mikudagur 28. januar 1981síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
Vatnsoyrafólk vilja búgva á Vatnsoyrum:
Tað almenna má hjálpa við
SOSIALURIN
at loysa kloakspurningin
Vegurin til Miðvágs må gerast heilt av nýggjum
Vatnsoyrar er einasta
bygd í Feroyum, sum ligg-
ur inni í landinum. Í bygd-
ini, sum hoyrir undir Mið-
vágs kommunu, búgva í
dag umleið 50 fólk. Fólka-
talið er vaksandi
Tað eru bert 10 ár síð-
ani, at Vatnsoyrar ongan
lim hevði í bygdaráðnum í
Miðvági. Hesi seinastu
fýra árini hevur Martin
Nielsen, telefonmaður,
umboðað Vatnsoyrar í
Miðvágs bygdaráð.
Sosialurin hevur tosað
við hann um teir spurning-
ar, sum eru átroðkandi at
loysa hjá bygdini sum so
Kloakkin saman við
drekkivatni
Fyrst og fremst er tað
kloakspurningurin. Í dag
rennur kloakkin hjá vatns-
oyrafólkum út í Servágs-
vatn. Hetta vatnið er sam-
stundis drekkivatn hjá
miðvingum.
Nógv hevur verið tosað
um, hvussu hesin spurn-
ingurin skal loysast.
Nevnt hevur verið at
pumpa kloakvatnið annað-
hvert til Miðvágs ella
aðrarstaðir. Her hevur so
verið uppá tal at fera klo-
akkina yvir í hana á flog-
vellinum, sum síðani fer
víðari til Servágs. Martin
Nielsen sigur til hetta, at
besta loysnin er uttan iva
at fera kloakkina til Mið-
vágs
Hann nevnir í hesum
sambandi, at tá farið verð-
ur undir at gera vegin
millum Vatnsoyrar og
Miðvágs, tá er besta
loysnin at' pumpa kloak-
vatnið til Miðvágs. Við-
víkjandi hinum meguleik-
anum er tað at siga, at
kloakkin skal lyftast
hægri upp til flogvellin —
og haraftrat kkemur, at
her kemur hon at renna út
í eina aðra kommunu, sum
kann seta ávís krev.
Eingin dálking
— men!
Hvat viðvíkur drekkivatn-
inum úr Servágs vatni, so
hava kanningar verið
gjørdar, og tær visa, at
har er eingin dálking frá
kloakkini av Vatnsoyrum.
Hetta kemst av, at vatnið
er so stórt, at tað reinsar
seg sjálvt. Royndirnar
vístu, at vatnið er eins
reint og tað, sum finst í
haganum.
Miðvingar fáa sítt
drekkivatn frá syðra enda
á vatninum, meðan klo-
akkin av Vatnsoyrum
rennur út í norðara end-
anum. Hóast kanningarn-
ar vístu, at eingin dálking
er, so heldur Martin Niel-
sen, at tað skuldi verið
nóg mikið bert at vita, at
ein kloakk rennur út í
vatnið. Tað má hava sínar
vansar, at.tílíkt kloakvatn
rennur út. har fólk annars
fær sítt drekkivatn.
Almenna má hjálpa
Martin Nielsen vísir á, at
Vatnsoyrar er einasta
bygd, sum liggur inni í
landinum. Sjálvandi
hevur bygdin fingið vega-
samband eins og aðrar
bygdir, men, leggur hann
aftrat, tað er neyvan
nekur bygd í Feroyum,
sum ikki hevur fingið eina
lending, ein drátt ella
annað. Har hevur so
ongantíð verið nakað slíkt
uppá tal á Vatnsoyrum av
náttúrligum orsekum.
— Tí haldi eg, sigur
Martin Nielsen víðari, at
tað er ikki annað enn rímu-
ligt, at landið hjálpir til
við at loysa kloakspurn-
ingin í bygdini. Hesin
spurningur er nevniliga
ein av trupulleikunum hjá
okkum.
Vegurin vandamikil
Umframt kloakspurningin
er vegurin millum Vatns-
oyrar og Miðvág eitt av
hevuðsmálunum at loysa.
Hesin vegurin liggur sum
hann var, tá hann upp-
runaliga- varð gjørdur.
Bretar bettu eitt sindur
uppá hann undir krígnum,
men so er ikki meira gjørt.
Vegurin er ógvuliga
vandamikil at koyra eftir.
Í stoðum er hann dupult-
ur, aðrastaðni einkultur.
Serliga fyri tey, sum ikki
eru kend við vegin, er
hann sera vandamikil.
Tann fremmandi veit av
góðum grundum íikki,
hvar hann skal halda av
fyri mótgangandi ferðslu,
tí sýnirnar eru so út av
lagi vánaligar.
