Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-01-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. januar 1981síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Suni Joensen, nýggi bygdaráðsformaðurin í Sandavági: Átroðkandi at skaffa grundstykki og skapa arbei0smøguleikar Skattaprosentið ikki hægri — Hevuðsmálið hjá nýggja bygdaráðnum verður at skapa arbeiðs- meguleikar í bygdini og at skaffa ungfólkinum grundstykki. Hetta sigur nýggi bygdaráðsformaðurin i Sandavågi, tann 32 åra gamli Suni Joensen. Suni Joensen hevur síðani 1976 arbeitt sum tannlækni i bygdini og hevur sum so ikki luttikið í bygdaráð- arbeiði fyrr Nú hevur hann so saman við fýra eðrum átikið sær at arbeiða fyri og menna bygdina hesi næstu tvey árini. Akuttur tervur Suni Joensen vísir á, at grundstykkjaspurningur- in hevur verið ein trupul- leiki hjá bygdini leingi. Hesin spurningurin má loysast onkunsvegna innan alt ov leingi, tí annars flytur ungfólkið av bygdini. — Eg meti, at tað er ein akuttur tervur á grund- stykkjum í Sandavági í letuni. Vit hava ein góð- kendan bygdaplan, sum vit mugu royna at arbeiða innanfyri. Vit koma megu- liga at broyta okkurt, men ráðsformaðurin tað verður so ikki stórveg- is. Privat ogn Nýggi bygdaráðsformað- urin í Sandavági sigur víð- ari, at ein av teimum stóru trupulleikunum hjá kommununi í samband við grundstykki, er tann, at tað er so nógv jerð, sum er privat ogn, meðan bert eitt sindur er á almennum hondum. Tí er torfert at fáa grundstykki, og bygdaráðið aftrar seg at ognartaka jørå. Suni Joensen leggur aftrat, at tað tí er ein av hevuðsuppgávunum hjá nýggja bygdaráðnum at skaffa grundstykki til ungfólkið. — Eg havi var- hugan av, at tað eru fleiri, sum vilja seta seg niður her í bygdini. 15 grundstykki í ár! Uppá fyrispurning hvussu nógv grundstykki komm- unan miðjar ímóti at hava byggibúgvin í hesum árin- um sigur Suni Joensen, at tað er ilt at meta um nú, men hann heldur, at eini 15 grundstykki høvdu v verið eitt hóskandi tal. Skinnvirkið Vilma. Neyðugt við fjølbroyttum vinnumeguleikum, sigur nýggi bygda- Kommunan eigur nakað av jerð Inni í Urnamørk. Men har er brættlendi, og tað er tí eitt sindur tver- ligt at gera eki byggibúgv- ið. Tað var tó júst hetta ekið, sum var lættast at fáa hendur á hjá kommun- uni. Annars liggur nógv av byggilendinum í tí gamla bønum. Suni Joensen sigur, at teir hava enn ikki tikið steðu til, um teir skulu lata part av bønum fara til grundstykki, ella um teir heldur skulu royna at fara út á meiri grunna jørd aðrarstaðir. Hetta eru so spurningar, sum nýggja bygdaráðið kemur at taka steðu til. Fjelbroyttari vinnulív Suni metir annars, at so skjótt sum eitt meira fjøl- broytt vinnulív verður í bygdini, so fara fleiri ung- fólk at steðast betri á plássinum. — Tað eru ikki øll, sum hava áhuga fyri at arbeiða á einum flakavirki t.d. Tí mugu vit royna at fáa vinnulívið eitt sindur fjel- broyttari. Í hesum sambandi kann nevnast, at undanfarna SOSIALURIN ES Sandavágur í dag. Avgerandi neyðugt við fleiri grundstykkjum bygdaráðið fór undir at gera eitt ídnaðareki klárt á Giljanesi. Har er so ein vegur gjerdur frá nýggja havnarlagnum fram við bakkanum og niðan í landsvegin. Alt ekið, sum liggur í samband við henda vegin, skal brúkast til idnadarendamål. Suni Joensen sigur, at hetta arbeiðið er næstan liðugt