leygardagur 24. januar 1981síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Framtakshugaður í Vestmanna:
Umhugsar nýggja framleiðslu
men einki oki tøkt í bygdini
Meguleikarnir hjá nýggj-
um virkjum at fáa »fétin«
fyri seg í Vestmanna eru
ikki teir allarbestu í dag.
Hetta kemst ikki av, at
tað er trupult at selja, men
av tí, at tað er einki grund-
eki tekt til at byggja
meguligt virki á.
Stjórin á Atlanticpane í
Vestmanna, Rubek Kjar-
tanson sigur, at hann nú í
eina tíð hevur kannað
meguleikan at fara undir
eina nýggja framleiðslu í
bygdini, sum kemur at
geva arbeiði til eini 6 fólk.
— Eftir hvat eg havi
fingið at vita, so er tað
framvegis eingin megu-
leiki at fáa ávíst eitt eki,
har vit kunnu leggja eitt
tílíkt ídnaðarvirki, sigur
Rubek Kjartanson.
Forðaðir
Hann sigur víðari, at tað
er ein sannroynd, at eisini
aðrir vestmenningar hava
havt ætlanir um at fara í
gongd við okkurt, men at
teir allir hava verið forðað-
ir í hesum, orsakað av at
kommunan ikki hevur
kunnað ávíst teimum
grundeki at byggja á.
— Eg skal ikki briksla
nekrum nakað, men tað er
greitt, at menn kunnu ikki
bíða í áravís fyri at sleppa
í gongd. Antin sleppa teir
ætlanini ella fara teir aðra-
staðni við virkinum. Eg
haldi sjálvur, at myndug-
leikarnir bera ov seint at
at finna eitt pláss til
ídnaðarvirki í Vestmanna,
og tað er eingin loyna, at
hetta er við til at steðga
útviklingunum í bygdini.
Uppá fyrispurning hvat
hann heldur um ætlanina
SOSIALURIN
at leggja eitt eki inni á
Fjerð av til ídna sigur Ru-
bek Kjartanson. at hetta
uttan iva er eitt gott til-
tak, men tað fara at ganga
alt ov nógv ár, fyrr enn
menn sleppa í gongd at
byggja virki.
Atlanticpane í Vestmanna:
Seldi termorútar
fyri 3 mill. kr.
Tað eru tvey termorúta-
virki i Føroyum. Annað av
virkjum
hes liggur í
Vestmanna, meðan hitt
liggur í Havn
Atlanticpane Termorút-
r P/f í Vestmanna hevur í
dag seks fólk í arbeiði. Í
fjør umsetti virki fyri
mill. kr. og rindaði
í lenum góða hálva mill.
Kr
einar .
Stjóri á virkinum er
Rubek Kjartanson. Hann
sigur í samreðu við Sosi-
alin, at teir hava ikki gjert
upp 1980,
men árið royndist kortini
so hampuligt.
endaliga fyri
Fleiri sløg av rútum
Virkið framleiðir ymisk
sleg av termorútum. Tað
eru termorútar í 2, 3 og 4
legum umframt
termorútar við innlegdum
mosaik og sprossum. Meg-
inparturin av seluni er
2-løg termurútar. Rubek
Kjartanson sigur annars,
at 3-løg termorútarnir eru
teir, i3 menn meta sum
teir bestu. Teir bjålva sera
væl og eingin larmur hoyr-
ist gjøgnum teir
Virkiå i Vestmanna
keypir sjålva råvøruna
uttanlands. Glasid verdur
innflutt i 15 tons plåtum
Á Atlanticpane verður
glasið skorið til ta ætlaðu
steddina, tað verður
vaskað, pussað og turkað,
og ymyskt annað verður
gjert við tað.
Ov lítið pláss
uttanfyri
Termorútavirkið heldur til
í niðaru hæddini í húsum
hjá Rubek Kjartanson úti
á Bakka í Vestmanna.
Hetta er nærhendis
kirkjuna. Í hæddini í erva
heldur eitt annað ídnaðar-
virki til, Tór Plastik, til
tubek Kjartanson sig-
ur, at teir sum hava just
nóg mikið av plássi inni á
virkinum, men uttanfyri
er nakað trongligt. Teir
skulu hava væl av plássi
uttanfyri. Í hesum sam-
bandi hevur Rubek Kjar-
tanson vent sær til komm-
ununa og biðið um loyvi at
fylla grót út á sjógv einar
10 til 15 metrar. Hetta
hevur hann ikki fingið
loyvi til. Hann hevur
boðið sær til at koyra grót-
ið sjálvur, men tað hevur
heldur ikki givið úrslit.
Hvat viðvíkur fram-
leiðslu í hesum árinum
sigur stjórin á termorúta-
virkinum í Vestmanna, at
januar mánaði hevur verið
nakað slakur, men hetta er
einki óvanligt.
