Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-01-24, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. januar 1981síða 1

allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Fult hús — og væl tað Tað var fult hús — og væl tað — til allar sýningarnar av »Amerikonskum myndum. Tilsamans 860 fólk sóu myndirnar í Havn og Klaks- vík. til sýningina í Lærara- skúlahellini hóskveidið vóru 420 fólk I Fyrireikararnir eru nøgdir við undirtøkuna og vildu gjarna havt fleiri sýningar. Men av ti, »Amerikanskar myndir« eru so nógv um- bidnar aðrastaðni, bar hetta ikki til í hesum umfarinum. Sýningin er í allar mátar áhugaverd. Men menta- målanevndin hjá Klaksvíkar býráð helt, at myndirnar ikki hóskaðu til at sýna í einum barnaskúla. Ti noktadi hon at lata Ósáskúlan. - Vit fingu at vita, at myndirnar vóru ov sterkar. Men sýningin í Klaksvík var væi vitjað kortini, sigur Malan Simonsen, ein av fyrireikarunum. 140 fólk vóru í salinum hjá Hús- mødrafelagnum, sum er minni enn tann i Ósáskúl- anum. Nógv noyddust at standa. Lesið meira um avgerðina hjá mentamålanevndini á síðu 5. Nr. 6 — Leygardagur 24. januar 1981 Menningargrunnurin nógvar umsóknir: Søkja um 26 mill. kr. Tad hevur neyvan nakran- tíð fyrr verið so stórur áhugi millum feroyingar at fara í gongd við nýggj- ar framleiðslur sum júst nú. Teir báðir lánigrunn- arnir — Menningargrunn- urin og Ídnaðargrunnurin fáa nýggjar umsóknir nærum hvenn dag. Tað eru umsóknir um at út- byggja virkir, at fara í gongd við okkurt heilt nýtt og at gera ymsa nýgerð. Men tað er eitt stórt MEN! Grunnurin tervar pening. Vit hava vent okkum til skrivaran í Menningargrunninum, Martin Djurhuus. Hann upplýsir, at grunnurin teir fyrstu 9 mánaðirnar í figgjarårinum i:980—81 hevur játtað 12,2 mill. kr. í láni, 3,4 miil. kr. í veð- haldi, 1 mill. kr. í studn- ingi og 750.000 kr. í upp- byggingarkredittum. Het- ta eru lán til íalt 58 virki og geva hesi lán millum 110 og 120 nýggj arbeiðs- pláss. Tá eru so arbeiðs- plássini á skipasmiðj- unum í Vestmanna og Klaksvík ikki tikin við. men einans 6,5 tøkar Nógvar umsóknir eftir Men fíggjarárið er ikki lið- ugt enn. Menningargrunn- urin hevur eisini hópin av eðrum projektum at taka steðu til í næstum. Hetta eru umsóknir uppá tilsam- ans 9 mill. kr. Haraftrat kemur, at umsóknir uppá umleið 5 mill. kr. koma at bíða til næsta fíggjarár. Og hver er so peningur- in, sum meguleiki er fyri at læna úr Menningar- grunninum! Hann er ikki nógvur. Á verandi fíggjar- lóg eru settar av 4,5 mill. kr. til Menningargrunnin. Men fyri at beta nakað um steðuna hevur grunnurin tikið eitt lán uppá 2 mill. kr., soleiðis at samlaða låniupphæddin er 56,5 mill. kr. Samstundis hevur grunnurin latið í lånum og veðhaldum 17 mill. kr. og skal taka steðu til 9 mill. aftrat í næstum. Har- aftrat kemur so, at nakrar umsóknir eru útsettar til næsta fíggjarár. Fara spariætlanir landsst enda á fiskaalingini? ýrisins at gera Alarar søkja um lán uppá 10 mill. Tann stóri áhugin fyri at fara í gongd við nýggjar vinnnvegir í Feroyum kann fáa ein bráðan enda. Meðan politikar- arnir tosa um at stuðla nýggjum initiativum so er tað í dag eisini ein sannroynu, at lånigrunn- arnir hava ikki nóg mikið av peningi at stuðla projekt, sum eru komin í gongd og pro- jekt, sum skulu fara í gongd. Sosialurin hevur tosað við ein av fiska- alarunum, sum fór undir at ala laks fyri einum ári síðani. Hann vísir á, at royndirnar hetta fyrsta árið hava víst framúr sera vælegnaðar nýggja vinnan Tjørnuvik: góð úrslit — og mangt bendir á, at Feroyar eru fiskaaling. Men henda kann koma í vanda, um hon ikki verður stuðlað frá almennari -síðu tey fyrstu árini. Tað er so, at eingin úrteka fæst fyri enn eftir nekrum árum. Tí skal peningur skaff- ast til raksturin. 9,5 mill. kr. til aling Menningargrunnurin he- vur í letuni liggjandi um- sóknir um lán fyri íalt 9,5 mill. kr. frá fiska- og skeljadjóraalarum kring Feroyar. Teir tríggir alararnir, sum fóru í gongd í fjør og sum nú hava eitt ár á baki hava sekt um rakstrarlán uppá 4,5 mill. kr. Har- aftrat hava fimm aðrir, sum ætla at byrja fiska- aling og kræklingaaling sekt um tilsamans 5 mill. kr. — Nú er so upp til politikararnar at avgera, um hesi vinnu skal verað lív lagað ella hon skal verða kolldemd, áðrenn hon hevur havt megu- leika at koma fyri seg, sigur ein fiskaalari við blaðið. Tað var annars m.a. Menningargrunnurin, sum fíggjaði tær tríggjar fyrstu alisteð- irnar í fjør. Tað er tó í dag ógreitt, um Menn- ingargrunnurin skal halda fram við at lata fígging. Í februar í fjer var fundur í landsstýrinum um málið og táverandi fiskimálaráðharri, Heðin Klein segði, at hann vildi kanna meguleikan at stuðla laksaaling eftir 1 árs fígging úr grunn- unum. Síðani er einki hent í málinum. Vit skuluu fáa eina viðmerk- ing frá Olaf Olsen, fiski- málaráðharra til málið, men hann er burtur- staddur. Síða 3 Bygdarhúsið liðugt Haldarsvík: Síða 9 Havnin útbyggjast Í Í Dýrari samtalur Ætlanin er at hækka gjøldini hjá Tórshavn radio í juni. Nú kostar hver minuttir á millumbyigjuni 5 kr. og 4,20 kr. á VHF. Tað er íkki enn avgjørt, hvussu stór hækk ingin verður Hetta bleiv upplýst á tíð- indafundinum í sambandi við, at Tórshavn radio nú er fult útbygt. Meira um hetta á bak- síðuni. Ríkistelefonin er framveg is á Telegrafstødini. Men um eitt ár ella so skal hon flyta longur oman á Ting- húsvegin, á Telefonstød- ini. Síðani Ísland kom uppá sjálvvalið. er munandi minni at gera hjá Ríkis- telefonini. Kommunurnar í Norðstreymoy umhugsa at keypa brandbil Síða 4