Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-02-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. februar 1981síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

m SOSIALURIN Keyptar atkvødur? Nú eru fyri hesa ferð øll val farin afturum, og fólk kunna seta seg niður í friði og náðum og tonkja yvir viðurskiftini. Hvussu eru valini nú í grundini farin fram hesi seinastu árini? Er tað nú í veruleik- anum so galið, at menn kunna keypa sær sess bæði í løgtingi og býráði ? Serliga til hetta seinasta býráðsvalið í Tórshavn ljóðar tað eftir míni metan serliga andstyggiligt. Tað er vanligt tos mill- um manna: Hvat fekst tú? Summir hava havt fleiri mans fyri seg í sving fyri at skaffa sær stemmur.. Teir hava havt langan lista við nevnum sum teir síðani ringja til og trygla um stemmur. Aðrir skriva brøv í hópa tali út til fólk og biðja hesi um at velja seg. Men tað nýggjasta í hesum ljóta leiki — nú eru tað ikki bara lyfti um ditt og datt, tú fært, velur tú meg — nei, nú eru onnur ting í boði: pylsur, ostur, rækjur, ja, heilar steikir... sprutt, so nógv tær listir...ja, manglar tær ræstan fisk, hann fært tú eisini, bara tú velur meg. Hetta er tíanverri satt, so ótrúligt tað enn ljóðar millum hampafólk. Men spell er, at so langt er komið út millum okkum, sum búgva í hesum byi. Teir, sum bjóða seg fram sum valevni, tað veri hvar og til ell val, skuldu latið fólk sjálvi um; hvenn tey nú ætlaðu at seta krossin fyri. Men veikar sálir eru lættar at freista, tað eru hesir menn vitandi um, so væl eydnaðist eis- ini henda listin. Livst so spyrst. Kallur Ósá-skúlin mátti ikki nýtast til >sOVorðiðÚÉ Ljósmyndaframsýningin „American Pictures«, sum er víðagitin í Danmark, Noregi og Sveríki, har hon er víst fyri meira enn hálv- ari millión av fólki, og sum hevur fingið sítt egna leik- hús í New York, var ikki egnað fyri almenninginum í Klaksvík, meinti Klaks- vikar Menntunarnevnd, sum kveldið áðrenn fram- sýningin skuldi koma norður, tók loyvið til at nýta Ósá-skúlin aftur, við tí grundgeving, at ein skúli mátti ikki nýtast til >sovorðið<. Hvussu orðið >sovorð- iØ« skal skiljast, hava vit síðani frætt gjøgnum Sosi- alin. Helst hevur Menn- tunarnevndin mett fram- sýningina at vera „ov politiska« men nýtt orðið »pornografi« sum almenna grundgeving fyri at royna at forða framsýningini í at koma henda vegin. Tað er sjálvsagt, at ein framsýning sum leggur dent á eina síðu av Ameri- kanska samfelagnum, sum fá kenna til, t.d. raci- problemir og korini hjá teimum nógvu socialu taparunum, lættiliga kann uppfatast sum politisk, hóast iki partapolitisk. Og er tad so, at Klaksvikar Menntunarnevnd av partapolitiskurn ávum ikki vil loyva kritikk av tí, sum gongur fyri seg í »God's own Country«, so er tað sera vælkomið fyri teir, at umleið 10 av teimum 3000 myndunum vístu nakin fólk, tí so kunnu teir brúka hetta sum umbering, hóast tann veruliga grundgevingin júst hevur snið av parta- politikki. Soleiðis visti Dagblaðið av, at framsýn- ingin fór at verða avvíst av Menntunarnevndini dagin fyri, at nevndin hevði fund ! - Aftan á hetta kunnu vit rokna við, at Klaksvíkar Menntunarnevnd fer at forða fyri ellum framsýn- ingum at koma til Klaks- víkar uttan tannleysum »finkulturi«. Framsyn- ingar um heimsins neyð kunnu ikki vísast borg- arum í Klaksvík, líka mikið hvussu víðagitan ein sovorðin framsýning er, — ella sum í hesum feri, av hegum listarligum og menntunerligum virði. Tað er ikki Menntunar- nevndini fyri at takka, at umleið 140 fólk sluppu at síggja framsýningina, tað er harafturímóti Menntun- arnevndini fyri at »takka«, at nógv máttu standa og nógv ikki sluppu inn vegna pláss- trot í teimum hølum, sum vóru fingin í seinastu letu. Ikki allir borgarar í Klaksvík meina, at tykkara »censurur« var beinrakin. Nógv skammast yvir tykkum. Ein áskoðari So brustu teir saman — Oli avhølvadur i tinginum Undir oråaskiftinum um handilsskúlabyggingina i Havn visti Jéannes Dals- gaard á at tað var neyðugt at umhugsa bústaðarvið- urskiftini