Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-02-11, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. februar 1981síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

AL DUER SOSIALURIN Aftanå fund i Keypmannahavn: Góðar vónir um stats- studning til svimjihellina Býráðið hevur havt fund við kenslumálaráðið. Málið um studning til svimjihøllina og Eysturskúlan verða tikin upp til nýggja viðgerð K nslumálaráðið skal hava nýggjar upplýsingar um svimjihallarbyggingina hjá Tórshavnar kommunu, nú málið skal viðgerast av nýggjum. Peter F. Christiansen: sigur, at báðir føroysku fólkatingsmenninir hava gjørt sítt til, at kenslumálaráðið nú fyribils hevur tikið noktanina um studning aftur Vónirnar hjá Tórshavnar býráð um at fáa studning frá statinum til svimjihøll- ina eru ikki heilt deyðar enn. Lív kom aftur í tær mánadagin. Tá hevdu umboð fyri býráðið fund við embætismenn í byggi- direktoratinum hjá kenslu- málaráðnum. — Tað sær út til, at vit fáa pengar. Úrslitið av fundinum var positivt og teir fara nú at taka málið upp til nýggja viðgerð, segði Peter F. Christian- sen, næstformaður í bý- ráðnum, týsmorgunin. Hann er sjálvur fjórði staddur í Keypmannahavn í ørind- um fyri býráðið. Hinir eru Poul Michelsen, býráðs- formaður, og embætis- menninir hjá kommununi, Kjartan Kristiansen og Liggjas Joensen. Peter F. Christiansen sig- ur, at tað er óvist, hvussu stórur studningurin verð- ur. Men tað verða helst 20% av 184 mill. kr. Landsstýrið hevur játtað 30% av 18,4 mill. 18,4 mill. kr. er tað, sum projektið uppá 9 mill. kr. frá 1975 kostar dýrtíðar- vidgjørt i dag. Tað vil siga, hetta er tann partur- in av projektinum, sum er ætladur til undirvising. Annars er heildarkostnad- urin komin uppå 29 mill. kr. Tær 10,6 mill. kr., sum eru afturat, eru fyri m.a. åskodaraplåss, cafeteria og kiosk. Hetta hevur onki vid undirvising at gera og tí letur kenslu- málaráðið ikki studning til tað. Verður úrslitið, at stat- urin letur 20% av 18,4 mill. kr., so verður partur- in hjá kommununi 20 mill. kr. í dagsprísum. Peter F. Christiansen sigur, at tað er meguligt, býráðið onkuntíð seinni fer at sekja mentamálaráðið, sum ítróttur hoyrir undir, um studning. Tað er eisini hugsandi, at býráðið, tá svimjihellin er liðug, fer at gera eina nýggja meting av, hvussu stórur partur av byggikostnaðinum er farin til undirvisingar- endamål. Eisini til Eystur- skulan Tað eru eisini útlit fyri, at býráðið fær 20% í studn- ingi til tær 15 mill. kr., sum Eysturskúlin kostaði meira enn upprunaliga ætlað. Studningur er latin til tær 25 mill. kr. og til tær seinastu 15 mill. kr. er enn ikki latin studningur úr statskassanum. Lands- stýrið hevur heldur ikki játtað studning. Umboðini fyri Tórs- havnar býráð skuldu í gjár hava fund við Kommunu- realkredittstovnin fyri at kanna, hverjir lánimegu- leikar eru hjá kommununi. Peter F. Christians a sigur, at kommunan hevur brúk fyri pengum, men tað er enn ikki avgjert, hvussu stórt lán skal takast. Jarðarráðið fekk tvær umsóknir til starvið sum skrivstovustjóri. Umsóknarfreistin var úti 1. februar. Starvið er ikki sett enn, men Fritleiv Joensen, formaður í Jarðarráðn- Bólkurin, sum varð settur at fyrireika til- tek í ári teirra brekaðu, hevur ikki skrivstovu í V. U. Hammers- haimbsgetu 1, soleiðis, sum vit skrivaðu í blaðnum seinasta mikudag. Men Tveir vilja vera skrivstovu- stjórar á jarðarráðnum Hevur onga skrivstovu Altjóða barnalegur: 20 feroysk bern, 10 gentur og 10 dreingir, sleppa á altjóða barna- legur uttanlands í ár. Felagsskapurin Al- tjóða barnalegur hevur í ár boðið føroyingum at luttaka á legum í Luxembourg, Hálandi, Noregi, Portugal og Svøriki. Fyra børn sleppa við á hverja legu. Ein vaksin leiðari fer við hverjum bólki. Treytin fyri at sleppa við er, at bernini eru il ára gomul. Tey, sum hava hug at luttaka, kunna ringja ella skriva til Vibeke Ing- varsson, Norðskála, tlf 22226 fyri 20. februar. Stutt eftir 20. februar viðger nevndin í Al- tjóða barnalegum, CISV í Feroyum, 20 børn sleppa við í ár Síða 5 um upplýsir, at tað verður sett í hesum mánaðinum. Jóanes Dalsgarð bleiv biðin um at rekja skrivstovustjórastarvið fyribils frá 2. juli í fjer. hinvegin er skrivarin hjá bólkinum at hitta á tlf. 11657 millum kl. 9 og 12. Fólk eru eisini væl- komin at ringja til for- mannin, Helenu Samu- elsen, tlf. 12814. umsóknirnar og avger, hverji sleppa við. Sóknast verður eisini eftir tveimum vaksn- um leiðarum til ferðirn- ar í summar. Og fyri at tey ikki fara heilt ófyrireikað avstað, verður ein vikuskiftislega í Kambsdali 13.—15. mars. Har kunna tey hitta børn og vaksin, sum longu hava verið á altjóða barnalegum, og fáa meira at vita um til- takið. Sama vikuskiftið verður aðalfundurin hjá Altjóða barna- legum. Hann verður leygardagin 14. mars kl. 14 í skótahúsinum í Kambsdali. Tá verður hevi hjá nýggjum limum at tekna seg. Frá eini barnalegu í Noregi. Í ér sleppa føroysk bern aftur á legu í Noregi