Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-02-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. februar 1981síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Síða 3 Blindur, sum hevur ferdast vida um lond: Ongastaðni verið so illa fyri sum við Oyragjogv — Harðar atfinningar móti Strandferðsluni á fundinum um ár teirra brekaðu leygardagin. Broytingar verða gjørd- ar á skipunum, lovar samferðslunevndin Ein blindur maður, sum hevur ferðast víða, bæði vestan og eystan fyri jarn- tjaldið, hevur ongastaðni verið so illa staddur og kent seg so illa sum við Oyragjógv. Brekað eru beinleiðis í lívsvanda, hverja ferð, tey ferðast um Vestmannasund. Hetta er bert eitt domi av nógvum um steðuna hjá teimum brekaðu í fer- oyska samfelagnum, sum komu fram á fundinum í Eysturskúlanum leygar- dagin. Tað vóru harðar atfinn- ingar móti Strandferðsl- uni á fundinum. Skipini eru als ikki innrættað soleiðis, at brekað uttan stórvegis trupulleikar kunna ferðast við teimum. Tað bleiv eisini nevnt, at vita, hvussu tær skula hjálpa brekaðum. Her er tervur á skeiðum, so manningarnar, bæði á skipunum og bussunum, kunna læra, hvussu tær skula fara við ferðafólki, bæði brekaðum — «og friskum. Tad positiva bleiv tó ikki gloymt á fundinum. Fólk fegnaðust um, at bussarnir hava antin rampa ella lyftu til rulli- stólar. Verður krav Og tað verður eitt krav í framtíðini, at bussar hava rampa til rullistólar. Tað hevur víst seg, at rampi er betur egnaður enn lyfta til hetta endamálið, upplýsti nevndina. Tað bleiv eisini lovað, at Strandferðslan nú av álvara fer undir at umhugsa og projektera tær broytingar, sum eru neyðugar umborð á skip- unum, so tað gerst trygg- ari og lættari hjá brekað- um at ferðast. Samferðslu- nevndin bað felegini, sum vóru á fundinum, um upp- skot, hvussu hesar broyt- ingar skuldu gerast. Men tað eru ikki einans tey almennu flutningstól- ini, sum eru trupul og vandamikil hjá brekaðum. Tað sama kann sigast um almennar bygningar. Og her hevði fundarfólkið eitt nærliggjandi demi, tann nýbygda Eysturskúlan, har ikki hevur verið hugsað um tey brekaðu. Tað bleiv skotið upp, at skula í holt við at gera uppskot um ábetur á viðurskiftini hjá teimum brekaðu, skuldi royna at fáa inn í byggisamtyktirn- ar, at ikki bert almennir, men eisini privatir bygn- ingar, skula innrættast soleiðis, at teir ikki eru vandamiklir fyri brekað. Nógvir bólkar Ætlanin er at fáa so nógv- ar bólkar sum meguligt kring alt landið at arbeiða við teimum nógvu og ólíku evnunum, sum blivu skotin upp á fundinum „eygardagin. Nevndin, sum er sett av landsstýr- inum, skal so samskipa arbeiðið. Eilif Samuelsen, Gera nýggja roynd at sleppa av við Dagstjørnuna Fyrrverandi vaktar- og bjargingarskipið Dag- stjørnan er nú aftur lyst til sølu. Dagstjernan bleiv annars seld fyri góðar 900.000 kr. til Vágar- nar í fjør, men tá av- tornaði bleiv selan kortini av ongum. Dag- stjørnan bleiv liggjandi å Skåla, men nú ger landsstýrið so eina nýggja roynd at sleppa av við hana. Dagstjernan gavst í vaktar- og bjargingar- tænastuni, tá Ólavur Halgi kom í 1978. Dag- stjørnan. er bygd í Noregi i 1962. Sersamband fyri