Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-01-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. januar 1981síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 SOSIALURIN Atli Fossådal, nyggi bygdarådsformadurin i Haldarsvikar kommunu: Ungdómurin flytur Haldarsvíkar kommuna: Nýggja bygdaráðið — meðan bíðað verð- ur eftir byggiplani — Vit missa nógv av okkara ungdómi úr kommununi, tí cad er so striltið at fáa grundstykki her norðuri. Nogv sekja um grund- stykki, men vit hava einki at vísa teimum á, tí byggi- planurin fyri kommununa er ikki liðugur enn. Hetta sigur tann ný- valdi bygdarådsformad- urin i Haldarsvikar kommunu, Atli Fossådal i samreðu við Sosialin. Nýggi formaðurin, sum er 36 ára gamal, hevur ikki luttikið í kommunalpoli- tikki áður. Hann starvast annars sum fangaverur í tórshavn. Vit hittu hann í telefon- ini í vikuni. Hann sigur, at spurningurin um grund- stykki hevur skund at loysa, skal ikki besta fólkið ikki rýma heilt úr bygdunum. Hesi fólkini hevur kommunan ikki ráð at missa, skal nekur fram- tíð spyrjast á plássunum har norðuri. Nógv bíða eftir grundstykki Í letuni eru tað umleið 16 fólk, sum hava biðið um at fáa grundstykki: 4 á Langasandi, 8 í Vík og 4 í Tjernuvík. Tá flakavirkið kom varð nógv bygt í kommununi, men hesi seinastu árini hevur lítið verið bygt. Tað hevur eis- ini verið sera trupult at fáa eki til keyps frá privat- um. Uppá fyrispurning um Haldarsvíkar - kommunu fer at hækka skattapro- sentið í 1981 sigur Atli Fossádag, at staða ikki er tikin til hetta enn, men tað er ikki óhugsandi. Skattaprosentið upp Havnaútbyggingin kemur at kosta kommununi fitt av peningi, sigur hann. Skattaprosentið var í fjør 13. Tá var eisini umhugs- að at hækka tað, men hetta varð av ongum. Annars er lánibyrjan hjá kommununi undan havna- útbyggingini umleið 1,2 mill. kr. Flakavirkinum tørvar ein fiskibåt aftrat Flakavirkid i Vik er tad einasta stóra arbeiðspláss- ið í allari kommununi. Tá nógv er at gera á virkinum arbeiða umleið 60 fólk har. Tey eru úr Tjernuvík, Vík, Langasandi, Hvalvík og Hósvík. Í fjer tók virkið ímóti umleið 2600 tonsum. Hetta var nakað meira enn í 1979. Víkanes og Fiskivarði avreiða fast til virkið umframt eitt stórt tal av opnum bátum um várarnar. Haraftrat hevur virkið fingið nakað av fiski frá íslendskum bátum meðan ein rættulig stór negd, heili 800 tons, komu frá strandabátum. Nú strandingar hava fingið sítt egna virki fara neyvan teir at avreiða í Vík í hesum árinum. Men víkamenn vóna at tað fer at bera væl til hjá Atian- tis, sum teir hava keypt. Hann hevur síðani í august í fjer partrola saman við Columbus. og hevur hann avreitt í Vík. Tervur á einum báti aftrat Frá teimum festu båtun- um hava teiv á flakavirk- inum meguleika at fáa eini 1300 tons. Hetta er tó ov lítið uppá árið, tí virkið kann arbeiða væl meira enn 3000 tons. Men á virk- inum rokna teir við at fáa nakrar lastir frá eðrum bátum eisini. Men tað kemst ikki uttan um, at tað er tørvur á einum báti til virkið aftrat. Vit spurdu formannin á flakavirkinum, Poul Grunnveit, um teir hava nakra ætlan um at keypa bát. Hann sigur, at enn er eingin ávís ætlan, men teir kanna teir meguleikar, sum eru og ætla at keypa bát til virkið, um høvi