og kunnu áhugaði, sum ætla at fara undir ídna, fáa grundstykki. Rogn og skinnvirki Annars er í umbúnað at byggja eitt rognvirki á Giljanesi. Henda ætlanin er komin væl áleiðis. Í let- uni verður grundstykkið gjørt byggibúgvið og arbeitt verður við at leggja seinastu hond á projektið. Tað eru eisini onnur arbeiðspláss í Sandavági. Eitt nú er stórt maskin- snikkaravirki, ið ger hurð- ar, vindeygu o.a. Har er síðani skinnvirkið Vilma, ið hevur bygt stóran bygning á Giljanesi. Í letuni verður bygd ítróttarhell og tvær nýggj- ar skúlastovur á Giljanesi. Hetta er nakað, sum Mið- vágur og Sandavágur eru saman um. Teir eru nú farnir undir stoypi- arbeiðið. Havnin Síðani er tað havnabygg- ingin. Her eru Miðvágur og Sandavágur eisini í felag um at gera útbygg- ingar av verandi havn í Miðvági. Nakað herfyri var ein langur pierur gjerdur og ætlanin er nú at gera umleið 100 metrar av atleguplássi millum henda nýggja pierin og ein longur inni í havnini. Í dag er alt ov trongligt í ver- andi havnarlag — so henda útbygging kemur at vera ein góð hjálp. Annars eru umleið 300 metrar, sum meguleiki er at gera til atlegupláss. Skattaprosentið Skattainntekan hjá Sanda- vágs kommunu var í fjør uppá 3. mill. kr. Skatta- prosentið var 14. Uppá fyrispurning um skatta- Tað varð rættiliga stór útskifting við bygda- ráðsvalið í Sandavági í desember í fjer. Fýra av teimum fimm bygdaráðslimunum vór ðu nývaldir. Bert tann eini hevur sitið í bygda- ráðnum áður. Tað er Leivur Joensen. Fyrr- verandi bygdaráðsfor- maðurin, Heini Petersen stillaði ikki uppaftur. Valið hesaferð var ópolitiskt eins og sein- ast. Tveir listar vóru og fekk annar listin tríggjar mans og hin tveir. Limirnir í Sandavágs bygdaráði eru hesir: Suni Joensen, Leivur Joensen, Jóannes Niel- sen, Oddmar Ørvarodd og Osmund Joensen. Bygdaráðið hevur skip- að seg við Suna Joen- sen sum formanni og Leivuri Joensen sum næstformanni. Síðani eru eisini limir i tær ymsu nevndirnar valdir. Í Havnanevnd- ina, sum er felags- nevnd hjá Miðvági og Sandavági, ið hava felagshavn, eru valdir Osmundur Joensen og Leivur Joensen. Bygd- irnar velja hver sínar tveir limir og skiftir formansskapurin á hverjum ári. Nú hevur Miðvágur formans- skapin. Eisini Skúla- nevndina eru Miðvágur og Sandavágur felags Bygdaráðið í Sandavági prosentið fer at hækka í ár sigur Suni Joensen, at teir hava ikki enn lagt fíggjar- ætlanina men hann vil halda, at skattaprosentið fer at vera tað sama í ár, nevniliga 14. um. Bygdirnar velja hver síni tvey umboð, og sóknarpresturin er feddur formaður. Sandavágur hevur valt Jens Erik Nielsen og Annfinn Petersen í nevndina. Bygginevndin fyri bygging av ítróttarhell hevur fimm limir. Skúlafyrisitingin velur tríggjar og Miðvágur og Sandavágur hver sín nevndarlim. Fyri Sandavág er valdur Jóannes Nielsen. Í Barnaverndarnevn- dina sita Vilhelm Niel- sen, Joen Jacob Thom- sen, Jóhs. Olsen, Jens Erik Nielsen og Gutti Petersen. Í umboðsnevndina hjá SEV eru valdir Carl Petersen og Oddmar Ørvarodd. I Heilsunevndina eru valdir Oddmar Ørva- rodd, Leivur Joensen og Johannes Joensen. Í stýrið fyri Ellis- heimið er Suni Joensen valdur. Sum umboð í Kommunufelagið er Osmund Joensen valdur. Og sum umboð í Fer- oya Ídnaðarfelag er Oddmar Ørvarodd valdur. Í Felagskommununa i Vågum hevur Sanda- vágur valt Jóannes Nielsen sum sín lim.