mikudagur 4. februar 1981síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
Javnaðarflokkurin skýtur upp at
Føroysk skip gera klárt at
byrja fiskiskap í grøn-
lendskum sjógvi
Á tingfundi mánadagin legði Javnaðarflokkurin fram uppskot
um at føroysk skip gera klárt at byrja fiskiskap eftir rækjum,
kongafiski, svartkalva og toski í grenlendskum sjógvi. Toski tó
bert í Eysturgrenlandi.
Flokkurin vísir á, at undanfarin ár hevur fiskiskapurin í ríkis-
donskum sjógvi ongantíð verið steðgaður heilt, sjálvt um góð-
kendur fiskiveiðusáttmáli ikki hevur verið ímillum Feroyar og
EEC.
Hesin fiskiskapur verður at rokna við í endaligu kvoturnar
sum samtyktar verða ímillum Feroyar og Grenland/Danmark
ella Føroyar og Grenland/Danmark/EEC, sigur Javnaðarflokk-
urin í uppskotinum. Í viðmerkingunum verður sagt:
Undanfarin ár hevur fiski-
skapurin í grenlendskum
sjógvi hildið fram frá
decembur og inn á várið
sjålvt um sáttmáli ikki
hevur ligið fyri hverki við
Grønland/Danmark ella
við EEC.
Orsekin til hetta hevur
verið, at uttan mun til
sáttmála vit fingu ella ikki
fingu við EEC, so hava vit
mett okkum eiga rætt til
veiðu í ríkisdonskum
sjógvi, hóast stjórnin
ongantíð hevur lýst hesi
rættindi nágreiniliga, tó at
hon hevur góðtikið, at
Feroyar ikki eru
triðjaland í vanligari
merking í mun til Dan-
mark og Grenland.
Hendan veiðan hevur
kunnað farið fram uttan
royndir frá grenlendskari,
danskari ella EEC síðu at
steðga henni. -
Hinvegin er eingin ivi
um, at tervandi allýsingar
(definitiónir) av okkara
rættindum í samband við
veiðuframhaldið hevur
verið ein táttur, sum
hevur viðvirkað til áhuga
EEC's í at fáa í lag fyri-
bilssattmåla um veiðu-
framhald hver hjá ødrum í
samráðingartíðini.
Í fjør vóru føroysku
kvoturnar í Vesturgren-
landi uppfiskaðar innan
árslok og vóru tí eingi skip
í grønlendskum sjógvi
fyrst í januar í ár, og
sostatt heldur eingin
framhaldsfiskiskapur.
Sitandi landsstýri tyk-
ist hava hvept seg við at
geva loyvi til uppaftur-
tøku av veiðu í gren-
lendskum sjógvi áðrenn
hetta var avrátt annað-
hvert við grenlendingar
og danir ella við EEC.
Hetta er skiljandi tá
haft verður í huga gren-
lendsku steðuna til rækju-
og toskaveiðu í 1981, har
mál teirra hevur verið, at
einans grenlendingar
skuldu eiga lut í hesi.
Lívleysur liggur fólkaflokkurin
í sambandsleypinum
Undir umreðuni av upp-
skoti landsstýrisins, um
bygging av deild av
Feroya Handilsskúla í
Tórshavn, segði løgmad-
ur, at lænast skulu
hundratals milliónir bert
fyri at fáa landskassan
uppá O.
Tey, sum vóru stedd í
tingsalinum hendan dag-
in og hoyrdu hesi orð
legmans, og tey, sum
seinni hoyrdu orð hans-
ara endurgivin í útvarp-
inum, fingu ta fatan, at í
stersta åbyrgdar- og
heimildarloysi eru allir
kassar og allir grunnar
temdir, og at vit í sama
ábyrgdar- og heimildar-
loysi eru skuldabundin
fyri aðrar upphæddir
enn tær, ið áttu at verið í
grunnum og kessum.
Stutt sagt fingu fólk ta
fatan, at als onki hepi er
á landsins fíggjarviður-
skiftum, at talan er um
ábyrgdar- og heimildar-
loysi, um óskil og ruðu-
leika.
Í sambandi við tað,
sum Pat'i Ellefsen, løg-
maður segði á tingi
hendan dagin, hevur
formaður javnaðarfloks-
ins, Atli Dam, fyrrver-
andi legmaður boðað frá
fyrispurningi til leg-
mans. Mánadagin í hesi
vikuni skuldi legtingið
taka steðu til, um hesin
fyrispurningur skal
svarast ella ikki, men í
skrivandi letu hevur leg-
tingsfundur ikki verið og
tí er steða ikki tikin til
hetta enn. Kortini er
ongin orsek at vænta
annað enn at fyrispurn-
ingurin verður svaraður
og so fáa vit at hoyra.
Tað verður helst
áhugavert.
Eitt annað, sum er
áhugavert í hesum sam-
bandi er, hvat fólka-
flokkurin = sigur um
skuldsetingarnar frá løg-
manni. Sum øllum kunn-
ugt, hevur fólka-
flokkurin umsitið fíggj-
armál í landsstýrinum
tey seinastu seks árini.
Eisini átti fólkaflokkurin
figgjarnevndarformann-
in frå januar 1975 og
fram til 6lavsøku 1979.
