Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-10, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. august 2002síða 17

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 151 - 10. august 2002 Nr. 151 - 10. august 2002 33 PC-SPØL BÍLIGA TIL SØLU Alone in the dark, Nocturne, Incoming, Half-life, Flight Simolator 2000 og onnur bíliga til sølu. Tlf. 257121 TELDA UTTAN SKERM AMD – Athlon XP 1800t, 256 MB- DDR Ram, 40 GH harddisk Geforce 4, 64 MB DDR. Mús, keyboard og hátalarar 10.000 kr. Tlf. 252916 GOTT TILBOÐ Stór Toshiba Satellite fartelda við DVD og øllum tilhoyri, bíliga til sølu. Tlf. 361372 SKERMUR 17" 1268x1024, til sølu fyri kr. 1.750,- Skermkort /Geforce 3 Ti200, 64 MB TV-inn og TV-out til sølu fyri kr. 1.900,- (2400,- nýtt) Tlf. 310070/224018 FARTELDA Fujitsu Siemens Amilo fartelda til sølu. Bert 8 mðr. gomul. Sera vælegnað til skúlabrúks. Meira fæst at vita á Tlf. 220296 BÍLIGUR TELDUSKERMUR IBM 17'' telduskermur (1280x1024) til sølu fyri kr. 1750,- +298 22 40 18 Tónleikur KEYBOARD TIL SØLU Eitt lítið brúkt Yamaha keyboard til sølu fyri 2300 kr. Demodiskil fylgir við. Ring 224719 HÁTALARAR Tveir TWIN Reflex Digital Speaker av slagnum DANTAX MC 302 200/300 W til sølu fyri 1000 kr. Tlf. 441893 BANDUPPTAKARI Ein 4-sporaður Philips HiFi Stereo 4407 bandupptakari við spolum til sølu fyri 600 kr. Tlf. 441893 TIL SØLU Roland D50 Synthesizer, 1400 kr. Roland M-240 Line mixer, 3000 kr. Roland Sound canvas, ljóðmodul, 3000 kr. Bassforsterkari YS BL0080, 80W, 1500 kr. Emagic, Notator logic, tónleikaforrit til Macintosh teldur, 1000 kr. Tel. 311443 TIL SØLU Pioneer forsterkari 2 x 100 w, Pioneer fløgu-spælari, 2 JBL 150 w hátalarar, JVC MiniDisc recorder. Til sølu fyri 6.000 kr. Tlf. 220284 HEIMASTUDIO TIL SØLU Ein óbrúktur 1/2 ára gamal Fostex X-24 multitracker til kasettubond: v/ 4 sporum + 2 x XLR input og 6 útgangir. Nýprísur 4300 til sølu fyri 2500 kr. Tlf. 260590 FENDER HEARTFIELD líkist Stratocaster, í góðum standi. www.42nd.net 2.750,- kr. Tlf. 447254 Út- & Sjónvarp TIL SØLU Eitt sera gott Philips radio frá 1973. Radio er sera gott, sær út sum nýtt. Tlf. 266793 SJÓNVARP 21” Samsung sjónvarp til sølu fyri 1800 kr. 2 1/2 ára gamalt, sera vælhildið. Tlf. 228468 PARABOL 120 cm. parabolskál v/ stativi til sølu fyri 1700 kr. Gevur tær Sci-Trek o.a. kanalir sum vanliga ikki síggjast í Føroyum. Sum nýggj. Tlf. 228468 TIL SØLU Ghettoblaster við band og fløguspælara til sølu fyri einans 750,- Radio riggar ikki. Ring: 257461 TIL SØLU Tandberg radio av slagnum Huldra 10. Tlf. (+45) 22438134 Ymiskt HARMONIKUFERÐ Harmonikuferð fyri tvey við Norrønu, 26.