Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-02-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. februar 1981síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Harra Óli Breckmann, blaðstjóri á Dagblaðn- um! Hesaferð var mær ovboðið. Leingi havi eg ætlað mær at svara tíni heldur óhevisku blað- skriving í Dagblaðnum —men eg havi drálað — kanska tí eg vónaði, at aðrir betur skrivandi pennar enn eg fóru at svara tíni skriving. Tían- verri hava alt ov fáir gjert tað higartil. Skrivingin hjá Óla Breckmann er eitt nýtt kapittul í feroyskari blaðskriving. Undirrit- aði hugsar her ikki um tær mongu oddagrein- irnar ella tær politisku viðmerkingarnar frá Óla Breckmansa hond — men eg hugsi um tað árin og vald, sum polit- isku hugsjónirnar hjá Óla Breckmann hava á vanligu journalistisku blaðskrivingina í Dag- blaðnum. Tað er ein óreingilig sannroynd, at blaðgrein- ir sum eitt nú vanlig tíðindi verða viðgjerd ósakliga og subjektivt. Allastaðni merkir tú Óla Breckmannsa > øsandi, niðursetandi og útspill- andi tankar. Mín skylda Undirritaði vil ikki lata sær hetta lynda. Sum blaðmaður kenni eg tað sum mína skyldu at vísa á og havast á tí mann- minkandi umdemi, sum Óli Breckmann hevur givið journalistiska handverkinum og yrkinum. Ég fari tí í teiginum >Sjónarmið< í dag og leygardagin at viðgera blaðskrivingina hjá Óla Breckmann. Síðani fari eg at geva ødrum høvi til at fera kjakið víðari — eitt kjak, sum eg meti, vit mugu fáa ongantíð ov skjótt, áðrenn blað- skrivingin hjá Óla Breckmann heilt og fult hevur dálkað blað- mannayrkið við síni manipulering av øllum Jan Miiller, maður á Sosialinum skrivar: blað- tilfarinum i blaðnum. Tað er greinin í Dag- blaðnum tann 30. januar við yvirskriftini »Sosi- alurin mátti sent Smyril til Cuxhaven at selja«, sum fekk bikarid at renna yvir. Tað er einki navn undir greinini, so ein skuldi trúð, at tað var ein vanlig blaðgrein (redaktionel). Men so er ikki. Greinin er álop á eina grein í Sosialinum herfyri um m.a. Fiska- seluna. Eg taki tað sum givið, at tað er Óli Breckmann, sum hevur skrivað grein- ina, tí tað er jú hann, sum stendur við ábyrgd- ini av blaðnum. Óli Breckmann og Dagblaðið eru firtin um, at føroyskur fiskiskipari i samrødu vid Sosialin finst at Føroya Fiska- sølu. Sosialurin roynir at spilla Fiskasøluna út, skrivar Dagblaðið. Dag- Grein í Sosialinum Umredda grein stóð í Sosialinum tann 28. januar og snúði seg um seluna hjá Suðringi í Vesturtýsklandi. Í samreðu við Sosialin segði Mortan Johanne- sen, skipari, at teir fingu boð frá flakavirkinum á Tveroyri, at tað kundi ikki taka ímóti fiskinum, tí Fiskaselan fekk ikki selt lastina. Talan var um smærri kongafisk og svartkalva. = Suðringur landaði tískil í Týsklandi og fekk toppprís, upp- lýsti Mortan Johanne- sen. Hann segði eisini, at okkurt var heilt galið við okkara selufelag, tá Fiskaselan ikki kann selja eina tílíka last. Heri Mortensen, stjóri á Flakavirkinum á Tver- oyri, váttaði hesi tíðindi. Hann segði eisini, at tað sjálvsagt kann vera trupult hjá Fiskaseluni at