leygardagur 7. februar 1981síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIR
Nú skal skil fáast á skjølini hjá kommununum
— Skjalagoymsla er ein av
størstu trupulleikunum hjá
føroysku
kommununum.
Føroya kommunufelag fer
nu at gera eina skipan at
arkivera skjøl eftir.
Skjalagoymsla var eitt av
”
evnunum á
væleydnada
skeiðinum hjá Kommunu-
felagnum
skiftið
Feroya kommunufelag fer
nú at gera ein sokallaðan
skjalagoymslulykil til før-
oysku kommunurnar at
brúka.
Fyrst skal skrivarin hjá
Kommunufelagnum í sam-
ráð við nakrar kommunu-
stýrisskrivarar gera eitt
uppskot, sum so verður
sent skrivarunum í ellum
36 kommununum, sum
eru limir í felagnum. Hesir
skula síðani gera tann
endaliga skjalagoymslu-
lykilin. Ein skjala-
goymslulykil er ein skipan
seinasta
viku-
ella ein skrá yvir, hvussu
tey nógvu skjelini, sum
hoyra til umsitingina av
eini kommunu, skula
goymast, arkiverast.
— Skjalagoymsla ella
arkivering er ein a
sterstu = trupulleikunum
hjá feroysku kommunun-
um. Tað er helst bara
Klaksvíkar kommuna,
sum kann sigast at hava
fullfiggjada skjala-
goymslu, sigur
formadurin i Kommunu-
felagnum, Hans
Jørgensen.
Jéannes Dalsgaard, lands-
skjalavørdur, greiddi á
skeiðinum frá, hvørji skjól
eru verd at goyma.
Hesum høvdu luttakar-
arnir stóran áhuga fyri, og
tað bleiv skaptur ein
góður samarbeiðsandi
milum landsskjalasavnið
og kommunurnar.
Feroyska skipan
Skjalagoymsla var eitt av
evnunum á skeiðinum,
sum Kommunufelagið
hevði í Vágum seinasta
vikuskiftið. Ætlanin var
at fáa fólk frá Klaksvíkar
kommunu at greiða frá
skjalagoymsluni har, men
hetta bleiv tíverri av
ongum, sigur Hans Jer-
gensen.
— Men teirra stóra vit-
an um hesi viðurskifti
koma helst at vera ein
grundstuðul undir tí
arbeiði, sum Kommunufel-
agið nú fer undir á hesum
3ki.
Á skeiðinum í Vágum.
greiddi fíggjarmálastjórin
hjá Reykjavíkar
kommunu, Bjørn
Friðfinnssoi., frá is-
lendsku skipanini og
skrivarin hjá Kommunu-
felagnum, Jens Dals-
gaard, greiddi frá teirri
donsku. Aftaná býttu
luttakararnir seg í bólkar,
sum arkiveraðu ymisk
skjel, bæði eftir íslendsku
og donsku skipanini. Bolk-
arnir skuldu eisini gera
uppskot um eina serliga
foroyska skipan.
Bólkaarbeiðið gekk sera
væl, sigur Hans Jergen-
sen. Allir bólkarnir
greiddu uppgávurnar til
fulnar.
Tað vísti seg, at
íslendski mátin varð hild-
in at hóska betur til okk-
ara viðurskifti enn tann
danski. Men tað var
kortini semja um, at vit
eiga at leggja okkum eftir
at finna fram til eina fel-
agsskipan, sum hóskar til
allar føroyskar
kommunur.
At loysa eitt mål
Annars véru å skeidinum
fyrilestrar og bólkaarbeiði
um, hvussu lítlar og stórar
kommunur loysa ávís mál.
Um hetta helt býráðs-
skrivarin í Havn, Kjartan
Kristiansen, fyrilestur.
Kommunulógin setir
ongan fastar reglur um,
hvussu nógvar upplýs-
ingar eiga at fylgja við
hverjum máli. I lítlari
kommunu er t.d. nóg
mikið at upplýsa, hvat
málið er um. Tí har vita
allir = kommunustýrislim-
irnir alt um alt í sambandi
við málið. Hinvegin er
tervur á nógv fleiri og
gjellari = upplýsingum i
stórari kommunu.
Kjartan Kristiansen
greiddi eisini frá, hvussu
mál eiga at greiðast til við-
gerðar og hvussu gerða-
bók kann førast.
Bjørn Friðfinnsson
greiddi síðani luttakarun-
um frá, hvussu hesi viður-
skifti eru háttað í Íslandi.
Tað hevði hann góðar for-
treytir at gera. Hann er
uppvaksin i litlari
kommunu, Grimsey.
Hann hevur verið borgar-
stjóri í miðalstórari
kommunu, Húsavík og
seinastu fýra árini embæt-
ismaður hjá sterstu
kommununi í Íslandi,
Reykjavík.
Eftir fyrilestrarnar fóru
luttakararnir í bólkar,
sum skipaðu seg við for-
manni og skrivara. Bólk-
arnir skuldu so greiða eitt
ávíst mál, frá byrjan til
enda, bæði sum um talan
var um lítla kommunu og
um stóra.
Seinasti dagurin á skeið-
inum fór til kontoplan,
fíggjarætlan og fíggjar-
liga fyriskipan. Jógvan
Sundstein og Bjørn Frið-
finnsson hildu fyrilestrar.
Væl negdur
Tað vóru yvir hálvt-
hundrað luttakarar á
skeiðinum, sum eydnaðist
stak væl.
