Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-01-31, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. januar 1981síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tå ing og fimleik i lag ”Ssooo. må Er Luttskan hevur verið góð, so komandi ár skal ÍSB hava munandi fleiri tímar og fleiri tilboð til tey brekaðu. Brekað skulu luttaka í norðurlendskari kapping og á svimji- stevnu í Íslandi I fjør — árið fyri ár teirra brekaðu avgjerdi aðal- fundurin hjá ISF at stovna eitt sersamband fyri brekað. Hetta sersam- bandið skuldi vera undir ISF og tann 10. april var tað stovnað. I ta fyrstu nevndina komu Eydis Ejdesgaard, læraraskúlanæmingur, Jógvan Jensen, adjunktur í fimleiki við Feroya lær- araskúla, og Jón á Steig, lækni. Nevndin skipaði seg við Jógvani Jensen, Egga, sum formanni. Sosialurin hevur havt eina samreðu við Egga Jensen um ISB, vit hava vitjað svimjihøllina, tá tey brekaðu svumu, og hava tosa við tveir lutakarar, ein instrukter og tríggjar hjálparar. Noregsferðin orsekin Egga Jensen sigur, at or- sekin til at ÍSB er stovnað — og vit hava fingið svimj- ing og fimleik fyri bæði likamliga og sålarliga brekað — er noregsferðin, sum hann sjálvur saman við linjuholdinum á lær- araskúlanum gjerdu í januar mánað í fjør til Beitostølen Helsesport- center (Henda ferðin elvdi ann- ars til nógva blaðskriving í Feroyum og onkur blað- skrivari skýrdi hans stuttleikaferð fyr an stuðul, sjálvt um hon 1ámsferð) Eftir heimferðina setti Egga Jensen seg í sam- band við leiðsluna í ÍSF, sum var positiv og tók málið upp á aðalfundinum. TKU gav málinum stóran ans Aftaná stovningina kannaði nevndin beinan- vegin teir meguleikarnar sum vóru fyri at koma í gongd so skjótt sum gjørligt. Nevndin valdi loysnina at koma undir frítíðar- og kveldundirvísingina, og setti seg í samband við Napoleon Nolsoy, leiðaran av Tórshavnar Kveld- og Ungdómsskúla. Napoleon Nólsoy var ógvuliga posi- tivur og vísti málinum stóran ans. — Tað sama kann ikki sigast um Tórshavnar býráð, (sum tað sæst í aðrari grein á hesi síðu, blaðm.), men tað eydnað- ist okkum at koma í gongd seinasta heyst og kundu vit bjóða fram bæði svimj- ing og fimleik fyri likam- liga brekað. Undirtekan til svimjingina var góð, meðan áhugin fyri eðrum ítrótti var lítil, og tí av- gjørdu vit at bíða við honum tá. Men nú eftir nýggjár hildu vit okkum kenna tey brekaðu so mikið væl, at vit av nýggjum bjóðaðu teimum fimleik og nú tóku fleiri av tilboðnum, sigur Egga Jensen Kapping Umframt at hava fingið ítrótt fyri bæði likamliga og sålarliga brekað í Før- oyum í lag, hevur ÍSB eis- ini tikið upp norrent og al- heimsarbeiði. Enn hevur ÍSB íkki fingið nakran limaskap, men til ráðstevnuna hjá Nordisk Handicapidræts- forbund fekk ÍSB tilboð um at senda observaterar. A hesi stevnuni luttóku Jón á Steig og Egga Jen- sen. Tað fyrsta ítekiliga, sum er komið burtur úr hesum samarbeiði, er ein kapping fyri brekað millum øll norðurlond. Kappingin varir allan mai- mánað og fer fram í hverj- um landi sær. Endamálið við kapping- ini er at hava luttakararn- ar virknar ein hálvan tíma um dagin, soleiðis at all hava hevið at vera við. Fyri at luttaka hendan hálva tíman fær luttakar- in eitt stig. Eingin fær loyvi at íðka meiri enn hálvan tíma dagliga. Kappingin fevnir um nógvar greinir — luttakar- arnir kunnu ganga, rógva, renna, gera fimleik, spæla bolt o.s.fr. Úrslitið verður útroknað eftir serligum út- javningarhátti í mun til fólkatalið i teimum ymisku londunum. Svimjistevna Umframt kappingina er