Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-01-31, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. januar 1981síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

So AG Á SOSIALURIN Tveir luttakarar: Ynskja ein tíma afturat Sosialurin spurdi tvey av teimum, sum hava luttikið í svimjingini í vetur, hvat teimum dámdu tiltakið. Christina Næss, sum er 13 ár, sigur, at fyrr hevur hon svomið eitt sindur í Gundadali og á Argjum, men nú hevur hon lært at svomið og dugir eitt sindur: — Mær dåmar ógvuliga væl at svimja og eri hvønn týsdag í hylinum. Eg vildi gjarna ynskt, at tað var ein tími meira um vikuna. Christina er eisini farin at gera fimleik. Tað dámar henni eisini væl. Ein annar luttakari er Leivur Restorff: — Hetta er eitt gott tiltak, sum átti at verið givið brekaðum fyri langari tíð síðani. Spurdur, um hann kundi hugsa sær at svomið meira enn einaferð um vikuna, sigur Leivur: — Eg haldi, at svimjingin kundi verið tvær ferðir um vikuna, men til tað er at siga, at vit hava fingið ein dag í fimleikahøllini, sum sær út at vera gagnligur. Stór broyting hend Olga Horn, sum arbeiðir á barnadeildini á Landssjúkra- húsinum er ein av teimum frivilligu hjålparunum: — Mær dámar tiltakið ógvuliga væl og ætli mær at halda fram sum hjálpari. Eg havi serliga tikið mær av einum luttakara. Tá veit man betur, hvat skal gerast og so mær man broytingarnar týðuligari. Og tær eru stórar. Olga vísir á, at tey sálarligu brekaðu hava einki álit á sær sjálvum og tí krevja tey nógva tíð at venjast til vatnið, men nú hava tey flestu lært at føra seg fram í vatninum. = Atstødurnar mugu betrast Eyðolvur Dimon, sum er ein av teimum frivilligu hjålp- arunum, vísir á, at tá tey byrjaðu seinasta heyst, vóru tað fleiri, sum ikki tordu útí, meðan onkur teirra lonau nú dugir at svimja. Eyðolvur sigur, at nógv av tíðini er higartil farið til tilvenjingarroyndir, soleiðis at tey nú kunnu byrja av álvara. — Annars haldi eg avgjørt, at haldast skal fram kom- andi vetur við betri útgerð, soleiðis at møguleikarnir verða betri. Ein annar av hjálparunum er Margreta Viderg. Hon hevur serliga havt við spastikarar at gera. Margreta vísir á, at ein av luttakarunum ongatíð hevði rørt seg fyrr, men longu nú er viðkomandi førur fyri at strekkja seg og kann svimja við ørmunum. øll onnur hava. Hetta sigur Tóra Tór- oddsdóttir, sum er annar av teimum lentu lær- arunum, ið taka sær av ítróttinum fyri brekað. Hin er Bergur Jensen. Bæði eru tey fysiotera- peutar. Tóra greiðir frá, at tey arbeiða við eini ávísari læruskipan — hallewick — sum hevur til enda- máls, at tey brekaðu skulu fela seg trygg í vatni, og læra at flóta, at hava tamarhald á rersl- unum og flyta seg í ymsar ættir. Eisini spæl Sum demi tekur Tóra fram ein spastikara. Bara at ein spastikari lærir at flóta — verður fortróligur við vatn — so kann hann læra at svimja við bert at brúka armarnar. Men hetta lærir ein spastikari ikki eftir einum vetri — men tveimum trimum. Og hetta er tann einasta rerslan ein spastikari, sum er bundin at einum koyristóli, kann gera. Men Tóra leggur dent á, at tey hava ikki arbeitt konsentrera fyri at læra luttakararnar so skjótt at svimja sum gjørligt, men aftur í móti lagt dent á spæl og tað at luttakararnir skulu fela seg væl saman. Serkgna vegleiðing Tóra heldur, at tiltakið hevur verið ógvuliga áhugavert, og hon vónar at tað heldur fram kom- andi vetur. Um tiltakið heldur fram kundi hon hugsa sær, at fingið onkran serkenan í ítrótti fyri brekað at hildið eitt vikuskiftiskeið, soleiðis at lærarar og hjálparar vóru betur ferir fyri at tikið sær av undirvísing- ini. — Annars haldi eg, at hjálpararnir hava verið ógvuliga góðir. Teir hava verið djarvir at taka sær av teimum brekaðu. Somuleidis haldi eg, at tad er gott at læraraskulanæmingar, sum hava itrétt sum linjufak, eru vid. Hetta er jú teirra framtíðar- starv og vónandi kunnu hesir taka sær av ítrótti fyri brekað kring landið, tá teir fáa starv. Allir aldursbólkar Higartil hava eini 35 gingið til svimjing. Tey Tey brekaðu skulu eisini røra seg — Tað, sum er av stórsta týdningi, er, at tey brekaðu hava møguleika at íðka ítrótt — at tey hava eitt slíkt tilboð, sum Nógv av teimum brekaðu røra seg ógvuliga lítið dagliga. Nógv minni enn likam og sál krevur. Tað er jú gott fyri blóðrenslið at røra seg og verða móður. Harafturat hevur tað stóran týdning at brekað eisini kunnu koma saman. eru frá fýra árum upp í 70 ár. Hetta eru fólk við bæði likamligum og sál- arligum brekum. Nekur eru frá Eirargarði, onnur frá Vistarheiminum og Frítíðarheiminum, með- an aftur onnur eru fólk, sum búgva heima. Tey hava verið býtt upp í trý hold. Hvert holdið hevur havt ein tíma. Umframt tey bæði lærarafólkini hava verið nógv hjálparfólk — hetta eru bæði næming- ar, systkin og hjúnarfel- agar. Bæði Egga og Tóra siga, at uttan hesa frí- villigu hjálpina kundi svimjingn og fimleikurin ikki verið framd