fara til Danmarkar í mars mánað fyri at luttaka í kappingini um innandura donsku meistaraheitini, ið verður hildin í Øbrohøllini í Keypmannahavn. — »Men«, greiðir Jon frá, >tað hevur tíverri víst seg, at flestell, ið hava roynt hetta, at koma úr USA bert fyri at vera við í einstakari kapping, ella fyri at vera í longsta lagi eina viku í Danmark, ongantíð hava svomið upp til teirra besta, og oftast er tað tíðarmunurin millum USA og Danmark, ið hevur skuldina í hesum Tað vísir seg, at vera torført at venja seg til tíðarmunin og samstundis svimja skjótt< sigur Jon V íðari. »Harafturat havi eg ongantíð verið skjótur í einum 25 m. hyli, og um eg greiði at »kvalifiserd« meg til kappingina um ameri- konsku meistaraheitini, fari eg ikki at vera heilt út- hvíldur, men eg vóni, at eg kann prógva, at tað ber til at svimja skjótt, um ein sjálvur veruliga vil tad«. Hugnalig »føroysk jóle Men jólini vórðu eisini annað enn herð venjing fyri Jon. Mamma hansara, Birgit Hestoy, var yviri og vitjaði hann, samstun- dis sum hon nýtti hevi at vitja eina sonevnda »pennavinkonu« í Canada, sum hon hevur skrivad saman vid i 40 år, men ongantíð hitt. Birgit vildi vera við, at tað kendist heldur legið fyrst at halda jól i 25” hita og síðani fara beinleiðis at vitja eina góða vinkonu gjøgnum 40 ár, ið ein ongantíð hevur sæð í veruleikanum — í 20“ kulda. Jon sigur, at jólini gjørdist sera hugnalig, bæði fyri hann og vertirn- ir, nú mamma hansara vitjaði. — „Vit hevdu hálva- vegna eini føroysk jóle, sigur Jon. >Vit fingu kal- kun at eta, men annars var alt sum heima í Feroyum - veðrið tó undantikið, tí her var brennandi sól og umleið 25% heitt. Mamma royndi seg í kekinum, gjørdi reyðkál og brúnkaði eplir — hetta hevdu tey ikki roynt fyrr, men tað dámdi teimum ófera væl — og fyri at tað ikki skal vera lygn, so gjerdi mamma eisini >„ris a la mande< við mandulgávu og ellum, ja, dansa jólatræ gjerdu vit eisini og var alt hetta nakað, ið amerikanararnir ikki høvdu roynt fyrr, so tað skilist at vit settu ser- ligan dám á heryviri« jólini Framtidarætlanir? At enda greidir Jon frå, at hann hevur hugsað nóg um, hvat hann skal takast við næsta ár „Ég rokni við<, sigur Jon, »at eg komi heim til Feroyar at arbeiða nakrar mánaðar, tá hetta kapp- ingarárið er liðugt. Seinni um árið ætli eg mær so til Danmarkar at svimja aftur, men enn er hetta bert óvissar framtíðar- ætlanir, men um eg fái meguleika at halda fram við venjingini her í USA, so geri eg sjálvandi hetta. Tað, ið tó fyrst umræður, er at eg royni at tryggja mær luttøkurætt í kappingunum um europa- meistaraheitini og um amerikonsku meistara- heitini, so kann alt annað verða umhugsað seinni< endar Jon. betur á Skal betra donsku rekordina -—4 $ Jon Hestoy: Sum vituligt er, er tað sera kostnaðarmikið at íðka ítrótt sína burturav í vónini um at gerast so mikið betri, at lutteka í teimum stóru millum- tjóða kappingunum verður tryggjað, og kendist tað tí ikki sert flevandi, ja, sum ein viðurkenning og eitt veruligt herðaklapp, at eg í fjør — umframt góða stuðulin úr Feroyum, ið eg eri ógvuliga takksamur fyri — fekk lut í legatút- býtanini frá Gunnar Nu-fonden, og hevur hetta givið mær eyka blóð á tonnina«. Grundgevingin hjá Gunnar »Nu« Hansen, ið nú, saman við danska vikublaðnum >SE á HØR«, hevur stovnsett grunn, at styðja ítróttina fíggjar- liga, at geva Jon Hestoy lut í peningaútbýtanini hetta ár, var hendan: En stor og varm tak til alle — aktive, passive ledere, organisationer — venner — som har glædet Se og Hør-fonden og mig ved at ville være med til at fejre fondens 5 års fødselsdag Fonden har jo vist sig at være et levedygtigt velskabt og eftirhånden velhavende barn, ikke minst takket være de mange plejeforældre, der har sluttet sig sammen i et slags fadderskabs- fond. Og fonden er i allerhøjeste grad parat til at hånds- ndens fædre opfylde formålsparagraffen: at yde en rækning indenfor idrætten, hvor finder det på sin plads Og nu skal vi igen til at spred gaver, prøve at hjælpe, prøve at støtte, og der er jo solskin, giv« ikke noget, bedre end at være med til glæde 1t andre...Og med det samme, vi er ved AGF. denne store stolte klub med de rige traditioner, En af En klub, som gennem Fodbold, hånd- kæmperne i dansk idræt alle årene har aftvunget respekt bold og svømning er vel nok de tre idrætsgrene der tegner AGF. Her drejer det sig om svømmeafdelingen, som jo med Halbjørn Stenhaug som træner, har præs- teret resultater af format. Tænk blot på Susanne Nielsson med 100 danske rekorder. Nu har AGF en mandlig svømmer, som faktisk allerede har haft en fantastisk karriere. Han har i denne sæson vundet det danske mesterskab i 400 m. medlev, og han vandt 200 m. butterfly på langbane og for- bedrede rekorden med 3 sekunder. Men disse resultater opnås kun ved en jernvilje — ved en enestående træningsindsats. Han har været han er et eksempel for sine holdkammerater i alt Til sommer vil han til USA for at prøve om den hårde amerikanske træning kan gøre ham bedre Se og Hør vil gerne hjælpe ham til dette. Det er færingen Jon Hestoy der har vundet. iøvrigt den første færing