mikudagur 4. februar 1981síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
flet
SOSIALURIN
Stórur dagur í Vestmanna søgu:
Flaggskipið í norska
fiskiflotanum — nú
heimstað í Vestmanna
Føroyski fiskiflotin hevur
fingið enn eitt
»flaggskip«. Tað er fyrr-
verandi norski nótabátur-
in og trolarin, Siljo, sum
fríggjadagin í síðstu viku
legði at bryggju á nýggja
heimplássi sínum — fjórði
Gullfinnur hjá Vestmenn-
ingum.
Tað var ikki so lítið
gjert burturúr, tá nýggi
Gullfinnur kom siglandi
gjegnum Vestmannasund
og síðani legði at bryggju í
Vestmanna. — Ein stór-
hending í okkara segu, tók
ein av monnunum á fiska-
virkinum til orða, tá Gull-
finnur flaggskrýddur kom
skúmandi inn eftir fjerð-
inum — og honum aftaná
Sóley, sum var farið út
at taka ímóti.
Hóast illfýsið veður —
tað regnaði ella — so var
nógv fólk komið oman á
Heyganes at taka ímóti
hesum stásiliga farinum,
sum felagið Vestur í Vest-
manna hevur keypt í
Noregi fyri 40 mill. kr.
Frí
Skúlabernini høvdu fingið
frí. Hornorkestrið var á
staðnum. Við lógvabrest-
um — hurrarópum og
horntónleiki var nýggja
skipið ynskt vælkomið.
Á bryggjuni hildu
bygdaráðsformaðurin og
ein tingmaður úr bygdini
reður. Símin Simonsen,
bygdaráðsformaður segði
m.a., at leitaðu vit aftur í
tíðina, so mintust vit, tá
stersta skipið á vágni varð
selt til Noregs.
— Tá nótaskipið Gull-
finnur varð seldur til
Noregs hildu menn, at fel-
agið Vestur fór at verða
niðurlagt og sostatt ikki
koma at geva meira
arbeiði til bygdina — men
so skuldi ikki vera — tibet-
ur.
Hann segði víðari: —
Nú er hetta stásiliga
skipið komið og skuldi tað
givið arbeiði til fleiri hend-
ur, og tí eru vit í bygda-
ráðnum takksamir fyri.
Bygdaráðsformaðurin
ynskti skipinum tillukku
og vónaði, at tað fór at
føra mangan fongin til
lands.
Dirvi og mót
Øssur Dam Jacobsen,
tingmaður úr Vestmanna
tók síðani orðið. Hann
segði m.a., at tað skal
stórt dirvi og mót til at
taka so stóran til í tíðum
sum í dag.
Og hann helt fram: —
Men tað hevur ongantíð
verið feroyingum fyri, tá
ringast stendur til, at fella
í fátt. Tá hava vit heldur
tikið dýrari til — og tað er
júst hetta áræði og dirvi,
sum hevur fert feroysku
skútuna fram.
Víðari segði Øssur Dam
Jacobsen, at vestmenn-
ingar enn einaferð hava
víst seg sum undangongu-
menn.
— Í Feroya segu stend-
ur, at fyrsti trolarin, sum
kom til landið, var Grani í
1911. Men tað rætta er, at
vestmenningurin, undan-
gongu- og framburðsmað-
urin, Ólavur á Heygum,
keypti longu í 1905 ein
trolara, sum nevndist
Lord Alfred, men tíverri
gekst tað hesum bátinum
so illa, at hann varð seldur
árið eftir við stórum tapi.
Djúpari
Øssur Dam Jacobsen vísti
síðani á, at tað broytta
fiskiveiðumynstrið hevur
gjert, at heimaleiðirnar
eru troyttar meira og
meira, soleiðis at toska-
stovnurin í dag er ógvu-
liga nógv niður-fiskaður.
— Tað vit missa á fjar-
leiðum, helt hann fyri, tað
kunnu vit ikki fiska á
gomlu grunnunum — men
vit mugu troyta tað djúp-
ara vatnið — og tí er gleði-
ligt, at vit hava fingið
hetta farið, sum kann
fiska á djúpum vatni.
Tingmaðurin segði at
enda, at vit við hesum
farinum meguliga koma at
ekja okkara útflutning
árliga við millum 30 og 40
— Tit eigarar av bátin-
um hava fyrr víst tykkum,
sum framúrskarandi sjó-
vinnumenn og hava fingið
tað at gingið fyrr, so vit
hava álit á, at tað fer at
roynast aftur hesaferð.
Síðani segði reiðarin á
Gullfinni, Regin á Rógvi
nekur orð. Hann takkaði
fyri móttekuna og vónaði,
at tað fór at ganga hjá
nýggja skipinum.
Nú varð so landgongu-
brúgvin sett í land og bern
og vaksin fóru umborð at
síggja nýggja skipið.
Jú vist — ein stórur
dagur í Vestmanna segu.
Tá Gullfinnur kom til Vestmanna.
Hornorkestrið spældi, teir vaksnu
róptu hurrá og skúlabernini fredd-
ust — tey høvdu fingið frí! Og so
tustu øll umborð
UT ere