mikudagur 11. februar 1981síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Síða 3
alment kjak um hennara
arbeidi, til tess at tad
kann gagna øllum sam-
felagnum.
Lat meg siga tað her,
at undirritaði hevur per-
sónliga einki ímóti
Fiskaseluni — hóast eg
veit, at Óli Breckmann
og hansara líkar, júst
vilja fáa tað vent tann
vegin.
Afturlatið land !
Uttan mun til mín
persón so eru tað fleiri
føroyingar, sum
gjøgnum årini hava vist
sína stóru ónegd við
arbeiði hjá Fiskaseluni.
Men sum blaðmaður
hevur tú uppdagað, at
sjálvt undangongumenn
á nógvum økjum og høgt
í metum millum fólk,
ikki hava TORAÐ
ALMENT AT ÚTTALA
SEG UM Fiskaseluna
og hennara arbeiði —
hóast tað, at teir í munn-
ligum samreðum hava
víst á heilt óhugnaligar
sannroyndir.
Við eðrum orðum — í
tínum arbeiði sum blað-
maður stoytir tú mang-
an ímóti einum múri, tá
tú ynskir at fáa ávís
viðurskifti hjá Feroya
Fiskaselu og hennara
arbeiði lýst.
Tað er sum afturlatið
land.
Kortini eru tað teir
persónar, sum hava
torað at sagt sína hugs-
an. Skulu vit tí hava eitt
alment kjak um Fiska-
søluna og fiskaselu-
politikk yvirhevur, og
haldi eg, at tað er rætt at
tríva í okkurt av tí, sum
m.a. Trúgvi Johansen
skrivaði í blødunum fyri
einum ár. síðani.
Trúgvi Johansen er
sendifulltrúði hjá Lands-
stýrinum í Keypmanna-
havn. Hann hevur
annars arbeitt í Suður-
europa í fleiri ár við at
selja feroyskan fisk.
Sum fakmaður á søluøk-
inum meti eg tí hansara
úttalilsi so álvarslig, at
ein blaðmaður — um
hann er eitt sindur at
sær komin —ikki hevur
loyvi til at lata tað fara
framvið uttan víðari
umreðu.
Trúgvi Johansen
og Fiskasølan
Í greinini skrivar Trúgvi
Johansen m.a., at Fiska-
selan er konservativ, og
at alt er steindeytt á
Fiskaseluni. Sjálvur
hevur Trúgvi Johansen
ongar ábetur sæð í selu-
politikki, Fiskaselunnar
seinastu árini, sum ikki
eru provokeraðar ella
fyrst framdar av eðrum
fyri so at vera tiknar
sum uppfinnilsi Fiska-
selunnar.
Hann vísir síðani á, at
eitt danskt felag, sum
keypir ein part av fisk-
inum frá Feroya Fiska-
selu, er farið undir at
detailpakka saltfisk til
italska marknaðin.
Henda meguleika hava
føroyingar havt í fleiri
ár, men hevur hetta bein-
leiðis mett mótsteðu frá
Feroya Fiskaselu.
Víðari skrivar Trúgvi
Johansen, at Fiskaselan
beint móti egnum áhuga-
málum hevur givið
einkarrætt til eitt meira
ella minni tilvildarligt
felag í Týsklandi at selja
allan sín feska fisk, eitt
felag, ið gjarna vil
diktera prísir og treytir,
og sum selur víðari til
feløg, sum eru nógv
sterri.
Eisini vísir hann á, at
Fiskaselan hevur alt ov
nógvar óneyðugar
millumhandlarar.
— Hesin ov stóri og
maktfulli stovnurin í fer-
oyska samfelagnum
hevur óavmarkað vald at
revsa teg, um tú gert
móti boðunum, skrivar
Trúgvi Johansen at
enda.
Skrivingin hjá Trúgva
Johansen var harðliga
átalað í Dagblaðnum,
sjálvandi. Sosialurin
royndi at fáa viðmerk-
ingar til málið, men her
ynskti Fiskaselan at
tiga. Ístaðin klagaði hon
Trúgva Johansen fyri
landsstýrið.
Detailpakka
saltfisk
Meira hendi so ikki !
Til nýliga! Í januar
mánaða í ár var eitt um-
boð fyri donsku fyritek-
una Dancod í Feroyum.
