Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-01-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. januar 1981síða 6

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 telf. 147 20. 11820 box 76, 3800 Tórshavn p/f sosialurin Útgevari: Fyritaks- og blaðstjóri: Tórfinn Smith (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Bílig umbering LANDSSTÝRIÐ við Paula Ellefsen, løgmanni, á odda er komið aftur av samráðingarferð við felagsmarknað- in um sínámillum fiskirættindi fyri 1981. Samráðingarnar endaðu úrslita- leysar. FRIGGJAKVØLDID hevði útvarpið samrødu við løgmann, sum tå var staddur í Bruxelles á veg heim aftur, og loyvdi løgmadur sær í hesi sam- rødu at geva øllum ødrum enn lands- stýrinum og samráðingarnevndini skuldina fyri, at einki spurdist burtur úr í hesum samráðingarumfarinum. Blaðmenn: Lýsingar: Uppseting: Prent: SERSTAKLIGA vóru tað grønlend- ingar og danir, sum fingu av at vita frá løgmanni. Tað var teirra skuld, at tann mansterka samrådingarnevndin einki hevði fingið burturúr. Danir høvdu lovað at stuðla, tað teir vóru mentir, segði løgmaður, og helt fyri, at annaðhvort megnaðu danir ov lítið ella høvdu teir ikki nóg góðan vilja í hesi sek. TÁ VIT onkutíð fyrr fingu minni góð úrslit burtur úr fiskirættindasamráð- ingum við aðrar, vóru Dimmalætting, Pauli Ellefsen og aðrir sambands- menn altíð til reiðar at geva lands- stýrinum og serstakliga løgmanni alla skuldina. Tá var tað landsstýrið, ið hevði lorkað rættindi burtur og ongatíð áður hava vit hoyrt eitt orð grett um, at megin og viljin hjá dønum og grønlendingum vóru avgerðandi fyri úrslitini á slíkum sam- ráðingum. TAÐ SUM fyrr var avgerðandi fyri úr- slítini á fiskirættindarsamrådingum var politiska hegnið og samráðingar- kynstrið hjá landsstýrinum og før- oysku samráðingarnevndini. Tað skal eingin billa inn í okkum, at megin og viljin hjá dønum og donsku stjórnini nú bráddliga eru viknað í mun til tað, tey fyrr hava verið. ORÐ LØGMANS í útvarpinum fríggjakveldið kunnu einans takast sum ein bílig umbering. Men samráð- ingarferðin var kortini ikki bílig. Mun- urin millum kostnaðin av samráðing- arferðini og so einum frímerki ella eini telefonsamrødu niður til Bruxel- les er í øllum fórum stórur. SOSIALURIN Hverjum tænir nýggja lands- stýrið? Nú havi eg fleiri ferðir lisið nýggja samgonguskjalið fyri at finna út av, hvat tað nýggja borgarliga alternativið til tann higar- til førda politikkin er. Men til fånytis! Hetta skjalid er rættiliga einkisigandi. Eg fåi bert burtur ur, at stórt sæð sami politikkur skal ferast í framtíðini. Hesin politikkur, sum m.a. sambandsmenn, sjálvstýrismenn og hegra- vongurin í fólkaflokkinum ótroyttiliga hava funnist at øll hesi seks seinastu árini. Munurin er bert tann, at undanfarna lands- stýri helt hendan politikk vera tann rætta, men nú- verandi landsstýri heldur (helt) hann vera út av all- ari leið skeivan. Ella var hendan hugsan teirra ein- ans ein sápubleðra, sum nú er brostin? Annars hevur tað verið heldur torfert at funnið út av, hverjum hetta lands- stýrið stendur fyri. Í sam- gonguskjalinum stendur m.a.: >Sýnt verður stersta varsemi í almennu pening- anýtsluni..... Og hvat gera teir? Senda sjey- mannanevndin í eystur og vestur at samráðast. Hes- ir, sum róptu upp um al- ment oyðslusemi, hverja ferð ein trý- ella fimm- mannanevnd fór av land- inum at samráðast. Og hvussu er hendan nevndin samansett? Jú, landsstýrismenn, embæt- ismenn og umboð fyri Reiðarafelagið! Hví fær t.d. Fiskimannafelagið ikki eitt umboð við? Er hetta ikki ein óhugnalig ábending um, at nýggja landsstýrið einans stendur fyri áhugamálum hjá reiðarunum og arbeiðs- gevarunum, meðan fiski- maðurin og arbeiðsmaður- in einans skal sita og tiga og hyggja at. Nei, tað arbeiðandi fólk- ið hevur einki gott í væntu undir hesum landsstýr- inum, hóast tað hevði betri uppiborið. Fiskimaður Atli bað um grið fyri Kim Ein hin síðsta embætis- gerðin hjá Atla Dam, var at senda fjarrit til suður- koreanska forsetan og biðja um grið fyri Kim daeJung. Harvið fylgdi Atli eini áheitan frá Amnesty In- ternational til politikk- arar, felagsskapir og eins- taklingar um allan heimin