-28. august, til sølu. Tlf. 220507 TIL SØLU 2 stk. H-Vindeygu B: 129 cm. H: 129 cm. 4 ára gomul og í góðum standi. Tlf. 319022 ella 215681 TIL SØLU Video-walkman (VHS) Kr. 2.000,- Tel. 252889 JBL HÁTALARAR 2 stk. sera góðir og stórir JBL gólvhátalarar (LX-66), 4 ohm, v.titanium, diskanti v.m. til sølu, Kr. 2.000,- (nýprísur uml. 6.500,-). Tlf. 320014 DVD TIL SØLU Spildurnýggjur DVD-spælari av merkinum UNITED,DVD/CD/VCD/MP3 v.m. - v. 2 ára garanti til sølu, Kr. 1.100,- Tlf. 320014 FERÐASEÐLAR VIÐ NORRØNU 2 ferðaseðlar við Norrønu – harmonikutúrin – í 4-manskamari til sølu fyri 1590 kr. Tlf. 457002 FERÐ TIL SØLU Mini-cruise: Tórshavn-Bergen og aftur, í 4 koyggjukamari við hondvaski, íroknað einaferð tað stóra kalda borðið fyri tvey. Skal brúkast í summarsiglingarskeiðnum 2002 til sølu fyri 1500 kr. Tlf. 257986 ÚTHURÐ TIL SØLU Ein nýggj úthurð altan/terassu við sprossarútum til sølu. Tlf. 311612 UNGDÓMSVENJARI H71 søkir eftir ungdómsvenjara. Løn eftir avtalu. Ringið 319822 (Jógvan Elias) ella 320242 (Andras) um nærri upplýsingar. MYNDIR 28 myndir av ólavsøkuskrúðgonguni 2002 til sølu. Tlf. 361356 FERÐASEÐIL til harmonikutúrin við Norrønu tann 26. august til sølu. Tlf. 371515 RUNNAR Tríggir runnar (h. 1,0 m. 1,3 m. 1,9 m.) við avbera vøkrum, náttúrulíknandi og ongantíð følnandi bløðum til sølu fyri 500 kr. Tlf. 441893 AMATØR RADIO-ÚTGERÐ Ein Sommerkamp SSB Transceiver FT 250, ein BW Antenna Tuner Model VS 300 A, ein DATWA Electronic Keyer, ein hátalari ein SWR-meter model TTS og tvey skeiðhefti + morsu-hond (alt alfabetið) til sølu fyri 4500 kr. Tlf. 441893 YNSKIST Seymimaskina ynskist. Tlf. 212358 FORMEL 1 2 ferðaseðlar til sølu til Formel 1 í Belgia. Tlf. 421766 LAKERAÐ SVINGTRAPPA úr límtræi, í góðum standi, 1/2 sving (180º), hædd 262 cm., breidd 80 cm, selist fyri 5.000 kr. Tlf. 318675 TIL SØLU Billardborð 3/4 match. Borðtennisborð. Trærennitól (drejebænk) við 8 skurðjørnum. Lítið frystiskáp Ringið á tlf. 422302 best aftan á kl. 18 FERÐ TIL SØLU Mini Cruise: Tórshavn-Bergen og aftur fyri ein í 4-koyggjukamari við hondvaski. Brúkast í summarsiglingsskeiðnum 2002 til sølu fyri 500 kr. Tlf. 422352 ella 216352 VENJARAR Øll, sum hava áhuga í at vera venjari hjá Støkk komandi fimleikaár, eru vælkomin at ringja á tlf. 222447 áðrenn 9. august og hoyra nærri. Fimleikafelagið Støkk MISSIÓNSHÚSIÐ Í SKÁLAVÍK Eydnuhjól verður í Missiónshúsinum leygarkvøldið og sunnukvøldið 10.- 11. august kl. 18.00. Um onkur vil stuðla okkum takka vit fyri. Sólrun Christiansen, Fríða Olsen, Fríðleif Lydersen, Sunbjørg Djurhuus, Majbritt Lydersen, Marita Jacobsen. BOSCH MULTIBAND GSM 509 Dual kr. 200,-. Tlf. 314103 ella 216103 MYNDATÓL TIL SØLU 11/2 ára gamalt Minolta Dynax 500si v/3500 xi blitzi,eini Tamron 28-300 mm. aspheriskari linsu og einum óbrúktum stativi. Nýprísur 13.500 kr. til sølu fyri einans 8000 kr. Tlf. 260590 MOTOROLA CD 160 fartelefon til sølu fyri kr. 300,-. Tlf 314103 ella 216103 NOKIA 7110 3 mánadir gomul til sølu. Hon hevur: - WAP -Skjótiklapp (til verjing) - Scrollknapp (til skjótari leiting) - Infrared (til telduna) - Stórt display - 4 spøl -1000 nøvn í goymslu -Vibrator - sí rest á www.nokia.com/phones/7110 .Nýggj: 3000,- Nú: 1500,- inkl.porto. triton_blue@yahoo.com VIDEOKAMERA Canon UC-V 200, hevur 22 x 20 mm/150 x digitalt 200 mm, við fylgja: ladari, taska, 1 band og leidningar til video 4.000 kr. Tlf. 447254 NOKIA 3310 í góðum standi, ladari, kassi og brúksforvirring fylgja við. Til sølu fyri 800 kr. Tlf. 447254 ERICSSON T68, nýggj, brúksforvirring, ladari og emballaga fylgja sjálvandi við. Til sølu fyri 3.750,- kr. Tlf. 447254 ERICSSON T20S til sølu. Tlf. 224910 FLYTING av sofu úr Danmark til Føroyar. Er tað nakar, sum hevur pláss at taka eina sofu við úr Danmark til Føroya. Vit gjalda fyri eykaútreiðslur. Tlf. 322077 OLJUTANGI Innioljutangi 1200 l. við tilhoyr, til sølu. Kostnaður 1.000,- kr. Hevur bert staðið inni. Tlf. 317636 URTAGARÐSMOLD Góð urtagarðsmold fæst við at ringja: Tlf. 218328 VINDEYGU 1 vindeyga B: 109cm; H: 118cm og 1 vindeyga B: 69cm; H: 118 cm. Í góðum standi. Til sølu fyri 350 kr. stk. Tlf. 423572 / 210560 NOKIA 5510 Tvær Nokia 5510 til sølu. Prísur: 1.500 kr. pr. stk. Tlf. 251237 / 266447 VINDEYGU 1 stk. vindeyga B: 178cm; H: 118cm (føst ramma). 1 stk. vindeyga B: 118,8cm; H: 80cm (uttan rút). Í góðum standi bíliga til sølu. Tlf. 315089 HEILSANIR Góða Teresa Hjartaliga tillukku við 9 ára føðingardegnum. Eisini ein heilsan til Rebekku. Heilsan gumman og Aron Góði Per abbin Hjartaliga tillukku við 60 ára føðingardegnum sunnudagin 11. august. Kærastu heilsanir frá Rúna Góðu tit bæði Hjartaliga tillukku við hjúnabandsdegnum, og Rannvør takk fyri tíðina á vøggustovuni. Heilsan vit allar Til skiparan lítla hjá ommu! Vit ynskja tær hjartaliga tillukku við prógvinum og føðingardegnum. Omma og abbi Góðu mamma, pápi og verforeldur Hjartaliga tillukku við silvurbrúdleypsdegnum. Alt tað besta í framtíðini. Heilsan Marta, Ása, Heini, Tina, Teitur, Bjørt og diddan Mamma! Tillukku í dag. David og Tonga Góði fitti Edvard! Hjartaliga tillukku við 6 ára degnum í dag. Takk fyri í summar. Eisini ein heilsan til hina á myndini. Alt tað besta. Ynskja omman og abbin á Sandi Hey fitti Edvard!!! Hjartaliga tillukku við 6 ára føðingardegnum í dag. Eisini ein heilsan til Súnhild. Bestu heilsanir Natasha C M Y K 33 32 Liðskiparin í Vejle er við aftur, men hetta viðførur neyvan, at føroyingurin verður á beinkinum sunnu- dagin ímóti Hvid- ovre. 1.DEILD DANMARK Páll Holm Johannesen Christian Høgni Jacobsen og Vejle skulu í øðrum um- fari í donsku fyrstu deild leika ímóti Hvidovre. Í fyrsta landskappingardyst- inum í ár, eydnaðist Vejle at vinna á útivølli ímóti upp- flytarunum úr Brønshøj. Hvidovre, sum er fyrr- verandi felagið hjá før- oyska landsliðsleikaranum, Óla Johannesen, vann eis- ini sín dyst seinasta viku- skiftið. Vejle er á heimavølli, og tí seta Christian Høgni og hansara menn nøsina upp- eftir trimum