Dancod er farið undir at
detailpakka saltfisk og
keypir m.a. fisk úr Fer-
oyum. Sosialurin hevði
eina samreðu við danan.
Hann vísti á, at teir fóru
at fáa munandi betri prís
fyri detailpakkaða salt-
fiskin enn fyri selu av
saltfiski »uppå tann
gamla mátan<. Uppá
fyrispurning um
føroyingar áttu at roynt
at detailpakka saltfisk
segði hann:
— Tað vil altíð vera ein
fyrimunur jú meira ein
kann gera við ein fisk.
Orsekin til at vit eru
farnir undir at detail-
pakka saltfiskin er tann,
at vit halda, at tað ber
ikki til í allari framtíð at
finna keyparar til tær
vanligu saltfiska-
verurnar.
Samreðan stóð í Sosi-
alinum 14. januar í ár.
Men enn hevur so eingin
havt nakra viðmerking
til úttalilsini frá Dancod-
umboðsmanninum, hvat
eg haldi vera ógvuliga
logið.
Annars havi eg frætt,
at Bacalao longu fyri 10
árum síðani fór at detail-
pakka saltfiskk men
royndin varð steðgað.
Onkur sigur av Fiska-
seluni (eg kann tó ikki
vátta hetta).
Kjak um fiska-
seluarbeiði
So er tað, at ein spyr seg
sjálvan. Er tað nakað
um, at Fiskaselan spenn-
ir bein fyri nýggjum til-
tokum bæði hjá hennara
egnu limum og uttanfyri
fyritøkuna og á henda
hátt avmarkar meguleik-
an hjá føroyska samfel-
agnum at fáa sum best
burtur úr
fiskaútflutninginum —
tá er hetta í sær sjálvum
ein nóg stór ákæra móti
Feroya Fiskaselu.
Hver av eðrum má
liva.
Júst í hesum truplu
tíðum, har veiðunegdirn-
ar minka í hverjum og
har aðrir sum t.d. cana-
diumenn floyma yvir
okkara vanligu mark-
naðir við bíligum fiski —
er avgerandi neyðugt, at
vit í Feroyum diskutera
nýggjar arbeiðshættir,
nýggjar góðskuhættir
og nýggjar marknaðir
fyri at Feroya Fiskasela
og aðrir selufelagsskapir
kunnu liva upp til tey
nýggju krevini og um-
steðurnar.
Lat okkum brúka bleð-
ini at skifta orð um tær
broyttu umsteðurnar og
tey nýggju krevini —
nakað sum Óli Breck-
mann og hansara fylgi-
sveinar ikki ynskja —
men sum Óli Breckmann
annars við síni seinastu
grein um Fiskaseluna
nettupp hevur birt upp
undir.
Seinni partur í hesi
grein snýr seg um dál-
kanina av journalistiska
handverkinum, sum
skrivingin hjá Óla
Breckmann hevur verið
atvoldin til. Greinin
kemur í Sosialin leygar-
dagin.
Atli Dam, formaður javnaðarfloksins:
Sáttmálin
við EEC ein
»katastrofax
— Tað er ein »katastrofa«
fyri føroyska fiskivinnu at
skrivad er undir seinasta
såttmålan vid EEC.
Hetta sigur Atli Dam,
tingmaður og formaður i
Javnaðarflokkinum í
eini viðmerking til sam-
ráðingarnar, sum júst eru
endaðar í Bruxelles.
Atli Dam sigur, at hesin
sáttmálin er so nógv verri
enn nakar annar sáttmáli,
sum feroyingar hava
gjørt.
— Her hava føroysku
samrådingarmenninir slept
so nógvum prinsippum
uppá fjall í mun til tær
undanfarnu samráðing-
arnar, at sáttmálin má
skýrast ein »katastrofa«
fyri framhaldandi veidu i
EEC-sjógvi.
Áttu at bíða
— Men var tað ikki neyð-
ugt hjá okkara samráðing-
arnevnd at fáa sum fræg-
ast burtur úr hesa ferð ?
— Eg haldi, at tað var
óneyðugt at skriva undir
júst í letuni, tí sum kunn-
ugt hevur danski fiski-
málaráðharrin fingið nógv
fleiri heimildir við sær, nú
hann skal samráðast í
Bruxelles í hesi vikuni:
M. a. heimild til at endur-
skoða fiskifreðisliga
grundarlagið undir toska-
veiðu í Grenlandi. Heimild
til at endurskoða grundar-
lagið undir sildaveiðu-
banninum í Norðsjónum,
soleiðis at meguliga
verður sildaveiða loyvd.
