mikudagur 11. februar 1981síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
SÓSIALURIN
Stórur áhugi
at byggja
í Sunda
kommunu
Tað er stórur áhugi at seta
búgv í bygdunum í Sunda
kommunu — bæði á Norð-
skála, Oyrabakka og á
Oyri.
Síðani Eysturoyar-tunn-
ulin og brúgvin um
Streymin gjerdust veru-
leiki eru bygdirnar í
Sunda kommunu vornar
eitt »knutapunkt« millum
Streymoynna og Eystur-
oynna.
Jónstein Dam, nýggi
bygdaráðsformaðurin í
kommununi sigur, at tað
er stórur eftirspurningur
eftir grundstykkjum í
kommununi. Kommunan
hevur ikki kunnað nekta
allan henda tervin til nú,
tá fleiri eki eru sett av til
nýggjar útstykkingar.
Í bygdaplaninum, sum
varð samtyktur í 1979, eru
nekur eki sett av til byggi-
grundir. Á Norðskála er
longu nakað bygt, har eru
so eini 20 grundstykki, á
Oyrabakka eru umleið 25
gr
nakað
stykki
Nógv av hesum stykkj-
um eru longu umbiðin.
Tað er eisini so, at rætti-
liga nógv avbygdafólk
ynskja at fáa grundstykki
i kommununi, sigur
bygdaráðsformaðurin.
Kostnaðurin fyri kvad-
ratmeturin liggur um 49
kr. Tá eru íroknað vatn- og
kloakarbeiði.
Í letuni arbeiðir nýggja
bygdaráðið við at keypa
upp jerð á Oyrabakka,
nástykki, og á Oyri eru
>
meira enn ÞAÐ.
Fiskaaling á Oyrabakka
Tær reinsa og skilja scallops á Oyri
sum skal nýtast til grund-
stykkir. Eisini skal kloak
gerast til hesa útstykking-
ina.
Hvat viðvíkur vatnvið-
urskiftinum í kommununi
so setti undanfarna
bygdarað sær fyri at beta
um hesi viðurskifti. Ein
nýggjur vatnbrunnur
varð gjerdur nakað oman
fyri Oyrabakka og leiðing
løgd til bygdirnar. Tað er
sostatt klårt at binda i
hesa vatnleiðing hjá
nýggju útstykkingunum.
Annars hevur bygdaráð-
ið í Sunda kommunu sent
eina umsókn til myndug-
leikarnar at fáa útbygt at-
legupláss á Norðskála. Í
dag stingur ein lítil pierur
út, sum ætlanin er at
leingja við 25 metrum.
Annars varð bátahylurin á
Oyrabakka gjerdur lið-
ugur í fjør. Har er pláss til
stórt tal av smærri bátum.
Í dag er talið av tílíkum
bátum í kommununi rætti-
liga stórt.
Hevuðshavnin í komm-
ununi er á Oyri. Har hevur
hesi seinastu árini verið
útbygt og bett um um-
steðurnar at arbeiða á
landi. Einasta stóra virkið
í kommununi liggur á
havnagkinum á Oyri. Tað
er skeljavirkið.
Arbeiði er á skeljavirk-
inum ein part av árinum.
Tað er í tíðarskeiðnum frá
oktober til februar. Í ár
hava Norðheim og Silvur
spray avreitt jákupskel til
virkið. Veiðan liggur væl
omanfyri 1000 tons. Tað
verður arbeitt dag sum
nátt á skeljavirkinum og
gevur hetta rættiliga mun-
andi innteku til bygda-
fólkið.
Umframt skeljavirkið
hevur Chemiluxvirkið
heimstað á Oyri. Har er
arbeiði til nøkur fólk.
Norðan fyri Norðskála
liggur elementfabrikkin
hjá Johannes Berg. Har er
Nýggja bygdaráðið
í Sunda kommunu
Fýra av teimum fimm bygdaráðslimunum í
Sunda kommunu, sum vórðu valdir við valið í
desember í fjer, eru nýggir.
Nýggi bygdaráðsformaðurin, ið er 39 ára gamal
og býr á Norðskála, hevur ikki áður roynt seg í
kommunalpolitikki. Jónstein Dam siglir annars
sum stýrimaður við Vaðhorn.
Næstformaður í nýggja bygdaráðnum í Sunda
kommunu er Leivur Joensen.
Hinir limirnir eru: Hjerleif Dahl, Oyri, Kjartan
Wang, Oyrabakki og Leif Niclasen, Oyrabakki.
Sunda kommuna fevnir um bygdirnar Oyri,
Oyrabakka og Norðskála. Íbúgvaratalið er umleið
400 og er spakuliga vaksandi.
Bygdaráðið hevur valt sín lim í SEV-umboðs-
nevndina. Tað er Leif Niclasen. Hann er somuleið-
is valdur at umboða kommununa í Kommunu-
felagnum og Renovatiónsfelagsskapinum.
Í stýrið fyri felagsskúlan á Oyrabakka er Jón-
stein Dam valdur.
Sunda kommuna velur annars ikki nevndir so
sum byggi- og havnanevnd. Allir limir í bygda-
ráðnum eru saman um at viðgera tey umsu
málini.
so arbeiði til eini 8 til 10
fólk.
Á Oyrabakka hevur nú í
nógv ár verið í gongd
fiskaaling. Tað er P/f
Fiskaaling, sum fóðrar síl
og síðani selur tey til m.a.
danskar fyritekur, eitt nú
Irma.
Uppá fyrispurning um
teir merkja nakað til
arbeiðsloysi har í kommu-
nuni sigur Jónstein Dam,
at tað gera teir ikki. Kort-
ini er tað eitt av sterstu
ynskum hansara, at tað
koma fleiri arbeiðspláss í
kommununa.
Skattainntøkan í fjer
var annars uppá 1,8 mill.
kr. Skattaprosentið var
13. Jónstein Dam sigur, at
teir enn ikki hava av-
gjørt skattaprosentið,
men tað er ikki óhugsandi,
at tað verður nakað hægri
í ár.
Jákupskel til virkið
Dansaðu fyri
19.000 kr.!
Ikki færri enn 19.000 kr. lógu eftir, tá starvsbólk-
urin á Landssjúkrahúsinum, sum savnar pening í
grunn til byggjan av nýggjum rektarheimi, hevði
goldið útreiðslurnar og talt upp eftir dansitiltakið
í næstsíðstu viku.
Við hesum peninginum er samlaða upphæddin
frá teimum ymisku tiltøkunum, rektarheimsbólk-
urin hevur skipað fyri, komin upp á 137.000 kr.
Hetta var onnur ferðin, starvsbólkurin hevur
skipað fyri almennum dansi í Havn. Ta fyrru ferð-
ina komu 30.000 kr. inn, men tá vóru útreiðslurn-
ar nær um ongar.
Næsta tiltakið at savna pening inn er dagsett
til 12. mars, Grækarismessudag. Tá er ætlanin er
skipa fyri einum BINGO í veitsluhellini á Lands-
sjúkrahúsinum, upplýsir starvsbólkurin, sum at
enda takkar ellum teimum, sum stuðlaðu tiltak-
inum.
0
EU