mikudagur 28. januar 1981síða 3
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A
3
SOSIALURIN
Stor luttøka á
skeidinum hjå
Kommunu-
felagnum
Yvir 50 félk hava tekn-
að seg til skeiðið i
kommunalari = umsit-
ing, sum Feroya
kommunufelag skipar
fyri á Hotel Vágum
seinnapartin í hesi
vikuni.
Hetta er betri undir-
teka enn Kommunufel-
agið hevði roknað við.
— Vit roknaðu við í
mesta lagi 40 luttakar-
um og vónaðu , at tað
komu einir 30, sigur
skrivarin hjá felagn-
um.
Luttakararnir eru úr
16 kommunum. Bert
ein er úr kommunu,
sum ikki er limur í
Kommunufelagnum.
Skeiðið er ætlað
kommunustýrislimum,
kommunuskrivarum og
kommunalum starvs-
fólki. Nógvir fyri-
lestrar verða hildnir
um tey ymisku økini í
kommunalari = umsit-
ing. Millum fyrilestrar-
haldararnar er fíggjar-
málastjórin hjá Reyk-
javíkar kommunu,
Bjørn Friðfinnsson.
Innbrot uttan
herverk
Tað er nógvir mátar at
gera innbrot. Men
tann, sum bleiv
brúktur móti eini kiosk
í Klaksvík mánanátt-
ina man vera heldur
sjáldsamur. Í staðin
fyri at bróta rútin, sum
er tað vanliga, er hann í
hesum ferinum tikin úr
í heilum líki og settur í
aftur. Hann bleiv kort-
ini ikki kittaður, men
hann stóð so har. Inn-
brotstjóvarnir fóru síð-
ani út aftur gjøgnum
dyrnar — við einum
kassa av veikum geli,
20—30 pakkum av
sigarettum og einum
bunka av »tekni-
serium«.
Nýggja landsstýrið og fíggjarlógin:
Avgera nú um uppskotið
hjá Demmusi kann brúkast
Fyrsta viðgerðin av fíggjarlógini í legtinginum verður meguliga
longu nú í vikuni
Landsstýrið fer í hesi vik-
uni at taka steðu til, um
tað skal broyta fíggjarlóg-
aruppskotið fyri 1981/82,
sum fráfarna landsstýrið
legði fyri tingið í de-
sember.
Torbjern Poulsen,
landsstyrismadur, segåi i
gjár, at so skjótt legmað-
.ur kom heim aftur, fór
landsstýrið at viðgera
fíggjarlógaruppskotið.
Torbjørn Poulsen kundi
ikki upplýsa, um broyt-
ingar verða gjerdar.
Fíggjarlógin skal vera
samtykt innan 1. apríl, tá
Gongugøtan í Havn:
mótmæltu
hon kemur í gildi. Tor-
bjern Poulsen sigur, at tað
er ynskiligt, at fíggjar-
nevndin hevur hana til
viðgerðar í í minsta lagi
hálvanannan mánað og at
henda viðgerð er liðug í
seinasta lagi 15. mars.
Hetta bendir á, at lands-
stýrið miðar ímóti, at
fyrsta viðgerðin av fíggj-
arlógini verður longu nú í
vikuni.
— Men, segði Torbjørn
Poulsen í gjár, tað er enn
ikki avgjørt, í hverjum líki
fíggjarlógaruppskotið ver-
ður.
Fleiri og fleiri havnar-
fólk taka undir við
mótmælinum um aftur
Fíggjarlógaruppskotið
hjá fráfarna landsstýrin-
um javnvigar við 761,3
mill. kr. Hetta er ein
hækking uppá 76 mill. kr.
samanborið við fíggjarlóg-
ina fyri 1980/81.
Táverandi landsstýris-
maður í fíggjarmálum,
Demmus Hentze, sigur í
uppskotinum, at tá nýtt
landsstýri = er skipað,
hevur verið vanligt, at
nýggja landsstýrið leggur
fram fíggjarlógaruppskot
av nýggjum, annaðhvert í
sama líki ella við broyt-
ingum.