— Eg eri væl nøgdur við
skeiðið. Luttakararnir
vístu stóran áhuga og
bólkaarbeiðið gekk ser-
stakliga væl, betur enn
tað plagar nógva aðra-
staðni, sigur formaðurin í
Feroya kommunufelag,
Hans Jergensen, bygda-
ráðsformaður í Miðvági.
Hondbóltslandskappingin:
Avgerandi dystir um
vikuskiftið
Hondbóitslandskappingin
fyri veturin 1980/81 er
rættuliga farin at halla.
Hetta vikuskiftið verða
fleiri týðandi dystir leiktir
í ymsu deildunum og verð-
ur eitt — meguliga tvey —
føroyameistaraheiti = av-
gjert í morgin.
1. deild kvinnur
Í Klaksvík fellur avgerðin
í 1. deild kvinnur, tá
Stjørnan og Kyndil hitt-
ast i morgin. Um Stjørnan
vinnur — ella bert greidur
javnleik — verður tað
Neistin, ið vinnur meist-
araheitið, men vinnur
Kyndil — hvat stórir
meguleikar eru fyri — eru
tær feroyameistarar.
Meguliga verður
meistaraheitið
avgjert
Møguleikar eru eisini fyri,
at meistaraheitið í 1. deild,
menn verður avgjert hetta
vikuskiftið.
Í Havn hittast í dag
Neistin og VIF, og skulu
vestmenningar — um teir
skulu hava nakrar vónir
um at vinna meistaraheit-
ið — vinna dystin. Um
fyrru dystirnar hetta
kappingarárið verða havd-
ir í huga, skuldi VÍF greitt
sigur uttan stórvegis
trupulleikar.
Men tað er ikki bert
VIF, ið avger um teir
verða føroyameistarar.
Um vestmenningar skulu
vinna heitið, má Stjørnan
sigra á Kyndli í morgin í
Kl-hellini, tí um Kyndil
vinnur, eru teir meistarar.
Ilt er at siga nakað um
hendan dystin, men um
liðini leika upp til tað
sama tey gjerdu sein-
ast tey hittust í lands-
kappingardysti, kann av-
gjert roknast við einum
sera spennandi — megu-
liga vælleiktum — dysti,
har ógjerligt er at siga
nakað frammanundan
hver hevur sterri megu-
leikar at sigra.
Resta bert eitt stig
Kappingin í 2. deild menn
er eisini nærum avgjerd.
TB hevur longu nú
tryggja sær luttøkurætt í
kvalifikatiónskappingini í
1. deild komandi kapping-
arár og resta, sum nú er,
bert eitt stig fyri at verða
vísir í at vinna 2. deild.
Tveramenn hava enn
tríggjar dystir eftir at
leika, so meguleikarnir
fyri, at teir vinna deildina
eru stórir. Tveir av hesum
restandi dystum verða
leiktir hetta vikuskiftið í
ítróttarhellini á Hálsi í
Havn. Leygardagin metir
TB SÍF, meðan teir
sunnudagin leika móti
KÍF.
Spenningurin í
hæddini
Í 3. deild menn er spenn-
ingurin veruliga komin í
hæddina.
Eini bólkurin er longu
avgjørdur, og vann Neis-
tin hendan, og hava teir
sostatt tryggjað sær
luttøku í finaluni. Í hinum
bólkinum er spenningurin
sera stórur. VÍF hevði
longu vunnið — men vísti
tað seg tá, at teir nærum
allar dystirnar hevdu nýtt
leikara, ið ikki hevði spæli-
loyvið at luttaka í dystum
við VIF. Spæliloyvi hans-
ara var galdandi fyri
lutteku á Neistaliði , og
tapti VÍF orsakað av
hesum allar dystirnar har
hesin leikari hevði
luttikið.
Ístaðin stendur kapp-
ingin um finaluplássið nú
millum trý feløg, nevn-
liga: EB, Stjørnuna og
St.IF.
Undan avgerandi dyst-
inum i morgin i Klaksvik
millum Stjørnuna og EB,
hevur Stjørnan 10 stig,
EB 12 og St.IF somuleiðis
12, men medan EB og
Stjørnan enn resta dystin
i morgin, hava stranding-
ar leikt allar teirra, og
kunnu teir bert koma i
finaluna um Stjernan
vinnur dystin, og verður
målmunurin tå avgerandi.
Um EB bert fær javnleik,
eru teir vísir í at koma í
finaluna.
Skulu vinna við 19
málum
Í gentudeildini verður
dystur, ið meguliga kann
avgera hver verður
luttakari í semifinaluni.
Neistin b og Vípan hittast
í dag, og um Neista-gent-
urnar sigra við 19 málum,
koma tær í semifinaluna
móti vinnarunum av bólki
A, KÍF.
Orsakað av, at tað bert
vóru tríggir bólkar í
gentudeildini, er annar
finaluluttakarin longu
funnin og var tað vinnarin
av bólki C, VB, ið kom
beinleiðis í finaluna.
Eisini í smágentudeild-
ini verður avgerandi
dystur leiktur hetta viku-
skiftið.
Í Klaksvík hittast í
morgin GÍ og EB, og
kemur vinnandi liðið í
finaluna um feroyameist-
araheitið.
Ikki kann sigast annað
enn, at hetta vikuskiftið
kann gerast sera spenn-
andi — hondbóltinum við-
víkjandi.