mikudagur 28. januar 1981síða 5
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
GR
i
i
|
OS
SOSIALURIN
Síða 5
Eingin fiskur í fleiri mánaðir:
Stórt arbeiðsloysi
í Vágum — keypa tí
franskan trolara
Flestu bátarnir eru á laksaveiðu — eingin fiskur
til Snarfrost enn
Miðvágur og Sandavágur hava felagshavn. Í ár er ætlanin at gera 100 metrar av
atløgubryggju innanfyri báðar pierarnar
Mánamorgunin fóru
Johan á Plógv, skipari í
Sandavági og aðrir til
Fraklands at hyggja eftir
einum trolara, sum ætlan-
in er at keypa.
Orsekin til at menn nú
royna at keypa útlendsk
skip, er tann, at steðan hjá
flakavirkinum í Miðvági
er út av lagi vánalig.
Eingin fiskur er komin
uppá land síðani í novem-
ber í fjer, og hetta kemst
av, at teir flestu av bátun-
Vakstrarhúsið á Lofti:
Arbeiðir við ætlan
at minka um olju-
útreiðslurnar
Kann spara 50%
Teir stødugt hækkandi olju-
prísirnir skerja
meguleikarnar hjá feroysku
vakstrarhúsunum at fáa nóg
mikið burtur úr. Eitt av
vakstrarhúsunum liggur á
Lofti í Sandavági.
Kári á Lofti sigur, at 1980
gav umleið eina hálva mill.
kr. í umsetningi. Við hesum
melur tað dánt runt. Tað eru
serliga oljuútreiðslurnar sum
tyngja framleiðsluna. Í fjer
brúkti vakstrarhúsið umleið
50.000 litrar av olju. Hetta
kostaði
90.000 kr.
Kári á Lofti hevur saman
við Steðisútbúgvingini gjert
kanningar við vindorku. Tað
vísir seg at vindurin er ov
6javnur til at tað letur seg
gera at brúka vindorku har.
Tí ei hann nú farin undir at
kanna meguleikan á annan
hátt at spara olju.
Um henda ætlanin, sum
hann arbeiðir við í letuni,
gerst veruleiki, sc fer hann at
spara umleið 50% av olju-
virkinum góðar
nýtsluni.
Kári sigur, at tað enn er ov
tíðliga at siga, hver henda
ætlanin er. Fyrst skulu ymisk
viðurskifti greiðast.
Tað gekk so hampuliga át
sleppa av við framleiðsluna í
fjør. Tað verður selt um alt
landið, tó meginparturin í
Havn. Í letuni hevur hann
urtapottar og tulipanir til
selu og verður tað at fáa fram
til endan av apríl.
Annars fer hann skjótt í
gongd við at planta Crysan-
timum og sáa urtagarðs
plantur. Hetta skal verða
klárt at koyra á marknaðin
eftir páskir.
um eru á laksaveiðu og
aðrir hava ikki fingið tað
at borið seg. Í letuni er
tískil bert ein sterri bátur,
sum fiskar til virkið. Tað
er Hamraberg.
Steðan hættislig
Vit hittu Johan á Plógv í
telefonini, áðrenn hann fór
til Fraklands. Hann sigur,
at steðan hjá flakavirkr
inum og arbeiðsfólkinum
har í oynni er so hættis-
ligt, at okkurt má gerast.
— Tað fer at steðga heilt
upp her vesturi, um ikki
okkurt hendur skjótt.
Flakavirkið í Miðvági
hevur leingi arbeitt við
eini ætlan at keypa ein
trolara, men higartil hevur
ikki verið gjerligt at fáa
fíggingina í lagi. Síðani er
Samvinnufelagið í Sanda-
vági, ið eigur Hegafoss,
komið uppí, og nú er fígg-
ingin so í lagi.
Lasta 150 tons
Talan er um at keypa ein
trolara, sum er 150 fetur
langur og lastar eini 150
tons av ísfiski. Hann skal
kunna fiska á djúpum
vatni undir Feroyum.
Trolarin er um 10 ára
gamal og kostar 9 mill. kr.
Uppá fyrispurning um
tað ikki er eitt sindur
vágaligt at keypa so
gomul skip, sigur Johan á
Plógv, at tað er eingin góð
loysn at keypa gomul skip
yvirhøvur, men hann
hevur frætt, at hetta
skipið er væl hildið.
