Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-01-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. januar 1981síða 7

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Hann, sum visti alt Áðrenn eg setti meg niður her, kom ein vinur til mín og bar fram eina gátu, ið var soljóðandi: „Í seks ár stóð hann har, eyðknevndi, kallaði og segði ósatt. Altíð segði hann hinar at gera skeivt og einki at duga; seg sjálvan at duga alt, kunna alt, vita alt og meina alt. Í og fyri seg var hetta ein rættur maður, tó meini eg bara tað, at eg í prinsipp- inum ikki havi sagt hver hann er«. Hver er hesin maður ? Ikki fekk eg svara, tí vinur mín var so orðmikil og svaraði sjálvur: Jú, eg skal siga tær, men gott í teg, set teg niður fyrst. Hesin maður bleiv fyri kortum av fólka- flokksmonnum og sjálvstýrismonnum vald- ur til Føroya løgmann. Fáur hevði væntað hetta og minst av ellum Pauli E. sjálvur. Dugliga varð runnið undan, ja heilt til Kanada, men meskarn- ar vóru ov tættar, og Pauli sat fastur. Gor og gall hevur hann oyst úr sær. Eingin dugdi og visti nakað uttan hann — Pauli E. Í sama anda- drátti sum hann takkar fyri álitið og heiðurin fyri legmanssessin, sigur hann, at hann veit einki um fisk, má fyrst fara at spyrja skrivstovumenn- inar í landsstýrinum. Tú kundi líka gott havt rópt: >Mamma, mamma kom og hjålp«. Hugsa sær at spyrja um tað, sum tú visti so væl í seks ár, men sum tú nú brádliga hevur »gloymt«. Spyrja um tað, sum tú fortaldi fólki, at tú visti alt um, og sum tey tí valdu teg fyri, tí, sum tú sjálvur segði, tú visti so nógv og so væl. Nei, róð nú Snopprikkur. Var eg skr. st. maðurin, hirdi eg tær ikki svar. Ferð og ferðsla Herfyri hevði Sosialurin áhugavera greinareð um ferð og ferðslu, har fleiri segdu sína hugsan um hetta og komu við ráðum, sum tey hildu vera best. Tað, ein kundi fylst á, var at niðursteðan í øllum hesum greinum var eitt einvegis álop á tey, ið koyra bil. Eg skal vera tann fyrsti at viðganga, at stórur partur av bilferar- unum koyrir, sum ferðslu- reglur bert er nakað, tey hava hoyrt um — og nóg illa tað! Fyri ikki at tosa um prutlini ! Nú er ferðsla ikki bert bilar og prutl, men tey ið ganga, súkkla o.s.fr. mugu eisini roknast við, og skal ferðslan ganga so lætt, sum hon eigur, so má eitt samarbeiði vera millum øll tey luttakandi. Hetta samarbeiðið fæst ikki í lag við at seta t.d. tey, ið ganga upp ímóti teimum, ið koyra og umvent. Tað má vera ein uppgáva fyri „Ráðið fyri feråslutrygd« ikki bert at oysa niður yvir tey, ið koyra bil alt tað skeiva, tey gera, men eisini hvussu tey eiga at gera tað beint. Harafturat eiga tey, ið ganga at verða lærd um vandan fyri tey sjalvi og onnur, tá tey t.d. ganga eini 3—4 við sínuna av hverjum eðrum út eftir £/ KJARTAN DALSGAARD HOYDALSVEGUR 8 SN TLF 15222 Pauli E. gloymdi tó ongantíð, at legmaður (Atli Dam) »dugdi« ikki at samráðast við aðrar, at legmaður ferðaðist ovn nógv og >brúkti< ov nógv í ferðaútreiðslum. = Hetta gloymdi Pauli E. heldur ikki at fortelja fyri fólki, so eisini tey skuldu vita betur. Hetta skuldu tey tó helst gloyma aftur skjótt. Nú hevur Pauli E. roynt seg. Fór til Íslands við stórum fylgi, og kom so aftur í leigaðum taxa flog- fari. Hvussu royndist so skurðurin ? Tað Atli fekk burturúr var ongantíð nakað ímóti, hvat hann, Pauli E. kundi fingið. Fekk Pauli E. meira? NEI — ikki