leygardagur 31. januar 1981síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Føroyska laksaveiðan norðanfyri:
Bátarnir fáa
upp til 90
laksar um dagin
Veðrið hevur tarnað
fiskiskapinum nógv
Gardar Joensen, skipari á
Breiðanesi úr Sandavági
Tað hevur viðrað ógvuliga
illa hjá foroysku laksabát-
unum, sum royna norðan
fyri Feroyar.
— Tað er einki høpi i,
hvussu tað leikar í. Tað
kann vera friður ein dag,
men so næsta dagin er ill-
veður.
Soleiðis tekur skiparin á
einum av laksabátunum
til orða, tá Sosialurin hitti
hann í telefonini týsdagin.
Gardar Joensen er úr San-
davági og hevur fert
Breiðanes, síðani teir byrj-
aðu laksafiskiskapin sein-
ast í oktober í fjør.
Henda túrin fóru teir út
17. januar. Teir hava havt
tríggjar bakkdagar, og
líka nógvar dagar hava
teir sett hálvan reiðsskap.
Færri — men sterri
laksar nú
Gardar Joensen sigur, at
tað hevur verið nakað
slakari fiskarí hesa sein-
astu tíðina. Í byrjanini
fingu teir millum 90 og
100 laksar uppá dagin,
meðan teir nú fáa millum
60 og 90 laksar. Tað var
Brotasjógv
á Vikinga-
bankanum
fekk ein
fiskibát-
Herfyri
norskur
smærri slag í byrjanini,
men nú eftir jól hevur tað
verið sterri laksur. Laks-
urin teir fáa nú liggur um
4 og 4,5 kilo. Fyri jól var
hann um 3,5 kilo.
Breiðanes hevur higartil
fiskað umleið 13 tons.
Kvotan hjá teimum er
uppá 35 tons. Teir hava
frystilast umborð, sum
kann frysta eini 9 tons av
laksi. Tað eru 6 mans við
bátinum.
Danir eisini
Gardar Joensen sigur ann-
ars, at tað er ógvuliga
ójavnt, hvussu nógvir bát-
ar eru á feltinum. Tær let-
urnar tað hevur verið
liggjandi gott veður hava
verið einir 25 bátar tilsam-
ans. Umframt feroysku
bátarnar eru einir 3 til 4
danskir laksabátar undir
Feroyum.
Bátarnir royna frá 4* og
vestur á 8%, einar 70 fjórð-
ingar í ein landnyrðing-
eystan úr Fugloynni og
síðani vestur á ein útnyrð-
ing norðan úr Mýlingini —
millum 35 og 80 fjórðingar
úr landi.
Tilsamans 40 feroyskir
bátar hava loyvi at fiska
laks. Bátar upp til 60 tons
til steddar kunnu fiska 25
tons, bátar millum 60 og
80 tons kunnu fiska 30
tons, og teir omanfyri 80
tons kunnu fiska 35 tons
av laksi.
Góður prísur
Tað er annars forboð at
fiska laks í tíðarskeiðnum
frá 1. juli til 25. oktober.
Tað er eingin trupulleiki
at sleppa av við laksin.
Fyri minna laksin er prís-
urin umleið 30 kr. kilo, og
ur brotasjógv á Vi-
kingbanken. Neyðugt
varð at taka mann-
ingina av bátinum við
helikoptara. = Hetta
eydnaðist væl.
Ein av manningini
fór kortini á sjúkra-
hús nakað lestaður í
fyri tann stóra er hann
millum 75 og 80 kr. kilo.
Tað eru Fiskaselan, Marr
& Co. og Oddmar Juul
Samuelsen, sum selja
laksin fyri føroysku skip-
ini.
Uppá fyrispurning um
teir hava fingið merktan
laks sigur Gardar Joen-
sen, at tað hava teir ikki.
Tyngja fiskin og
hýsuna minni
— Tað er annars stórt
arbeiðsloysi í Vágum, m.a.
tí fleiri av bátunum fiska
laks ístaðin fyri at fiska
tosk og hýsu til flakavirki.
Fara tit at fiska aftur til
flakavirki?
— Tað er rætt, at lítil
fiskur kemur uppá land í
hesum degum. Laksabát-
arnir geva nakað av
arbeiði á flakavirkinum,
har laksurin skal pakkast,
og hjá bátum, sum onga
frystilast hava, har skal
laksurin vaskast, hangast
upp og frystast eisini.
Gardar sigur víðari, at
tað tyngir bæði toska og
hýsustovnarnar munandi
minni, tá tað eru 40 bátar
færri at troyta hesar
stovnar ein part av
árinum.
Haraftrat kemur at
steðan hjá einum parti av
bátunum, sum nú fiska
laks, var heilt vánalig
frammanundan. Teir bóru
seg ikki við at fiska tosk
og hýsu og avreiða til
flakavirkini. ;
Breiðanes, sum nú
hevur verið úti í skjótt
tvær vikur, fer at royna
ein part av næstu viku
aftrat, áðrenn teir koma
inn aftur.
