Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-02-04, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. februar 1981síða 1

allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Brekað í vanda tá tey ferðast í Føroyum Lesið á síðu 3 Nr. 9 — Mikudagur 4. februar 1981 Føroyskur reidari og skipari: Vónsvikin av Onki svar úr Noregi Fyrrapartin í gjár sendi beinanvegin eitt hevði Strandferðslan enn onki svar fingið frá felagnum í Stavanger, sum hevur hug at leiga Smyril til sigling í Norðsjónum. Strandferðslan fekk í síðstu viku gjøgnum umboðsmann sín í Sta- vanger fyrispurning frá felagnum um leigu- mál. Strandferðslan tilboð, men tað hevur helst verið ov dýrt, síðani felagið enn ikki hevur latið við seg koma, segði Tummas Arabo í gjár. Smyril er nú lagdur í Havn og verðu nú farið undir at gera ymisk umvælingararbeiði um- borð. Leivur í Kaldbaksnevndina Tórshavnar býráð hevur valt Leivur Jo- hannesen, býráðslim, í Kaldbaksnevndina. I nevndini eru fimm fólk. Try eru vald av borgarunum í fyrrver- andi Kaldbaks komm- unu og býráðsformað- urin í Tórshavnar kommunu er føddur formaður í Kaldbaks- nevndini. Tilvildarlig yvirtíð Lærlingar í hárfríðkan- aryrkinum hava eina ógvuliga tilvildarliga yvirtíðarskipan vísir ein kanning, sum Feroya handverks- lærlingafelag hevur gjørt. Å landsfundinum hjå fel- agnum herfyri varð legd fram ein ætlan um, hvussu greiða skal fáast á arbeiðs- og yvir- tíðarviðurskiftunum hjá hesum lærlingum. Annars fer Hand- verkslærlingafelagið at halda fram við roynd- unum at fáa fulla prís- talsviðbót til lærling- arnar. Tað kom fram á landsfundinum, at tað er trupult hjá felagnum at fáa nýggjar limir. Avgjert varð at royna at beta um hetta við t.d. at skriva til nýggj- ar lærlingar og greiða teimum frá, hverjar fyrimunir, Handverks- lærlingafelagið = sum fakfelag kann veita teimum. Upplestur á Býar- bókasavninu Í kveld kl. 20,10 skipar Býarbókasavnið saman við Rithevunda- felagnum fyri upplestri úr nýggjum føroyskum bókum. Rithevundarnir He- ðin Brú, Sámal Johan- sen og Jens Pauli Hei- nesen lesa úr nyggjastu rkum teirra. Spæl'menninir í Hoydølum skipa fyri tónleiki, og høvr verður eisini at síggja eina framsýning av feroysk- um bókum, sum eru út- givnar í 1980. — Vil ein síggja »myrkt« uppå støduna hjå okkara fiskivinnu, so sær tað kolasvart út í letuni — ti vit hava ein flota, sum fiskar undir føroyum, ið er helvtina ov stórur, og okkara kvotur aðrastaðni verða skerdar fyri hvert ár. Hetta sigur reiðarin og skiparin á nýggja Gull- finni, Regin á Rógvi í samreðu við Sosialin. Hann sigur víðari, at tað er kanska legið at skula siga tað soleiðis, nú ein júst er komin til heim- bygdina við einum stórum og nýggjum skipi. — Men, leggur Regin á Rógvi so aftrat, tað er mest av politiskum orsekum, at so illa gongst hjá okkum. Uppá fyrispurning hvussu hann metir núver- andi steðu hjá fiskivinn- uni, sigur Regin á Rógvi, at trupulleikarnir kunnu bert loysast við samráð- ingum um fiskirættindi aðrastaðni. — Men, tað, sum er galið, er, at tað verður samráðst um bert eitt ár í senn — og tað er vónleyst fyri fiskivinnuna at kunna klára tað, tá kvotan skal broytast hvert ár. — Eg meti, at kvoturnar áttu at vart í eini 4 til 5 ár, áðrenn tær vórðu broytt- ar. Hevdu einki at velja í — Hevur tað verið sam- ráðst skeivt frá feroyskari síðu hesi seinastu árini ? — Tað haldi eg ikki. Vit hevdu jú einki annað at velja sjálvir — og vit blivu bara drignir við. Sjálvur veit eg ikki, hvussu trupulleikarnir skulu loys- ast. — Men hvussu heldur tú vit best kunnu fáa nakað burtur úr kortini ? — Vit mugu geva eðrum av tí, sum vit hava á djúp- um vatni afturfyri at vit kunnu fáa meira frá teimum. Tað er einasta loysnin. Hetta er júst tann grønlendingum øvuguta gongd av ti, sum hevur verid — og vit læsa okkum inni á Feroyaleið- unum og einki vilja lata — og at vit hava útbygt heimaflotan heilt ábyrgd- arleyst og fulikomiliga skeivt, sum vit øll jú vita í dag. 42.000 menniskju kunnu ikki liva av feroya- grunnunum eina og aleina. Vit mugu sleppa at fiska á fjarleiðum. Vit spurdu nú Regin á Rógvi, hvat hann heldur um tær avtalur, sum hava verið galdandi millum Fer- oyar og Ísland/Grenland. Regin á Rógvi heldur, at grenlendingar hava verið ógvuliga lítið beinasamir móti feroyingum hóast bæði feroyingar og gren- lendingar eru statsborg- arar í danska ríkinum. — Um tú var fiskimála- ráðharri, hvat vildi tú tá gjert ? — Tíbetur eri eg ikki tað. Men vit kunnu ekja kvotuna eystanfyri. Teir gjørdu jú eitt gott ár í fjør, og vit hava fleiri stór skip eitt nú Sólborg, sum lætt- liga kann fiska annan fisk enn rækjur. — Hvussu við leiðunum við Afrika og Suðurame- rika? — Eg veit ikki, men hesin báturin var í Mauri- tania, har hann hevði sáttmála um at fiska, men sáttmálin var so ringur, at báturin fór á heysin endar Regin á Rógvi. Enn ein møguleiki Freistin at tekna úti í dag! Sunnudagin fingu tríggir bilar skaða í sinum samanstoyti við Aldubáruna. seg til veitsluna er Sí lýsing á síðu 13 Ein bilur, sum kom niðan eftir Skiparagøtu, virti ikki treytaleysu víkiskyldina við tí úrsliti, at hann stoytti samen við ein annan, sum kom heimeftir J. C. Svabosgøtu. Annar av bilunum rakti triðja bilin, sum stóð vil Aidubár- una. Har er ikki loyvt hverki at parkera eila steðga | Politiið heldur ikki. at vega- mótið J. C. Svabosgøta/Skip aragøts/ vegurin oman á Vestaru bryggju heyrir til tey vandamiklu í býnum.