leygardagur 7. februar 1981síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
;
.
SOSIALURIN
DEA — ———————
Hvussu fela teir seg
Tá javnaðarflokkurin i
1975 fór í samgongu við
fólkaflokkin, beyð tað
mær nógv ímóti, og tí má
eg siga, at tað kendist
sum ein lætti fyri meg, at
samarbeiðið millum hesar
flokkarnar slitnaði síðsta
heyst, tí eg eri komin so
nógv til árini, at eg minn-
ist so væl ta tíðina, tá
fólkaflokkurin = var í
hæddini, og hvussu hann
tá tyggjadi sær móti
arbeiðs- og fiskimonnum,
og tí eigur tað arbeiðandi
fólkið ikki at vænta sær
nakað gott haðani, tí orð-
loysingar hava teir altíð
verið.
Í 1975, tá landsstýris-
samgongan varð skipað
millum fólkaflokkin, tjóð-
veldisflokkin og javnaðar-
flokkin, kom fólkaflokkur-
in at umsita fíggjarmál í
landsstýrinum og fekk eis-
ini formannin í fíggjar-
nevndini.
Fólkafloksmenn plaga
ofta at reypa av, at eingin
hevur so gott skil á pen-
ingaviðurskiftum sum
teir.
Eg haldi tað er Demmus
Hentze, sum fyri fólka-
flokkin hevur umasitið
fíggjarmál í landsstýrin-
um tey seinastu árini, og
eg minnist frá útvarps-
orðaskiftum í legting-
inum, at Demmus Hentze
plagdi at siga, at tá hann
tók fíggjarmál í 1975 eftir
at sambandsflokkurin
hevði havt hetta málseki
undir sær í landsstýrinum,
var hetta ein sovorðin
sugga, sum eingin hevði
sær maka til, og at hann
nýtti fleiri ár fyri at koma
á botn í og fáa greiði á hesi
sambandsugguni.
Hetta var so tað
ummæli fólkaflokkurin
gav sambandsflokkinum í
figgjarmålum í 1975.
Nú er tað hent, at try-
mannveldið frå 1950-årun-
um hevur fingid buktina
og bådar endarnar vid
fólkaflokkinum sum
høvudsstudli.
Fyri nøkrum døgum síð-
ani segði útvarpið, at P.
Ellefsen, legmaður hevði
sagt í legtinginum, at
fíggjarviðurskiftini vóru
so út av lagi, eftir at fólka-
flokkurin hevði umsitid
hetta målsøkid í lands-
stýrinum og á legtingi í 6
ár, og tí má eg spyrja meg
sjálvan, hvussu fela fólka-
floksmenn seg nú. og hvat
siga teir um hatta skoðs-
málið, teir fáa frá teirra
egna løgmanni.
Arbeiðsmaður
IN
Flakavirki á Sandi
Tað er hol í hevdið, at
byggja eitt vanligt flaka-
virki á Sandi. Tv.s. at ein
bara sker hýsu, tosk og
upsa til flak og saltar tann
stóra fiskin. Tað er ikki
rætt hjá okkum feroying-
um at seta eitt flakavirki á
hvenn tanga og hverja
vík. Tað verður ein galin
endi. Tú, Eyðun Viderø, tú
roynir at fáa hetta til eitt
politiskt mál her í oynni,
men tað haldi eg, at tú
skuldi latið vera við.
Tá eg í Sosialinum 10.1.
í ár nevndi, at betri hevði
verið at gjørt annað virki
har í bygdini sum at
arbeiða fiskin víðari enn
eitt vanligt flakavirki ger,
er tað tann besti vegurin.
Hvat tað umfatar er, at
ein sum skjótast fer undir
at virka veruna hjá
okkum føroyingum grýtu-
klára. Vit kunnu taka
nekur demi: Fyri tað
fyrsta kunnu vit taka
kalvan. Kalvin fer so at
siga órerdur úr Feroyum.
Man sker hevdið, sporlið
og ravarnar av. So í kass-
an avstað. Tað hevði nú
verið betur, at man hevði
limað teir sundur í kilovís
og t.d. pakkað og sent
beinleiðis á marknaðin.
Somuleiðis við havtaskuni
og sketuni. Bara avstað so
at siga órert. Viðvíkjandi
flatfiskinum eru nú mask-
inur komnar á marknaðin,
sum kunnu skera hann til
flak, so er bara at taka fat
og fáa skorið hann til flak.
Og síðani fera hann víðari
sum eina foredlaða veru.
So er tað tann stóra
negdin av flaki, sum eitt
sovorðið ídnaðarvirki
kundi gjert til lidna veru
bæði at stokt og kóka og
gjørt til eina veru, sum
bara skal hitast igjøgnum
og so er hon klår. Hetta
vilja tey lond, sum liggja
nærmast okkum hava.
Tað skal vera skjótt og
lætt. Eitt dømi um hetta
sá eg í Norra á einum
flakavirki, har teir sagaðu
flakablokkar sundur eftir
longdini í fimm stykkir.