sleppa av við tílíka last nær tað skal vera, men tað var beinleiðis ósatt at siga, at ein tílík last ikki kundi seljast. FOD > om SOSIALURIN Do 78 #0 Hava vit eina fría pressu! Skrivingin hjá Óla Breckmann — Fiskasølumål — Blað- mannayrkið Dagblaðið svarar Og so svarar Dagblaðið við at missteinkiliggera blaðmenninar á Sosialin- um og hvelvir eina lorta- spann yvir teir. Citat byrjar: >Fyri at venda eygunum á fólki burtur frá geluni um Smyril brúkti Sosialurin forsíðuna mikudagin til at spilla Fiskaseluna út. Ein einstek landing hjá Suðringi í Cuxhaven var blást upp til ársins bragd. Hesi neyðars 100 tonsini av feskfiski, sum ikki sluppu at skapa arbeiði á landi í Fer- oyum, vóru hildin upp í móti ellum teimum 80.000 tonsunum, sum Fiskaselan selur árliga til topppris. Citat endar. (Undirstrikingarnar eru mínar egnu). Eg skal viðganga, at 100 tons muna lítið ímóti 80.000 tonsum og somu- leiðis, at Suðringur hevur verið heppin, at einki annað skip landaði tá. Kortini haldi eg, at ein og hver skal hava loyvi at úttala seg í blaðnum — eisini tá talan er um at finnast at Fiskaseluni. Tað er tí eingin grund til, at Dagblaðið skal leggja Sosialin undir at >spilla< Fiskaseluna út — og síðani sjálvt prísa Fiska- seluni til skýggja. Neyvan trúgvi eg, at stjórin á Fiskaseluni ella starvsfólkini har, kenna seg væl við av at verða róst av Óla Breckmann. Friðhalga Fiska- seluna Jú, ÓB, her avdúkar tú teg sjálvan. Vit síggja hvussu inkonsekventur tú ert í tíni skriving: Tú brúkar Dagblaðið til at vísa á órættvísi og brek í samfelagnum. Tú skrivar og leggur eftir tí almenna — teimum, sum verða lent av tí almenna, síðani fakfelogunum, ungdóminum, kvinn- unum, pensionistunum osfr. Samstundis friðhalgar tú Fiskaseluna, sum tú sigur, at okkum ikki nýt- ist at havast at, tí hon jú selur allan sín fisk til best hugsandi prís. Tá vil eg spyrja teg Óli Breckmann: er ikki júst Føroya Fiskasøla og tað arbeiði, hon stendur fyri, spurningar, sum vit van- ligu samfelagsborgarar, eiga at vísa okkara stersta áhuga ! Tað er jú henda fyri- tekan, sum stendur fyri meginpartinum av okkara fiskaútflutningi. Nærum øll samfelags- hjólini mala í mun til, hvat henda fyritøkan fær burtur úr sínum arbeiði, hvussu hon arbeiðir, og hvenn prís hon er fer fyri at skaffa. Vit vita, at ein heilt lítil prísvekstur ber við sær hundratals milliónir í meirinnteku til samfel- agið. Vanlig menniskju á Fiskasøluni Og tá vit so vita, at tað eru vanlig menniskju, sum arbeiða á Fiska- seluni, tá vit vita, at menniskju eru ikki full- komin, at tey kunnu »feila«, og at teimum mangan nýtist leiðbein- ing og hjálp til at fremja sínar ætlanir og arbeiði, — hava vit tá sum borg- arar í einum demokrat- iskum samfelag loyvi til at gloyma ella til allar tíðir rokna við og trúgva uppá, at Feroya Fiska- sela altíð ger sítt arbeiði 100% ! Eg meini avgjert ikki. Trúgvi eisini, at Fiska- selan ynskir umreðu og kritikk, tá sunnur og vælmeinandi kritikkur bert kann rætta inn- grónar og gloymdar skeivleikar. Hevur Fiskasølan reint mjøl í posanum, tá