Teir ætla at royna til
forboðið kemur í gildi 1.
juli. Tá verður so avreitt
til flakavirki í Miðvági
aftur.
hevdið, tó ikki vanda-
mikið.
Skipari og eigari av
bátinum er Knút Óli
Myklebust, ið er
abbasonur Óla Arge,
bilóla.
tryggjað umborð.
Har var alt
500 laksafiskarar bíða spentir til í summar:
Teir flestu fingu
ongul i reyv í fjør
nu siga biologarnir
frå góðum laksaåri
Sílaveiðufelagið ætlar at startfóðra laks og
seta hann úr sjóbúnan — um tað fær loyvi
Tað er tíanverri í dag ein
sannroynd, at arbeiðið at
seta út sjóbúnan laks í
vetn og áir í Feroyum
gongur stiltið og seint.
Politikkararnir hava ferð
eftir ferð víst á týdningin
tað hevur at startfóðra og
seta úr sjóbúnan laks,
men enn er langt á mál.
Heldur ikki fiskaalararnir,
sum eina ferð um árið,
skulu hava laksasmolt at
koyra í teir kostnaðar-
miklu hyljarnar, fáa nóg
mikið. Sum heild kann tað
sigast at vera ein »akutt-
ur< tervur á laksasmolt.
Feroya Sílaveiðufelag,
sum ikki metir tað sum
sína uppgávu at hjálpa
alarunum — hevur tí í
hyggju at gera eina roynd
at økja um verandi laksa-
stovn við Feroyar. Upp-
gávan hjá felagnum er at
vaksa um tann villa stovn-
in.
Í letuni hevur felagið
gott og væl 200.000 laksa-
egg, sum eru undir útklek-
ing. Spurningurin er nú,
hvussu felagið best fær
brúkt hesi laksaeggini.
Startfóðra sjálvir
Svend Krosstein, formað-
ur felagsins, sigur, at
kunnu teir sleppa at fóðra
laksin til sjóbúnan laks og
seta hann út seinni, so fer
tað at geva nógv betur
úrslit, enn um teir seta
laksin út í áirnar nýklækt-
an.
Men hetta kostar peng-
ar (og so vítt vit vita,
hevur bert P/f Fiskaaling
loyvi at startfóðra laks.
Blaðm.). Síðaveiðufelagið
ætlar tí at tosa við lands-
stýrið um henda spurning
og biðja um meguligan
stuðul.
Feroya Sílaveiðufelag
tók eini nýggj hús í brúk í
fjorheyst. Fyri fjúrtan
degum síðani legdu teir
seinastu hond á eitt fund-
arhøli á loftinum á nýggju
klekisteðini í Havnardali.
Fyrsti nevndarfundurin
varð hildin seinasta mána-
dag. Tá viðgjerdu teir
spurningin viðvíkjandi
laksaeggunum. Svend
Krosstein sigur, at fara
teir at fóðra laksin til
smolt, so verður hann
settur út, har felagið ynsk-
ir, at hann skal koma
aftur. Royndir aðrastaðni
vísa, at 4. hver fiskur, sum
verður settur út í eina á
ella vatn, tá hann er sjó-
búgvin, vendir aftur til
sama plássið.
Tveir árgangir !
Vit spurdu nú formannin í
Sílaveiðufelagnum, um
teir hava góðar vónir um,
at 1981 fer at roynast
betur laksaár enn i fjør ?
Til hetta sigur hann, at
biologarnir hava vist å, at
orsøkin til at menn ongan
laks fingu i fjør, var ein
seinkadur årgangur. Teir
siga nu, at 1981 fer at
roynast so mikið betri, ti
nú vera tveir árgangir.
— Vit gleða okkum
sjálvandi, um so verður,
men vit eru ivingarsamir,
sigur Svend Krosstein.
Annars royndist 1980
ómetaliga vánaligt hjá
sílaveiðumonnum. Ein
meting vísir, at laksa-
stovnurin í fjør var niðan-
fyri 10% av einum meðal-
árgangi. 50 laksar var úr-
slitið — sama tal, sum ein
maður einsamallur hevur
fingið eitt hampiligt laksa-
ár.
Hver hevur rætt ?
Sílaveiðufelagið gav tá
laksafiskiskapinum undir
Feroyum skuldina fyri tað
bráddligu minkingina av
stovninum. Hesum vístu
fiskifreðingar aftur og
segdu, at skipini fiskaðu
ikki av feroyska stovn-
inum.
— Til heystar fáa vit so
at vita, hver hevði rætt —
fiskifreðingarnir og bio-
logarnir ella Sílaveiðu-
menninir, sigur Svend
Krosstein at enda.
Í dag eru umleið 500
limir í Feroya Sílaveiðu-
felag. Í nevndini sita:
Svend Krosstein, form.,
Jerleif Kúrberg, skr., Óli
Mikkelsen, Dagfinn Arge
og Gunnleif Mouritsen.