leygardagur 24. januar 1981síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
telf. 147 20. 11820
box 76, 3800 Tórshavn
Útgevari: p/f sosialurin
Fyritaks-
og bladstjøri:
Blaðmenn:
Tórfinn Smith (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Arbeiðsloysi
FØROYA ARBEIDARAFELAG, Havn-
ar Arbeidskvinnufelag og Havnar
Arbeiðsmannafelag hava skrivað til
landsstýrið um at skipa so fyri, at
tann fiskur, sum nú verður landaður í
útlendskum havnum, í mest møgu-
ligan mun verdur landadur her i
Føroyum.
FELØGINI visa á tað vaksandi
arbeiðsloysið, sum hetta førir til.
Flakavirki okkara standa tóm — fáa
ikki nakra råvøru, soleiðis at arbeiðs-
fólkið á teim flestu virkjunum lítið og
einki hava forvunnið síðani fyri jól.
FELØGINI vísa eisini á, at tað ikki
kann vera rætt, at flakavirki vera
bygd víða hvar í landinum við al-
mennum pengum, um fiskurin skal
flytast burtur ótilvirkaður.
TAÐ HEVUR verið vanligt føroyskt
politiskt reyp, at her á landi er einki
arbeiðsloysi. Her er nóg mikið hjá
hverjum, sum hevur vilja arbeitt.
Men so er kortini ikki longur.
AT ARBEIÐSLOYSI er eitt hvast
sverð skal eingin ivast í. Heldur ikki
politikararnir, sum tó sjálvir, í flestu
førum, eru væl bjargaðir.
HVUSSU LEINGI kunnu fólk, sum
ikki hava sína dagligu úrkomu svara
hverjum sítt?
OG IKKI GERST henda stóða okkara
betur, tá okkara arbeiðsloysið fyri ein
stóran part er sjålvgjørd. Tað gagnar
ávísum monnum og felggum betur at
lata bretar ella danir tilvirka okkara
fisk, heldur enn okkara egna verka-
fólk. Vit taka tí heilt og fult undir við
teim verkafeløgum, sum nú sum áður
hava latið við seg komið.
AT TAÐ HEVUR verið møguligt at
hildið arbeiðsloysinum so frægt
niðri higartil er takka farna landstýri.
Teir spardu ikki uppá oyruni, og lótu
krónurnar rulla, tá tað snúði seg um
arbeiðsskapandi íløgur og stuðul til
trongstadda vinnu. Men øll orsøk er
nú at óttast, tá vit vita, at teir, sum nú
ráða fyri borgum, fóru til val upp á
minni almenna uppílegging og stýr-
ing, men meiri vald til »egid-gagn«.
Býtið av lagkøkun
Øll minnast eitt 1. mei-
dagshald undir
tinghúsinum i Havn fyri
nøkrum árum síðani, har
Atli Dam, tåverandi løg-
maður og Pauli Ellefsen,
nuverandi legmaður
vóru millum reðarnar.
Pauli Ellefsen, núver-
andi legmaður, tosaði
um býtið av lagkekuni
Hann metti samlaða
samfelagságóðan ájavnt
við eina stóra lagkøku,
sum skuldi býtast
ímillum allar samfelags-
ins borgarar, soleiðis at
ell fingu ein rímuligan
part burtur av. Í hesi
reðu vísti hann á, at Atli
Dam, legmaður, sum
hevði flutt reðu beint
frammanundan, fekk
eina len, ið svaraði til
fýra ella fimm arbeiðs-
mannalenir. Pauli Ellef-
sen kom til ta niður-
stødu, at lagkøkan var
ikki rættvist bytt, at t.d.
parturin hjå løgmanni
var órímuliga stórur i
mun til hinar partarnar.
Sami rødari å 1. mei-
dagshaldinum i Havn ta
ferðina, er nú vorðin løg-
maður, og fær harvið tær
fýra ella fimm arbeiðs-
mannalenirnar, sum
hann sipaði til í røduni á
sinni. Men ikki nóg
mikið við tí. Hann hevur
boðað frá, at hann skal
varðveita fólkatings-
sessin eina tíð enn (t.v.s.
hava aðrar fýra ella
fimm arbeiðsmannalen-
ir), og at hann heldur
ikki sigur løgtingssessin
frá sær fyribils, men at
hann kortini vil gera
hetta í so góðari tíð
áðrenn komandi
legtingsval, at
varamaðurin fær tíð at
SOSIALURIN
»markera« seg.
