leygardagur 24. januar 1981síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Havnin í Haldarsvík verður nú útbygd:
Grótbrot á Víkanesi
biligasta loysnin
— alt verður gjørt fyri at tað ikki skal misprýða
náttúruna
Um gott eitt ár nýtist
monnum í Haldarsvíkar
kommunu ikki at hava
ampa á sær at hava bátar
og skip liggjandi við
bryggju í havnini í Hal-
darsvík í illveðri. Tí tá
skuldi 1. byggistig av út-
byggingini av havnini
verið liðugt. Tá kemur ein
langur verjugarður at
liggja suður eftir nakað
uttanfyri landið og gera
havnina kyrra.
Tað hevur leingi verið til-
trongt at beta um havna-
viðurskiftini í Vík, har ein-
asta arbeiðsplássið í
kommununi, flakavirkið,
liggur. Tá tað er illveður,
og hann er vestan- og út-
nyrðingur í ættini er nógv-
ur rennisjógvur í havnini.
Hetta ger, at bátarnir fáa
ikki ligið við bryggju.
Tá ringast stendur til
mugu menn tí fara suður
um Streym til Hvalvíkar
at leggja bátarnar. Fyri at
beta um hesi viðurskiftini.
er nú farið undir at út-
byggja havnina í Vík.
Talan er um eina heild-
arætlan fyri havnina, sum
er í fýra byggistigum. Á
núverandi havnaætlan hjá
landinum er bert peningur
tekur til at fara undir 1.
byggistig. Tað er at gera
eitt grótkast úr norðara
landinum og suður eftir.
Hetta fer at hava við sær,
at tað verður kyrt á
havnini og liggjandi í
ellum veðri.
6 mill. kr.
1. byggistig er mett at
kosta knappar 6. mill. kr.
Tað er Traktorfelagið í
Seldarfirði við teimum
báðum, Dáva Jacobsen og
Rasmus Rasmussen, sum
skulu gera arbeiðið. Teir
eru longu farnir í gongd
við at grava omanav og
spreingja. Arbeiðið er
mett at vara í einar 14
mánaðir.
Farið verður so undir at
gera ein arbeiðsveg frá
landsvegnum norðan fyri
bygdina. Hesin vegurin
fer at ganga oman í Tan-
gannagjógv og oman í
fjørduna. Orsekin til at
farið verður oman í fjørd-
una er tann, at tað er
dyrkadur bøur millum
fjørduna og landsvegin.
Sidani verdur lagdur
vegur og grótskast allan
vegin gjøgnum fjerðuna
til áraka kirkjuna. Har fer
grótkastið so á sjógv og
rekkur einar 300 metrar
suðureftir til tað verður
nakað áraka pierin uttan-
fyri flakavirki.
Nógv grót
Tað skulu brúkast umleið
90.000 kubikmetrar av
gróti til grótkastið. Alt
hetta grótið verður
sprongt út norðuri á Víka-
nesi. Tað hevur verið
frammi í einum av bleðun-
um, at fólk í Vík hava
mótmælt ætlaða grótbrot-
inum á Víkanesi.
Sosialurin hevur sett
seg í samband við fyrrver-
andi bygdaráðsformannin
í Haldarsvíkar kommuni,
Poul Grunnveit. Hann sig-
ur, at skriv varð sent runt
í bygdunum fyri at mót-
mæla hesum grótbrotin-
um, men at tað vóru bert
heilt fá, sum skrivaðu
undir.
Tað vóru umleið 20 eig-
arar til jerðina, har grót-
brotið nú verður gjert.
Teir flestu av eigarunum
seldu jørdina beinanvegin.
meðan nakrir ikki vilja
selja hana. Hon verður tí
ognartikin.
Vánaligt grót við
Víkabarm
Poul Grunnveit vísir á, at
spurningurin um, hvaðani
grótið skuldi koma frá,
hevur verið kannaður
gjølla. Ætlanin var at fáa
grótið norðuri við Víka-
barm, sum er nærhendis
Tjernuvík. Men tá ein
jarðfreðingur hugdi eftir
staðnum kolldemdi hann
beinanvegin grótið, sum
kundi fáast haðani. Tað
var alt ov vánaligt grót.
Hann vísti síðani á tríggj-
ar aðrar meguleikar.
Ein var norðuri móti
Enninum við Tjernuvík.
