mikudagur 11. februar 1981síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Næstformaðurin í Tórshavnar býráð eftir
Nr. 11 — Mikudagur 11. februar 1981
fund við kenslumálaráðið :
— Rokni við vit
fáa statsstudning
til svimjihøllina!
Umboð fyri býráðið vóru mánadaign á fundi við byggidi-
rektoratið hjá kenslumálaráðnum. Noktanin um stats-
studning til svimjihøllina verður nú tikin aftur og málið
vidgjørt av nýggjum
Síða 5
Trygvi Laksafoss, reiðari:
Vit hava fingið eitt
symbolskt tonsatal
— sum einki hevur við fiskivinnu ella økonomi at gera
— Eg meti nýggja sátt-
málan við EEC at vera so
vánaligan, at rækjuskipini
hava einki at fara eftir í
Grenlandi. Tað er ein
spurningur, um tað yvir-
hevur loysir seg at fara
eftir teimum fáu tons-
unum, sum talan er um.
Hetta sigur Trygvi
Laksáfoss, reiðari í Klaks-
vík. Hann sigur víðari, at
vit skulu ikki bert hava
eitt symbolskt tonsatal,
men pengar í veruligum
fiski.
Trygvi Laksáfoss vísir
á, at tá tey 600 tonsini í
Vesturgrenlandi eru býtt
millum tey 15 skipini
verða tað einans 40 tons í
part. Hvat viðvíkur
teimum 1200 tonsunum í
Eysturgrenlandi, so er har
einki vist. Tað kann vera
illveður har í upp til fleiri
vikur, og so kunnu ísviður-
skiftini forða okkum í at
fiska.
Tað er tí ein spurningur,
um tað ikki var nógv
betur, um eingin sáttmáli
var. Tá visti ein, hvat ein
hevði.
— Men hvat metir tú, at
landsstýrið kundi gjert ?
— Vit „artur av
danska ríkinum og
Danmark hevur ábyrgd av
bæði Grenlandi og feroy-
um, at vit varðveita megu-
leika at vera til. Tað mátti
tí verið uppgávan hjá
Danmark at latið okkum
fingið loyvi at arbeiða.
Men danski staturin ger
einki. Um teir hugsaðu
um, hvat 600 tons av
rækjum muna til 15
rækjuskip, tá høvdu teir
duga at sæð tað hepis-
leysa í hesum.
Laksáfoss
Trygvi sigur
víðari, at skulu skipini
fara at klára seg í ár, so
mugu tey hava í minsta
lagi tveir túrar.
Umrokna vit tveir túrar
uppá øll skipini, so áttu
vit at fingið eina samlaða
kvotu uppá millum 4000
og 5000 tons.
— Rækjufelagið hevur
nevnt okkurt um NATO í
samband við sáttmálan ?
— Tað er beint. Tað er
so, at fleiri lond í dag gera
býtishandil eitt nú við
fiski og eðrum.
Hvussu tá við okkum.
Steðin í Mjørkadali tykist
vera týdningarmikil tátt-
ur í Natoverjuni. Hvat fáa
vit afturfyri! Og hverja
makt hava vit! spyr
Trygvi Laxsåfoss at enda
Attu ikki
at givist
Bruxelles
hesa ferð
— Tað var skeivt av
landsstýrinum ikki at
royna eitt
samráðingarumfar aft-
rat við samráðingar-
menninar í Bruxelles.
Hetta sigur fyrrver-
andi landsstýrismaður
Dánjal Pauli Daniels-
sen í samreðu við Sosi-
alin. Dánjal P. Daniel-
sen hevur sjálvur lutt-
ikið í fiskirættindasam-
ráðingum vid EEC øll
hesi seinastu årini.
— Eg veit væl,
hvussu ótrúðliga harð-
ligar hesar samráðing-
ar hava verið. Tað var
mangan torfert at
meta, um vit skuldu
gera sáttmála ella ikki
— og fleiri ferðir komu
vit aftur við ongum
sáttmála.
Dánjal Pauli Daniel-
sen heldur, at enn eitt
samráðingarumfar við
EEC um ein sáttmála
fyri 1981 hevði skapt
meguleika fyri einum
betri útsliti.
Hann vísir á, at við
hesum sáttmálanum er
grundarlagið undir
ellum rækjufiskiskap-
inum tikið burtur, og
kraftblokkaflotin hev-
ur nú heilt avmarkaðar
meguleikar.
— Júst tí meti eg, at
vit áttu at stríðst so
leingi sum gjerligt at
fáa nakað betri í ein
sáttmála.
Fyrrverandi
stýrismaðurin
lands-
heldur,
— eitt samráðingarum-
far aftrat hevði møguliga
givið eitt betur úrslit
at landsstýrið átti at
bíða við at skriva undir
ein sáttmála, til minis-
tarafundurin í EEC var
liðugur týsdagin. Hann
vísir á, at sambært
danska útvarpið, so
hevði danski fiskimála-
ráðharrin fingið heim-
ild frá donsku markn-
aðarnevndini at
arbeiða fyri ektum
fiskikvotum. Her varð
nevnd sild í norð-
sjónum og toskur í
Grenlandi.
D. P. Danielsen held-
ur fram: — Vit áttu at
sligist so leingi sum
meguligt at fingið lut-
fallið millum okkara og
norsku sáttmálarnar at
verið tað sama. Eg
dugi sjálvur ikki at
síggja annað, enn at
meguleikar kundu
verið fyri at fingið ein
sáttmála sum lutfals-
liga var á steði sum
tann norski sáttmálin.
Uppá fyrispurning
um orsekin til at lands-
stýrið ikki átti at givist
longu nú í Bruxelles er
tann, at ein landsstýr-
ismaður ikki longur
eitur D. P. Danielseen,
sigur hann, at einhver
borgari má hava loyvi
at hava eina meining.
— Soleiðis gekk eg
sjálvur inn fyri at slíta
heilt tær seinastu
samráðingarnar við
EEC fyri einum ári
síðani
—
eee —————