Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-02-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. februar 1981síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 H sm telf. 14720. 11820 Sosialurin box 76, 3800 Tórshavn Útgevari: Fyritaks- og blaðstjóri: Tórfinn Smith (ábyrgd) SOSIALURIN p/f sosialurin Blaðmenn: Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Lýsingar: Uppseting: Prent: Hitt stóra bluffið Á TINGI HEVUR løgmadur svarað fyrispurn- inginum frá Atla Dam um tær hundratals milliónirnar, sum løgmaður sigur verða neyð- ugar at læna, fyri at fáa landskassan uppá 0. Í SVARI SÍNUM sigur løgmadur, at neyðugt verður at læna 479 mió. kr. fyri beint aftaná at sláa fast, at landsstýrið sjálvandi ikki ætlar at læna 479 mió. kr. Og hví? Tí hetta er veru- liga ikki neyðugt. Ætlanin var einans, sum Atli Dam eisini segði í svari sínum á tingi, at skapa sensatión og at fáa pressuna at leypa á leistum við hesi sensatión. Í JANUAR 1975 fór sambandsflokkurin úr landsstýrinum. Tá lógu 31,3 pst. av samlaðu grunnaognunum í landskassans likvititeti og í dag liggja 32,2 pst. av grunnaognunum í liki- vitetinum. Í januar 1975 var trekkningsrætt- urin til tjóðbankan 20 mió. kr. og var hann nýttur í fult mát. Í dag er trekningsrætturin 100 mió. kr. og nýttar eru 80 mió. kr. HETTA VIL SIGA, at skulu vit ganga út frá støduni, soleiðis sum hon var í januar 1975 tå sambandsflokkurin lat figgjarmålini frå sær i landsstyrinum, so skulu vit draga frå teimum 479 mi6. kr. tey 32,2 pst. av grunnaognunum ella 123 mió. kr. og síðani tær 80 mió. kr., ið trektar eru í tjóðbankanum. Eftir eru so 276 mió. kr. av teimum 479. TÆR 276 MIO. KR. eru úrslitið av eini likivi- tetsprognosu, sum landsumsitingin, eftir áheitan frá løgmanni og landsstýrinum, hevur gjørt yvir likivitetstørvin fram til 31. juli 1981. T.v.s. eisini yvir tørvin sjey teir fyrstu mánaðarnar hjá hesum landsstýrinum. Og ongin ivi er um, at stovnsleiðarar í hesi prognosu hava tikið við alt tað, sum teir nú eina ferð kunnu hugsa sær, men nakað annað er, hvat politikkarnir vilja játta. SEINASTU TVEY árini hava inntøkur hins al- menna verið minni enn mett og útreiðslurnar stórri. Bæði hesi árini hevur hall tí verið á fíggjarlógini. Í hesum fíggjarárinum verður eisini talan um eitt hall og kemst hetta av, at kreppan hjá høvudsvinnuni hevur sett óvan- liga stór krev til landskassan, meðan inntøkumetingarnar ikki røkka til. HVUSSU STORUR partur av teimum 479 mió. kr. hjá løgmanni eru veruligar og hvussu stórur partur er sensatión og bluff vita vit ikki við vissu enn. Kortini hava vit vissu fyri, at tær 203 mió. kr. einans eru sensatión og bluff og vit meta at ein partur av teimum 276 mió. kr. eisini er tað. Helst verður talan um tað stóra bluffið tá alt kemur til alt. við- merkingar Landsstýrið útsetir sosialu åbøturnar í eitt til tvey år í 1959 varð ein donsk- føroysk nevnd sett at geva teimum politisku myndugleikunum í Dan- mark og í Feroyum til- mælir um meguligar broytingar og ajourfer- ingar í feroysku sosial- lóggávuni. Landsstýris- maðurin í almannamál- um er fastur limur av nevndini. Í 1980 vóru tvey fundarumfer í hesi nevnd. Fundir vóru í Keypmannahavn 4. og 6. juni og í Feroyum í døg- unum frá 29. september til 1. oktober Eftir hesi bæði fundar- umferini var semja um, at mæla politisku mynd- ugleikunum til, at fremja ávísar broytingar í forsorgarlógini og at hækka tær sosialu pensi- ónirnar. Arligu meirút- reiðslurnar av hesum vórðu settar til 18 mió. kr. Ætlanin var so, at uppskot til broyting í forsorgarlógini og uppskot um hækking av sosialu + pensiónunum, skuldu leggjast fyri løg- tingið og fólkatingið i vetur, soleidis at åbøt- urnar kundu fåa gildi frå 1. april 1981. Men orsakad av løg- tingsvalinum og samråd- ingunum skipan av nýggjum landsstýri var tað ikki meguligt hjá frá- farna landsstýri, so sum ætlað, at avgreiða málið víðari til legtingið í januar 1981. Tann 19. januar setti undirritaði tí fram soljóðandi fyri- spurning til Eilif Samu- elsen, landsstýrismann í almannamálum: „Ætlar landsstýrið nú beinan vegin at fremja tær hækkingarnar í sosi- alu pensiónunum og tær broytingarnar í forsorg- arlógini, sum fráfarna landsstýrið fekk semju við ríkismyndugleikarn- ar um í heyst ?