leygardagur 24. januar 1981síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
FB í
SOSIALURIN
Eitt hjartamál hjá øllum Tjørnuvikingum:
Bygdarhúsið liðugt
og tikið í nýtslu
Borðreitt var fyri allari bygdini
Tað kann ikki sigast
annað, enn at okkurt
verður gjert fyri trivnaðin
í smáplássunum kring
landið — eitt nú í Tjørnu-
vík.
Bygdarhúsið, sum
hevur verið eitt av hjarta-
málunum hjá ellum tjernu-
víkingum — stendur í dag
liðugt og er tikið í nýtslu.
Millum jól og nýggjár
varð borðreitt fyri allari
bygdini í nýggju húsun-
um. Hvert mansbarn í
bygdini var við til hetta
borðhaldið.
Stórur vilji
Hóast tað er tungt hjá eini
litlari og fjarskotnari
bygd, sum er uttan
arbeiðspláss av nøkrum
slag, at skaffa pening til
vega at byggja eini tilik
hús fyri, so hevur viljin
millum fólkið í bygdini at
fáa eini bygdarhús verið
ómetaliga stórur.
Tað eru nekur ár síðani,
at menn fóru at tosa um at
fáa eitt bygdarhús har
norðuri. Fyrst var ætlanin
at byggja uppí gomlu
dansistovuna, men henda
ætlan var slept. So vóru
húsini úti á Kvíggjarflótti
bygd ístaðin.
Stakkurin gav
100.000 kr.
Peningurin er fingin til
vega á ymsan hátt. Hesi
seinastu fýra árini hava
teir 10 seyðirnir, sum
tjørnuvikingar hava slept
út á Stakkin at fita, verið
sldir á aktión, og pening-
urin er farin óskerdur til
bygdarhúsið. Hetta hevur
givið tilsamans 100.000
kr. Ein stórur basarur gav
heilar 170.000 kr. Síðani
eru 60.000 kr. tiknar í láni,
meðan tær restandi 50.000
kr. eru fingnar við burtur-
luting o.t. Samlaði kostn-
aðurin fyri húsini er í dag
380.000 kr.
Ókeypis
Teir báðir breðurnir Suni
og Hergeir Olsen hava
gjert meginpartin av
timburarbeiðinum ókeyp-
is. Sjálv húsini eru 110
kvm stór. Sjálvur salurin
er 65 kvm., og har er pláss
fyri 110 fólkum til borðs.
Síðani er húsið útgjert við
nútímans keki og útgerð í
hesum sambandi. Har-
aftrat koma onnur rúm so
sum WC.
Í dag eru tað øll fast-
Játtanin uppi — arbeiðið ikki liðugt:
búgvandi í Tjernuvík,
sum eiga húsini. Ein av
teimum, sum var við til at
gera ætlanina til veruleika
er Asbjørn Djurhuus.
Sosialurin tosadi vid hann
i vikuni.
Gaman og ålvara
Hann sigur, at húsið altíð
hevur verið eitt hjartamál
hjá tjørnuvikingum, og nú
er so ætlanin at brúka hús-
ini til bæði gaman og álv-
ara. Uppá fyrispurning,
hví teir fóru undir at gera
eitt bygdarhús, sigur As-
bjørn Djurhuus, at ein
hevuðsorsekin var tann,
at eingin meguleiki hevur
verið at borðreiða fyri
nógvum fólkum eitt nú til
fødingardagar, brúdleyp
osfr.
Nýggjársaftan var ein
bygdahúsnevnd vald at
umsita húsið í eitt ár. Í
nevndina komu: Eyðbjern
Magnussen, formaður,
Thora Magnussen, kassa-
meistari, Ísak Isaksen,
Annelisa Andreasen og
Dávur E. Hansen.
Nú leygarkveldið verður
aftur borðreitt í bygdar-
húsinum í Tjørnuvik. Tað
er brúdleyp í bygdini og
øll bygdin er boðin við.
Breiðka vegin
til lendingina
Í dag er so gott sum einki
arbeiðspláss í Tjernuvík
fyriuttan tað vegarbeiði,
sum er hjá landinum.
Nógvir tjørnuvfkingar
arbeiða vanliga á flaka-
virkinum i Vik, men higar-
til i år hevur litil og eingin
fiskur verið, so fólkini
hava verið arbeiðsleys.
Tjernuvíkingar = hava
annars arbeitt uppá at
breiðka vegin úr bygdini
oman á lendingina. Í fjør
arbeiddu einir seks mans
við hesum arbeiðinum.
Arbeiðið er ikki liðugt,
enn resta einir 50 metrar
at gera lidnir. Men jått-
anin er uppi, so bíðað
verður at fara aftur til
arbeiðis til nýggj játtan er
fingin.
Dávid Davidsen, næstfor-
maður í Haldarsvíkar
kommunu og formaður
fyri vegarbeiðinum, sigur,
at tað er átroðkandi at fáa
henda vegin gjerdan. Tá
kunnu teir, tá teir hava
verið á Sjeyndum ella á
fjalla í Heimahaganum
koyra seyðin frá lending-
ini til hús.
