mikudagur 21. januar 1981síða 8
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Spennandi dystur —
SOSIALURIN
út um vanligu leiktiðina
Dysturin millum Kyndil og Stjørnuna gjørdist sera spennandi.
Bæði líðini mistu greiðar fýra-máls leiðslur, og sjálv avgerðin
fall íkki fyrrenn aftaná vanligu leiktíðina.
Kyndil — Stjørnan. 1. deild menn,
23 — 22 (9 — 11)
Målskjåttar : Kyndil: Hanus Joensen
8, Finnur Heimsdal, Birgir Hansen og
Jens Mohr Askham hvør 3, Sverri
Jacobsen. John Egholm og Niels Natte-
stad hvør 2
Stjørnan : Egil Johansen 10, Johan
nes Ziska og Kari Johansen hvør 4
Kristoffur Ragnarson 3 og Beinur
Poulsen í
Ávarðingar : Kyndil 2 og Stjarnan 2
Útvísingar : Stjarnan 2 x 2 min
Næstseinasta vikuskiftið
tók Kyndil eitt risafet
nærri meistaraheitinum,
tá teir — lættari enn
frammanundan vænta —
vunnu á nærmastu »figg-
indunum« úr VÍF, ið und-
an hesum dysti bert høvdu
eitt stig færri enn Kyndil,
ið lá á oddaplássinum.
Liðini bæði hevdu framm-
anundan hittst tvær ferðir
í hesum leikári, og voru
báðir dystirnir endaðir við
javnleiki.
Við hesum sigri var
Kyndil nærum víst í at
vinna feroyameistaraheit-
ið, tá teir nú kundu tapa
ein dyst og framvegis vera
eitt stig frammanfyri
VÍF.
Um VÍF skal
nakrar vónir at vinna
meistaraheitið aftur,
skulu teir vinna seinasta
dyst teirra móti Kyndli,
og harafturat skal okkurt
av hinum báðum liðunum í
kappingini, Neistin ella
Stjørnan, taka stig frá
Kyndli, og rokna varð við
at hetta fór ikki at henda
hava
Børn undir 12 ár 15,- kr.
Vaksin 35,- kr.
— tå leikstyrkin hjá
Kyndli hetta kappingarår
er jøvn og góð.
Men sunnudagin restadi
bert få sekund i, at Kyndil
tó misti stig í einum sera
spennandi dysti móti
Stjørnuni. Dysturin var
spennandi og undirhald-
andi frá byrjan til síðsta
sek., ja, enntá helt spenn-
ingurin seg stutta letu
aftaná vanligu leiktíðina.
Bert fá sek. vóru farin
av dystinum, tá Birgir
Hansen legði Kyndil á
odda, men bert letu seinni
javnaði Kristoffur
Ragnarson fyri Stjørnuna.
Liðini fylgdust nú til 3 —
3, men eydnaðist tað tá
Kyndli at koma á odda 5
— 3. Breðurnir báðir, Karl
og Egil Johansen, fingu tó
javna fyri Stjørnuna, ið nú
kom væl við í leikin aftur
og komu teir á odda við
trimum málum, nevnliga
10 — 7, og kundu teir fara
til hálvleikssteðg við 11 —
9 leiðslu.
Seinni hålvleikur
byrjadi eisini væl fyri
Stjørnuna. Kyndil fekk
brotskast, i3 Hanus Joen-
sen skeyt, men Jógvan
Leivur Nolsøe i Stjørnu-
málinum bjargaði. Stutta
letu seinni fekk Niels
Nattestad, við hopp-
skotið, tó minka munin til
10 — 11.
Stjørnan helt tó á við
álopsleiki
ágangandi
sínum, og við góðum
málum av m.ø. Egil og Jó-
hannes Ziska, eydnaðist
teimum at økja um munin,
so at hesin, eitt skifti um
miðjan hálvleik, var
vaksin til fýra mál, nevn-
liga 15 — 11, og tá Jógvan
Leivur, við hesa steðu,
bjargaði brotskastið, ið
Birgir Hansen skeyt, vóru
tað nógv, ið væntaðu at
Kyndil fór at líða fyrsta
ósigurin í landskappingini
í ár.
Men Kyndils-leikararnir
hildu tó á at stríðast, og tá
seinni hálvleikur var
umleið 17 min. gamal, var
eydnast teimum at stríða
seg til 17 — 17 javnleik,
og gjørdust seinastu min.
av dystinum avbera
spennandi.
Bert tríggjar min.
undan leiklokið var tað
eydnast John Egholm at
leggja Kyndil á odda 22 —
19, og væntaðu flest allir
áskoðararnir, at dysturin
nú var avgjerdur, men so
varð ikki. Við tveimum
málum av Egili og einum
av Jóhannes Ziska — tað
seinasta skotið bert 20.
sek. undan leiklokið, eyd-
naðist tað Stjørnuni at
koma uppá 22 — 22, og nú
var endaliga úrslitið funn-
ið, væntaðu flest øll.
