Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-01-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. januar 1981síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 Hagar upp rokk tú ikki hesa ferð Pauli Tá maður, ið valdi sær óflýggjaligt skrivingarlag sum eykenni, fer at seta treytir um høgt steði í skriving annara fyri at hann kann svara, man mangur smírkast. Man hann vera so blind- ur um egna framferð, ella er tað avdúking av henni, honum ikki hóvar ? Tá ein setir treytir fyri framhaldandi at fara leys- liga um sannleikan, fram- haldandi at leggja eðrum annað í munn enn tey hava sagt, framhaldandi brongla verunleikar við at vevja óverunligt fjas uppí, og framhaldandi at hála pråvførslur — sum als ikki eru próvferslur — upp úr gandahattinum, so má ein „vera langt uti«. Er mátið fyri steðið í skrivingini harafturat, at eingin skal loyva sær at avdúka slíkt hóttalag, sum omanfyri nevnt, so má ein vera upp aftur „longri uti«. Stuttligt kann tað helst ikki vera hjá manni, sum í 6 ár hevur spælt politikk, og uttan ábyrgd fyri fylgj- unum av tí, hann segði, hevur kunnað skrivað allar tær krenikur honum lysti, nú at vakna av tí kravi til reinferi og sann- føri, sum feroyingar seta — ikki til Paula Ellefsen — men til legmannsem- bætið. Júst tí hetta má vera tungt, gav eg Paula E. tann tjansin, at skriva skeivu frásegn hansara, um hvenn lut skipaselur áttu í útfluttningstel- unum, uppá tervandi kunnleika til viðurskiftini aftanfyri telini, og vildi í fyrsta umfari ikki leggja legmann undir at siga ósatt við vilja. Men tekkin var, at hann sframtúrar< og roynir í Dimmalætting í grein við 7 brotum, at gera tað satt, sum hann segði ósatt í samreðuni við útvarpið 5. januar 1981. Man hann framvegis — sum hann gjerdi í and- steðutíð síni — »speku- lera« i ti, at Dimmalætting kemur i so nógv fleiri hús enn Sosi- alurin, soleiðis, at í Dimmu ber væl til, fyrst at seta tað sum stóð í Sosi- alinum á hevdið, og síðan svara sum einum hóvar, tí tá vera tað jú so mong — og helst sambandsveljarar — sum ikki varnast tá keisarin verður nektaður. Kortini virði eg leg- mannsstarvið so mikið, at Pauli E. skal fáa ein tjans- in enn, og er hann, at eg góðtaki, at honum tervar tíð til at venja seg til at halda seg til sannleikan og bert sannleikan. Hóast Pauli E. í fleiri av teim 7 brotunum leggur mær hugsanir og grundir í hug og orð í munn, sum als ikki kunnu takast úr grein míni, skulu tey ell eiga eina lítla viðmerking: 1. Greinin gjerdist long tí eg í forhond legði taltil- farið framm, sum prógvaði hvønn lut sela av skipum við framleiðslu- orku átti í útfluttningin- um, sum var farin um milliardina. Strikað vóru í 1980 úr skránni 10 skip. og sølupeningurin — 33 mill. kr. — íroknaður. Talan var sostatt ikki um 20 av »okkara allarmest effektivu«, sum Pauli E. segåi. Harafturat evdurgav eg orðarætt úttalilsini hjá Paula fyri at hann ikki skuldi siga, at hann segði nakað annað. Tó dettur hann í hesa veitina og roynir »noncha- lant« at broyta síni egnu orð. 2. Tað er eitt sera sterkt argument at sláa fast, at Atli P. Dam er »firtin«. Tað tekur ansni burtur og ger tað lættari »noncha- lant« og »elegant« at gera 10 til 14 og síðan 14 til 19 og so — »keine hekserei« — har siggja tit, at orsøk- in til útfluttningsvekstur- in er skipasøla. Hetta, hóast hann júst hevði fingið prógvað, at skipini, hann nevnir í 2. broti fyri at rekka 19 ikki eru tald við, tí tey eru ikki strikað. At bert eini 3 av teim strikaðu skipunum kundu roknast at hava eina hampa framleiðsluorku spælir onga rollu — talan er um „okkara allarmest effektivu« skip. Annaðhvert kennir hann alt ov lítið til veiðu- evni einsteku skipanna, ella hevur hann sett alt ov stórar vónir til, at Rókur, gamli Teistin. Sjóborgin (100 ár) og Dúgvan kundu gerast hevuðsálit í flota okkara. At nekur effektiv skip standa fyri at verða strik- að er sjálvandi harmuligt, men mær kunnugt, hava ánararnir av hesum allir sum ein ætlanir um at út- vega sær eins effektiv og effektivari vinnutól. 