Hann leggur aftrat, at
skuldu teir keypt eitt nýtt
skip av sama slag í dag,
hevði tað kostað íkki
Johan á Plógv, skipari:
Hvorki væl móttiknir
minni enn 20 mill. kr. Og
eitt so dyrt skip kann ikki
bera seg við bert at fiska
undir Feroyum.
Meira ráveru ella !
— Tí vóna vit, at vit bera
okkum rætt at hóast alt,
við at keypa hetta skipið.
Snarfrost má undir ellum
umsteðum fáa meira
ráveru, skal tað kunna
yvirliva.
Tað koma at vera einir
14 mans við bátinum, um
hann ' verður keyptur
Hann skal helst fiska eini
1600 tons um árið sigur
Johan á Plógv. Hann
leggur annars aftrat, at fer
tað at ganga val við
hesum bátinum, fara teir
at umhugsa at keypa ein
bát aftrat seinni. Men tað
fer tíðin so at vísa.
av grønlendingum
ella íslendingum
— varð av ongum kortini
Tað spurdist einki burt-
ur úr samráðingunum í
Bruxelles hesaferð um
eina fiskiveiðuavtalu
millum Feroyar og EEC.
Samráðast skal aftur í
februar.
Imedan liggja skipini.
Her er so serliga talan
um tey mongu
rækjuskipini. Eitt av
rækjuskipunum er Høgi-
fossur, sum í letuni
liggur við bryggju í
Havn og bíðar...
Johan á Plógv, skipari,
sigur, at teir nú bíða
eftir, hvat nýggja lands-
stýrið fer at fáa burtur
úr samráðingunum.
Hann vísir annars á, at
teir hava roynt at selja
trolarar:
Høgifossur hevur havt
nakað av ísskaða og
hevur verið til umvæling
á Tórshavnar Skipa-
smiðju. Ætlanin var so
at selja hann til Gren-
lands, men keypið datt
niðurfyri upplýsir Johan
| á Plógv
— Fáa vit ikki selt
bátin mugu vit spyrja
landsstýrið, hvat vit
skulu gera. Vit hevdu
annars roknað við, at
okkurt fór at henda, nú
vit fingu nýtt lands-
stýri, leggur hann aftrat.
Uppá fyrispurning um
teir ætla at fara í ísfisk
við trolarnum sigur
hann, at hetta er óvist
enn. Men tá skal so alt
takast burtur úr honum,
og tá missir tann útgerð-
in sítt virði. Eisini
kostar nógv at leggja
um.
|
Ætlaðu at selja Høgafoss
Í
Illa móttiknir av
grenlendingum
Jóhan á Plógv væntar
annars ikki, at vit fara at
fáa nakað frá grenlend-
ingum, um so er at tier
sleppa at ráða. Danir
tora heldur einki at gera
fyri okkum, tí grenlend-
ingar hava buktina um
báðar endar. — Eg haldi,
at vit eru ógvuliga illa
móttiknir av grenlend-
ingum.
— Men tað, sum er
ringast, er. at vit ikki fáa
meira frá íslendingum, ið
liggja sær nær okkum og
sum kenna okkara trup-
ulleikar. Eg vildi hildið,
at tað var heilt náttúr
ligt, at teir lótu okkum
fáa eini 10.000 tons av
hava fingið. Teir hava ov
mikið av fiski, hóast teir
láta sum um teir hava
lítið.
Íslendingar ikki
frægari
— Har ýðir við fiski. Eg
havi sjálvur fiskað nógv
undir Íslandi og veit, at
tað hevur ongantíð verið
so nógv av fiski har sum
nú
Johan á Plógv heldur
fyri, at okkurt må
gerast, skal samfelags-
hjólið ikki heilt steðga
upp. Hann vísir á, at
taðer stórt arbeiðsloysi í
heimbygd síni Sanda-
vági.
— Tað er sjáldan, at
fólk gongur runt og spyr
um arbeiði. Tað háva tey
ikki gjert fyrr, tí tað
hevur ikki verið
neyðugt. men nú er beint
tverturímóti
— Men leggur hann
aftrat, tað er hóast alt
enn áræði og vilji í fer-
oyingum at váða nakað.
Var hesin vilji ikki til
staðar nú, so var illa
vorðið í hesum landi.