ISB eisini bodid at luttaka å eini svimjistevnu i Vest- mannaoyggjunum. Sjålv stevnan, sum varir i tveir dagar, fer fram í eini svimjihell, sum er bygd soleiðis, at brekað kunnu brúka hana uttan trupul- leikar. Eftir stevnuna í Vest- mannaoyggjunum fara luttakararnir á eina rund- ferð í fimm dagar í Íslandi. Egga Jensen roknar við, at tað vera einir fýra-fimm luttakarar við úr Før- oyum. Fleiri tímar Upp á fyrispurning, hvat ÍSB fer at gera í framtíð- ini, sigur formaðurin, at komandi vetu. er ætlanin at halda fram undir kveld- skúlanum við bæði svimj- ing og fleiri ítróttar- greinum. — Undirtekan var so góð í ár, at vit ætla at hava munandi fleiri tímar og eitt sterri úrval at bjóða teimum brekaðu komandi vetur. Umframt at hava fingið svimjingina í lag, hevur ÍSB gjørt vart við seg á annan hátt. M.a. hevur sersambandið biðið býráðið um at seta nekur parkeringspláss í miðbýn- um burtur av til brekað. — Her eins og við hinum skrivinum, sum vit hava sent til býráðið, hava vit ikki so mikið sum fingið aftursvar, sigur Egga Jensen at enda. Býráðið vist til- takinum lítlan ans Hóast Tórshavnar býráð ikki hevur sýnt ítrótt- inum fyri brekað serliga stóran áhuga í verki, eyd- naðist tað at fáa svimjing í lag seinasta heyst í svimjihellini í Eysturskúlanum og nú er fimleikur fyri brekað eisini byrjaður. ; Longu stutt eftir stovningina av Ítróttarsam- bandinum fyri brekað, tann 10. april í fjør, kallaði nevndin umboð fyri býráðið til fundar. Á fundinum, sum varð hildin 21. juli, varð hugt eftir umstødåunum á Eysturskúlanum. Funnið varð fram til, at brekað als ikki høvdu møguleika at koma fram til svimjihøllina. Fólk í koyristóli sluppu ikki oman til høllina og tað slapst ikki í koyristóli millum hylin og umklæðingarrúmini, tí trappur eru bæði úti og inni. Á fundinum varð semja gjørd um at beta hesar trupulleikarnar. Frá parkeringsplássinum skuldi ein smalur koyrivegur gerast oman til svimjihøll- ina. Inni skuldi ein skrái gerast, soleiðis at tað slapst aftur og fram millum hyl og umklæðingar- og brúsurúm. Somuleiðis skuldi býráðið útvega koyristólar, tí teir vanligu kunnu ikki brúkast undir slíkum umsteðum, eins og smærri hjálpitól, so sum handtek við brúsurnar, skuldu setast upp. — Um Tórshavnar býráð játtaði hesum, kundi Eysturskúlin brúkast til ítrótt hjá brekaðum, sigur Egga Jensen, formaður í ÍSB. Frammanundan hevði ÍSB havt samráðingar við Tórshavnar Kveld- og Ungdómsskúla, og hevði leiðarin, Poli Nólsoy, verið positivur. Skúl- anum tevaði bert instrukterar og hjálparar. Men annars var alt í lagi. Teir fekk ÍSB útvegað. — Men vit fingu ikki veg. Ístaðin varð ein brett geta gjørd, sum er so breið, at tað kann koyrast við koyristóli eftir henni. Men hon er ikki asfaltera, og tað er orsekin til, at koyristólar eru punkteraðir tvær ferðir, greiðir Egga Jensen frá. Ein skrái varð gjerdur inni, men hann var so tungur, at flísarnar á trappuni toldu ikki vektina og brotnaðu. Og tí eru lærarar saman við hjálp- arum noyddir at bera tey brekaðu aftur og fram. — Koyristólarnir, ið vit roknaðu við, at býráðið fór at keypa, komu heldur ikki. ÍSB keypti tí tveir stólar. Hesir vóru okkum ógvuliga dýrir. So spell var tað, at býráðið ikki kundi hjálpa okkum við hesum útreiðslunum, tí nógv er at nýta peningin til hjá einum nýstovnaðum ítróttarsambandi, sigur Egga Jensen. Harafturat hevur ÍSB útvega sær máttir til brúsur, handtek o. a. Men ítrótturin er komin í lag — fyrst við svimj- ing og nú við fimleiki fyri brekað — í ári teirra brekaðu ! 6 mu