Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-01-31, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. januar 1981síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Meðan tann eini lá sjúkur, byttu hinir i valbólkinum út nevndarsessir. Avleidingin: Spældi av við umboðið í trimum týðandi nevndum ! — Petur í Gong hevur aftur mist ein av monnum sínum í býráðnum. Heðin Mortensen hevur enn ikki avgjørt, um hann fylgir Dánjali Larsen inn í samgonguna Valbólkurin hjá minnilut- anum í Tórshavnar býráð hevur nú ongan mann í teknisku nevnd, menta- málanevndini og stadion- nevndini. Heðin Mortensen umboðaði val- bólkin í hesum trimum nevndunum, men hann er nú farin úr valbólkinum. Hann varðveitir kortini nevndarsessirnar, tí hann er valdur í teir fyri fýra ár. Eftir í valbólkinum eru Petur í Gong, Ingi Mohr og Zakarias Wang. Teir fingu heldur onki umboð í renovatiónsnevndina. Tí býráðið samtykti hós- kveldið, at somu menn skuldi sita í henni sum í teknisku nevnd. Minni- lutavalbólkurin mótmælti hesum og gjerdi vart við, at málið verður lagt fyri landsstýrið. Framman- undan royndi hann at fáa ein mann í nevndina við at seta fram broytingar- uppskot til uppskot meiri- lutans. Uppskotið var, at renovatiónsnevndin skuldi veljast á vanligan hátt, soleiðis, at minnilutin átti ein sessin av teimum fimm. Men meirilutin feldi uppskotið. Heðin Mortensen hevur tikið seg burturúr valbólk- inum, tí hann metir seg settan uttanfyri. Uttan, at hann visti av nekrum býttu hinir í valbólkinum út 14 nevndarsessir á næstseinasta býráðsfundi. Heðin Mortensen fekk Heðin Mortensen. ikki sessir, hann hevur havt tvey undanfarnu val- skeið, í umboðsráðnum hjá SEV og í nevndini fyri barnagarðin og veggu- stovuna við Velbastaðveg- in. — Eg lá sjúkur, tá bý- ráðsfundurin varð hildin og visti av ongum, fyrr enn eg hoyrdi í Utvarpin- um, hver var komin í tær ymisku nevndirnar. Heðin Mortensen skrivaði til býráðið og boðaði frá, at hann ikki framyvir kennir seg bundnan til valbólk- in. Brævið bleiv lisið upp á býráðsfundinum hós- kveldið. Tað bleiv ikki loyvt nakað orðaskifti um tað. Men sitandi býráðs- formaður, Peter F. Christi- ansen, segði, at fráboðan- in hjá Heðini Mortensen bleiv tikin til eftirtektar. Heðin Mortensen sigur, at hann hevur ikki enn tikið avgerð um, antin hann skal fara uppí meiri- lutan ella ikki. — Fyribils ætli eg mær at standa einsamallur, sigur hann. Fútin vil hava dóm um endurgjaldskrav Skuldseting um manndráp bleiv tikin aftur. Krevur endurgjald fyri mista arbeidsinntøku og vanæru Fútin vil lata Feroya rætt taka steðu til endurgjalds- kravið frá manninum, sum í fjer bleiv skuldsettur fyri manndráp. Tann skuldsetti, ein 41- ára gamal maður úr Sandavági, sat fongslaður hálvantriðja mánað. Hann var skuldsettur fyri at hava myrt móðurbróður sín. Men kanningar, sum »Retslægerådet« gjerdi, vístu, at móðurbróðurin var deyður á náttúrligan hátt. Tann 76 ára gamli maðurin var deyður av eini heilableðing, segði »Retslægerådet«. Eftir at hava fingið hetta úrslit avgjerdi fútin at lata tann fongslaða leysan og at ákæra ikki skuldi reisast móti honum. Krevur endurgjald Tann 41 ára gamli maður- in kravdi seinni gjøgnum sakferara sín endurgjald fyri mista arbeiðsinnteku og fyri »tort og svie«. Sak- ferarin, D. P. Danielsen, upplýsir, at tað fyrsta, teir frættu aftur frá fútanum, var, at fútin skuldi leggja eitt uppskot um endur- gjald fyri dómsmálaráðið, fyri at vita, um