Har vóru allar grundir
til at bíða og til at brúka
orkuna uppá at fáa í lag
ein fyribils sáttmala, sum
gav skipunum loyvi at
fiska, meðan vit legdu
leikirnar til komandi sam-
ráðingarumfar, ið skuldi
geva tann endaliga sátt-
málan, til rættis.
— Men svongd Paula
Ellefsen er nú atvoldin til
at vit komu at sita eftir á
berum.
Minstukrevini
Atli Dam vísir annars á, at
áðrenn samráðingarnar í
Bruxelles gjerdi Javnað-
arflokurin hinum limunum
í Marknaðarnevndini
greitt, hverja steðu hann
hevði til tey minstukrev,
ið skuldu uppfyllast fyri
at skriva undir ein
sáttmála.
Dentur varð lagur á, at
vit máttu ikki geva út ella
slaka mótvegis norðmonn-
um viðvíkjandi rækjum í
Grønlandi. Vit máttu
hava lutfallsliga eins nógv
sum norðmenn í bæði
Vestur-Grenlandi og
Eystur-Grenlandi.
Heldur ikki máttu vit
góðtaka at fáa minni enn
18.000 tons av makreli.
Víst varð eisini á, at steð-
an viðvíkjandi toski í
Eystur-grenlandi júst í
letuni er so mikið ógreið,
at hesin spurningurin
eigur at verða kannaður
gjølla, soleiðis at man ikki
kemur at seta seg sjálvan í
ta steðu, at aðrir fara við
toski í Eystur-grenlandi,
meðan feroyingar eru við
sviðið soð.
Vit góðtaka ikki !
Haraftrat gjerdi javnaðar-
flokkurin vart við, at ein
undir ongum umsteðum
kundi góðtaka, at felags-
marknaðarmenn vilja
leggja seg út í feroyska
laksaveiðu, so leingi sum
tað situr ein laksaveiðu-
nevnd fevnandi um alt
norðuratlantshavið. Og so
leingi foroyingar eru á ferð
við at byggja upp eina
laksaveiðu og seta út tað
av laksi, sum skal rættvís-
gera føroysku laksaveið-
una.
Heldur ikki kundi javn-
aðarflokkurin ganga við
til at broyta fiskiveiðu-
reglurnar undir Feroyum
meira enn tað sum er
neyðugt fyri, at EEC kann
veiða sínar kvotur á ein
rímiligan og lensaman
hátt.
Semja
Atli Dam upplýsir, at tað
stórt sæð var semja í
marknadarnevndini um
hesi sjónarmiðini.
— Tað var tí við ógvu-
liga stórum bilsni, at eg
sjálvur merkti mær úrslit-
ini, sum Pauli Ellefsen
hevði skrivað undir uppá í
Bruxelles.
Eg segði við onkran
samgongumann, áðrenn
samráðingarnar fóru fram,
at eg var bangin fyri, at
Pauli Ellefsen í letuni var
ov svangur til, at ein
kundi forsvara at senda
hann sum okkara umboðs-
mann til at samráðast í
Bruxelles.
— Og tíverri kom hetta
at roynast júst so, leggur
Atli Dam aftrat. — Pauli
Ellefsen tordi ikki at seta
seg sjálvan í ta steðu, sum
vit so mangan fyrr vóru í,
at vit ikki kundu góðtaka
sáttmalan. Vit máttu
heldur fara heim fyri
síðani at koma aftur at
royna at fáa ein betri
sáttmála.
Sum av torvheiðum
— Tað merkti so, at vit
fingu at vita, at vit komu
heim sum av torvheiðum.
Men vit meintu tað var
betri at koma tvær,
tríggjar ella fýra ferðir
sum av torvheiðum, tá ein
visti, at fjórðu ferð fekk
ein eitt frægari úrslit.
— Pauli Ellefsen hevur
verið svangur, og fyri at
sleppa undan hesum
kritikki, skrivaði hann
undir ein sáttmála, sum á
nærum øllum økjum kost-
aði okkum hesi afturstig-
mi. Lesið eisini á baksíðuni