Atli Dam varð valdur
legtingsmaður i 1970, 74
og 78. Eftir hvørt av
hesum valunum gjørdist
hann løgmadur og segð:
hverja ferð legtings-
sessin frá sær til frama
fyri næsta mann á listan-
um. Tað var ongatíð ein
spurningur um at gera
hetta í so góðari tíð
áðrenn eitt komandi val,
at varamaðurin fekk tíð
at »markera« seg, men
varð hetta altíð gjert í
fyrstu tingsetuni eftir
valið, so skjótt
samgonga var skipa og
legmaður og landsstýris-
menn vórðu valdir.
Við meireðuni hjá nú-
verandi løgmanni í huga,
høvdu øll roknað við, at
hann fyri tad fyrsta
segði bæði fólkatings-
sessin og legtingssessin
i við- -
merkingar
frå sær og fyri tad
næsta, at løgmanslønin
varð sett niður, soleiðis
at hon gjørdist ein rimu-
ligari partur av lagkek-
uni. Men hetta hendi
ikki. Ístaðin fyri situr
løgmadur, í hvussu er
fyribils, við meira enn 10
arbeiðsmannalenum.
Við fara at mæla løg-
manni til at seta seg nið-
ur at revidera sín part av
lagkekuni. Áðrenn kundi
hann lisið meireðuna hjá
sær sjálvum. Hon varð
prentað í Dimmalætting
tá. Og hvat við at lati
Johannes Martin Olsen
og Dánial Larsen fingið
eitt sindur burtur av løg-
manspartinum av
lagkekuni ???
Vilhelm Johannesen
Johanna og mentunarlivid i
Føroyum
Kæru Vágbingar, geri
tykkum nú íkki fyri
skommum. Verður Johan-
na sekt minkar respektin
fyri tykkum sum menta-
fólk munandi.
Hvat er mentan, spyr
onkur. Er tað kvæðini,
Varðin og Feroya Fólks
sangbók. Er tað ein ítrótt-
arhell og ein klubbi. Ella
kirkjan, skúlin og bóka-
savnið ?
Jú, hetta er alt mentan,
og mentan er eisini siðir,
staðarnevn og málburður
v/m sum finnst í eini bygd.
Stutt sagt, mentan er tað
sum fer framm í bygdini,
lívið í bygdini. Flakavirkið
skapar eisini mentan og
broytur mentan.
Hyggja vit at omanfyri-
nevndu mentunarvirði
kunnu vit spyrja: >Hvat
hevur bygdin sjálv gjert
fyri at gera lívið meira livi-
ligt fyri fólkið ?<
Feroyskar bókmentir,
kvæðini, Feroya Fólks
sangbók og kirkjan er
okkara mentunarliga iden-
titet, og skam fái ta bygd
og tann skúla sum ikki við
áhuga vísir hesum ans.
Bókasavn, skúlin og flaka-
virki eru stovnar sum ein-
hver sterri bygd noyðist
at hava.
Nú var ítróttarhellin og
klubbin eftir. Flest øll
munnu seta spurnartekin
við mentunarliga virðin-
um hjá klubbanum. Ítrótt-
arhellin, jú, her er mentan
so tað forslær. 75% av
ungdóminum nýtir 75%
av teirra frítíð í ítróttar-
hellini. Alt gott um ítrótt.
men soleiðis sum ítróttar-
áhugin veksur og veksur
um alt landið, má ein siga,
at áhugin hjá ungdómin-
um er nakað eintáttaður.