Samanstoytir
Tað er einki nýtt, at vága-
menn royna at fáa henda
vegin gjerdan. Talið á
ferðsluvanlukkum er stórt
eftir júst hesum vega-
strekkinum, og herfyri
fingu fólk álvarsligan
skaða undir einum saman-
stoyti.
Martin Nielsen sigur, at
hetta mál var eitt av
teimum fyrstu, sum teir
løgdu fyri landsverkfrød-
ingin og vega- og havna-
nevndina, tå teir tóku við
næstseinasta bygdaráði,
men har hendi einki.
Martin Nielsen vísir
annars á, at tað er av
týdningi at bæði kloak- og
vegaspurningurin verður
loystur skjótt. Verður
vegurin gjørdur heilt av
nýggjum, so kann kloakk-
in leggjast í vegin. Lands-
verkfreðingurin hevur
gjørt uppmátingar og
hevur lovað at hjálpa
kommununum.
Byggingin
Men eitt er so at samla
kloakkirnar á
Vatnsoyrum. Síðani er at
føra kloakkina teir fimm
kilometrarnar til Miðvágs.
Hetta tekur tíð, og tí er at
fara til verka so skjótt til
ber, sigur Martin Nielsen.
Hann vísir annars á, at
eisini norðari partur av
Miðvági kann fáa brúk
fyri kloakkini, verður hon
ferd tann vegin.
Kloakkspurningurin á
Vatnsoyrum er eisini nært
tengdur at byggingini í
bygdini. Tað er so, at tað
ber ikki til at byggja stórt
meira av húsum, fyrr enn
verulig greiða er fingin á
kloakviðurskiftunum.
Vilja búgva har
Uppá fyrispurning um
nógv fólk búseta seg á
Vatnsoyrum sigur Martin
Nielsen, at vatnsoyrafólk
vilja helst búgva á Vatns-
oyrum. So hvert tey vaksa
til og eisini vatnsoyrafólk,
sum giftast aðrarstaðir,
tey vilja helst koma aftur
til Vatnsoyrar. Tey vilja
búgva í tí bygd, tey eru
vaksin upp í.
Hesi seinastu fýra árini
eru 2 hús bygd á vatns-
oyrum.
Tað er eisini væl av
arbeiði at fáa í bygdini.
Snikkaravirkið á Vatns-
oyrum hevur 8 til 10 fólk í
arbeiði. Haraftrat er báta-
smiðja i bygdini.
Bygdaplanur
Í letuni verður seinasta
hond legd á nýggja bygda-
planin fyri Miðvágs
kommunu. Har eru so eitt
eki eystanfyri Vatnsoyra
bygd lagt av til útstykk-
ing. Tá verða eini 15
stykki íalt. Martin Nielsen
upplýsir, at vegur má
gerast, áðrenn stykkjað
verður út har. Tað verður
neyvan farið undir henda
veg, fyrr enn tað er aktu-
elt við meiri bygging.
Fimm hús og Snikkaravirki á Vatnsoyrum:
Brúka onga olju
— upphiting frá
saguspønunum
Teir alsamt vaksandi oljuprisirnir gera ikki so
nógv um seg á Vatnsoyrum eins og aðrastaðni i
landinum. Síðani í august í fjør erú fimm sethús
umframt snikkaraverkstaðurin á Vatnsoyrum
upphitað frá brendum saguspenum á Snikkara-
virkinum.
Ein teirra, sum fær upphitingina henda vegin,
er Martin Nielsen, bygdaráðslimur. Hann sigur,
at tað hevur riggað ógvuliga væl, og at tey brúka
so gott sum onga olju.
Tað hevur kostað nakað at skaffa útgerð til at
fáa upphiting frá brenniovninum hjá snikkara-
verkstaðnum, men hesar ílegur fara at vinnast
inn aftur eftir fáum árum, sigur hann.
Grafikkgáva
til Norður-
landahúsið
Í samband við at Norðurlanda hús verður bygt í
Feroyum hevur Nordisk Grafisk Union gjert av
at lata nýggja stovninum eina gávu til ognar. Tað
eru 165 grafisk listarverk, sum norðurlendsk list-
arfólk hava gjert.
Framsýningin er at síggja í Listarskálanum í
Havn frá komandi leygardegi. Annars sigur
nevndin í Norrena felagnum frá, at tað verður
limafundur i Listarskálanum mikukveldið
klokkan 20 og ikki sum áður lýst í Mettustovu.
Umframt filmsfyrivísan verður rundvísan í tí
Norðurlendsku Grafisku framsýningini.
Sparið OLJU!
Tit, sum ikki hava lagt tað heita vatn-
ið um til koparrør, gerið tað nú. Vit
gera tað skjótt og væl.
Eftir kl. 18 telefon 12440