Síðani vórðu stykkini
sett eftir enda í eina karu-
sell, sum ein sag var heft
til, soleiðis at tað bleiv
sagað í smá stykkir.
Hesi stykkini, fóru eftir
einum transportbandi, har
tey fingu ymiska viðgerð.
Síðani vórðu tey koyrd í
pakkar á 600 gr. i hvønn.
Hetta gekk sum heitt
breyð í Norra og Sveríki,
og hetta hevði nógv betur
prís enn man fekk fyri ein
vanligan flakablokk. At
man má leggja á hendan
bógvin og byggja fiska-
Kommunupolitikkur
ídnaðarvirki vil vera betri
fyri bæði fiskimannin og
fólkið á landi. Eyðun
skrivar, tá P/f Borgin
flakti tann stóra fiskin og
prísirnir vóru so vánaligir
so at tað ikki kundi bera
seg. Eyðun, tú skuldi hild-
16 og til sannleikan. Prís-
urin var væl brúkiligur,
men tit gjørdu tann feilin,
at tit seldu ikki gjøgnum
tað salgsorganið, sum
verður nýtt yvir alt land-
ið, og tann stórsti feilurin
var, at tit fóru undir at
flekja ov nógv av smáum
fiski sum tá ikki hevði
nakran prís og ikki nóg
góðan enn. Um so er, at tú
hevur so nógv blekk sum
tú hevur haft hesa sein-
astu tíðina, so halt fram
við góðum treysti.
Harry Hentze
Bý- og bygdaráðini hava
nú skipað seg. Summi eru
gingin saman í bólk og
onnur ikki.
Hóast menn eru
ymiskir á máli um lands-
politikk, og listarnir teir
umboða fara ikki í bólk,
verður funnið saman í sátt
og semju um viður-
skiftini. Ráðið 'sjálvt
kennir seg sum eina heild
— fremsta hugsanin verð-
ur at tæna bynum/bygdini
uttan politiskan vinning.
Sjálvandi kann onkur
leggja seg soleiðis upp í
snoð, at steðutakanin øll
verður tikin út frá poli-
tiskum sjónarmiði.
Hvussu langt verður
komið tá er ilt at siga. Eitt
er púra vist, er eitt ráð sett
saman ópolitiskt og onkur
limur fremur politiskan
vinning úr einum tílíkum
forum, átti ráðið at verið
sett saman av bólkum.
Hugsandi verður at rákið
bendir á tað borðið, at
soleiðis verður gongdin
framyvir.
Er bólkurin gjørdur —
eigur stevnuskráin eisini
at liggja á borðinum eins
sum í landspolitikki. Tað
hevði óivað verið betri fyri
manga kommunu at so
var. Tá vóru arbeiðsmálini
fest á pappíri komandi
fýra árini. Við góðum
hegni og góðum vilja helt
samgongan seg til hesa
skrá, mundi arbeiðslagið
og úrslitið ikki gerast
betri. Óiva tað.
Meiri enn so kann leit-
ast fram til mál, sum eru
framd uttan haldfast, væl
umhugsað steði. Vísast
kann á, tá ið Legtingið ger
lóg um studning til báta-
og skipahavnaútbygging,
fara mong umboð frá bý-
og bygdarráðum út í
Tinganes og vísa á tervin,
sum er í teirra kommunu
við í avnabygging.
Summir fáa meir og
aðrir fáa minni úr hesi
gorgd. Eingin skal verða
sagdur ringur fyri hesi
sek. Hesir limir kenna tað
sum sína skyldu, at taka
stig til at havnalagið
verður útbygt, so arbeiðs-
pláss verða gjørd í tilknyti
til fiskivinnuna.
Inntøkan av havna-
lagnum — tann beinleidis
inntøkan verður:
havnagjald, brúgva-
gjald, vørugjald og leiga
av lendi á havnarøkinum.
Tær havnir, ið hava stóra
skipaferåslu og hava
nógva av- og uppskiping,
fáa góða innteku. Her
hvílir havnin í sær sjálv-
um. Annarleiðis verður
myndin har hetta ikki er
til staðar. Torført verður
hjá tílíkari kommunu at
fáa endarnar at rekka
saman.
Tungt verður takið, tá ið
komið verður at tí, ið eitur
byggilendi til íbúðir. Tá
eru tær økonomisku treyt-
irnar ikki tær somu sum
fyri havnalagnum. Ringt
verður at benda rákið so-
leiðis, at tað gerst lætt hjá
kommununi at útvega
fólki byggilendi og harvið
grundstykki, tá ið havn og
arbeiðspláss veråa byrjan-
in og endin fyri tað lítla
bygdasamfelagið.
Ikki at tala um tann
dýra skúlan, sum óiva
slúkar um fjóringin av
inntekuni hjá kommununi
— serliga har nýbygging
er framd og fer fram. Dýra
havn, dýran skúla, dýrar
vegir o.s.fr. men einki
byggilendi, eingi grund-
stykki og harvið einki tak
yvir hevdið.