« Hesin fyrispurningur varð svaraður á tingi seinasta týsdag. Í svari sínum undrast lands- stýrismaðurin á, at frá- farna landsstýri ikki hevur lagt uppskotini fram og at fráfarna landsstýri ikki á fíggjar- lógaruppskoti sínum hevur sett tær millión- irnar av, ið hækkingarn- ar fara at kosta. Síðani upplýsti landsstýris- maðurin, at sosialmála- ráðið aftaná fundarum- fari í Feroyum hevur fingið hagtalstilfar frá Almannastovuni, og út frá tí gjørt uppskot til eina loysn, ið víkur eitt sindur frá teirri loysn, sum nevndin avráddi um mánaðarskifti septem- ber/oktober í fjør. Lands- stýrismaðurin umber seg síðani við, at loysnin ikki er legd fyri danska almannaráðharran og fíggjarmálaráðið, at lógaruppskot, sum skulu væntast at verða sam- tykt í fólkatingsárinum 1980/81, skulu verða løgd fram í seinasta lagi 1. februar 1981. Aftaná allar umbering- arnar og allar sjóforklár- ingarnar kemur so svar- ið frá landsstýrismann- inum. Tað er soljóðandi: „Landsstýrið fer at arbeiða víðari við málin- um um at hækka sosialu pensiónirnar og at gera broytingar í forsorgar- lógini og at fremja hetta frá næsta figgjaråri«. (Talan er um fíggjarárið 1982/83). Orsøkirnar til at frá- farna landsstýri ikki legði uppskotini fram áðrenn valið vóru tvinn- ar. Fyri tað fyrsta skuldi sosialmálaráðið gera tey endaligu uppskotini og tað tók sína tíð. Fyri tað næsta var onki legting um hetta mundið. Tingið varð jú upployst og nýval varð útskrivað. Eftir legtingsvalið var ollum greitt, at sama landsstýri kom ikki at halda fram, og fráfarna landsstýri kundi sjálv- andi ikki, sum eitt »for- rættningsministerium«, leggja eitt so stórt og kostnaðarmikið mál fram og seta pening á fíggjarlógaruppskotið til tað. Tað, at loysnin ikki er løgd fyri almannaráð- harran og fíggjarmála- Landslæknin og aðrir sum orðasmiðir Landslæknin er óivað ein dugnamaður í sínum yrki, men gamalt danskt orðatak sigur: »Skomager tjak og Tá spælt verður sjón- leik, og byrjast skal, so er vanligt at hoyra og lesa at tað eitur frumframferðsla. Hví nýta hetta sera kláss- uta orð. Hví ikki siga fyrsta spæl ella fyrstu ráðið er bert ein formell- ur spurningur, og frestin fyri at leggja mál fram í fólkatinginum verður ikki tikin so bókstavliga, tá talan er um mál úr og viðvíkjandi Føroyum. Hetta hevur undirritaði kannað og fingið vissu fyri. Í skrivi dagfest 5. desember 1980 frá sosialmálaráðnum til Al- mannastovuna hesum máli viðvíkjandi verður sagt: >De samlede udgif- ter vil kunne holdes inden for den pá lovprog- rammet ansláede ramme (statsudgifter 9 mill. kr. árligt). Tá eg sigi, at tað bert er ein formellur spurn- ingur, at loysnin ikki er løgd fyri almannaráð- harran og fíggjarmála- ráðið, so kemst hetta av, at sambært skrivið frá almannaráðnum dagfest 5. desember 1980, er ríkiskassans partur »inden for den på lov- programmet — anslåede rammec. Sostatt liggur feilurin ikki hjá ríkismyndug- leikunum. Um nýggja landsstýrið hevði nakran vilja í hesi sek, so kundu broytingarnar í forsorg- arlógini og hækkingarn- ar av sosialu pensiónun- um fingið gildi frá kom- andi fíggjarári ella frá 1. apríl 1981. Vilhelm Johannesen Nú er best at enda, tí demini eru óteljandi av bronglingum, og tað harmiligasta er, at mong av hesum meina tað væl, men tey vita ikki hvat tey gera. Tey vilja vera so gressiliga føroysk, sum maðurin segði. bliv ved din læst<. Hatta sera fjákuta orðið, ið hann hevur funnið uppá títtleiki, og sum hann man halda vera sera fitt, tí hann brúkar tað í heilum, er púra nýtt. Eingin hevur havt hetta á munni fyrr, so hatta vænta vit at hann leggur av. Tí slíkt mesn er óreint at fara runt sum arvi í eplaveltu. Men tíverri er hann ikki einsamallur um slíkan dár- skap. Til fyri stuttum søgdu vit, at tað var ikki farandi fyri óveður, men nú vegna óveður. Orðið vegna er gott fer- oyskt mál, men orðið er meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrøv upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. neyðtikið av hesum mál- reinsarunum, ið ongantíð hava dugað livandi gott mál, men sum halda seg vera klókari enn ell hini. Hetta illgrasið veksur sera væl, bæði í útvarpi og blødunum — syndarligt leikur ? Suðuroyar "=. FÅ Sjúkrahús Søkir sjúkrasystrar sum frítíðarav- loysarar í tíðarskeiðinum frá 1/6—30/9 - 1981. ; Løn samb. såttmåla millum Amts- rådsforeningen og Dansk Sygepleje- råd. Umsóknir við prógvum v.m., verða at senda til fyristødukvinnuna á Suðuroyar Sjúkrahúsið, 3800 Tvøroyri. Upsæla Pætur gr ser ter SL SL SE EL LE