Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-02-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. februar 1981síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

i É | "SOSIALURIN Síða 5 Regin á Rógvi, skipari og reidari av nýggja Gullfinni — á brúnni, tá skipið kom á Vestmanna Tað er felagið Vestur í Vestmanna, sum hevur keypt nýggja Gullfinn úr Noregi. Sosialurin var umborð á bátinum, tá hann kom til Vestmanna í síðstu viku — og tosaðu vit við skiparan og reið- aran, Regin á Rógvi. Teir hevdu ein góðan túr til Feroya, nakað av sjaskveðri, men báturin er sjógóður upplýsir Regin á Rógvi. Við skipinum upp vóru sjey mans umframt ein norðmaður. Gott keyp! Báturin kostar umleið 40 mill. kr. Er hetta eitt gott keyp, spurdu vit Regin á Rógvi? — Um vit sleppa at fiska, so er tað eitt gott keyp. Tað er sjálvsagt treytað av, at vit sleppa at fiska alt árið. Ein nýggjur bátur av hesum slagnum hevði í dag kostað ikki minni enn tað dupulta av verandi keypsprísi. — Nú sigur tú: »Um vit sleppa at fiska“. Men keypa tit ein so dýran bát uttan at vera vísir í, um tit sleppa at fiska? — Vit eiga eina kvotu av lodnu í Barentshavinum, sum ikki verður brúkt. Síðani er meguleiki at fiska svartkjaft og megu- Skulu fiska fyri 25—30 mill. kr. liga makrel í Norðsjónum. Men her eru sjålvandi iva- spurningar, tí tað er ikki vist, at vit sleppa at fiska makrel í ár. Nót og trol — Metir tú, at tað er grundarlag fyri at fiska við tílíkum stórum skipi alt árið ? — Tað er tað. Vit vóna at tað fer at ganga og hava eisini roknað við tí. — Gullfinnur er ikki nakaðheilt vanligt fiski- skip? — Hann er kombiner- aður nótabátur og trolari. Haraftrat hevur hann ein frystikapacitet uppá 69 tons um samdegrið. Eisini er mjelverksmiðja umborð, sum kann arbeiða 150 tons av ráveru um samdegrið. Báturin kann eisini lasta 1100 tons av guano. Regin á Rógvi sigur víð- ari, at báturin nú skal á Skála skipasmiðju til botnsýn — síðani verður farið í Barentshavið at pi KE royna eftir lodnu. Teir vænta ikki at verða aftur í Feroyum fyrr enn einaferð í mars — apríl, tá svart- kjaftasesongin byrjar. Hon varir til í juli. — Hvar fara tit at selja, og hver skal selja fyri tykkum ? — Vit kanna í letuni meguleikarnar at selja bæði i Danmark, Bretlandi og Noregi. Hvør skal selja fyri okkum er ringt at svara uppå ni. Tad veldst um, hvar vit fåa besta prisin. Storur gravgangur at sleppa vid Tað verða ialt 20 mans við Gullfinni. Mesta av fólk- inum er úr Vestmanna. Regin á Rógvi sigur, at tað er stórur áhugi millum vestmenningar at sleppa við skipinum, og teir hava tíanverri verið noyddir at siga mongum nei at koma við skipinum í hesum um- farinum. Uppá fyrispurning hvussu nógv skipið skal »Dåvid og Goliath“, Sóleyg, sum P/F Vestur í Vestmanna eisini eigur tekur her ímóti nýggja Gullfinni i Vest- mannasundi fiska fyri, at tað kann bera seg, sigur Regin á Rógvi, at tað veldst um útreiðsl- urnar, men hann roknar við, at teir skulu fiska fyri 25—30 mill. kr. Hetta fer at geva Vestmanna mun- andi meira í skattainn- teku. Tilsamans fer mann- ingin at fáa einar 8. mill. kr. í innteku (brutto) við skipinum árliga. 4. Gullfinnur Fyrrverandi Siljo er fjórði Gullfinnur hjá Vestmenningum. Fyrsti Gullfinnur varð bygdur í Noregi í 1960 av einum felag, sum nevndist Skep- nan. P/f Vestur varð stovnað í 1963, og hevur tað umframt Gullfinnarn- ar átt Vestfinn, Norðfinn og Sóley. Nýggjasti Gullfinnur er 65,6 metrar langur, 13,6 metrar breiður og hevur lastarúmd uppá 2250 m?. Báturin hevur tveir mot- orar uppá 2250 HK hver. Hann hevur eina miðalferð uppá 14,5 míl. Teir koyra ikki við tung- ari olju, men tað er lætt at leggja um. Í letuni er prís- munurin tó bert 13%, so tað loysir seg ikki at leggja um undir núverandi viðurskiftum Norðmenn og Silja Vit spurdu nú Regin á Rógvi, hvussu tað ber til, at norðmenn ikki hava fingið tað at borið seg við Siljo! Til hetta sigur hann, at noråmenn hava rættliga stórt tal av tilikum nóta- skipum. I år hava tilsam- ans 360 skip søkt um loyvi at fiska lodnu i Barents- havinum. Regin á Rógvi vísir á, at norðmenn meina, at feroy- ingar hava fingið sterri kvotu enn teir, men hetta heldur hann vera nokk so missvísandi, tí tað má sjálvsagt vera lættari at býta millum tveir ella tríggjar bátar enn at skula býta eina kvotu millum 360 skip. — Fiskaði Gullfinnur undir norskum flaggi í ár hevði hann fingið tillutað 4000 tons av lodnu, og tað er alt ov lítið. Regin á Rógvi roknar við, at Gullfinnur skal fiska eini 25.000 tons í alt av lodnu, svartkjafti og makreli árliga fyri at bera seg. endamálum. limum. talið t.v.s. Fyrireika stovnan av Kivanes klubba i Foroyum i Vid teirri ætlan at fåa sett å stovn ein Kivanes klubba i Føroyum, hava tveir íslendingar verið i Havn. Teir buðu til fundar mikukveldið, og har var ein trimannanevnd vald at gera fyrireikingar til stovnan av klubbanum | Í hesa nevnd komu Ólavur Patursson, Eirikur Thorvaldsson og Thorolf Bjerklund. Vit spurdu annan av íslendingunum, Ólavur Jensson, hvat ein tílíkur klubbi er. Hann greiddi frá, at hann ikki var ólíkur einum Lions klubba Klubbin er bert fyri menn. Hann er samansettur av monnum úr ymiskum starvsbólkum og hevur til endamáls at virka fyri ávísum vælgerðar- Ólavur greiðir frá, at í Íslandi eru 36 tílíkir klubbar við tilsamans 1200 limum. Tilsamans eru kring heimin 10.000 klubbar við stívliga 300.000 Íslendingarnir fóru til Danmarkar hósdagin, men koma aftur til Feroya um góðan mánað. Tá vóna teir, at klubbin hevur fingið neyðuga lima- 25 sum er fyri at góðtiknan sum verunligan klubba fáa klubban