um at senda áheitanir til suðurkoreanska forsetan. Tað er eingin ivi um, at tað eru tær mongu áheit- anir sum í seinastuni hava streymað inn til forseta- borgina í Seul, ið hava bjargað Kim undan gálg- anum. Ætlanin hjá dikta- toriskum einaræðisstjórn- ini var at gera, sum teir gjørdu í Pakistan við Ali Bhutto. Har hendi tað, at ein hernaðardómstólur demdi seinasta demokra- tiska forsætisráðharran til deyða og læt hann taka av døgum, áðrenn umheim- urin fekk summað til at mótmæla og biðja um grið. At hetta ikki eydnaðist teimum blóðdálkaðu drápsmonnum, sum í letuni stýra Suðurkorea, er fyrst og fremst Ammnesty fyri at takka. Hesin humaniteri felags- skapur reageradi alt fyri eitt, tå Kim varð deyða- demdur og eydnaðist tað hesum felagsskapi at halda tjakinum um Kim gangandi í Vesturheimin- um og í Japan, soleiðis, at hann ikki varð gloymdur. Tey sum fylgja við her í Feroyum vita, at Suður- korea og tað lið av brots- monnum, sum stýrir hesum landi, ferð eftir ferð verða hildin upp í Dag- blaðnum sum fyrimyndir fyri vesturheimin. Tað sigur líka so nógv um fólkaflokkin sum teir lummafilosofisku frístíl- arnir um liberalismu og friedmanismu hjá blað- stjóranum. j Skal »Johanna« søkkjast? Nú hevur verið nógv at hoyrt um »Johannu«, sum í fleiri ár hevur ligið við keiina í Vági — ikki vekur á at líta. Skal hon fáa somu lagnu, sum fleiri av hinum sluppunum í Vági: sekkjast niður á havsins botn. Nei, tað má ikki henda, tí »Johanna« er ikki at meta sum hini skip- ini, sum farin eru. »Johanna« er seinasta sluppin, sum eftir er á Vágsfirði. Á Vágsfirði lógu einaferð nógvar sluppir, nú er teirra tíð farin, og bert »Johanna« er eftir. Vit eiga at varð- veita »Johannu«, sum eitt gott skip, sum væl kann gerast í stand, »Johanna« var, tann tíð tað var, vakr- asta slupp í flotanum. >Jo- hanna< var fyrsta skipið, sum Garðamenn keyptu (1894), og hon man vera tað skipið, sum hevur verið longst í sama felag. Sjálvandi kostar tað pengar at gera »Johannu« í stand. 1 mill. krónur, verður sagt. Tað er hóast alt ikki nógv fyri ein slík- an varða um eina stolta fortíð. »Johanna« eigur at verða drigin upp á land, og standa har, sum eitt vakurt minni. Vágs kommuna eigur at stuðla málinum, t.d. við at seta einar 100.000 kr. av í eini 10 ár, og eg ivist ikki í, at ikki fer at verða trupult at fáa til vega pengar aðra- staðni frá eisini til hetta stolta endamál. Vágbingar ! »Johannu«. Varðveitið Vágbingur Merkisdagar millum føroyingar í Keypmannahavn Ja, eg sat næstan vónbrot- in, tí eg ikki hevði fingið post úr Føroyum. Eg skuldi fáa vikubleðini fyri tann síðsta mánaðin. Men gakk! Eg var nærum liðugur at lesa um mangt og hvat í tí heldur sensatiónskenda Ekstra Bladet itør hvor andre tier), tå eygu mini steðgaðu við yvirskriftina »Bryllup efter alle kuns- tens regler«, og haldi eg við mær sjålvum, at tað er langt síðani at eg havi ver- ið í brúdleyp. Men tá eg síðani síggi undiryvirskr- iftina »Færøernes salt- konge gifter sig i Køben- havn og inveterer 200 gæster«, so helt eg meg hava góðan møguleika at koma i brådleyp aftur eina ferð, tí henda ríka og væl- umtókta mann hevði eg mangan sitið á sama bonki við, inni á einum millum feroyingar heldur kendum stað. Men eg lesi víðari, og síggi at tað koma megnar menn úr bæði Grikkalandi og Spanialandi — ja, so haldi eg meg ikki veruliga vera tann rætta at sita millum tílíkar menn. Um eg kortini skuldi funnið uppá at farið út á tað held- ur fína SAS-hotellið leygarkveldið, við eini kenning kanska, ja so kundi tað verið at eg ikki bleiv forsmáddur og kanska fann eina fitta gentu ella fekk uppí nevið frá Hans Paula. Hans Pauli er sum øll- um kunnugt gamal rok- skipari og hevur hann so- statt ført manga full- fermda skútu til lands. Í hesum trongu tíðum, har fiskifloti feroyinga er trongdur burtur av fjar- leiðum og trupult er at fáa arbeiði til allar hendur, er gott at vita at føroyingar enn eiga saltnám í útheim- inum og soleiðis hava meguleika fyri at beta um tað vánaligu handilsjavn- vágina við útheimin. At tað enn eru knotir í føroyskum kongum, mugu vit enn einaferð ásanna. Hjartaliga tillukku Hans Pauli og góðan byr framyvir. Sjómaður