hjá tí nógva skúlaungdómi, ið fylkist í Havn. Hann greiddi frá hvussu torfert tað er hjá teimum ungu at finna nakað at búgva í og mælti til at myndugleikarnir fóru undir at umhugsa kollegiubygging í Havn — ikki bert til skúlaungdóm, men til ungdóm yvirhev- ur. Í hesum sambandi vísti Jóannes á, at vit kundu lært av donskum kollegiubyggjaríi. Tá Óli Breckmann tók orði nýtti hann hevi til at speireka Danmark sum skuldi vera heilt fallit millum annað tí har var bygt alí ov nógv og slesað ov nógv, og til at speireka javnaðarmenn, spyrja javnaðarmenn um teir vildu offra tær útreiðslur sum eitt kollegiubyggjarí kostaði. Síðan endaði hann við tí vanligu skol- uni um frísinn og privat initiativ, sum hann er vanur. Tá Jóannes tók orðið aftur vísti hann á, at hóast Danmark sambært Óla Breckmann var fallit so forðaði hetta ikki Óla í at standa í tinginum og mæla til at taka ímóti 10 milliónum frá sama fallit- búgvi til ein føroyskan vinnuskúla. Annars legði Jóannes aftur at, at hann ikki hevði frætt, at Dan- mark var fallit — um so var tað ikki av kolle- giubygging. Harafturímóti kundi hann vísa Óla Breckmann á fleiri kapita- listisk lond, sum hverki hevdu kollegiu ella sosial- ar trygdarskipanir sum vóru fallit. Sum dømi nevndi hann Italia, har tað hálu aða borgarliga frísinnið hevði rátt frítt og ótálmað síðan 1946 — hetta land var nú á húsa- gangi! Viðvíkjandi út- reiðslunum til kollegiu, svaraði Jóannes, at Javn aðarmenn fegnir åløgdu skattgjaldarunum ta út- reiðsluna, tí javnaðar- flokkurin var sannferdur um at tær menniskjans- ligu og samfelagsligu út- reiðslurnar av tí stødu ungdómurin var í í letuni bústaðarliga, vóru nógv sterri. Aftan á hesa holmgongu tók Atli orðið og minti á, at við Óla var tað sum við Cato gamla. Hann kundi ikki enda eina reðu í sena- tinum í Rom uttan at minna á at Cartago átti at verða oyðilagt. Óli kundi ikki taka orðið uttan at tað endaði við lovprís- anum av tí beremta borg- arliga frísinninum og tí frålika privata initiativ- inum og tí vanga brigsl- inum móti vinstravong inum í salinum. Til hetta kundi Óli bert svara við teimum vanligu glósunum um suðringar — nú skuldi koma skil á har suðuri (hann hugsar helst um læraran, bóndan og kiosk- haldaran Páll, sum hann hevur sent okkum norð- ingum upp á hálsin !). Eis- ini minti Atli, sum var eitt sindur skeptiskur viðvíkj- andi framhaldandi útbygging, um man byrj- aði í Havn, á, at her jú var tala um lyfti frá fólka- flokksmonnum og har- næst á, at lyfti frá fólka- flokksmonnum nú einaferð ikki vóru til at líta á. Hann bað tingið endiliga minnast til, at fólkaflokksmenn vóru orð- loysingar og harvið skiltu seg frá ødrum flokkum ! Tá Atli og Jóannes vóru lidnir við Ola fór Vilhelm upp á pallin og sópaði leivdirnar av Óla upp. Hetta gjerdi hann stutt og elegant við at vísa á tann vanliga dupultmoralin hjá fólkaflokkinum: fyrst at reypa ófort av tí fríska privata initiativinum, sum kundi klåra alt, síðan at bona tingiå um at taka ímóti einum tilboð frá danska statinum um at forera feroyskum vinnu livsmonnum ein heilar skúla til 16 milliónir! Ull Hevur tú hug at vinna tær nakað av lummapengum so hevur tú meguleikan nú. Vit sóknast eftir seljarum í hesum bygdum: Kollafjerður. Føroyskt tógv Føroysk pløgg Vaskaða: hvíta 16 kr., gráa 8 kr., ljósamorreyða og myrkamorreyða 20 kr. pr. kg. TØTINGARVIRKID GOTA, tif. 41020 — 41120 Undirtroyggjur úr nappaðari ull....130 kr. stk. Undirbuksur úr nappaðari ull......130 kr. parið | Faroe Sock.......... 35 kr. parið Elin hosur.................. Skr. parið æn 45 kr. parið . parið Skálabotnur, Skála, Strendur, Morkta- Tú tært Í krónu fyri hvert blað, tú sekur. Um onkur hevur hug at royna, so ring til okkara beinanvegin — áðrenn onkur annar ger tað. Tele- fonirnar eru 11820 ella 14720. At enda: gott hinir gomlu! Haldi á við at geva teimum lakk — syrgið fyri alla tíðina at avdúka tóm- leikan fólkaflokkshykl- | | arínum. so fáa hampafól fyrr ella seinni eyguni upp fyri hasum harkaliðinum ! Askoðari