Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-02-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. februar 1981síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN LS 3 3 Ljósá i dag. Bygdaráðið vónar at fáa pening til at halda fram við arbeiði uppá bátahylin byggiøkinum — í Mýruni — so er hetta sera vánalig landbúnaðarjerð, so heldur ikki her fer nakað fyri skeyti í so máta. Grundstykkini eru um 600 kvm. til steddar og er prísurin fyri kvm. 45 kr. Flakavirkið og útróðurin Eitt er at seta búgv! Annað er at fáa arbeiði á plássinum. Í dag er Eiði fiskivinnubygd burturav. Nakað væl av fólki arbeið- ir á flakavirkinum, og ann- ars eru nógvir útróðrar- menn i bygdini. Tad er eisini arbeidi til teir eldru menninar og teir ungu dreingirnar i bygd- ini. Nú línuútróðurin er fyri er nógv egning á landi. Annars er einki ídnaðar- virki á Eiði og heldur ikki servicevirki. Nakað av jarðarbrúki er. Har er stórt fjós við nógvum mjólkineytum. Harum- framt eru tað fleiri hús sum hava nakrar fáar mjólkikýr, kálvar og oksar. Gott vegasamband Uppá fyrispurning um tað er í umbúna at fáa fleiri arbeiðspláss í bygdini, sigur Rasmus Joensen, at enn fyriliggur einki konk- ret. Hann roknar tó sjálv- ur við, at tann stóra út- byggingin, sum fer fram í Eiði í letuni við m.a. havn- ini fer at skapa betri grundarlag fyri framtíðar arbeiðsplássum í bygdini. Annars er vegasambandið til aðrar bygdir gott, so tað ber væl til at búgva á Eiði og rekja eitt arbeiði aðrastaðni. Nakað av arbeiði um- framt fiskaarbeiði er tó. M.a. lata fleiri stoypibilar sement til ymisk stór- arbeiði bæði í Eystur- oynni og Streymoynni. Har eru so fleiri mans í arbeiði. Gistingarhús og bakarí Í samband við nýggju út- stykkingarnar er m.a. áhugi at byggja eitt gist- ingarhús og eitt bakarí á Eiði. Kommunan hevur longu latið stykki til eitt gisting- arhús. Mett verður at Vestari molin er 530 metrar langur Áðrenn havnin varð útbygd á Eiði. Broytingin er stór Síða 9 Svínáir í dag. Nógv ung vilja seta búgv her tørvur er á einum gisting- arhúsi á stedd við tað á Viðareiði. Um summrarn- ar kemur rættiliga nógv fólk til Eiðis. Í dag fáa eiðisfólk breyð úr Havn tvær reisir um vikuna. Tað er nevniliga einki bakarí í bygdini. Nú hevur so ein eiðismaður ætlanir at byrja eitt bakarí á staðnum. Eiðis kommuna arbeiðir eisini við ymsum útbygg- ingarætlanum við Ljósá og í Svínáum. Norðan fyri begarðin í Svínáum er ætlanin at stykkja út. Hetta er tó jorð, sum jarð- arráðið eigur, men ein avtala er gjørd við jarðar- ráðið at fáa økid til grund- stykki. Svínáir og Ljósá Tað vísir seg at vera ein vissur áhugi at byggja í Svínáum. Tað eru serliga tey ungu, sum hava hug at koma aftur til heimplássið at búgva. Annars verður í letuni arbeitt við at beta um vatnviðurskiftini í Svín- áum. Tann gamli brunn- urin er ónýtiligur og tí verður arbeitt við at leggja ein nýggjan vatn- leiðing úr Stórá. Vatn- spurningurin er um at verða greiddur og vónar bygdaráðsformaðurin, at svínáfólk skjótt fáa somu vatnviðurskifti í lagi. Við Ljósá er ein bátahyl- ur, sum nakað skal gerast við aftrat. Bygdaráðið vónar at fáa játtan frá landinum til at halda fram við at skula gera bátahyl- in lidnan í vár. Ein sterri bátur og nakrir opnir bátar hava heimstað við Ljósá. Tað eru annars legd stykki av til 10 neyst við Ljósá. Tað eru fólk á staðnum og eiðismenn, sum hava biðið um neyst- pláss. Ov lítið pláss í kirkjugarðinum Kirkjan á Eiði fyllir 100 ár til heystar. Í hesum sam- bandi ætlar kommunan at fríðka rundan um kirkjuna og víðka sjálvan kirkju- garðin. Hann er um at vera fullur. Nakað av mold er koyrt niðanfyri kirkju- garðin, har ætlanin er at víðka hann. Rasmus Joen- sen sigur, at vónandi fáa teir ráð til at gera hetta arbeiði liðugt til heystar. EB og frítíðin Hvat viðvíkur frítíðar- virksemi á Eiði, so er Eiðis Bóltfelag miðdepulin um tað virksemi sum er. Um summarið spæla kvinn- urnar hondbólt og menn- inir fótbólt og um veturin spæla tey ell hondbólt. Eisini er stórur áhugi fyri borðtennis. Nekur fólk hava tikið seg saman og stovnað eina bridgedeild, sum er saman hvert týskveld. Kvinnurn- ar hava seymiskeið á kveldskúlanum. Eisini Eiðis Ljómfelag luttekur í frítíðarvirksem- inum. Harumframt er sangkór í bygdini. Venj- ingin hjá sangkórinum er á skúlanum á Oyrabakka hvert hóskveld. Skattaprosentið Skattaprosentið í Eiðis komunu var í fjer 13,5. Rasmus Joensen sigur, at tað er nakað tíðliga enn at siga, um skattaprosentið verður hægri í ár. Tað veldst sjálvsagt um, hvussu stór inntekan er. Í fjør fekk kommunan 2,7 mill. kr. inn í skatti. Annars hevur kommunar rættiliga stórar byrður. lån: Tey mongu »svingini« oman til bygdina seinka ferðsluni nógv. Nú verður ein beinur vegur gjerdur ístaðin