Annars hevur bygdin
fingið játtaðar 100.000 kr.
til at gera ein kirkjugarðs-
veg fyri. Ætlanin er at
byrja hetta arbeiði í var.
- Uppá fyrispurning um
tjørnuvikingar eru nøgdir
vid vegin til Haldarsvikar
sigur Dåvid Davidsen, at
tað eru teir so avgjørt.
Men hann heldur fyri, at
ymsa staðni er heldur
ringt sýni. Onkunstaðni
treingir til, at sýnirnar
verða breiðkaðar. Enn
hevur eingin samanstoyt-
ur verið, men tað lýðir
væl.
Nógv vitja um
summarið
Tað vitja rættiliga nógvir
fremmandir í Tjernuvík
um summarið og har
verða sett tjald upp nógva
staðni. Sosialurin hevur
frætt, at tað millum
tjørnuvikingar er áhugi
fyri at byggja eini lítið
gistingarhús, sum kann
taka ímóti teimum ungu
vitjandi um m.a.
summarið.
Síða 3
Aftaná eldsbrunan á Drelinesi:
Fer beinanvegin at
byggja virkið uppaftur
Róland Hansen á Tver-
oyri ætlar ikki at gevast
við framleiðsluni av ketl-
um, hóast virkið hjá
honum brendi í grund.
Hann fer nú at sekja um
grundstykki til ein
nýggjan bygning og
bíleggja nýggjar mask-
inur. Um alt gongur væl,
roknar Róland Hansen
við at kunna byrja
framleiðsluna aftur síðst
í hesum árinum. Hann
sigur, at tað er ein fram-
tíð í hesi framleiðsluni
og tí er ongin grund at
gevast.
Ketilvirkið Login
hevur framleitt slakar
100 ketlar síðan í vár. Og
tað gekst væl at sleppa
av við framleiðsluna.
Betur enn Róland Han-
sen hevði roknað við.
Skaðin í eldsbrun-
anum á Drelnesi miku-
náttina er uppá 700.000
kr. Aliar maskinurnar og
út í móti 20 ketlum, sum
vóru meira ella minni
lidnir, fóru fyri skeytið.
Fimm mans arbeiddu
á Ketilvirkinum Log-
anum. Teir høvdu gjørt
útvið 100 ketlar, áðrenn
framleiðslan fekk ein so
bráðan enda
mikunåttina.
Skrivid, sum er undir-
skrivað av formanni
FF's Óla Jacobsen, er
soljóðandi:
»Sum kunnugt hendi tað
seinast prísir skuldu
ásetast fyri ráfisk at
endaliga ásetingin av
prísum frá 1. februar til
31. mai varð útsett til
landsstýrið hevði ásett
játtanina til ráfiska-
grunnin fyri komandi
fíggjarár.
Vit fara tískil at heita
á landsstýrið um at lata
játtanina til ráfiska-
grunnin verða so
rúmliga, so tað kann
verða meguligt at
hækka prisirnar. Vit
hava áður hildið fram, at
inntekurnar hjá fiski-
Rólant Hansen hevur ikki mist mótið, hóast virkið hjá
honum brendi í grund.
— Tað er avgjørt ein framtíð í hesum og tí fari eg at
halda fram við framleiðsluni, sigur hann
Fiskimenn afturúr-
sigldir við 12 pst.
Føroya Fiskimannafelag hevur skrivað til Føroya landsstýri
við ynski um, at játtanin til ráfiskagrunnin verður rúmlig
monnum eiga at kunna
fylgja lenarlagnum uppi
á landi. Verður hetta ikki
gjert verður trupult at
halda fólkið umborð á
skipinum.
Her hevur tó ofta nógv
resta á, og vit vita, at
seinasta prishækkingin
á ráfiski hendi tann 13.
apríl 1980. Og síðan 1.
apríl er lenarlagið á landi
farið upp við um 12%,
sum fiskimenn ikki hava
fingið part í.
Vit halda ti, at í
minsta lagi eigur at
verða skipað so fyri, at
fiskaprísirnir kunnu fara
upp við í minstalagi
lenarveksturin á landi,
sum hevur verið síðan
prísirnir seinast vórðu
broyttir.
Hjålagt vidleggja vid
eina fyribils uppgerð av
inntøkunum hjå isfiska-
monnum í 1980. (Grein
um uppgerðina var í
Sosialinum 14.1., red).
Onkur túrur restar
kanska hjá onkrum
skipi, men annars eru
daglenirnar so gott sum
endaligar. Hesi tel vísa,
at í summum førum fáa
fiskimenn framvegis
eina innteku, sum er
órímiliga lág, og í eðrum
førum kann inntekan
kanska sigast at vera
rímilig treytað av at
fáast kunnu fiskaprísir
sum fylgja lenarlagnum,
eins og vit her hava
mælt til.
Við vón um eina góða
viðgerð av hesum måli«