Her vóru so umleið 500
metrar at koyra eftir
gomlum og smælum veg.
Menn hildu ikki, at vegur-
in fór at taka hesa tungu
ferðslu. Haraftrat kom, at
tað vóru nakrir kilometrar
at koyra grótið, so tað fór
at dýrka útbyggingina
nógv. Tí var tann megu-
leikin sleptur.
Síðani var eitt eki
suðuri á Bjørgum millum
Langasand og Vík. Eisini
her fór at vera langur
teinur at koyra grótið,
umframt at koyrast skuldi
gjøgnum sjálva bygdina.
Hetta mettu menn heldur
ikki var nøkur góð loysn.
Víkanes bíligast
Triðji møguleikin var
norðuri á Víkanesi norðan
fyri Vík. Haðani var stutt
at koyra og fór tað eisini
at vera bíligasta loysnin.
Poul Grunnveit vísir
annars á, at alt er gjert
fyri at grótbrotið skal ikki
koma at misprýða ov
nógv. Tá grótbrotið er
liðugt verður ein slætti
uppá umleið 10.000 kvm.
Har er ætlanin at koyra
mold út yvir og sáa græs.
Seinni kann so steða
takast til, um hesin
slættin skal brúkast til
okkurt endamál t.d. idna.
Sjálvt benið verður 16
metrar hegt. Tað verður
býtt sundur. Á miðjuni
verður gjørd ein hyli 8
metrar uppfrá, har mold
verður koyrd í. Ein skrái
verður gjerdur, har gras
verður sáað í, so hyllin
verður øll grøn.
Ynskja góða havn
Poul Grunnveit sigur víð-
ari, at stersti partur av
fólkinum í kommununi
ynskir at fáa eina góða og
trygga havn og at tað
verður arbeiðsligt á flaka-
virkinum. Tað er flaka-
virkið, sum eigur lív í
bygdunum og tað er eisin
tað, sum bygdin hevur
satsað uppá.
1. byggistíg av havnini
kemur helst ikki at geva
meiri atlegupláss. Um so
er, at peningur verður
eftir, so skal bygdaráðið
taka steðu til tað.
Meiri atlegupláss
seinni
Hvat hinum trimum
byggistigunum viðvíkur,
so er enn einki fastlagt við
vissu: hvussu nógv skal
gerast, og hver raðfylgjan
verður. Men ein heildar-
ætlan er so gjerd. Sam-
bært hesa ætlan kemur øll
útbyggingin av havnini at
kosta einar 13. mill. kr.
Ætlanin er at leingja træ-
brúnna niðanfyri flaka-
virkið norðureftir móti
sandinum. Eisini er ætlan-
in at gera atløguplåss úr
longdu træbrúnni vinkul-
rætt móti grótskastinum.
Haraftrat skal pierurin
sunnanfyri flakavirkið
leingjast við 15 metrum.
Eisini er meguleiki at gera
atløguplåss innanfyri
grótkastið.
Sandurin hvørvur!
Síðani er tað sandurin.
Ætlanin fyri hetta ekið
verður helst hon, sum
verður seinast framd, um
so er, at kommunan
ynskir henda part
gjørdan. Her er nevniliga
talan um at leggja gråt
omanå sandin og fylla
ekið millum land og grót-
kastið út, so har verður
eitt rættliga stórt eki. Tá
er so ætlanin at veita ánna
út um grótkastið.
Spurningurin um sandin
hevur enn ikki verið nógv
frammi í tjakinum, tí
hesin parturin av byggi-
ætlanini liggur nakað væl
frammi í tíðini. Men tað
eru tey, sum meina at við
at fylla út við gróti verður
meguleiki at fáa stórt
spæliplåss sum t.d. veii í
samband við skúlan.
Skúlin liggur nakað mið-
skeiðis omanfyri sandin
og spæliplássið á skúlan-
um er rættiliga lítið sum
er.
Spell at missa
sandin
Vit hava spurt nývalda
bygdaráðsformannin Atla
Fossádai, hvat hann held-
ur um ætlanina at fylla
grót omaná sandin í Vík.
— Tað mátti verið ein
stórur missur, um vit
mistu sandin. Tað eru eis-
ini nógvar bygdir, sum í
dag ongan sand hava. ið
kundu hugsað sær ein.
Tað verður so steða tikin
til seinni, sigur hann.