skuldi eingin grund verði til at fjalt nakað. Ella fari eg skeivur! Man hetta demokratiið, sum Óli Breckmann prísar so hegt, man tað veruliga ikki rekka longur enn út um dyrnar hjá Óla Breckmann og Dagblaðnum ! Fiskaselan hevur ikki monopol — tað hava vit so oftani hoyrt — og tað er eisini rætt. Eingin lóg gevur bert Fiskaseluni loyvi at selja fisk. Men hvussu fríar ræsir hevur so privata initiativið í veruleikanum í mið- leingjusamfelagnum hjá Óla Breckmann! Er tað ikki so, at júst tær sterstu og sterkastu kapitalkreftirnar í fer- oyska samfelagnum — ein teirra er Feroya Fiskasela — knúska og spenna bein fyri einum og hverjum lítlum kapi- talisti, sum vil royna seg i »privata initiativsam- felagnum«. Hvar er tå munurin millum óbein- leiðis og beinleiðis monopol ! Beinasamur fiska- selustjóri Eg havi her reist nakrar spurningar, sum eg meti, at ein blaðmaður eigur at gera. Eg havi ongantíð havt ætlanir at spilla Fiskasøluna út. Tað hevur altíð verið mín sannfering, at skulu vit hava nakað gagn av at liva í einum demokrat- iskum landi, so eiga vit at brúka teir moguleikar, sum okkum eru givnir. Eitt og hvert blað eigur at lýsa øll samfelagsvið- urskifti nágreiniliga, reiðiliga og frá flest meguligum síðum. Hvat viðvíkur Fiska- seluni og fiskaselupoli- tikki hevur tað altíð havt mín stóra áhuga. Og Føroya Fiskasøla hevur eisini fingið nógva blað- rúmd í Sosistmum. Vit hava roynt at viðgera fiskasølumål á ein objek- tivan og sakligan hátt. Tað kann so ikki sigast um Dagblaðið og Óla Breckmann. Undirritaði hevur mangar, mangar ferðir verið úti á Fiska- seluni ella ringt fyri at spyrja, hvat tey har úti nú arbeiða við, og hvat tey fara at arbeiða við — hvussu marknaðurin er, og hvussu prísirnir eru. Tað skal fiskaselustjórin eiga, at altíð hevur hann verið beinasamur at svara spurningum í hesum sambandi — og tað skal hann hava tekk fyri. Skal so tosast um vánaliga ella góða rek- lamu — útspilling ella ikki útspilling — so kann tann, sum hevur áhuga fyri tí, fara á bókasavnið og kaga í Dagbleðini og Sosialin tvey tey sein- astu árini. Har sæst sjón fyri segn. Upplýsing Annars meti eg tað ikki sum blaðsins uppgávu í blaðgreinum at vera ring ella góð reklama fyri t.d. Fiskaseluna. Tvertur- ímóti er tað skylda okk- ara, sum arbeiða á blød- unum at upplýsa um øll viðurskifti. Tað tykjast Dagblaðið og Óli Breckmann so ikki at vera samd við mær í. Og hvat viðvíkur Fiskaseluni, so selur hon jú allan sín fisk fyri toppprís, so tað er skill- igt, at har er ikki neyð- ugt við uppsekjandi journalistiskum arbeiði, sambært Óla Breck- mann. Nú er tað so, at Óli Breckmann á pappírin- um er ikki blaðmaður á Dagblaðnum men bert blaðstjóri. Tíanverri mugu vit ásanna, at Óla Breckmannsa politisku hugsjónir ganga aftur og aftur í mongum av blað- greinunum í Dagblaðn- um. Eg havi mangan hugsað um, hvussu tað ber til, at blaðmenninir á Dagblaðnum lata sær hetta lynda. Hava tit als onga virðing fyri tykkara handverki og arbeiði og fyri tykkum sjálvum ! Aftur til Fiskaseluna, tí vit skulu hava eitt OL