mikudagur 28. januar 1981síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 7 — Mikudagur 28. januar 1981
Suðringur fekk »topppris« í Tysklandi:
William Heinesen fing-
ið KRITIKERPRISEN
Danska utvarpid bar månamorgunin tey tidindi, at
rithøvundurin
donsku
SEN fyri 1980.
William
bókmentaheiðurslenina
Heinesen hevur fingið
KRITIKERPRI-
William Heinesen fær heiðurslenina fyri bókina
»Her skal danses<, sum kom út seinasta heyst og
sum longu nú er komin í fleiri upplegum.
Tað eru danskir
tøkmentaummælarar, sum
avgera, hver fær KRITIKERPRISEN, sum verður
givin fyri bestu bókaummælini í einum ári. William
Heinesen fær heiðurslenina handaða 3. februar
Seldu sjálvir fisk fyri 3/4 millión -
Fiskasølan slapp ikki av við hann
Fiskiskipið, flakavirkið og seluliðið — tey trý samanhangandi liðini í føroysku fiskivinnuni. — Tað er okkurt heilt
galið, tá flakavirkini, ið ikki kunnu taka ímóti fiskinum, tí fiskasølan ikki kann selja hana, sigur skiparin á Sudringi,
Mortan Johannesen
— Tað er okkurt heilt galið
við einum ella eðrum liði í
okkara selufelagskapi, tá
Fiskaselan ikki kann selja
eina last av smærri konga-
fiski og nakað av svartkalva
— sum vit síðani sjálvir selja
fyri toppprís.
Hetta sigur skiparin á Suð-
ringi, Mortan Johannesen í
samreðu við Sosialin. Mortan
vísir á, at teir eftir seinasta
túrin ætlaðu at landa lastina
til flakavirkið á Tvøroyri.
60% av lastini var smærri
kongafiskur miður í 35 cm og
vigaði millum 600 og 700
gram, meðan 40% var svart-
kalvi.
Kundu ikki taka
hann
Frá flakavirkinum á Tveroyri
fekk Suðringur at vita, at teir
kundi ikki taka ímóti fisk-
inum, tí Fiskaselan sleppur
ikki av við eina tílíka last.
Mortan Johannesen upp-
lýsir víðari, at teir tí fjørdu
av sjálvir at fara til Týsk-
lands við lastini, hóast hetta
var ímóti teirra vilja, tí tað jú
fór at fera til arbeiðsmiss á
flakavirkinum á Tveroyri.
Men her var so einki annað
at velja í — heldur til Týsk-
lands at fáa ein hampuligan
prís enn at lata lastina fara til
mjel ella til minkafóður, tá
Fiskaselan ikki kann selja
tað á annan hátt.
Suðringur legði tí leiðina til
Cuxhaven, har hann fekk
besta prís, ið hugsast kann,
fyri lastina, tilsamans 3/4
mill. kr. Miðalprísurin fyri
tann smáa kongafiskin var
5,60 kr. kilo. Mortan Johan-
nesen sigur, at hetta var
kongafiskur um 35 cm men
ikki í nánd av tí smáa konga-
fiskinum, sum týskarar hava
fiskað undir Feroyum.
Fyri svartkalv fingu teir 5
kr. kilo.
Mortan sigur víðari, at tað
er ógvuliga stórur eftirspurn-
ingur eftir kongafiski til tíðir.
Fyri bestu stedd fæst prísur
upp á 10 kr. kilo. Í Føroyum
fåa skipini 1,80 kr. kilo plus
nakað av studningi fyri sama
fiskin.
Uppá fyrispurning um
Fiskaselan ger ov lítið við at
kanna tílíkar marknaðir sum
henda Suðringur nú avreiddi
til, sigur Mortan Johannesen,
at tað helst er so.
»Katastrofalt«
— Okkara umboðsmenn
ringdu til mín longu í desem-
ber og segdu okkum, at prís-
urin fór at vera í »toppi« i
vikuni frå 19. til 23. januar.
Hetta var eisini rætt. Vit
vóru einasti bátur, sum av-
reiddi hesa vikuna.
Mortan heldur annars
sjálvur, at fiskaselan einsvæl
átti at sloppið av við eina
tílíka last, um teir gjerdu
nakað fyri tað.