judo Tey fyra judofeløgini i Føroyum fåa um ikki so langa tíð sitt egna sersamband. Tann 28. februar verður Judo- deildin hjá ÍSF til Judosamband Feroya, sigur formaðurin í Judodeildini, Sven Nerspang. Judodeildin varð stovnað í mai í fjør. Yngsta judofelagið i landinum varð stovnað seinasta leygardag í Sundalagnum. Tað eitur Sunda judo felag »Tori«. Á stovnandi fundinum fekk felagið 30 limir. Í nevndina komu Hans Petur við Streym, formaður, Johannes Johannesen, næstformaður, Sofus Johannesen, kassa- meistari, Heri Andrea- sen, skrivari og Stein- bjørn Hansen. Sum til- takslimir vórðu vald Rúni Ellingsgaard og Súsanna Joensen. Hini judofelegini í Feroyum eru í Havn, Klaksvík og Vágum. manningarnar ofta ikki eitt umboð fyri samferðslu- Framhald á síðu 13 Í mr | Nevndin, sum samskipar arbeiðið í ári teirra brekaðu, hevur skriv- stovu í V. U. Hammers- haimbsgøtu 1. Tlf. 11657. ein av bólkunum, sum nú Bróta revsilógina meira enn einaferð um vikuna Opið kl. 9—12. —! Húsini hjá FA skula burtur Húsini hjá Feroya arbeið- arafelag við Hoyvíksvegin og J. Broncks getu skula takast niður. Hetta upplýsti Finnur Johansen á býráðsfundin- um hóskveldið. Tað var svar við einum fyrispurn- ætlar hon at taka tey niður fyri at beta um útsýnið hjá ferðsluni eftir J. Broncks getu og R. C. Effersøesgøtu. Finnur Jo- hansen upplysti eisini, at Føroya arbeidarafelag er vid at fåa nytt grund- Leivi Johannesen, at hann situr í byggi- og byarskip- anarnevndini. Hesum fekk Zakarias eisini svar við beinanvegin. Sitandi bý- ráðsformaður, Peter F. Christiansen, segði, at spurningurin hevur verið ingi frá Zakariasi Wang stykki íbýnum. frammi fyrr. Svarið er tað um, hví FA ikki enn hevur sama sum tá. Tað er onki fingið byggiloyvi til hús til hindurs fyri, at Leivur felagsins við Hoyvíksveg- er limur í byggi- og býar- in. Finnur Johansen segði, Gongugetan skipanarnevndini. at tá umsóknin um byggi- loyvi kom, tók kommunan upp samráðingar við Feroya arbeiðarafelag um at keypa húsini. Tá komm- unan hevur keypt húsini, Zakarias Wang hevði ikki færri enn tríggjar spurn- ingar at bera fram á býráðsfundinum. = Hann spurdi, um tað er sambær- iligt við starvsekið hjá Hinvegin fekk Zakarias Wang onki svar hóskveld- ið til spurningin: Við hverjari heimild verður gongugetan latin upp fyri bilferðslu ? Eli Davidsen, umboð fyri scle- rosefelagið í fyrireikingarnevndini fyri ár teirra brekaðu, og Karin Margreta Joensen-Næss, skrivari hjá nevndini tosa um, hvussu arbeiðið skal leggjast til rættis Tað henda fleiri og fleiri brot á revsilógina í Norðuroyggjum. Poli- tiið í Klaksvík skrásetti 62 revsilógar- brot í 1980. Tað eru 10 fleiri enn árið fyri og 47 fleiri enn fyri bert fimm árum síðani. Politiið handtók 208 fólk í 1980, eitt færri enn í 1979. 37 blivu tikin fyri at koyra við kenning (42 í 1979). Í 1975 blivu 77 handtik- in, av teimum 18 fyri at koyra ávirkað. Sum er sær ikki út til, at 1981 verður mæt- ari enn 1980. Higartil í ár eru longu 24 fólk handtikin har norðuri. I fjør var talið 16 og 11 í 1979, upplýsir politiið í Klaksvík. Føroya arbeiðarafelag hevur sekt býráðið um loyvi at gera takreising omaná húsini