Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-01-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. januar 1981síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Eg vil siga: >Latið 1/2% av tí vit vinna við at handla engros við Dan- mark til mentunarút- bygging, so skulu vit síggja. Tá vilja Føroyar blóma mentunarliga. Vit résa okkum av, at so stør dygd er i okkum tå talan er um fiskari og fiskiidn- að. Man dugurin ikki eisini vera í okkum, tá talan er um mentan. Vit eru bert enn eftirbátar í so máta. Og nú »Jéhannu«. Er veruliga eingin bólkur av fólki har suðuri, sum vil varðveita Johannu T.d. okkurt ítróttarfelag, býráðið nyggjårsnevndin, klubbin, framhaldsdeildin í skúlanum, ella næming- arnir á HF skeiðnum. Ella ein áhugabólkur, sum aftur til hevur til endamál, júst at varðveita og ístandseta hetta mentunarvirðið. Tit eldru menn í bygdini, sum ikki arbeiða so nógv meira, hevði tað ikki verið gott sum ítriv at farið umborð har og arbeitt av og á. Eitt betri minni um farna tíð enn ein vekur slupp á fjørdinum kann neyvan hugsast. Nú vóru tað tit, Vág- bingar, sum fingu alla skoluna, men umber meg, tað var >Jóhanna< sum var hin vælkendi dropin. Mentunarvinur NB. Sóu tit sjónvarps- sendingina við Íslendska forsetanum sunnukveldið. Har er sjálvur forsetin eitt umboð fyri mentunarlívið. Bara Óli Nú er nýtt landsstýrið skipað. Eitt landsstýrið, sum vit av rettum kunnu kalla »Sambandslands- styrid«. Tá seinasta lands- stýrið varð valt, atkvøddi Óli Breckmann ikki fyri tí, eitt landsstýri har Fólkafl. var ein av somgonguflokk- unum. Hetta tvímenniskja, Óli Br. — áður tjóðveldismaður og íðin danskt hatari — hev- ur nú atkvett ja fyri einum Sambandslands- stýri, sum bókstaviliga er myndað av svertum sam- bandsmonnum. Tá tríflokkarnir (S. — F. Sj.) klandraðust seg fram til eina samgongu, lótu teir leka út, at Smyril við tað sama skuldi leggjast fyri teym. Hilmar Kass segði seg ikki at hava broytt steðu, og vit mugu í dag geva honum rætt, at hesaferð »kittadi« hann ikki. Sum ikki einaferð var tað Fólkaflokkurin, sum vísti sítt steðuloysið. Samgongan (J. — T. — F.) var neyðtikin av Fólka- flokkinum: Smyril skuldi leggjast fyri veturin. Tað fyrsta ein hoyrir, nú nýggja samgongan er skipað, er, at Smyril fer at halda fram við vetrar- siglingini, og verður so helst lagdur til næsta vetur. Á jú, í bleðum, út- varpið og á annan hátt saboteraðu teir vetra- siglingina, síðan lata teir skipið sigla, fyri so til sein- ast at siga: »Ja síggja tit nú, so ljót blivu Smyrla- tølini«. Skammid tykkum. Er slikt tråverdigheit Jogvan Sundstein? Illa fórst tú stakkalin. Vóru tit menn, ja so legdu tit Smyril »sama dag«, sum Sam- bandslandsstýrið var skipað. Men hvat, hetta at vísa ábyrgd og andlit hevur altíð verið ókent hja Fólkaflokkinum. Kann vera, at menn nú vóru keddir hver av eðrum. Hví so ikki siga tað Óli. Ella var tað tí tú av óvana hevði ligið ov leingi í javnaðarkoyggini, at tú, luksus-charmerurin í Hoydelum, fyri at minna teg sjálvan aftur á gamlar dagar, kreyp inn í aðra koyggju: sambands- koyggjuna. Maðurin, ið legði hesa neyðtekuætlan „ dl