— Eg meti tað verða »kata-
strofalt« at hetta skal henda.
Fyri tað fyrsta er lítil fiskur
komin uppá land í Feroyum í
januar og so liggja bátarnir
og sigla niður til Týsklands,
tí flakavirkini vilja ikki taka
fiskin.
— Eg kann bert fáa tað
burturúr, at Fiskaselan vil
ikki selja fiskin. Hví hetta er
so stendur so enn ósvarað,
sigur Mortan Johannesen at
enda.
-
Framhald å sidu 3
50 fólk missa arbeiðið
Eini hálvthundrað fólk
verða arbeiðsleys í hálvan-
triðja mánað nú í vár og so
aftur í heyst, tá summar-
siglingin heldur uppat.
Feroyingar missa sum
heild »good-will« uttan-
lands. Útlendingar fara av
stað við tí góðu fraktrut-
uni í Norðsjónum.
Hetta eru nakrar av av-
leiðingunum av avgerð
landsstýrisins at steðga
vetrarsiglingini hjá
Smyrli, sig“ stjórin á
Strandferðsiuni, Tummas
Arabo. Hann sigur seg
vera vónsviknan av, at
ongin annar tekur við sigl-
ingini, so hon blívur ver-
andi á føroyskum hond-
um. Tí tað er og verður
nógv at flyta í Norðsjón-
um.
52 fólk hava siglt við
Smyrli í vetur. Tey hava
sjálvandi eina uppsagnar-
tíð, men frá hálvum mars
til summarsiglingin
byrjar síðst í mai verða
tey flestu teirra uttan
arbeiði hjá Strandferðsl-
uni. Og tað sama endur-
tekur seg, tá Smyril í
heyst væntandi verður
lagdur fyri veturin.
Smyril hevur í vetur
ongantíð siglt inn tær
500.000 kr. um vikuna,
sum eru neyðugar fyri, at
tað skal mala runt. Tað
mesta, hann er komin
uppá, eru 450.000 kr.
Trupulleikar hava verið
av ymsum slag. Í letuni er
t.d. verkfall í havnini í
Aberdeen.
Framhald á síðu 3
Sjónvarpið komið til Mykinesar:
Sjónvarpið er komið til
Mykinesar. Tað eru
bert 14 dagar síðani, at
mykinesfólk fyri fyrstu
ferð sóu sjónvarp í
oynni. Hetta vóru
sendingar úr Havn,
sum tey kundu taka frá
antennuni í Sandoynni.
Tað eru í ietuni tvey
sjónvarpstól í Myki-
nesi. Nú rættuligt ill-
veður hevur verið í
langa tíð og eingin
postur ella annar farm-
ur er komin til oynna
hverki við skipi ella
helikoptara í skjótt ein
mánaða — er alt bygda-
fólkið savnað við sjón-
varpstólið um kveld-
arnar.
Í letuni liggja tríggir
mans veðurfastir í
oynni. Teir hava verið
úti at umvæla brek á
fýrinum. Teir komu út
við helikoptaranum
næstseinasta sunnu-
dag og skuldu af aftur
oynni við helikoptar-
anum næstseinasta
týsdag. Men helikopt-
arin hevur verið í ólagi
Veðurfastir í Myki-
nesi — stytta um
tíðina við sjónvarpi
síðani og verður ikki
klárur fyri enn síðst í
hesi vikuni. Sjóvegis
hevur tað ikki viðrað
rættiliga leingi.
Sosialurin hitti ein
av teimum veðurfestu í
telefonini månakvøld-
ið. Tað er Martin Niel-
sen av Vatnsoyrum.
Hann sigur, at teir
royna at stytta um let-
urnar vð sjónvarpi. Tá
okkurt er at síggja er
oll bygdin savnað við
sjónvarpstólið.
Tey í bygdini hava
lagt ein 300 metrar
langan kaðal út á
Kumlu og sett eina
vanliga sjónvarps-
antennu upp har. Hon
móttekur so signalið
frá antennuni í Sand-
oynni. Myndin er so
heilt hampulig.
Martin Nielsen held-
ur annars fyri, at sjón-
varpið kann vera ringt
nógva staðni, men har í
oynni kemur tað so væl
við — í hvussu so er um
veturin.