ein stert meira!!! Spennandi verður nú, um sambandið fer at atkvøda ja ella nei fyri sínum egna Íslandsskurði. Í næstum skal Pauli E. longur suður at samráð- Hesaferð fer hann helst einsamallur. Nú hava teir, skriviborðs- menninir í Tinganesi, helst fortalt honum alt, sum hann skal vita um fisk. Pauli E., fólk veit, at neyðugt er at samráðast og at ferðast. Ikki alt kann orðnast við einum frímerki, sum tú og tínir líkar kanska trúgva og royna at billa fólki inn. Lítil er dugurin í tær Pauli E. Tað er soleiðis, at eg aftan fyri sjálvan teg hómi ein mann, sum, tykir mær, er ómetaliga veikur, ja sum mest minnir meg á yrkingina »Skæbne« hjá Morten Nielsen. Valdur løgmadur ert tú, men >legmaður< verður tú ongantíð. Altíð, altíð fert tú at standa í skugganum av sjálvum legmanni. Tú røkkur honum ikki at knæsbótunum. ast. Jallur vegnum í eini hálari brekku í kava. Kemur ein bilur niðan eftir og noyðist at steðga, kann tað vera so, at hann ikki sleppur avstað aftur, men noyðist bakka oman aftur. Eru so fleiri bilar aftan fyri, kunnu vit lættliga hugsa okkum hurlivasan, ið kann standast av, at nekur gangandi ikki vildu fara av vegnum. Hetta, eg her havi lýst, er vanligt fyri- brygdi her í Havn. Tað tykir, sum fólk ikki er sinnað at fara av vegnum fyri bilum. Tað er eisini vanligt, at fólk loypa út á vegin framman fyri bilar uttan at hyggja seg fyri, so ein mangan er um at gera í buksurnar, so skakkur verður ein ! Orsakirnar til hesa líka- sælu eru óivað fleiri, eg kann nevna tvær: 1. Tann vælkendi fer- oyski »eg-skiti-å-tad« mentaliteturin. 2. Framman fyri nevnda einvisa ålop å tann eina partin i feråsluni, sum ger, at hini kenna seg sakleys og harav sjalvandi illskast inn á tey, ið tykjast hava alla skuldina. Soleiðis veksur bert misnegdin móti hverjum eðrum, og tað fremur onga loysn. Vit eiga øll at gera okkum greitt, at tað ferðslumynstrið, vit hava í dag, er komið fyri at verða langa tíð fram yvir, og vit eiga at læra okkum at liva saman sum best. Eins og eg geri í Feroy- um, havi eg í útlondum ferðast til gongu, í bili og á súkklu. Eg haldi ikki, at eg taki munnin ov fullar, tá eg sigi, at onga staðni havi eg verið úti fyri, at bilferarar eru so raskir at steðga fyri teimum, ið ganga, tá hesi vilja yvir um vegin sum her í Havn. Á sama hátt kann sigast, at sjálvt um nógvir bilfer- arar gera »hasarderadar yvirhålingar«, koyra fram har- og tå teir ikki eiga og gera aðrar ónodlir við, so skerst ikki burtur, at teir eisini eru óferir at hjálpa og halda aftur, har ið krevst, t.d. tá ein í nógv- ari ferðslu skal snara til vinstru á krossinum við Hj. Jacobsens békahandli. Nú kann tað tykjast, sum eg vil taka ábyrgdina fyri ferðslutrupulleikarnar frá teimum, ið koyra bil og leggja hana yvir á tey, ið ganga. So er ikki. Eg vil bert vísa á, at fyri at fáa besta úrslit, krevst her sum alla aðra staðni, eitt samarbeiði. Tað fáa vit ikki við at seta tann eina stættin upp ímóti hinum. Tað almenna eigur heldur ikki at gloyma sínar skyldur. Tá t.d. veg- irnir verða reinsaðir fyri kava, er tað bert, har bil- arnir = koyra, reinsað verður, meðan gongubreyturnar eru sum kalvabak at ganga á. Tann illvilji, sum stendst av hesum, verður í seinasta enda vendur móti teimum koyrandi. Eitt gott tiltak, teim gangandi til frama, framdi Tórshavnar býráð herfyri, tá teir gjørdu part av N. Finsensgetu til