Hetta åbyrgdarfulla
starv varð røkt av fyrr-
verandi formanni floks-
ins á tingi. Somuleiðis
kann verða nevnt, at nú-
verandi formaður fólka-
floksins á tingi, sum í
dagliga yrki sínum er
grannskoðari, í mong ár
og har ímillum eisini hesi
seinastu seks árini,
hevur verið grannskoð-
ari hjá tí almenna og
landskassanum.
Fólkaflokkurin hevur
altíð krýnt seg sjálvan
sum ein flokk, ið hevði
framúrskarandi skil á
fíggjarviðurskiftum, ið
hevði hegni og handalag
til at umsita hetta máls-
eki, og sum altíð sýndi
størsta varsemi og
við-
Feroyingar hava í ollum
samstarvi við grenlend-
ingar góðtikið, at gren-
lendsk fiskivinnuáhuga-
mál í grenlendskum sjógvi
koma í fremstu reð, men
at feroyingar eru næstir í
heimildarreðini at veiða í
grønlendskum sjógvi.
Nú norðmenn og týskar-
ar hava fingið veiðuloyvi í
grenlendskum sjógvi, og
SOSIALURIN
tingnytt
nú trý donsk rækjuskip
eru á veg til Grenlands er
vandi fyri, at vit verða
skúgvaðir longur aftur í
rødina, ja so langt aftur, at
einki verður í okkara lut.
Tað er tí umráðandi, at
landsstýrið beinanvegin
ger stjórnini og gren-
lendska landsstýrinum
greitt, at undir hesum um-
steðum ber ikki til at bíða
við uppafturteku av fiski-
skapinum undir
Grenlandi.
Hvar er hann?
Í útvarpinum í gjár
hoyrdu vit sum tíðindi, at
annar av okkara fólka-
tingsmonnum, Jákup Lin-
denskov, hevði havt fund
við danska fiskimálaráð-
harran og danska uttan-
ríkisráðharran í sambandi
við fiskivinnutrupul-
leikarnar hjá okkum fiski-
monnum fyri á tann hátt
at ávirka gongdina í fiski-
vinnusamráðingunum til
at tryggja okkara veiðu-
rættindi.
Sum fiskimaður havi eg
nú í nógv ár saman við
eðrum fiskimonnum havt
eina stóra innteku, men
síðani fyrst í desember
havi eg onga krónu
vunnið, tí okkara
samráðingarmenn við
legmanni Paula Ellefsen á
odda hava ikki verið ferir
fyri at fáa okkum fiski-
monnum til vega veiðu-
loyvi, og tí liggja skipini
enn. Eg havi altíð virt
fólkatingssessirnar nógv,
tá teir rettu menninir sita
í teimum sum duga at
arbeiða við skili, og ikki
bara rumbla. Og tað mugu
vit siga um fólkatings-
mannin Jákup
Lindenskov — hann rekir
sítt fólkatingsstarv við
ábyrgd.
Men so mugu vit spyrja
— hvar er so hin føroyski
fólkatingsmaðurin, sum
eisini er valdur til at verja
okkara áhugamál? Tá ið á
leikar, er hann ikki har, tí
frágreiðingin er tann, at
hann er bæði fólkatings-
maður, legtingsmaður og
nú eisini Føroya leg-
maður.
Fólkatingsmaðurin Já-
kup Lindenskov hevur
sæð so álvarsamt upp á
fiskivinnutrupulleikarnar,
at hann hevur tikið sam-
reður upp á hægsta stigi
við donsku ráðharrarnar,
og tað vil eg sum fiski-
maður takka honum fyri,
tí eg ivist ikki í, at hetta
stig hansara fer at hjálpa
løgmanni og føroysku
samrådingarnevndini, tå
teir nå um fåar dagar
merkingar
somuleidis størsta skyn-
semi i figgjarspurning-
um. Ti hevur tað allar
stersta áhuga hjá øllum
foroyingum at frætta
hvat fólkaflokkurin
veruliga sigur um skuld-
setingarnar frá Paula
Ellefsen, løgmanni. Eg
meti sjálvur, at veljarnir
hjá fólkaflokkinum sýna
hesum máli stóran ans
og mugu vera teir, ið
hava stersta áhugan
fyri, at flokkur teirra
alment letur við seg
koma í hesum spurningi.
Men higartil kunnu vit
bert sláa fast, at lívleys-
ur liggur fólkaflokkurin
i sambandsleypinum,
uttan at lata vid seg
koma. Skal hann hava
andadråttshjålp ella
mannar hann seg upp
vid egnari megi? Livst
so spyrst!
Vilhelm Johannesen
tjak og
meiningar
skulu aftur til Bruxelles at
samráðast.
Tað skal ikki vera nekur
loyna, at eg og konan bæði
tey seinastu valini hava
valt sambandsflokkin, tí
vit sóu nakað stórt í Paula
Ellefsen, men eg eri nú
farin at ivast í, um vit ikki
hava valt skeivt.
Vit gera tesarar okkara
varugar við, at treytin
fyri at fáa lesarabrøv
upptikin undir hesum
teiginum er, at blað-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brevini.
Ein fiskimaður
við fimm bernum
LÝSING
m/s »Dagstjørnan« verður hervið lyst
til sølu soleiðis sum skipið liggur á
Skála. ;
Nærri upplýsingar um skipið fáast
við at venda sær til Vaktar- og Bjarg-
ingartænastuna.
Skrivlig tilboð verður at senda til
Føroya Landsstýri í seinasta lagi 1.
mars 1981.
Føroya Landsstýri
-=