rættis, Óli Breckmann, er kendur at nýta skitin vápn. Hevur føroyskt met fyri at vera stevndur fyri ljótt skrivingarlag. Vit vita at Óli, sum hann sjálvur sigur í Dagbl. Nr. 3—81 um seg sjálvan: „er so væl førur fyri við síni skriving at verja sjónar- miðini hjá Fólkafl. >Men Óli, í tíni skriving, er tú ikki annað enn ein mammudrongur. Alt tað tú noktar eðrum, tað loyvir tú tær sjálvum. Verður tú kroystur, ja so kemur eitt lesarabræv í Dagbl. undir dulnevni.. Altso: mamman, mamma tað var ikki eg. Tú, Óli hevur á valfundi rópt, at tú verður jagstr- aður, tú gert tað aftur í Dagbl. nr. 3 — 81. Sig mær, hvat kallar tú stílin, tú brúkar móti Árna Dahl? Har leggur tú honum bæði eitt og annað í skógvarnar, sigur Árna at hava gift seg til eina politiska meining. Hverja politiska meining hevur tú gift teg til Óli? Eg spyrji, tí eg veit ikki hvar song tín stendur fyri tíðina. Smartur hevur tú altíð verið. Tekur Póland upp í álop títt á Árna Dahl fyri so niðanfyri at skriva stóra grein við mynd av Lech Valesa. Óli, Lech Valesa er kommunistur og ikki fólkaflokksmaður, og so er tað líka mikið, hvussu tú skrivar, og hvat tú roynir at billa fólki inn. Um Lech Valesa visti, hvat tú brúkar hann til, hevði hann bæði rodna og »skitid í buks«. So mangan, tå Oli Breckmann hevur brúkt seg, hevur ein hoyrt menn sagt: >Well, hatta er bara Óli“. Kjartan Mohr, sáli, var entá so góður av sær, at hann segði Ole Lukøje, Mær tykir, at hetta er ikki „bara Ólia. Aftan fyri hetta »bara« goymir seg eitt tvímenniskja í ólukku- máta, ið kann gerast okkum ógvuliga vandafult. Hoyr hansara orðalag — hansara tali- hátt — og leita so aftur í seguna. Ongantíð er ov skjótt at hesin »bara Oli« verður avdúkaður, soleiðis at fólk sær sjálvan Óla. Jallur Góður deyða- dómur - 47 ára gamli Harry Perry úr Illinois var fyri trimum árum síðani deyðsdómdur av læknum. Hann hevði eina ólekiliga sjúku, og fekk boð um, at hann í mesta lagi kom at liva eitt ár afturat. Hann hugsaði hvussu hann nú best kuudi fáa nakað burturúr hesum seinasta ári sínum, og gjørdi av, at ferðast so nógv hann kundi. Til hetta endamál tók hann bæði nógv og stór lán í ymiskum bankum. Hann ferðaðist, og kendi seg friskari fyri hvenn dag sum før. Komin aftur til USA fór hann aftur til lækna, men nú var eingin lækni sum kundi ávísa nakra sum helst sjúku í kroppi hansara. Fegin men erkymlaður gjørdist hann, tí hvussu skuldi hann gjalda skuld sína aftur? Hann gjerdi ikki vandari enn at stevna teimum læknum, sum áður høvdu dømt hann til deyða — og vann sakina. Hann fekk ikki minni enn eina miljón fyri »tort og svida« og kundi lættliga gjalda hvørjum sitt. Men sjalvandi åtti eg heldur takka teimum fyri deyðadómin, tí eg havi ongantíð liva betri enn júst nú, sigur Harry. 