stigum. Hóast Vejle-liðið er sera ungt, so hava tey góðar vónir í fel- agnum, at liðið fer at standa seg væl í ár. Leiðsl- an í Vejle hevur sett sær sum mál, at innan tvey ár, skal felagið hava uppbygt at somikið gott lið, at felag- ið aftur verður at síggja í Superliguni. Christian Høgni á óvandum plássi Í dystinum seinasta viku- skiftið ímóti Brønshøj, royndi Christian Høgni seg sum høgra vongverja, og væl gekst, tí runavíkingurin legði upp til einasta málið í dystinum. Væntast kann tí, at Christian Høgni aftur verður at finna á høgra vongverja sunnudagin ímóti Hvidovre. Í vár spældi Christian Høgni einamest í álopi- num, men eftir at Vejle ognaði sær evnaríka áleyp- aran, Michael Blom, hevur runavíkingurin verið noyddar at tikið til takkar við at spælt á øðum pláss- um enn í álopinum. Til dystin sunnudagin, verður Vejle-liðskiparin, Calle Facius, við aftur, eftir at hava verið leikbannaður ímóti Brønshøj. Hetta ger, at Vejle-venjarin, Frank Petersen, helst ger nakrar broytingar á liðnum, so pláss verður fyri Calle Fac- ius á miðvøllinum. Møguligu broytingarnar á Vejle-liðnum, skuldu ikki havt við sær, at Christian Høgni ikki skuldi verið ímillum teir fyrstu ellivu hjá Vejle sunnudagin, tí hansara avrik seinastu vik- urnar hava verið sera sann- førandi. Christian Høgni skal finna stevið á vongverjanum Runavíkingurin í Vejle, Christian Høgni Jacobsen, skal sunnudagin royna seg ímóti Hvidovre, har føroyingurin skal royna at halda stevið frá seinasta vikuskiftið, tá legði upp til málið hjá Vejle. Mynd: Savnsmynd Budgetrestriktiónin Budgetrestriktiónin avgerð hvat ein forbrúkari kann keypa – tess størri budget, tess størri nýtslu. Brúkarin velur sjálvur hvat verður keypt, tvs. um hon velur at innflyta okkurt, ella um hon keypir heimamarknað- arvørur. Tískil kann eg ikki skilja at Búskaparráðið skrivar: »Gjaldoyra kann býtast við innflutningsvørur, men hevur onga ávirkan á hvussu nógv kann fram- leiðast av heimamarknað- arvørum.« Er tað ikki brúkarin sum avgerð um hon velur at nýta inntøkuna til at keypa heimamarknaðarvørur ella innflutningsvørur? Kann tað vera rætt at størri útflutningur av fiski ikki skapar størri heima- framleiðslu í Føroyum? Er tað ikki júst tað vit uppliva júst nú, hvar inntøkuvøkst- urin í fiskivinnuni bæði skapar størri innflutning og størri framleiðslu á heima- marknaðinum? Ein vøkstur í inntøkuni veksur um budgettið hjá brúkaranum og tískil keypir hon meiri av øllum teimum vørunum henni lystir – heimamarknaðarvørur eins væl og innflutningsvørur. Á búskaparfrøðiligum máli kann sigast, at »vanliga verður Walrasi- anska javnvágin givin av præferansunum hjá brúkar- anum, sum nyttumaksimer- ar út frá budgetrestriktión- ini, givin av prísunum og inntøkuni.