Ikki kunnu hús setast
longur soleiðis, at renn-
andi vatnlekur opnar
meguleika fyri bygging.
Navnið kloakk hevur
fingið navnagávu manga
staðni. Í dag eigur at vera
miðað ímóti at fólk, sum
seta búgv mugu uppliva,
at har tey skulu búleika,
eigur tað sum er í tilknýti
til eitt íbúðareki at verða í
lagi — ekið skal gerast
byggibúgvið sum tað
eigur: vegir, telefon, el
streymur, (hitaorka)
kloakk og ymist annað
eigur at verða í tilknýti til
Í skattalógarbroyting-
ini í 1978 fall, mær vit-
andi, koyrifrádrátturin
burtur. Men í skrivi til
tingi herfyri um henda
frádrátt var millum
annað sagt, at alment
sett starvsfólk fingu tó
1,20 kr. pr. km. í koyri-
frádrátti.
Hóast eg vanliga
royni at fylgja við, so
má eg ásannað, at her
man verða nakað farið
framvið.
Kunnu tygum gera
so væl, at greiða mær
frá hesum viðurskift-
um:
1. Fáa starvsfólk
skattafrádrátt fyri
koyring við egnum bili,
ella
2 eiga tey
samsyning frå stovn-
inum fyri hesa koyring
ella
3. er ikki hald i nevnda
skrivi.
3laður skattgjaldari
Tann »koyrifrådrått-
ur«, ið vid lógarbroyt-
ingunum i 1978 fall
burtur, ella rættari
varð íroknaður hækk-
aða lentakarafrádrátt-
in er ein frádráttur fyri
koyring millum bústað
og arbeiðspláss. Fyri
inntekuárið 1977 (sein-
asta ár hann var gald-
andi), varð hesin frá-
dráttur 0,50 kr. fyri
hvenn kilometur útum
3 teir fyrstu, eina ferð
fram og aftur fyri
hvenn arbeiðsdag.
Hesin frádráttur er enn
íroknaður lentakarafrá-
dráttinum, og kann
einki frádragast har-
eitt moderna samfelag, so
tað kann trívast.
Vit síggja at tær komm-
unur, sum bera fiskiídnað-
in uppi, hava ilt við at
solda soleiðis frá, at tær
almennu inntøkurnar
røkka til allar partar. —
Tad sum eitur byggilendi
til íbúðir er altíð við sviðið
soð manga staðni.
Nyggja landsstýrið
hevði í stevnuskráð síni
eitt fyrimyndarligt
»stjørnuskot« inn á tað
kommunala ekið: Komm-
unulógin verður endur-
skoðað. Býtið av inntøkum
og ábyrgd millum land og
kommunur verður broytt
Spurningar
um
skatt
Regin Thomsen svarar
umframt fyri koyring
millum bústað og
arbeiðspláss.
Tað tygum helst
hugsa um við
spurningi tygara er tað
fyribrigdi, ið nevnt er í
$ 4, 7. stk. í skattalóg-
ini, har sagt verður:
>Til skattskyldugu
inntekuna teljast ikki
gjøld, sum hitt al-
menna hevur fyriskipa
einans til at gjalda
kostnað av almennum
ella umbætisligum
starvi, tá tey ikki inni-
halda nakra samsýning
fyri vinnu, og somu-
leiðis tilsvarandi gjeld,
ið loyvishavandi og
privat virki rinda«.
Meiningin við hesi
lógarreglu er tann, at
um lentakari verður
sendur av bygd í erind-
um arbeiðsgevarans,
og har nýtir sín egna
bil, rindar arbeiðsgev-
arin honum 1,20 kr.
fyri hvenn koyrda kilo-
metur, men er her vert
at leggja merki til, at
samsýningin bert er
fyri nýtslu av egnum
bili í tænastu arbeiðs-
gevarans í arbeiðstíðini
og er hendu samsýning
ikki endurgjald fyri
koyring mil'um bústað
og arbeiðspláss.
Somuleiðis fær
starvsfólk hjá tí al-
menna samsýning pr.
tíma, dag og nátt, um
tey í arbeiðiserindum
skulu gista burturi frá
heiminum. Henda sam-
sýning er eisini skatta-
frí, tá hon bert er rokn-
að at ganga upp ímóti
veruligu útreiðslunum
(hotel og matur), og er
ikki samsýning fyri
vinnu.
so kommunurnar fáa
sterri part av skattligu
inntekunum, sterri
avgerðarrætt i
kommunalum spurning-
um og sterri ábyrgd ec
avgerum sínum. Kommu-
nali lánigrunnurin verður
styrktur og fingin at virka
so kommunurnar m.a.
kunnu keypa lendi, fíggja
byggibúning og harvið
ekt útboðið av grund-
stykkjum, so tey verða
biligari. Eitt gott sosiai!
tiltak, sum kemur at gagr.
ast samfelagnum væl. Set
tað í verk!
Frits Johannesen