2 milj. Slakar tvær miljónir fingust fyri hesa stand- myndina í eini upp- boðsselu í London. Myndin er av Gregor XV páva og tað er itelski listamaðurin Giovanni Lorenzo Ber- nini, sum hevur gjert hana. Fyri tveimum árum síðani visti eingin hver ið hevði gjert myndina, og var hon tá seld á eini privatari uppboðsselu fyri bert 1200 krónur. Keyparin má sigast at hava verið heppin. Til S. M. M. Í fyrsta Sosialinum í ár skrivar tú eina grein: »Tann borgarliga samfel- agskakan«, sum eg lutvis takið fullt undir við, men tá tú skrivar: (Citat) >Teir fingu tingformannin og formannin í Figgjarnevnd- ini, her við hjálp frá tjóð- veldismanninum Ova Mikkelsen, arbeiðarahjar- ta hjá tjóðveldinum, ja tað er so sum so<. Ja so haldi eg, at tú yvirvurderar mini evnir ikki so lítið. Væl kann eg verða raskur til tíðir, men at eg, sum siti í andstødu og so- statt ikki atkveddi fyri — hverki tingskrivara ella formanni í fíggjarnevnd- ini, nú skal hava megna, at Fólkaflokkurin fekk tingformannin, og Sam- bandsflokkurin formannin í fíggjarnevndini, tað er nú reyp. S. M. M. Til tína — lát- andi — óvitandi hylling á politiskum leikum á tingi og í nevndum, skal eg bert upplýsa teg um, at tá flokkar samrådast um samgongu, so treyta teir sær sessir í ymiskum nevndum og eðrum, — for- handla um, hver skal hava hvat, t.d. hver flokkur skal eiga tingskrivarin og hver formannin í fíggjar- nevndini o.s.fr., áðrenn nakað samgonguskjal verður undirskrivað. Eisini skal tú vita at sit- andi samgonga við sínum stersta valbólki altíð eigur teir báðar tveir fyrst valdu í teim størru nevnd- unum. So góði S. M. M. Lat verða við at koma við sovornum fávitskum tvætli. Hettar mítt >Arbeiðara- hjarti«, tað er nú ikki so sum so, men er og vil altíð verða tað sama yvirfyri okkara minni múgvandi fólki bæði á landi og á sjógvi. Og vildi eg ynskt, at títt hulduhjarta S. M. M. ikki einans hevði eitt heiti av at verða sosia- listiskt, men odnaði onkuntíð yvir småmanna- kor, sum er heldur óvan- ligt millum tínar flokksfel- agar. Havi eg misskilt teg, so hoyra okur aftur frá tær úr hulduheygnum. Við heilsan Ove Mikkelsen Vágur tann 13. jan. 1981 Luttakið skrivið um i Sosialinum ! meiningar stutt í kjakin- tykkara | Filmseftirlitið Fyri nekrum árum síðani bleiv sett á stovn eitt so- kallað filmseftirlit, sum helst hevði tað til endamál at censurera teir filmir ið blivu vístir í okkara bio- grafteatrum, runt um í landinum. Soleiðis at eingin filmur varð vístur sum kundi gera meira skað enn gagn. Eg eri ein av teimum-sum gangi nokk so nógv í bio, men undrist eg ofta á, um hesin filmurin virkuliga er censureraður, ja so kann fyri tann skuld alt gera tað sama. Hvat í allari verð ganga so hasir menn eftir?. Og tá ið síðani fjarsýn er komið so at siga í hvert einasta heim í Fer- oyum, har vit kunnu síggja bæði ditt og datt. dugi eg ikki við mínum besta vilja at síggja hvat vit skattaborgarar skulu av við nógvar. pening til eitt slíkt nyttuleyst felag. Har sita tei tríggir: Eyðun Joensen, Sigurd Joensen og Peter F. Chris- tiansen og fáa so og so nógvan pening fyri hvenn film teir síggja, og tað er ikki so lítið tað snýr seg um. Eisini fari eg í hesum viðfangi at spyrja: eru hesir menn valdir fyri lívs- tíð? Aðrir menn og neynd- ir síggja vit blíva trúliga skift út 4. hvert ár, men ikki hesir. Tit nývaldu landsstýris- menn. Spar henda pening fyri okkum skattabórgara. . Letur tað seg ikki gera, so havi rættvisa manna- gongd og lat aðrar sleppa framm at 4. hvert valár. Svein