Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-02-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. februar 1981síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Nýggja bygdaráðið í Eiðis kommunu Tað eru sum heild rættiliga ung fólk, sum eru vald í bygdaráðini kring landið. Hetta ger seg kanska serstakliga galdandi fyri kommun- urnar norðanfyri. Nýggi bygdaráðsfor- maðurin í Eiðis komm- unu er bert 30 ára gamal. Tað er Rasmus Joensen. Næstformað- urin í bygdaráðnum er er 31 ára gamal. Hann eitur Regin Ellings- gaard. Hinir limirnir í bygdaráðnum eru: Jóg- van K. Merkere, Petur Simonsen, Signar Hammer, Eivind El lingsgaard og síðani ein kvinna, Hildigarð Heghamar. Bygdaráðsvalið í Eiðis kommunu í fjer var ópolitiskt. Tríggir listar stillaðu upp. Í skúlanevndina vórðu annars hesi vald: Anra Hansen, Óli Egils- treð, Eirikur Olsen, Petur Joensen og Edith Joensen. Tað eru ongar fastar nevndir i kommununi. Harafturímóti = verða tey ymsu málsekini sum td. byggimál, havnamál, heilsumál býtt út millum bygda- ráðslimirnar. Enn eru hesi málsekini so ikki býtt millum limirnar. Annars hevur bygda- ráðið valt umboð í ymsar nevndir og felagsskapir: Í Kommunufelagið er Jógvan Merkere valdur. Sum umboð í SEV er Regin Ellingsgaard valdur. Í Renovationsfelags- skapin er Signar Ham- mer valdur. Tvey umboð eru vald í felags skúlastýrið á Oyrabakka. Tey eru Rasmus Joensen og Regin Ellingsgaard. Rasmus Joensen, bygdaráðsformaður Regin Ellingsgaard, næstformadur SOSIALURIN - Bygdarådid i Eidis kommunu Varðveita gamla bøin Havnaútbyggingin komin væl áleiðis Eiðis kommuna fevnir um tríggjar bygdir. Tær eru Eiði, Ljósá og Svínáir. Fólkatalið á hesum pláss- unum liggur um 600. Íbúgvaratalið hevur staðið í stað í nógv ár, men er nú farið at vaksa so spakuliga. Nýggja bygdaráðið í Eiðis kommunu hevur úr at gera. Í letuni er stór havnaútbygging í gerð á Eiði og haraftrat verður nýggjur vegur gjerdur oman til bygdina. Stórar útstykkingar liggja fyri framman. Skúlin er júst útbygdur. Havnin væl áleiðis Nýggi bygdaráðsformað- urin, Rasmus Joensen, sigur í samreðu við Sosi- alin, at útbyggingin av havnini er komin væl áleiðis. Teir rokna við, at vestari trótmolin verður liðugur í næsta mánað. Núverandi útbygging av Eiðis havn er mett at kosta 10 mill. kr. Gjerdur er ein grótmoli frá vestara landinum uppá 530 metrar — hann er nú longsti moli í landinum. Harumframt verður ein moli gjerdur út frá eystara landinum, sum verður 210 metrar langur. Økid innanfyri tann eyst- ara molan er gjert til smá- bátahavn. Rasmus Joensen sigur, at ætlanin í hesum umfar- inum er ikki at gera at- legupláss innan fyri tann vestara molan. Tað kemur so uppá tal í næstu havna- ætlan, sum byrjar í 1984. Fluttu bátarnar til Svínáir Endamálið við útbygging av havnini er m.a. at fáa havnina meira kyrra. Líka til nú hava eiðismenn havt ampa á sær, tá teir hava havt bátarnir liggjandi í havnini. Hava tekin verið til óveður, hava menn verið noyddir at fara frá húsum og flyta bátarnar suður til Svínáir. Rasmus Joensen vísur á, at síðani havnin nú er vorðin útbygt hevur tað eydnast at sleppa av við stersta partin av súginum í havn- ini. Bátar hava tí eisini kunna ligið á Eiði í sera ringum veðri. Millum 10 og 15 eiðis- menn arbeiða við havnaút- byggingini. Tað eru byggi- feløgini Kampsax og Høj- gaard & Schultz, sum standa fyri arbeiðinum. Í samband við havnaút- byggingina verður eisini ein heilt nýggjur vegur gjerdur oman eftir Grind- ina og oman á keiina. Hetta hevur leingi verið tiltrongt, tí tær mongu sneiðingarnar á vegnum oman til bygdina seinka ferðsluni nógv. Skúlin útbygdur Av eðrum stórarbeiði í bygdini kann nevnast, at skúlin júst er útbygdur. Hetta arbeiðið er júst um at verða heilt liðugt. Tað hevur leingi verið ov trongligt á skúlanum til tey umleið 75 skúlabern- ini. Nú eru so gjerdir 260 kvm. aftrat, sum skulu húsa eini skúlastovu, eini stovu til fysikk, biologi og landalæru, eini smíðstovu, eini evningarstovu og eini serstovu, sum kann nýt- ast til læknavidtaluhøli. Skúlagongdin er annars upp til 7. skúlaár. Tá fara bernini so á felagsskúlan á Oyrabakka. Vestari grótmolin. Atlegupláss verðu ikki gjørt á hesum sinni stykkja út í haganum Stórar útstykkingar Í mun til nógvar aðrar kommunur so stendur væl til við grundstykkjum í Eiðis kommunu. Tvey eki eru legd av til útstykking- ar á Eiði. Á Kollshjellum beint omanfyri skúlan eru tilsamans stykkjað út 50 grundstykki í fyrsta umfari. Síðani eru onnur 25 grundstykki tek úti í Mýruni heimanfyri Kolls- birg. Hetta ekið verður matrikulerað í letuni. Rasmus Joensen sigur, at fólk, sum ynskja at byggja á Eiði, kunnu velja, hvar tey vilja seta húsini. Á Kollshjellum eru 20 stykki klár at selja. Tey 12 fyrstu eru longu farin. Niðan í hagan Nú skal kommunan so fara undir at gera vatn- leiðing og kloak til ekið, sum liggur í haganum omanfyri bygdina. Rasmus Joensen sigur víðari, at bygdaráðið hevur valt at fara út um begarðararnar og niðan í hagan heldur enn at stykkja út í bønum. Hvat viðvíkur hinum