tað kundi taka undir við uppskotin- um hjá honum (fútanum) um steddina á endurgjald- inum. Síðani gingu nakrir mánaðir. Men beint eftir nýggjár boðaði fútin D. P. Danielsen frá, at hann í staðin fyri ætlaði at lata rættin taka steðu til málið. D. P. Danielsen vil ikki upplýsa, hvussu stórt endurgjaldskravið frá tí áður skuldsetta mannin- um er. Kavin hevur kostað býráðnum stíva hálva millión í vetur Slakar 540.000 kr. eru brúktar til kavarudding í Tórshavnar kommunu í vetur. Hetta er somikið nógv, at tekniska deildin hjá býráðnum ber ótta fyri, at peningurin, sum er játtaður á fíggjarætlanini til kavarudding, ikki rekk- ur til. Deildin hevur tí heitt á fíggjarnevndina um at taka 400.000 kr. burturav teimum pengum, sum skula brúkast til as- faltering o.a. og brúka tær til kavaruddingina í staðin fyri. - Býráðið samtykti hóskveldið at flyta 400.000 kr. av asfaltkon- toini á kavakontoina. Annars kannar tekniska deildin í letuni meguleik- an fyri at gera kavarudd- ingina ódýrari, verður upplýst. Eins trupult, tað er at meta um veðurlagið, er metingin um réttu upphæddina til kava- rudding, sigur tekniska deildin í skrivinum til figgjarnevndina. At tað er trupult at meta vísir roknskapurin hjá kommununi fyri 1979/80. 200.000 kr. vóru settar av til kavarudding. Tá avtornaði vóru brúktar 445.000 kr. Fríggjadagin 3. og mánadagin 6. apríl fer Hægstirættur at við- gera Diskotekklubba- málið sokallaða. Tað eru teir báðir fyrrverandi nevndar- limirnir í Discoteque Club, Árni C. Joensen og Petur O. í Hoyvík, sum hava appellerað til Hægstarætt, eftir at Feroya rættur og Eyst- ari landsrættur hava demt í málinum. Plátufelagið Tutl ætlar at geva út fýra LP-plát- ur í ár. Í vár ella tíðliga í summar koma Jazz í Feroyum 3, Feroyar: Vedurløg og onnur LP- plátan hjá Jóhannusi á Rógvi Joensen. Í heyst kemur so plátan Den yderste ø. Kristian Blak hevur gjørt tónleik til yrking- arnar Thi natten kom- mer i Panorama med regnbue eftir William Heinesen. Poul Kern, sjónleikari á Det Kgl. Teater, skal lesa yrk- ingarnar og William skal sjålvur gera plåtu- húsan. Og meguliga skal heimskendi danski Fundurin, sum arbeiðs- bólkurin fyri ár teirra brekaðu skipar fyri, verður í dag kl. 15 í Eysturskúlanum. Het- ta er fundurin, sum skuldi vera tann 17. januar, men bleiv út- settur vegna sjúku. Umframt feleg og stovnar, sum longu Hægstirættur við- ger Diskotek- klubbamålid fyrst i april Johan Schliiter, sak- førari, møtir fyri Disko- tekklubben i Hægsta- rætti og Hans P. Weihe, sum er føroy- ingur, fyri Arna C. Joensen og Petur O. * Hoyvik. Men áðrenn Hægsti- rættur skal viðgera málið, vera avhoyring- arnar í Feroyum. Tær vera í Dómhúsinum tann 10. februar. Fýra plátur frá Tutli í ár bassspælarin Niels Henning Ørsted-Peder- sen spæla við á plátuni. Feroyar: Veðurleg hevur Karsten Vogel gjørt. Legini eru átta og Karsten Vogel spæl- ir saman við Fegrum fuglum. Fagrir fuglar eru Ólavur Øster, Ernst Dalsgarð, Kris- tian Blak, Jóhannus á Rógvi Joensen og Jan Jacobsen. Tutl hevði aðalfund seinasta sunnudag. Ta kom Olaf Johannessen í nevndina í staðin fyri Ívar Bærentsen. Hinir í nevndini eru Kristian Blak og Jóhannus á Rógvu Joensen. Fundurin um ár teirra brekaðu hava fingið serliga inn- bjóðing til fundin, eru eisini ell onnur feleg og aðrir stovnar eins væl og einstaklingar, sum hava áhuga fyri tí arbeiði, ið skal gerast í hesum serliga ST-árin- um, vælkomin til henda fund og at taka lut í arbeiðinum.