leygardagur 7. februar 1981síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Hava bert havt arbeiði
eina viku í ár
— Víkarvirkið hevur einans
fingið 20 tons av fiski í ár
Hóast fimm vikur eru
farnar av hesum árinum,
so hevur arbeiðsfólkið á
flakavirkinum í Vík bert
havt arbeiði í tilsamans
eina viku. 20 tons av fiski
er alt, Víkarvirkið í ár
hevur fingið. Í januar í
fjør fekk virkið sløk 100
tons.
Orsekirnar til ta ringu
steðuna eru fleiri. Tað
hevur viðrað so illa, at
sjáldan hevur verið royn-
andi hjá báðum 50-tons-
arunum, Víkanesi og
Fiskivarða, sum fiska til
virkið. Og Atlantis, sum
samtrolar við Columbusi,
hevur ikki verið úti í ár.
Columbus hevur verið í
Danmark og umvælt
hevuðsmotorin. Men hann
er nú komin aftur og
Atlantis fer væntandi út í
dag.
80-tonsarin Varpið av
Oyri, sum fiskaði nógv til
Víkarvirkið i fjør, legði um
til laks í heyst.
Og strandingar, sum av-
reiddu eini 800 tons í Vík í
fjør, avreiða nú til Báta-
fisk á Strondum.
Leiga garnabát
Avleiðingin av Bellum
hesum er so tann, at meg-
inparturin av teimum
40—50 félkunum, sum
arbeiða á Víkarvirkinum,
hava gingið heima flestu
arbeiðsdagarnar í hesum
árinum.
Men nú sær eitt sindur .
bjartari út, heldur stjórin
á virkinum, Ólavur Jacob-
sen. Atlantis fer út aftur
og virkið hevur leigað
Norðfarið frá stranding-
um. Norðfarið skal royna
við gernum og fer út um
miðjan februar.
Ólavur Jacobsen er ikki
misnegdur við úrslitið hjá
Vikarvirkinum í 1980.
Virkið tók ímóti 2665
tonsum, 300 tonsum
meira enn í 1979. Umsetn-
ingurin var uml. 15 mil.
kr. og virkið rindaði uml.
3,5 mili. kr. í lønum.
Serliga várið royndist væl.
Í februar og mars fekk
virkið tilsamans 700 tons
av fiski. Hinvegin roynd-
ist heystið, serliga sep-
tember, illa.
Víkarvirkið kann
arbeiða 3000 tons um árið,
sigur Ólavur Jacobsen.
Víkarvirkið. Av tí januar
royndist so illa, eru allar
ætlanir um útbygging fyri-
bils lagdar til síðis, sigur
stjórin á virkinum
Góð vika
hjá norskum
garnabátum
Norska skipið Ny-
strem fór heim undan
Feroyum mikudagin
við 65 tonsum av upsa
og 1 tonsi av toski.
Hann royndi við gern-
um á Nólsoyarbank-
anum í eina viku.
Í gjár vóru sjey út-
lendsk fiskiskip við
Feroyar. Ein russiskur
svartkjaftatrolari, sum
hevur havt góðan fiski-
skap, ein norskur
garnabátur og fimm
danskir laksabátar.
Tað hevur gingist mis-
javnt hjá laksabát-
unum. Teir hava ligið
millum 400 og 2000 kg.
um vikuna. Ein fór
heim í gjár við 1500 kg.
eftir einari viku.
Eru byrjaðir at
gera verjugarðin
Arbeiðið at gera ein
verjugarð úr Prest-
landinum í Miðvági út
á vánna er nú byrjað.
Miðvágs kommuna
og landsverkfreðingur-
in gera arbeiðið í felag.
Tað er mett at kosta 3
mill. kr.
Bátahylurin, sum er
gjørdur úti á Kletti á
Prestlandinum, er nú
liðugur. Pláss er fyri 75
bátum í hylinum, sum
kostar 1 mill. kr. Nú
verða tvær flótibrýr
bílagdar úr Sveríki til
bátahylin.