býðst. — Hevdu vit ein bát aftrat, so var sloppið, leggur hann aftrat. Utbyggja Ætlanin er eisini at út- byggja virkið við einum saltfiskahúsa og einum ísvirki, um fígging fæst. Samlaði partapeningur- in í flakavirkinum í Vík er í dag uppá 1,3 mill. kr. Haldórsvíkar, Hvalvikar og Koilafjarðar kommun- ur eiga nakað av partapen- inginum — legtingið nakað — meðan privatfólk fyri tað mesta í Vík eigur restina av partapeningin- um. Higartil í ár hevur annars verið lítið av av- reiðingum í Vík. Atlantis hevur enn ikki verið úti, tí hann bíðar eftir Colum- bus, sum er í Danmark, har hann fær ymsar ábet- ur. Tað hevur eisini viðrað illa til fisk í januar mánað. Virkið í Vík hevur tikið ímóti 15 til 20 tonsum higartil í ár. Nýggja bygdaráðið í Haldarsvíkar kommu- nu, sum varð valt í de- sember í fjer skipaði seg nakað herfyri. Atli Fossádag úr Vík er for- maður, og Dávid Da- vidsen úr Tjernuvík er næstformaður. Hinir bygdaráðslimirnir eru: Heðin Olsen, Tjernu- vík, Mikkjal Samuel- sen, Vík og Paulivan Johansen, Vík. Triggir av bygda- ráðslimunum eru nývaldir. Teir eru Atli Fossádal, Mikkjal Sa- muelsen og Heðin Olsen. Tað vóru annars tríggir listar til bygda- ráðsvalið í Haldarsvík- ar kommunu. Tveir listar vóru í Tjernuvík og ein í Vík. Fyrrver- andi bygdaráðsformað- urin, sum er úr Vík, varð ikki uppstillaður til seinasta bygdaráðs- val. Bert ein listi var til skúlanevndina í kommununi. Hesi fimm vórðu tí vald uttan val: Hansa Sa- muelsen, Hannepoula Samuelsen, Hanarnina Fossádal og Jaová Hansen. Skúlanevndin hevur skipað seg við Hansu Samuelsen sum formanni. Í umboðsnevndina hjá SEV er valdur Niels Hansen á Bakka, og í felags renovatións- nevndina er Dávid Da- vidsen valdur. Teir báðir hava eisini rekt hesar nevndarsessir frammanundan. Følkatali i kommu- nuni er í dag umleið 330. I Vik búgva 230 fólk, í Tjernuvík 80 og á Langasandi umleið 20. Langasandur: Ætla at byggja men sleppa ikki Langasandur hoyrir til Haldarsvíkar kommu- nu. Har búgva í dag umleið 20 fólk. Einki arbeiðspláss er í bygdini og bygdafólkið arbeiðir tí aðrastaðni m.a. í Vík, á Skála og í Havn ella menn eru til skips. Eins og í hinum báðum bygdunum í kommununi, so er trupulleikin eisini á Langasandi tann, at fólk sleppur ikki at byggja, fyrr enn byggi- ætlanin fyri ekið er gjørd. Eingi grund- stykki kunnu útvegast sum er. Vit hava tosað við Amaliu Højsted, bóndakonu á Langa- sandi. Hon sigur, at tað vísir seg, at fleiri eru hugað at seta búgv á Langasandi, men sum er kunnu grundstykki ikki útvegast, tí byggi- planurin er ikki klárur. Tað eru skjótt 10 ár síðani, at maðurin doyði og síðani tá hevur Amalia Højsted sjálv sitið vid festin- um. Hetta er eitt kongsfesti uppá 2 merkur og 4 gyllin. Til festið hoyra 120 seyðir. Tá maðurin livdi hevdu tey tríggjar kýr í kjall- aranum, men nú er eingin. Amalia sigur, at ætlanin er, at elsti son- urin, sum í dag er gift- ur og býr í Havn, skal taka yvir eftir hana. Hann hevur grundstykki í bygdini og ætlar at fara undir at byggja, men hann hevur higartil ikki fing- ið veg til stykkið. Nú verður so bíðað eftir byggiplaninum. Vit síggja Gjánoyri fremst á myndini og norðan- fyri liggur Langasandur. Fyrr var arbeiðspláss her á hvalasteðini. Nú er einki arbeiði í bygdini