Hvat kann orsekin vera til
hetta. Itréttarleidararnir
kunnu ikki lastast. Teir
gera sítt besta fyri sína
sak, og tað lukkast
teimum sera væl. Nei, tað
eru tey sum arbeiða á
ødrum bógvi, t.d. við sjón-
leiki, tónleiki, ungdóms-
arbeiði av ymiskum slag,
umhvervi, varðveitan av
gomlum húsum — og
sluppum — og alt annað
frítíðarvirksemi, tey
megna ikki at koma upp-
undan. Hetta er fyrst og
fremmst okkara politikk-
arum fyri at takka. Fatan-
in av tí, sum ikki er breyð í
munnin er sera lítil hjá
teimum. Mentunar-
nevndir eru í hverjum
býráðið, men sita teir fyri
at menna mentanina ella
fyri at ansa eftir, at ikki
ov nógv verður brúkt til
mentan? Hvat hevur
Vágs bygd (fólk og
býráð) sjálvi gjert fyri at
gera lívið meira liviligt
har? Ting, sum ikki eru
lívsneyðug, men sum gera
tað meira hugaligt, gevur
eitt sindur av gleði til
hvenndagin, nakað til
nøkur fólk, annað til onnur
fólk. Í Vági eins og í flest
ødrum bygdum i
Føroyum, litid og einki.
Ein kann nevna nøkur
dømi um hvussu mentun-
arlig virði kunnu koma
fyri. Eitt nú vatnorkuút-
byggingin. Tit, sum ráða,
hava tit verið við Fjalla-
vatn og merkt tann friðin
sum har er. Tað tekur 1
tíma at ganga til
nærmasta veg. Nærum
eitt eindemi í Feroyum.
Kemur vegur er friðurin
burtur sjálvt um einki fólk
er har tá tú er. Hetta er ein
spurningur um >fornemm-
ilsi«, vit kunnu kalla tað
eitt mentunarvirði.
Gongugetan í Havn,
somuleiðis.
Eg havi hoyrt, at
nýggja ætlanin fyri út-
byggjan av Vágs bygd
inniheldur ætlanir um at
leggja veg gjøgnum vatn-
ið. Er hetta neyðugt, er
eingin onnur loysn ?
Professionellur sjónleik-
ari gjørdi í nøkur ár stórt
arbeiði fyri sjónleikara-
virksemi í Feroyum men
noyddist at fara av land-
inum tí arbeiðskor vóru av
myndugleikunum ikki
lagað fyri hann. Men til
stjóra fyri Árhus Teater-
skole, tað kundi hann
brúkast til.
Dúgliga hevur verið
skriva um tónleikaundir-
vísing. Her er eisini
okkurt heilt galið.
Í stevnuskránni til
býráðsvalið í Havn skriv-
ar ein flokkur um teirra
mentunarpolitikk okkurt
sovorði: „Stuðul skal
latast til mentan í tann
mun hetta kann lata seg
gera«. Jú, her vóru stórir
tankar um at gera nakað
við mentanina so vit av
rettum kunnu kallast eitt
mentafólk
Feroyingar eru, eins og
nógv onnur smá fólkasleg,
glaðir fyri seg sjálvar, ikki
minnst tá vit sammeta
okkum við danir. Eitt,
sum verður sagt, er, at teir
eru so páhaldandi. Men
vita tit, at hver dani gevur
100 kr. um árið fyri at
hver feroyingur skal hava
10.000 kr. meir, hetta eru
40—50.000 kr. fyri hverja
familju. Jú, tá er lagað
manni at vera spendabil.
Hartil sigur onkur, at vit
keypa alla okkara veru úr
Danmark cg at teir soleið-
is tjena pengarnar inn
aftur. Hetta er sikkurt
rætt, men so mugu vit
vera glaðir, at hava funnið
ein handil, hvar vit kunnu
keypa engros. Tað sum eg
vil fram til er, at vit í Før-
oyum hava munandi
meira pengar at brúka enn
grannalondini. Har hevur
nærum hver kommuna ein
musikskúla hvar
íhvertfall nakrir av læra-
runum eru professionellir
musikarar. Professionell
sjónleikarhús eru i hvørj-
um sterri býi. Amater-
mentunarlívið trívist av
somu orsek sera væl, har
eru góðir vegleiðarir at
hjálpa. Og hvat er orsøk-
in: Pengar og haraftrat
tey rettu fólkini at umsita
hesar. Er tað nakar, sum
hevur ráð til eitt ríkt
mentunarlív, so eru tað
føroyingar.
I hinum norðanlond-
unum tosaðu politikkarar
fyri nekrum árum síðan
um, at 1% av ársins
bruttcårtøku skuldi vera
latið menningarlondunum.
k
ære
MG