Eini 500 fólk vóru á
mótmælisfundinum
sunnudagin og av teim-
at lata akferðslu ganga
gjøgnum miðbýin —
ella rættari gjøgnum
um skrivaðu 250 undir
mótmælið, sum ein
bólkur av Feroya lær-
»gongugøtuna«.
araskúla í síðstu viku
handaði borgmeist-
aranum. Sostatt er
samlaða talið av undir-
skriftum komið upp á
1150.
Men mótmælið fær
helst ikki nakra ávirk-
an. Sambært borg-
meistaran í síðstu viku,
verður málið ikki tikið
upp til politiska við-
gerð. Og í gjár segði
setti býarverkfreðing-
urin, Trygvi Guttesen,
við Dimmalætting, at
fyrireikingarnar at lata
uppaftur fyri akferðslu
byrjaðu fyrsta dagin.
Á mótmælisfundin-
um var sangur, upp-
lestur av yrkingum,
fólkamusikkur við
spælimonnum og
dansur og hoppan.
A ————"|Q—
50 fólk...
Framhald av síðu I
Tann negativa skriving-
in í útlendskum bleðum
um siglingina hevur eisini
gjørt sítt til at gera tað
truplari, sigur Tummas
Arabo.
— Og tað er líkt til, at
okkara egnu landsmenn
hava staðið aftanfyri hesa
skriving.
Henda skriving hevur
fort til, at viðskiftafólk
hava aftrað seg við at
gjørt langtíðarsáttmálar
við Strandferðsluna um
flutning. Tí tað hevur í
allan vetur staðið í m.a.
donskum og norskum
blødum, at nú steðgar sigl-
ingin fyrsta dagin.
Seldu sjálvir...
Framhald av síðu 1
Vit hava vent okkum til
stjóran á flakavirkinum á
Tveroyri, Hera Mortensen og
biðið hann um eina viðmerk-
ing til seluna hjá Suðringi.
Heri Mortensen sigur, at
Mortan Johannesen, skiparin
á Suðringi greiddi virkinum
frá, at teir høvdu eina last,
har 1000 kassar vóru svart-
kalvi undir 3 kilo, og restin
var kongafiskurin millum 35
— 40 cm.
— Tað vísir seg, sigur Heri
Mortensen víðari, at Fiska-
selan kann ikki ella hevur
trupuleikar at selja eina tílíka
last fyri okkum. Tí segdu vit
við Mortan sum var, at hann
fór ongan prís at fáa fyri fisk-
in.
Tað vísir seg, at fiskur,
sum vigar undir 1 kilo, hevur
Fiskaselan trupult við at
selja. Hann kann neyvan
skerast til blokk til USA, tí
har eru eingir pengar í. Tá
skal minimumsflakið vera
120 gram.
Ikki selja fisk
35 — 40 cm
Skal hann so seljast ísað-
ur, tá krevur Fiskaselan,
at minimumsvektin á flak-
inum skal vera 150 gram.
Tí er neyðugt við fiski,
sum hevur eina
bruttovekt uppá 1 kilo —
og skal fiskurin viga 1 kilo
skal hann vera umleið 40
cm.
Heri Mortensen leggur
aftrat, at Fiskasølan sum
er 1 dag kann ikki selja
fisk sum er millum 35 og
40 cm fyri flakavirkini.
— Hvussu ber tað til?
- Fiskasølan hevur ein
ella fleiri keyparar í Týsk-
landi. Tað má so vera tí, at
teir ikki vilja keypa hann.
— Vil tað siga, at Fiska-
selan hevur bundið seg til
at selja til bert tann eina
ella tveir seljararnar ella
ger hon ov lítið fyri at
sleppa av við fiskin ?
— Tað veit eg so ikki.