Men enn einaferð gekk
annaðleiðis. Í síðsta sek.
fekk Kyndil trýmetur-
kast. Av tí at tíðin var
nærum lokin, var bert at
royna at fáa bóltin bein-
leiðis í netið. Hanus Joen-
sen var settur at skjóta.
Stjørnuleikararnir gjørdu
manngarð — toygdu seg
ófert uppeftir — men
Hanus sendi bóltin inni
við vinstru stong, uttan
meguleika hjá Jógvan
Leivuri at bjarga — hann
sá neyvan bóltin áðrenn
hann sat í netinum til 23
— 22 sigur til Kyndil.
Kyndil er nú enn eitt fet
nærri meistaraheitinum.
Enn resta teir tríggjar
dystir: ein móti VÍF, ein
móti Neistanum og ein
móti Stjørnuni — í Klaks-
vík. Ikki er vist at Kyndil
vinnir dystin móti Stjern-
uni, serliga ikki tá hann
verður leiktur í Klaksvík
har Stjørnan hevur ein
stóran livandi
áskoðaraskara aftanfyri
seg, men roknast má við,
at Kyndil vinnur hinar
báðar — um ymsu dystirn-
ir um vikuskiftið verða
nýttir sum metingar-
grundarlag — og so er
føroyameistaraheitid vun-
nið.
Spennadi verður nú at
síggja hvussu dysturin í
Klaksvík fer at ganga.
Neyvan fer hann at ganga
á sama hátt sum hesin,
har bæði liðini mistu
greiðar fýra-máls leiðslur.
Hondbóltur um
vikuskiftið :
Fram — Royn III menn, 17—14
VÍF — St.ÍF III menn, 35—23
KÍF — Kyndil II menn, 23—23
VÍF — Neistin I menn, 18—13
VÍF — Neistin a smådreingir, 18—2
VÍF — H71 pinkugentur, 2—7
Neistin — VB III menn, 34—11
Neistin c — VB piltar, 6—7
Kyndil a — VB smådreingir, 21—7
Kyndil b — VB smågentur, 3—14
Neistin b — VB piltar, 3—3
Neistin a — Stjørnan dreingir, 16—13
Neistin — Stjørnan, I kvinnur, 19—3
Kyndil — Stjørnan I menn, 23—22
Arbeidsgevarar
Eftir 8 71, 1. stk. i løgtingslåg nr. 50 frå
2. juli 1963 um landsskatt og kommunu-
skatt hava øll, sum hava havt lønad fólk
i virki sinum, skyldu til i seinasta lagi 31.
januar at lata kommunala likningarvald-
inum i heimstadarkommununi
fullfiggjað yvirlit yvir útreiðslur til lønir,
samsýningar o.tl. í farna ári, annaðhvort
hesar eru útgoldnar ella góðskrivaðar,
alt saman við tilskilan av navni og
bústað løntakarans.
Har, ið lønin er goldin av millum-
manni, og vinnugevarin er ikki førir fyri
at geva hesar upplýsingar, hvílir skyldan
á millummanninum.
Við ávísing til omanfyri standandi skal
líkningarráðið her gera vart við, at
arbeiðsgevararnir áðrenn 31. januar í ár
skulu senda kommunala líkningarvald-
inum i heimakommunu sinari lønarsedl-
arnar, har navn og bústaður og
fødingardagur er tilskilað, samstundis
við at hann viðleggur undirritaða våttan
um, hvussu nógvir arbeiðsseðlar eru við
lagdir og tilskilar peningahæddina
tilsamans.
Samstundis við hesum sendir hann
avvarðandi løntakara avrit av nevnda
lønarsedli.
Hesa skyldu at lata inn lønarsedlar
hava eins væl stovnar og feløg, sum
ikki sjålv eru undir skattskyldu, sum
skattskyldug, t.d. almennir stovnar
og yvirhødur alir persónar ella feløg,
sum rinda fólki løn fyri avrikað
arbeiði, so sum samsýning, provisión
o.tl. í samband við virki teirra.
Persónar, ella tá talan er um feløg —
nevndarlimir —, sum vanrøkja hesa
skyldu, kann líkningarráðið døma sekt
upp í 5.000 kr.
Somuleiðis hevur Føroys Landsstýri
sambært gr. 72, 1. stk. í løgtingslég nr.
50 frá 2. juli 1963 heimild at leggja á
dagliga sekt.
Tórshavn, 15. januar 1981
LÍKNINGARRÁÐ FØROYA
ERE VE VE NE