3. Eisini í hesum broti er hevuðsargumentið at Atli P. Dam er firtin, men har- umframt hevur hesin Atli mett tað sum »roysnis- verk< at skip fyri 42 mill. kr. eru innflutt. A ja, mangt fær ein lagt í munn og í hugsan. Persónliga innflyti eg eingi skip og havi sostatt ikki roynt at gera »roysni«, harnæst avmarkaði fråfarna lands- styri3 — sum Pauli E. sjålvandi veit — i åvisan mun skipainnfluttningin. Men vildi ein framt »roysni« kundu saktans skip i hópatali og fyri mangar milliónir haft fingið innfluttningsloyvi, tí nógvar vóru umsókn- irnar. 4. Kann ein sláa fast, at »Atli P. Dam freist yvir skipaselurnar<, so er jú lætt at prógva „at hann er langt úti<. Tá heldur ein seg hava skorið mannin so mikið niður — og bert tað er jú endamálið — at tað skilagóða í, at skipini hava slíkt seluvirði, at úrskift- ing kann fremjast, verður gloymt. Somuleiðis tað skilagóða í, at seljararnir framvegis royna at vinna nakað burtur úr samskift- inum við nýggju ánar- arnar. 5. Í hesum broti roynir Pauli E. beinleiðis at siga, at hann segði ikki tað, sum hann segði. Men tað er eingin mis- skiljing, at Pauli E. segði seg ongan vónir at hava viðvíkjandi rækjum i Grønlandi. Hetta sigur hann seg ikki hava úttalað seg um. Men lesur ein orðarettu endurgevingina í grein míni sæst, at júst hetta sigur hann. Hinvegin vísti hann ikki við einum orði á hvat ljóð- aði um útlitið í fjør. Legði bert fráfarna landsstýri i munn, at lítið og einki var at gera í vesturgrenlandi. Orðatakið sigur: >Lítið kemur av lítlari vón<, men sjálvandi hevði fráfarna landsstýri eins og vant gjørt alt fyri at varðveita meguleikar í Vesturgren- landi. Tá á stóð har í 1983 settu vit hart ímóti herðum yvirfyri ríkis- stjórnini og vunnu. 6. Handan flogfara- segan er helst líka lítið undirbygd sum restin og tí ikki nýtilig sum grund undir svartaspá um vinnu- meguleikar okkara. Vit hava í mong ár haft hundraðir av føroyingum siglandi úti. — Ja sjålvt Paula eina tíð. — Hesir dugna Føroyum væl, men politikkur okkara hevur kortini miðað ímóti at út- vega flest meguligum arbeiði við feroyskum vinnutólum. Hetta gevur samfelagsliga sæð fræg- astu kapitalskapan, og stuðlar betri hevuðsenda- málinum, at flest megulig av teim, sum kenna seg føroyingar at vera, kunnu eiga sess her heima. Tey landsstýrisskeið, javnaðarflokkurin hevur átt lut í, er talið av hesum vaksið, meðan tey skeið, borgarligir flokkar ráddu — eitt nú 1950—58 við sit- andi samgongu — er gingið skeiva vegin. Fyri seinasta lO-ára skeið eru fólkatalshagtel- ini hesi: 1970: 38.610 íbúgvar 1980: 43.320 ibugvar, og er hetta i ovara enda av teim fólkatalsmetingum, ráðgevandi nevndin setti upp í byrjanini av skeiðnum. Hetta 6. brotið um »hvør hevur skyldina« av skipasølum, avdúkaði meira enn annað, at poli- tiskt talv fyri Paula Ellef- sen mest er argan, spei- rekan, reingjan av tí, mót- steðumaðurin verunliga segði, og afturvísan av ætlanum, sum Pauli sjálv- ur hevur lagt honum í huga. Hartil avdúkaði øll greinin einaferð enn, at Pauli Ellefsen hevur eitt sera »nonchalant« og linligt hóttalag mótvegis verunlvika og sannleika. 7. Hetta brotið lýsir treyt Paula til steðið í skriving. Eri samdur í, at politisk skriving eigur at liggja á einum hegum og álvar- samum steði. Hesum fær Pauli Ellef- sen sera torfert við at rekka, og hesa ferð mis- heppnaðist tað fullkomu- liga. Men, um ikki Pauli E. sjálvur — so tó legmaður — noyðist framyvir at royna at streva seg upp frá tí staði, sum bert tveir aðrir menn í føroyskum blaðaheimi standa á ídag. Pauli Ellefsen sjálvur kann so fyri at svara seta treytir sum hann vil. Fer- oysk politisk skriving gerst ikki fátækari, um færri greinir av hasum SOSIALURIN kalibrinum koma framm. Sjálvur vil eg á ongan hátt seta treytir til steði Paula.