« Á føroyskum vil hetta siga, at inntøkan frá fiski eins væl kann nýtast til heimamarknaðarvørur og innflutningsvørur, alt eftir hvar brúkarin fær størst gagn av tí. Hesin feilur, at budget- restriktiónin er gloymd, verður endurtikin fleiri ferðir í frágreiðingini frá Búskaparráðnum. Crowding out Í myndlaskitsuni hjá Bú- skaparráðnum hava inntøk- ur frá fiskivinnuni og ríkis- veitingini onga ávirkan á fólkaflytingina til ella úr Føroyum. Sostatt økist ar- beiðsmegin, og harvið framleiðsluorkan, ikki tá inntøkan frá fiskivinnuni ella ríkisveitingini økjast. Sagt verður: »Givið at gjaldoyragáv- urnar hava eina ávísa stødd, antin tær koma úr Danmark ella upp úr havinum, fæst bara meiri av eini vøru, um minni verður framleitt av eini aðrari vøru. Skulu tøku framleiðslumiðlarnir fram- leiða meira av einari vøru, mugu teir framleiða minni av onkrari aðrari vøru, líka- mikið hvussu nógvir peng- ar koma í umfar afturat.« Ein vanligur búskaparfrøð- ingur vildi nokk spurt: »Hevur Búskaparráðið nú avskaffa multiplikator- virkningin?« Um tað skal vera rætt at ongin multiplikatorvirkn- ingur er uppá langt sikt, skal búskapurin hava eina vælvirkandi crowding out mekanismu og tískil skulu vit hava fult crowding out uppá langt sikt. Hetta hava vit, sum áður nevnt, ikki í Føroyum, m.a. orsakað av fólkaflytingini. Undarligt nokk, so vísir javnvágsmyndilin at støðan er øðrvísi um talan er um olju: »Framleiðslan kan økjast ... tí at økti vælstandurin, ið økta framleiðsluorkan gevur, fer at tiltrekja meira arbeiðsmegi úr útlondum, bæði føroyingar og onnur.« Sostatt kann oljan draga fólk, men inntøkur úr fiski- vinnuni ella ríkisveitingini kunnu ikki! Hetta hongur í míni verð ikki heilt saman! Er so stórur munur á peng- um alt eftir hvørji vinnu teir koma frá? Eg vil ikki fara longur við tí her, men heldur lata kjakið halda áfram í bú- skaparfrøðiligum vísinda- ligum tíðarritum, har tílíkt teoretiskt kjak heldur hoyr- ir heima. Týdningarmikið av hava myndlar Kritikkurin skal tó ikki skiljast sum um at eg haldi tað vera skeivt at byggja ein javnvágsmyndil fyri Føroy- ar. Tvørturímóti er mín fat- an, at myndlarnir geva eina góða vitan um samfelagið, sum vit neyvan kunnu fáa uttan einhvørja myndla- byggjan. Kritikkur skal tó vera ein náttúrligur partur av kjak- inum um myndlarnar, tí kritikkurin avdúkar veik- leikar, so myndlarnir við tíðini gerast betur. Búskaparfrøði líkist flest øllum øðrum í lívinum – fólk hava ymiskar fatanir, talan er ikki um ein veru- leika, men um ymiskar fat- anir av veruleikanum. Myndlarnir eru við til at strukturera fatanina av veruleikanum, so búskap- arfrøðingar hava lættari við at kjakast. Tó vil eg nokk ikki geva meiri enn 03 ella 5 fyri skitsumyndilin hjá Búskap- arráðnum. Men tað kundi verið serstakliga áhugavert at hoyrt eitt óheft skoðsmál av onkrum útlendskum serfrøðingi sum fæst við myndlabyggjan. Sosia urin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Ti tøk Sos alur n Lýsingar Bilar Veðr ð