Tvey ídnaðarvirki halda til undir somu lon beint vestan fyri kirkjuna úti á Bakka. Tey
eru Atlanticpane og Tórplast. Eigarin av ognini hevur biðið um at fáa betri pláss
uttanfyri at arbeiða á við at fylla út við gróti á sjónum.
få r
Hann fær ikki loyvi til hetta.
Meguleikarnir at koma
skjótt á staðið at sløkkja
minni og sterri eldsbrun-
ar í norðara parti av
Steymoynni og norðara
parti av Eysturoynni eru
alt annað enn góðir í dg.
Hetta stóra ekið hevur í
dag ongan brandbil og
einki slekkilið við undan-
taki av Vestmanna, har
teir eru útgjerdir við
m.a. brandbili.
Í fleiri av bygdunum
norðan fyri stendur
eisini illa til við brand-
postum. Í einstakum
bygdum eru als eingir
brandpostar og aðra-
staðni eru bert fáir
eitt nú í Kollafirði.
Hetta er orsøkin til, at
kommunurnar í Norð-
Kommunurnar í Norðstreymoy
umhugsa at keypa brandbil
streymoy er farnar undir
at kanna møguleikan at
keypa ein nýggjan
brandbil úr Danmark.
Kommunurnar hava
biðið um tilboð og stend-
ur ein bilur klárur at
senda til Feroya, nær
tað skal vera. Bilurin,
sum er útgjerdur við
allari nútímans útgerð
til slekking, kostar
umleið 1,3 mill. kr.
Í seinastu viku var
fundur í Kollafirði um
málið Kollafjarðar
Bjargingarfelag hevði
skotið upp at fáa gjert
nakað við henda spurn-
ingin og mettu tí umboð
fyri øll bygdaráðini i
Norðstreymoy.
Reglugerð
Menn vóru sum heild
hugaðir fyri at keypa ein
brandbil — og varð ein
nevnd sett at koma við
uppskoti til reglugerð.
M.a. skal greiða fáast á,
hvussu
kommunurnar
rinda sín part av kostn-
aðinum av einum bili.
Talan verður meguliga
um at fáa Eiðis- og
Sunda kommunu við í
ætlanina.
uppskot til eina ætlan
fyri hetta felags tiltakið
er gjørt, skal tað leggj-
ast fyri bygdaráðini til
steðutakan.
tær ymsu
skulu
Tá reglugerð og
Vestmanna væl útgjort
við eldsløkkittgerå
— Bygdaráðið í Vest-
manna fer at taka stødu
til, um vit skulu vera við
at keypa ein nýggjan
brandbil í Norðstreymoy,
tá ein reglugerð og upp-
skot um samarbeiði er
klárt.
Hetta sigur bygdaráðs-
formaðurin í Vestmanna,
Símin Simonsen í eini við-
merkin til ætlanina hjá
kommununum í Norð-
streymoy um at ganga
saman um at keypa ein
brandbil fyri góða mill .kr.
Símin Simonsen upplýsir
annars, at Vestmanna
sum so er rættiliga væl út-
um eldibrandur
gjørt,
verður har í bygdini.
Nøkur ár herfyri kevntu
teir ein av brandbilunum
hjá slekkiliðnum í Havn.
Umframt bilin hava teir
væl at útgerð, so sum
pumpur, slangur, royki-
og skúmútgerð.
Harumframt hevur eitt
stórt arbeiði verið gjert at
seta brandpostar upp í
bygdini. Eftir øllum ovara
vegi eru brandpostar og á
niðara vegi frá Grenanesi
til fiskavirki eru brand-
postar. Eftir eru eitt tvey
eki at seta brandpostar
upp. Tað er inni á Fitjum
og Inni á Fjørå.
Vestmanna hevur einki
slekkilið, sum arbeiðir
burturav. Kortini hava
teir skipað seg við einum
slekkiliði uppá 20 mans. ið
av og á hava venjingar.
Brandbilurin og útgerðin
hjá slekkiliðnum húsast í
kjallarahæddini í húsinum
uttanfyri Mørkina, har
kommunuskrivstovan eis-
ini heldur til.
Formaður í Vestmanna
Slekkiliðið er Óla Hans
Jacobsen. Taðð, sum
tekur sær av at halda am-
boðini og bilin í góðum
standi, er Smith Nicolaj-
sen, Hann sigur við Sosi-
alin: — Vit eru so væl fyri
sum ongantíð fyrr við
slokkiútgerð, men tíbetur
hevur ikki verið nógv brúk
fyri brandbilinum og
slekkiútgerðini.
Skal boðast frá eldi-
brandi í Vestmanna —
skal ein snara 000.