Í tí, sum í eðrum, fær hann ikki torfort við at liva upp til vónirnar, bert ein lítil bæti kann hómast, hevur hann gjørt tað. Men í tann mun tíðin fer at loyva vil eg rættleiða — ikki Paula — men legmann og royna at medvirka til og tryggja, at feroyingar kunnu fáa álit á, at orð løgmanns eru eftirfarandi. Vónandi kann hetta ger- ast uttan at ein noyðist at kava niður á steðið, Pauli E. skal streva seg upp í frá. Í Havn 21/1—1981 Atli P. Dam Friskur — ikki frískur Tað er hugstoytt at vera brekaður, og skamm fái tann, ið frískur er, at gera sær av gaman av brekað- um fólki, og tað hjálp tann brekaði fær. Ætlanin hjá >Frískur< í Dagblaðnum 16. januar, var nokk eisini at vísa á tær ringu umstødurnar tey brekaðu hava. Men tå skrivingin er byrjað, misti »Friskur« tráðin, og byrj- ar í staðin at finnast at tí pensión, ið er fallin í lut hjá tí brekaða at fáa Sjálvur rokni eg við, at ell tey, ið skula skriva undir ymisk papír, áðrenn ein fær pension, gera tað ikki uttan tað er heimild at fáa pensión. Áðrenn eg trívi í brot úr brævi tygara, vil eg inni- liga heita á øll: Latið 1981 verða nytt til tað endamálið, ið ST hevði við tí. At tað skal vera so nið- ursetandi at vera noyddur at móttaka pensión, kann bara ein frískur fáa um sín munn. I sjálvum sær veitir pensiónin onga gleði: soleiðis stóð í brævinum, jú so, men hetta kann týðast á mangan hátt. Og tá ein minnist tíðina tá eingin pensión var, kona og bern mátti líða undir hesum, tá kann ikki sigast annað enn at gleði er at fáa hjálp í dag. Tað hendi seg meira enn so at ein noyddist biddara- gongd, men ikki fór ein í flokk sum nú verður gingið og bidda. Tað var oimussutíðin við lít. Tí hugsi eg, at um øll hesi fólk, ið ganga runt í flokk nú og savna til ymisk brek, ístaðin hevði farið í flokk til politikarnar. so kanska tað hevði givið meira enn innsavn- ingarnar. Tann brekaði, ið fær meguleikan at fáa pension, følir seg ikki á sama hátt sum áður — ein ónýtta. Hann kann vera við til at uppihalda famili- uni, eins og tå hann var frískur, og betalir skatt sum ein og hvor annar. Tað vóru nekur onnur orð, ið festi seg við at lesa grein tygara, og sum eg ynski at viðmerkja. Vanahugsan fyrru ferð: Tað er so langt í frá enn, so væl vorði at tað er ein vanahugsan hjá myndug- leikunum at lata ein lik- amsbrekaðan fáa stuðul. Vanahugsan sår: ferð: At taka synd í brekaðum, gera øll, ið gange og savna pening til tey. Gamalt var, at savna pening inn til fólk, ið vóru í neyð, — mist hús og heim vegna kríggj ella annað, tí vit tóku synd í teimum. Men í Føroyum savnast peningur inn til menniskjur, ið samfelagið átti at havt ábyrgd av. Útroknað í peningi: Tað er vist bara ein persónur í Feroyum, ið er kendur fyri at roknað út í peningi hvat tey brekaðu kosta. „Er hann nevndur er hann kendur«. Veita gleði í lívinum: Um »Friskur« nú hevur heilsuna framyvir og lív lagað, koma tygum kanska ein dag at fáa ellispensión. Hvat má tað vera ein trygd fyri tygum í dag at vita hetta. Og kanska verður tað ein av tygara, ið kemur at hava um hendi at avgreiða avlamis- og ellisrentuna, tá fara tygum eisini at fegnast um arbeiðið, ið viðkomandi ger. Til seinast til tann, ið kallar seg »Friskur«, vil eg bera mítt ynski. At lagnan má verða tygum so, at tygum ikki ein dag verða tað ið kallast „ikki frisk- ur«. Men um so skuldi hent so veit eg av roynd- um, at tygum fóru at síggja tað, sum eina gleði at Feroyar eru komin so langt at pensiónin er til oll, ið treingja hana. Ein, ið veit um tíðina, tá eingin pensión var í Feroyum