Flótibrýr av hesum slagnum skula í båtahylin í Miðvági
Konsertfelagið í fjør:
32 konsertir við
4000 áhoyrarum
Konsertfelagið leggur nú fyri á sínum
ødrum ári við tveimum konserttiltøk-
um í februar
| Nú í februar byrjar
Konsertfelagið virki
sítt á eðrum ári og
leggur fyri við konsert
í Fuglafirði sunnudag-
in komandi kl. 16,30.
Hetta verður
kamarkonsert, har
Alex Sólstein spælir
violin, Árni Hansen og
Jóhannes Andreassen
klaver, Laila Nielsen
blokkfloytu, og
umframt Árna Hansen
hava eisini Jóanes Nol-
sæ og Ólavur Hátún
klaverfylgispæl. Kon-
sertin verður í lærara-
skúlahellini í Havn
mikukveldið kl. 20.
21. februar koma teir
báðir pianisturin Claus
Christian Schuster, úr
Wien og violinvirtuo-
surin Roman Nodel,
russari, búsitandi í
Hannover, til Feroya
at halda konsertir eftir
innbjóðing frá Kon-
sertfelagnum. C. Chr.
Schuster, professari,
fer, eins og seinast
hann var her saman við
Eysturríksku Blási-
kvintettini í august í
fjør, at hava klaver-
skeið, eins og eisini
Roman Nodel fer at
geva meira framkomn-
um føroyskum violin-
spælarum leiðbeining-
Árni Hansen er nú for-
maður í Konsertfelagn-
um.
Annars hevur
Konsertfelagið átikið
sær at skipa fyri 1—2
konsertum, mest við
útlendskum solistum
og smærri ensemblum,
um mánaðin í hesum
ári, og verða hesar so
hvert lýstar í bleðum
og útvarpi, eins og tíð-
indi um hesi tiltek
verða sent limum fel-
agsins, sum nú eru út
ímóti 200 í tali. Felagið
er annars fyri at fáa
fleiri limir, bæði á bygd
og í bý, og gevur hesin
felagsskapur = limum
sínum umframt tíðindi
um øll tiltøk munandi
biligari atgongumerki
til konsertirnar.
Åhugadi kunnu
venda sær til ein av
nevndarlimunum, ella
skriva til box 46
A aðalfundinum i de-
sember 1980 segdu
Elin S. Jacobsen og
Volker I. Behrens seg
úr nevndini og í staðin
vórðu Elly Ellings-
gaard og Ovi Olsen
vald. Nevndin skipadi
seg vid Arna Hansen
sum formanni, Olavi
Hátún næstformanni,
Christian Meitil, skriv-
ara og Elly Ellings-
gaard sum kassameist-
ara.
Vid ti stavnhaldi at
skipa fyri regluligum
konsertum, helst alt
árið, var Konsertfel-
agið stovnað upp undir
jól 1979.
Konserttiltekini hetta
fyrsta árið vórðu 10 í
tali, og tær 26 almennu
konsertirnar og 6
skúlakonsertirnar góvu
umleið 4.000 føroying-
um atsteður at hoyra
fjølbroyttan klassiskan
tónleik, bæði við heim-
ligum kreftum og musi-
karum uttaneftir.
Fleiri fyrispurn-
ingar um svartkjaft
frá Giljanesi
Partafelagið Giljanes í
Miðvági hevur sein-
astu dagarnar fingið
fleiri fyrispurningar
um keyp av framleiðsl-
uni hjá verksmiðjutrol-
aranum Giljanesi.
Giljanes skal veiða
svartkjaft, sum verður
gjørdur til matveru
umborð. Eigararnir
hava góðar vónir um at
sleppa av við fram-
leiðsluna. Fyrispurn-
ingar eru bæði úr Ong-
landi og av europeiska
meginlandinum
Giljanes er enn á
Skála skipasmiðju, har
ymiskar broytingar
verða gjerdar umborð.
Arbeiðið er nakað
seinkað, men nú eru
útlit fyri, at skipið
kann fara fyrsta túrin
um einar 10 dagar.