Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-02-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. februar 1981síða 14

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 húsateigurin v/Bjarka Højgaard møbla- og innrættingarark. DMI Støddir å innbugvinum Il | seinasta partinum kom eg eitt sindur inn á, hvørji viðurskifti ið gera seg galdandi, tá ið skáp, arbeiðsborð og tól skulu velj- ast til køkin, fyri at hann kann vera so lættur at arbeiða í sum gjørligt hjá tí einstaka. Í hesum og teimum næstu pørtunum skal eg viðgera støddir og mát á ødrum innbúgvi so sum stólar, borð, lenistólar og sengur. Stólurin Í einum av teimum fyrru pørtunum greiddi eg m.a. frá stólinum, krakkinum og beinkinum, so eg skal ikki endurtaka alt hetta her, men bert nevna tað ið hevur serstakan týdning. Í tí fyrra partinum nevndi eg fylgjandi: >Sitihæddin á stólinum, beinkinum ella krakkinum eigur at svara til longdina á beinunum, mált frá ylini upp undir knæsbótarnar. Og siti- dýpið hevur her eisini sín stóra týdning. Ein tummulfingurregur sigur, at hæddin á setrinum frá gólvi, pluss dýpið á setrin- um, ganga við tvey skal svara til hæddina á per- sóninum. Tað vil við eðrum orðum siga, at hægri vit fara við stóla- setrinum, grynri verður tað (barrstólar t.d.), og lægri vit fara við stóla- setrinum, djúpari verður tað (hetta er tó mest van- ligt at síggja við lágum og djúpum sofainnbúgvi. Hóast at stólan kunnu vera rættuliga ymiskir í skapi og stedd, so hava teir flestu tó tað til felags, at teir hava eitt setur og ein ryggstuðul. Til vanligt húsbrúk seta vit tey krøv- ini til ein góðan stól, at hann skal kunna nýtast til sitandi arbeiði, at sita á við eitt spísiborð til mál- tíðir, og at hvíla seg í eina letu. Fyri at fylgja hesum krevunum eigur lutfallið millum sitihædd og siti- dýpi fyrst og fremst at vera í lagi. Hetta havi eg áður nevnt eitt sindur um. Harnæst eigur ryggstuð- ulin at vera so háttaður, at hann styðjar lendar og rygg, bæði tá ið tú situr upprættur og tá ið tú lenar teg afturav í stólinum. Eisini hevur tað týdning fyri ein góðan stól, at setr- ið hellur eitt sindur inneft- ir. Um stólurin skal nýtast at sita leingi í er tað ein fyrimunur, at setur og ryggstuðul eru polstrað við bleytum evni (tó ikki ov bleytt). Hevur stólurin armstuðul, eigur hesin at sita í eini hædd, ið svarar til undirkaut alboga í sit- andi steðu. Sjálvt setrið eigur at vera breiðari enn viðkomandi persónur og tað má ikki trýsta á ávís stød á lørum og beinum at blóðrenslið verður forðað og beinið fer at »sova«. Setrið eigur at stuðla upp til 2/3 av lørunum, men tað må ikki røkka heilt inn undir knæsbótarnar. Stólar til serstek enda- mál so sum til skrivstovu- arbeiði v.m eiga at hava setur og ryggstuðul ið kunnu flytast, so hesi passa til hverja einstaka arbeiðssteðu. Hesi viður- skifti kunnu eisini bein- leiðis flytast yvir á stólar til børn og ung, av ti at spisibor og onnur borð i heiminum sum oftast eru í vaksnamannahædd og tí ikki so væl hóskandi til hesi. Alt ov ofta sær man at børn mugu sita á stól- um, ið eru bæði ov hegir og lágir til tey í senn. Ov hegir av tí at beinini ikki rokka niður at gólvinum, og ov lágir av tí at armarn- ir illa rekka upp á borð- plátuna. Hetta hevur víst seg at føra til varandi ryggskaðar hjá teimum. Ein ógvuliga lættur háttur at beta um hesi við- urskifti er at geva teimum ein stól at sita á, ið hevur SOSIALURIN Málkrav til stole Í Málkrav til stole spisebord arbejdsbord maskinskriv.b. Sædets højde 40-45 cm 41-44 com | stilbar | ei stilbar Siddehøjde 1-5 cm lavere | 0-3 cm lavere | stilbar 1 end sædeh end sædeh | Siddedybde 37-46 cm | 38-42cm | 38-42 cm | | el. stilbar el. stilbar | Í Siddebredde min. 36 cm min. 40 cm min. 42 cm [Fri vinkel under sædets forkant max. 60" | max 60" | max. 60 | Hejde til ryglænets underkant max. 22 cm | max 18 cm | stilbar ei | | max. 16 cm ] | Højde til ryglænets overkant min. 30 cm min. 35 cm f stilbar el | | max. 36 cm | | Ryglænets hejde Í min. 10 cm | min 17 cm | min. 20 cm | Siddevinkel 93-110' 5-110 | stilbar el | | | 97-105 Bredde mellem armlæn min. 40 cm | min 40 cm min 42 cm Hensigtsmæssig bordhøjde 27-31 cm 27-30 cm LL | oversiddeh | over siddeh | stol/armstol til | stol/armstol ti! Í stol/armstol til | Opfylder en stol ikke ovennævnte málkrav skal dette oplyses setur, ryggstudul og fót- stuðul ið kunnu flytast so hvert barnið veksur og broytist. Hjá teimum gomlu hevur tað týdning at stólurin ikki er ov djúpur og afturá boygdur. Hann skal verða lættur at seta seg í og koma uppúr aftur. Á myndini síggja vit eina tekning av einum stóli í einum bóklingi um »Møbel Fakta«, ið Tekno- logisk Institut gevur út. Í hesum bóklingi verða ná- greinilig krev sett til Hóast at stólar kunnu vera rættuliga ymiskir í sniði, uppbygging og tilfari eiga teir at hava tað til felags, at teir eru góðir at sita á og hava eina sterka og trygga uppbygging ant hvussu ið ein stólur eigur at verða bygdur upp, fyri at hann kann verða góð- kendur av hesum stovni. Tær talstøddir ið eru nevndar í tabellini oman- fyri stólin, eru eitt úrslit av langum og drúgvum kanningararbeiði á hesum eki. Og hyggja vit nærri AAA AAL på mebelfaktamærket at stólatekningini síggja vit t.d. á sniðinum á rygg- stuðlinum, hvussu hesin stuðlar rygg og lendar bæði tá ið tú situr upp- rættur og tá ið tú lenar teg afturav í stólinum. Í tí næsta partinum skal eg viðgera steddir og mát á borðum. Úr grunni Onnu Djurhuus til áminnis um Sverra Fon er studningur at søkja til útgávu av bók ella bókum, ið hava bókmentaligt virði. Umsóknir skulu vera Fróðskaparsetri Føroya, Tórshavn, í hendi í seinasta lagi 28. februar 1981. Nærri upplýsingar kunnu fáast frá setursskrivstovuni. Fyri setursráðið Hans J. Joensen, formaður