Heri Mortensen leggur
tó aftrat, at steðan eisini
er tann, at bátarnir í Fer-
oyum sjálvandi hava
meguleika at kanna
marknaðin, áðrenn teir
selja. Teir eru heldur ikki
noyddir at selja á markn-
aðinum hverja ferð. Heri
sigur at enda, at tað uttan
iva kann vera trupult at
sleppa av við eina tílíka
last til eina og hverja tíð,
men at siga, at fiskurin
ikki kann seljast, er bein-
leiðis skeivt.
Síða 3
Spurningar
um
skatt
Regin Thomsen svarar
Ongin lentakara-
frádráttur til
dagrektar-
mammur
Eg havi fyri stuttum
fingið bræv frá kommu-
nala líkningarvaldin-
um, har sagt verður, at
lentakarafrádráttur i
sambandi við yrki mítt
sum dagrøktarmamma
ikki verður góðtikin.
Er tað veruliga so, at
starvið sum dagrektar-
mamma ikki gevur
rætt til lentakara-
frádrátt ?
Dagrøktarmamma
Dagrektarskipanin í
Tórshavnar kommunu
varð sett á stovn á
heysti 1974 og í sam-
band við stovnanina
varð fyrispurt hjá líkn-
ingarmyndugleikinum,
Tórshavnar líkningar-
nevnd og Líkningarráð
Feroya, hvussu inntek-
an hjá dagrektar-
mammunum skuldi
verða skattað. Eftir
uppskoti frá sosialfyri-
sitingini í Tórshavnar
kommunu og leiðaran-
um fyri dagrektini varð
viðtikið av Tórshavnar
likningarnevnd og
Líkningarráð Føroya,
at eins og t.d. i Dan-
mark skuldi 1/3 av
gjaldinum, sum dag-
røktarmamman fær
fyri > børnini, vera
skattafriur, t.v.s. rokn-
aður sum verulig út-
reidsla til mat, slit av
heimi o.tl., meðan 2/3
skuldu vera skatt-
skyldug inntøka.
Løntakarafrådråttur
varð ikki loyvdur, tå
tað at vera dagrektar-
mamma varð roknað
sum liberalt yrki, har
1/3 av inntekuni varð
roknaður at dekka
veruligar útreiðslur.
Henda skipanin er tó
bert galdandi, tá talið
av bernum er 7 ella
minni. Um barnatalið
er sterri verður reglu-
ligur roknskapur
kravdur.
Provisión
Tá ið tú fært eitt nýtt
lán í banka ella spari-
kassa, tekur stovnurin
sær provisión. Er talan
um stórt lán, so er eis-
ini talan um fitt av pen
ingi í provisión. Tann
bankin, eg havi lán í og
sum eg fekk uppgerð
frá beint eftir nýggjár,
roknar provisión upp í
»rentu goldin í árin-
um«, men sparikassin
ger ikki hetta sama.
Eg vildi ti spurt, um
henda provision er at
rokna eins og renta i
sjålvuppgåvuni.
3
Um tú tekur nytt lán í
banka ella sparikassa,
rindar tú stovningar-
provisión av láninum.
Henda provisión er ein
ávísur prosentpartur
av upprunaláninum, og
verður hon roknað út
við handamegi, tá láni-
skjelini verða skrivað.
Tann loypandi rentan
av skuldini og tann
loypandi provisión,
sum bankarnir rokna
sær, verður samantald
og sett á kontoavritið
við árslok undir heitin-
um »Renta
årinum«.
Samb
goldin
galdandi
praksis er stovningar-
provisiónin at rokna
sum renta, tá sjálvupp-
gávan verður gjerd. Í
teimum ferum, tá lán-
ini eru tikin til vinnu-
ligan bygning ella til
amboð í einumhverjum
vinnuvirki, kann henda
provisión verða drigin
frá beinleiðis í inntek-
uni, meðan provisiónin,
har talan er um lán í
privatum sethúsum,
verður roknað sum
renta av privatari
skuld, og gevur rætt til
frádrátt í útroknaða
kommunu- og
landsskatti við 42%.