gongu- getu. Tað ljóðar heilt ófatuligt, at nývaldi borg- arstjórin nú ístaðin fyri at víðka um hetta tiltak, ætlar at lata hetta strekkið upp aftur fyri bilum. Hansara argu- mentir fyri at gera hetta, eru at handlarnir í mið- býnum selja ov lítið, síðan gongugetan kom. Neyvan man gongugetan hava ábyrgdina av hesum, tí ongatíð hevur verið so lætt at sleppa av við bilin í miðbýnum sum nú, síðan vit fingu tað nýggju parkeringsskipanina. At eini 4—5 nýggj parker- ingspláss skulu bjarga handlunum í miðbýnum, kann ljóða sum evni til eina V-4 sending í útvarp- inum! Nei, niðurgongdin í umsetninginum hjá handl- unum í miðbýnum man helst skyldast okkurt annað, t.d. SMS. Tað eru jú parkerings- eki á ollum síðum á gongu- getuni, haraftrat koyra bussar næstan inn í hana. Vit minnast, harra borg- arstjóri, hvussu tú á borg- arafundinum á sinni legði efti: táverandi býráði fyri teirra skeivu disposisjón- um. Hugsa teg nú væl um eina ferð enn, so atfinning- arnar at tær ikki verða enn sterri á einum meguligum eðrum borgarafundi ! Hetta, tú hevur sagt um gongugetuna er eitt tað fyrsta, vit hava hoyrt frá tær, og má tað sigast vera eitt »trin i spinaten«. Tá ein er nyggjur i einum arbeiði, er tað vanligt, at ein ger mistek at byrja við, men um ein viðgongur hesi og rættar tey, so verða tey færri og færri, og samsvarandi økir virð- ingin fyri perséninum. Hugsa um hetta. Enn hevur tú onki skeivtg gjørt, tú hevur bert sagt, at tú ætlar at gera tað! OHE Síða 7 knøttin Frekur råna- madur Bankaránsn:enn kunnu vera frekir, men kortini munnu fáir vera sum hesin. Eftir fyrst at hava rænt ein banka á eini hevuðsgetu í San Francisco fyri 200.000 krónur fór hann beint yvir um getuna, í ein annan banka, og setti pengarnar inn. Tak skal vera sagt, at ta h ann hevði fingið vinn- ing sín í tryggleika, varð hann tikin av poli- tinum. Jólamaðurin hongdur »Sannleikans halgi- démur« er navnid å einum trúarfelagsskapi í North Dacota í USA. Jólamaðurin er lygn, siga tey, og fyri at Góð søluvøra Fyri einum ári síðani fekk 51 ára gamli rek- lamumaðurin Sherwood Gozee úr Los Angeles eitt hugskot, sum seinri vísti seg at vera sera gott, — fyri hann í hvussu er. Sherwood bílegði 100 kg av vanligari mold úr tjúgu ymiskum londum. Hann lat síðani moldina í smáar plastikkposar, og príddi hesar við lítlum flaggi úr tí landi 1500 ára fongs- ulsrevsing Tað verður mangan sagt, at brotsmenn fáa ov veika revsing. Tað kann ikki sigast um 30 ára gamlan mann, sum í rættinum í Chicago, beint fyri jól, var demdur til 1500 ára fongsulsrevsing. Mað- urin hevði stungið eina kvinnu niður í íbú hennara. Kring knettin í ballón Í februar ella mars er ætlanin hjá Maxie An- derson og Don lda at fara kring knettin í ballón. Ballónin hevur fingið navnið »Jules Verne«. Maxie Anderson var ein av teimum trimum, sum í 1978 fóru um At- landshavið í ballón. bernini als ikki skulu vera í iva, skulu tey vera hjástedd tá jólamaðurin verður hongdur. Jólamaðurin er bert tekin um eini handils- jól, siga tey rætttrúgv- andi. moldin var úr. Hann lýsti so í ymsum amerikanskum bleðum, har hann bjóð- aði ellum áhugaðum ein lítlan part av Frak- landi, Onglandi, Týsk- landi o.s.fr. fyri bert 25 krónur. Umbiðingar i túsundatali komu, og tað vardi ikki leingi, til Sherwood hevði ta fyrstu miljónina. Ja, í Amerika ber væl til at selja hvat tað skal vera...